leygardagur 26. mars 1949síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
Føroya |
| SOSIAL-DEMOKRATUR |
Bráðf. blaðstjóri:
MARTIN JOENSEN
Prent:
A ØSTER
HEIMATÍÐNDI
Guðstænastur
Miðføstusunnudag:
Thaysen prestur i Havnar
kirkju. Skriftarmål kl. 10 40.
Rasmussen prestur í Kun-
oyar kirkju.
Joensen
kirkju.
próstur í Nólsoyar
Jespersen prestur í Hests
kirkju.
Follend prestur í Sørvágs
kirkju.
Rókur fekk maskinskaða
»Roøkur« var suðuri á Hvalba
eftir koli og fekk maskinskaða,
tå ið hann týsdagin fór norður-
aftur. Telefonin er båtum og
skipum hent, og tá ið hann
hoðaði frá óhappinum, fóru
bátar honum til hjálpar. Dansk-
ur bátar, sum lá á Tvøroyri
„Christian Schrøter« vid skip-
aranum á »Rankanum«, Jógvan
Christiansen, fór avstað, og
»Vesturleid« av Havnini. Bát-
arnir komu nakað um somu
tid til hansara. Tá var hann
farin langt eystur og hevdi vil-
an á Borðuni leysan úr Skál-
høvda. »Vesturleid« gjørdi so
fast og sleipaði hann til Havnar.
Veðrið
hevur verið vánaligt eisini í
mars. Nakrir góðir sjódagar
vóru í seinastu viku, men henda
vikan hevur verið ring. —
Einki hevur heldur gerst i Is-
landi; har var ódnarveður bæði
Týsdagin og Onsdagin. »Rank-
in« og »Dråttur« liggja klårir
at fara til Íslands.
Rættskrivingarreglur
eftur M.A. Facobsen
Henda henta bók eftir M.A.
Jacobsen bókavørða, ið øll,
sum vilja duga at skriva móð-
urmálið, mugu eiga og læra,
er nú út aftur komin. Hetta
er fimta óbroytta úlgáva, og er
hon við hesari útgávu prentað
tilsamans í 10.000 eintøkum.
„Vaar Taagen letter“
»Naar Taagen
dámdur av
Litfilmnorin
letter« var ikki
øllum Førovingum, men i úl-
londum fær hann óføra góða
umrøðu. Tað frættist, tá ið
hann var sýndur í Danmark,
og nú hann hevur verið sýnd-
ur í Noregi, eru Norðmenn
hugliknir av honum. Summa-
stadni er åhugin so mikil, at
bygdir vilja knýta vinarband
við føroyskar bygdir.
Konsert á Tvoroyri
Tvøroyrar Sangfelag hevði
konsert í Klubbanum á Tvør-
oyri seinasta leygarkvøld. Dansk-
ur lærari við Tvøroyrar skúla,
Simon Holm-Rasmussen var
sangstjóri. — Hr. Holm-Ras-
mussen fór niður í Tjaldrinum.
Hann skuldi taka við lærara-
embæti á Samsø.
THE NORSEMAN
Nummarið fyri januar og fe-
bruar er komið og hevur tað
ógvuliga áhugaverdar greinir um
ymisk evni. T.d. grein um hin
fyrsta Bernadotte, sum gjørd-
isl kongur í Svøríki og tók navn-
ið Karl Johan, og um Kaj
Munk og ein av hansara sjón-
leikum. — Hetta tíðarritið er
frálíkt lið millum tey angulsaks-
isku og tey skandinavisku fólk-
ini, og hjálpir tað at bera kunn-
leika ímillum og styrkja sam-
arbeiðið, sum nú tykist at fáa
ein so fastan botn at standa á.
TÅ ID EINGIL FYLTI
O.F. WALTON
Umsett hev Victor Danielsen
Barnabøkurnar á føroyskum
hava verið nógvar í síðstuni, og
hetta er ein. Bókin hevur reli-
giost evni, og sýnir hon okkum
heim Eingils, har øll hava tað
ringt, tí pápin drekkur. Men alt
fer at broytast, tí aftan á eitt
møli verður hann umvendur.
Bókin er væl umsett og prentað
á góðum pappíri. Hon er verd
at velja burtur úr nógvum av
teimum vånaligu barnabókun-
um, sum keyptar vera.
