Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-03-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mars 1949síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI 0) TAL å FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR Nr. 12 Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á | 1, síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu | Leygardagin 26. mars 1949 Bladid verdur bilagt å posthåsinum, og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið 23 årg. AT DUGA AT LESA Stjórnirnar á báðum bløðun- um 14. september og Dimma- lætting tykjast ikki at hava skilt eina oddagrein, sum stóð í hes- um blaði hin 5. mars í ár. Tað skuldi tykjast ótrúligt, tí hvørt blaðið hevur sínar tveir blað- stjórar; blaðstjórarnir á tí eina hava gingið á Københavns Uni- versitet og eru komnir haðani við stórum prógvum, og á hinum hava teir vist ikki vitjað universi- tetini, men teir skuldu tá verið gamlir royndir blaðmenn, ið ikki høvdu langar stundir at kanna ætlanina við einum blaðgreina- stubba. Ein skuldi hugsa, at teir høvdu misskilt við vilja, men at hava ta fatan ber ikki til, tí har- til eru greinirnar, ið koma sum aftursvør, ov mikið álvarsamar, vreiðar og firtnar. Stjórnin á Dimmalætting er helst at umbera, tí hon er vorð- in so ill av nøkrum sakarleysum Orindareglum, sum stóðu í sama nr. av Føroya Sosialdemokrati, at hon hevur ikki havt skil at lesa! Henda góða grein, sum hevur elvt hesum báðum ikki frænda- ligu bløðum, at taka til mót- mælis, var ein spottsk (satirisk) politisk grein, ið heyði heilt ann- að mål, enn hesi blødini gita. Hava tey fingið skilið aftur, kunna tey lesa hana av nýggj- um og vita, um ikki annað fæst burtur úr henni. Tá ið tikið var til >tómar peningapungar og skattainntoku 0Oc so var tað nettupp eftir fråsøgn 14. septem- bar boð um, at stór- virki og virkismenn høvdu givið bers, sum o upp í skattainntøku ! Dimmalætting er meira ill og brigslar »ukollegial Optræden«. Ja, skal ein hugsa um blød og blaðstjórar, so plægdi sum sagt blaðið Dimmalætting og stjórn hennara ikki at sýna serligt starvsbrødralag! Og at geva »spark« plagdi hon dugað, tað er ikki ókunnugt. Tey kunna koma, so ongum varar. Annars er sum áður sagt henn- ara uppfatan av grein okkara so heilt misvísandi. Vit hava ongan venda spunnid« um Sambands- flokkin. Vit hava ikki tikið heid- urin frá Sambandsflokkinum fyri at hava havt sín part í hes- og starvsbrødralyndi um målum. (Onkur annar enn Samgongumenn kundu havt iv- ast, at allir Sambandsmenn gingu við at fremja málini). Tó at ong- antíð hevur verið kunnugt, at hvørki Dimmalætting ella Sam- z bandsflokkurin å verið so ágrýtin at broyta lønar- lóg fyri foroyskar lærarar ella bøta um ellisrentustudningin og avlamisstudningin. Tað eru púra ongar grundir til hjá stjórn Dim- malætting at koma við ábreiðsl- um móti Javnaðarflokkinum ella blað flokksins, at tey skulu vilja taka burtur Sambandsins lut í politiska samarbeiðinum, sum er á Tingi, og at tey óttast fyri, at veljarin heldur Sambandið eig- ur hin størsta partin av tí, at sosiallógirnar eru komnar ígjøgn- Løgtingi hava um. Allir veljarar vita, at sosiala lóggávan hevur verið hevuðs- mál Javnaðarflokksins, og at sat ikki hesin flokkur á Tingi, heyði málið bert verið tikið á eina stevnuskrá sum eitt eiti og einki annað. Men vit halda, at Dimmalætt- ing dregur hetta sama mál nett- upp fram fyri at sega veljaranum, at var ikki Sambandsflokkurin á Tingi, kom einki burtur úr. Hann eigur alla æruna. Tá ið tráðbanin til Fåmjins hevdi verið frammi á Tingi var Dimmalætting ógvuliga skjót at boða Fámningum frá, at