+
Daniel Peter Danielsen
Danial Petur á Fløttinum
var hann vanliga nevndur doyði
10. mars í år 86 ára gamal.
Navnið hevði hann eftir
abbanum hinum kenda Danjal
á Fløttinum í Porkeri, ið átti
8 børn og hvørt teirra arvaði
einn mørk í jørð eftir hann.
Arvingarnir vóru nógvir Lv. s.
abbabørn og langabbabørn í
hópatali, so nú er jørðin smábýlt.
Hesin Dánjal Petur, id nú doyði
hevði eisini betur hug til sjógvin
enn til jørðina.
Hann fór ungur at sigla ella
rættari sagt at fiska við Hetlend-
ingum men kom so aftur og
hevdi nakað av landbruki; men
serliga var bann útróðramaður.
At skjóta var hann óførur og
at legggja mið man fáur kunna
hann. Fór hann út
melast vid
var fongurin vísur líkamikið,
26. mars 1949
antin hann fór á havið ella
bara út í fjørðin. Hann róði út
80 ára gamal, men tó mest út
í fjørðin.
Vit ið kendu Danjal Petur.
verða leingi at sakna hann, tí
so frýntligan og skemlingar-
saman mann skalt tú sjáldan
hitta og tað var høpi í tí hann
segði. Væl dugdi hann at lesa
og hug ftil bókina sum
fåur og mintist sera væl aftur.
Hann fylgdi óføra væl við í
politikki, og javnarmaður var
hann við lív og sál.
Danjal Petur hevði gott skil
á at lekja tey sjúku bæði fólk
fæ. Serliga var tað fyrr áðrenn
lækni kom til Vágs, at nógv
arð heitt á hann. Sår og svullir
dugdi hann væl at røkja, men
ikki bara tað. Nei eisini aðrar
sjúkur lekti hann.
Tá id læknar undirsøkja folk
hava teir rør at lurta við og
tað seta teir á nakið hold; men
hin gamli lurtaði við ongum
hoyrirøri og ofta ultan á
klæðunum. Men so væl hoyrdi
hann, at tá ið læknin seinri
kom segði hann sum oftast tað
sama sum D. P. frammanundan
hevdi sagt. Tað vóru mong, ið
høvdu hetur álit á ti, id D. P.
segði enn ti ið læknin segði.
Tad var hansara frålika vit og
minni og óføra skørpu sansir,
ið gjørdi hann til tann álitismann,
ið hanu altíð var í øllum førum.
Hartil kom hansara góði vilji
og vinsama lyndi.
Nú er
Porkeri
farin og vit í
nógv at lakka
hann
hava
honum fyri. Hann doyði róliga,
fór hálvavegna frískur í song
um 10 tíðina tann 10. mars og
áðrenn kl. var 11 var hann ikki
meira her millum tey livandi.
Hann var farin heim líka so
róliga og stillisliga sum hann
livdi og gekk okkara millum.
Ein góður vinur er farin —
Lat meg skoyta uppí, at hann
eins og onnur kundi haft orsøk
til mangan at gloymt brosið og
verðið tunglyntur tí einkjumaður
varð hann tvær ferðir, børn
misti hann og sjálvandi var tað
strævið at fostra so mong børn
eini 14 í tali. Men D. P. lat
ikki við seg koma. »Smil til
verden, så smiler den igen«,
siga danir, og soleidis var D. P.
sinnaður.
Friður yvir minni hansara
7. H. Danbjørg,
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
TIf. 443
Tit fáa
bestu málingina hjá okkum.
M. P, Jacobsens málarabúð.
Barnavognar
stórt úrval
7. HEINESEN . Vágsbotn
Føroya Biór
Ql- og Mineralvatnsvirki
Máltráð nr. 4
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
Citrón sodavatn
Appelsin limonada
Hindber limonada
Jerðber limonada
Vanillie limonada
Appolinaris
Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, ið senda
kassar og fløskur aftur. Sendið tómt góðs aftur!
EINAR WAAG
Klakksvík.
Sjónleikur
dt
Eftir åheitan verður sjónleikurin MONGUM
BRESTUR ÆTLAN
spældur aftur sunnudagin 27. í h., kl.3.30 og kl 6 s.p.
Atgongumerki á 3 kr. verða seld í Sjónleikarhúsinurm, leygar-
5 =
dagin kl. 3—5 og sunnudagin frá kl. 2.
SJÓNLEIKARFELAGIÐ.