Sam- bandsmenn vóru hinir einastu, ið mannsterkir høvdu staðið sam- an um málið, og tí var sjálv- | sagt, at øll bygdin til næsta val stóð rundan um Sambands- flokkin, tað ið eisini ein trúgvur Sambandsvinur í Dimma- lætting væl og virðiliga helt fram fyri bygdamonnum sínum. Var hatta ikki rættur stemmufiski- skapur? Og hvar var so >kolle- Dimmalætting eini gialiteten«, sum spotskliga nevnir? Og hasin ørindastubbin. »Nidvise«, vet Forsøg at haane og spotte Lagmanden«, klagar Dimmal. seg um. Å ongan hått dámar okkum »at spotte« okkara hægsta embætis- mann. Syndarligt at stjórn blaðs- ins ikki skal tola eitt ørindi um vanligar hendingar sett fram sum skemt! Er ikki slíkt síður alla- haane og staðni. — Men hetta er ivaleyst eitt dømi um tað »tungvedur«, sum herjar landið. Hvat mundi Janus Djurhuus skaldið, ið Dimmalætting tók til sín sum sitt skald, sagt, um honum hevði verið lagað at sætt uppundan aftur ? Danmark og Atlantssáttmálin Spurningurin um at taka við Atlantshavssáttmálanum, var havdur til umrøðu á danska Ríkisdegi í vikuni. Menn í Danmark eru ymiskt á máli um, hvussu gagnligur, hann er fyri landið. Sosial Demokratar, Vinstrumenn og Konservativu eru sintir at skriva undir sått- målan, medan Radikalu og — serliga Kommunistar eru hart ímóti. Tað var eisini havt á máli, um ikki beinast var, at fólkið, æntin áðrenn ella aftan á, at Ríkisdagurin hevði tikið støðu til spurningin, skuldi fáa atgongd til við einari fólka- atkvøðu at geva til kennar sína hugsan um, hvørja støðu Danmark skuldi taka til henda so lýdningarstóra spurning. Bíblian komin út á føroyskum máli Hin Føroyskt Bibliugrunnurin gav út- So kom endiliga fullliðug bibliutyding á føroyskum máli. Og tað var ein leikmaður, sum greiddi hetta stóra verk úr hondum, Victor Danielsen, trúboðari. Bókin er prentað og heft í Foroyum, men bindini og inn- bindingin eru gjørd í Bretlandi. Bert fá eintøk eru enn komin, men væntandi verður hon skjótt at fáast í handlunum, bæði í indiapappiri við skinn- bindi og vanligum bibliupappiri við bíligari bindum. Gjøllari ummæli kemur seinri. Kvussu spara vit milliðnirnar? Hvørjir vóru teir, ið komu við tryggingarsambandstankan- um og bardust harðast við at fáa hann ígjøgnumførdan ? Hvørjir vóru teir, sum av lívsins megi bardust ímóti? Tað er umráðandi, at Føroy- ingar gera sær hetta greitt, so hildið kann verða fram (ta rættu leiðina. Við Føroya Tryggingarsam- bandi hava Føroyar í dag spart nógvar milliónir, ið ann- ars vildu verið farnar út av landinum. Haraftrat kemur so tann peningur, sum goldin er minni av skipaeigarunum við at gjalda til Føroya Tryggingarsamband. Undan krígnum var td. tryggingargjaldið fyri trolarar um 8 pCt, Nú er tað 5 pCt. Undan krignum var trygging- argjaldið fyri snurruváðsbátar 6 pCt. Nú er tað farið niður í 31/2 pCt. Um hildið verður fram við einkartryggingarrættinum verða vit skjótt førir at taka alla tryggingina her heima. Enn er nevniliga tryggingarsambandid ov veikt til at taka tryggingar- hædd yvir 400.000 uttan at endurtryggja. Av hesi orsøk hevur Tryggingarsambandið noyðst at endurtryggja tað, ið liggur omanfyri 300.000 til rætt nú, táið tryggingarsambandið hevur samtykt sjálvt at taka alla ábyrgdina fyri 400.000 kr. Í farna árinum hava vit latið fyri endurtrygging út av land- inum um hálvaaðru millión meiri, enn vit hava fingið fyri skaða frá útlendsku feløgunum. Henda hálvaaðra milliónin vildi landið haft spart, um ting- ið hevði haft samtykt javnaðar- flokksins uppskot um, at tingið skuldi yvirtikið alla endur- trygging. Skipafelagið Føroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn