Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-05-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 1949síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROYA LANDSI FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR Leygardagin 14. mai 1949 Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið Nr, 18 | 23 årg. Sum av torvheiðum - - Tad er sum tad er einki ser- ligt lag á »Dagbl.«, nú tað hev- ur nøkur orð at siga, um menn, sum hava verið sum umboðs- menn niðri í danska Ríkis- degnum. Tað er sum blaðið er heldur firtið á málinum, tá ið tað sigur frá tí, ið P. M. Dam sum fólkatingsmaður hevur at boða frá, nú hann er heim aftur komin. — Viðvíkjandi umboðsmanni Fólkaflokksins, Thorsteini Peter- sen, so hevur tað mest sum verið nakað loyndarfult við hesi Danmarkarferð hansara. Blað hansara segði frá, at hann fór niður í egnum ørindum. Egnum ørindum ella sjálvs- ørindi, sum eisini sagt kann verða, kann vera so mangt, Ein kann fara forrætnings- ørindi (serliga stórir menn), og so er tað, at fólksins hugsan fer í at mála, hvat hetta eru fyri forrætningsørindi — onkur stór- fyritøka kanska. — Soleiðis reikar hugurin. Men so frættist aftur, at Thor- stein Petersen hevði verið á ríkisdagsborgini, Christiansborg. Hann hevði lagt uppí, tá ið ellisrentulógin fyri Føroyar var fyri og hevði mótmælt, at minnilutauppskoti frá Fólka- flokkinum var ikki eftiransað. So hann hevdi tó fingið stundir at røkja ørindini sum fólka- tingsmaður fyri Fólkaflokkin. — Viðvíkjandi hinum sjálvs- ørindunum er einki frætt, men kanska tíðindi koma seinri. Ørindi kunna tó røkjast so ymiskt. Tú kanst bera eini ørindi fram, so einki annað úrs- lit sæst. Her er tað hent. Th. Petersen var eina mótmælis- ferð í danska ríkisdegnum. P.M. Dam var sum umboðs- maður fyri ein Løgtingsmeiri- luta, og hann kom aftur við góðum úrslitum. So uttan at ganga nøkrum ov nær, kunna vit gita okkum til, hví »Dagbl.« er firtid og tómligt á málinum. Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fram um lóggávur, sum allar krevja pening, um tær skulu verða framdar. Tað er alt í lagið. Men so skuldi flokkurin við formanni sínum Thorstein Petersen á odda lagt alt so til rættis, at peningur var tøkur, og tey mál, sum lógirn- ar guldu, vórðu so fóðrað, at tey livdu. Men hatta er tað gamla hjá hesum flokki, at uppskot verða løgd fram um at taka mál, og tey verða løgd fram, tá ið eing- ir møguleikar eru fyri, at tey fáa frama, og einki verður heldur at vissa seg um, at um- sitingarpeningurin er fingin til vega. »Dagbl.« heldur, at Kristian Djurhuuslandsstýrismaður verð- ur frystur úti av Andrass Samuelsen løgmanni og parta- manni hansara. Tað kann vera ein loyndómur, sum »Dagbl.« veit um eins og ferð Thorstein Petersens. Men skuldi tað verið ein umbjóðing, so var tað at fara úr einum frystihúsi og aftur í annað. Fólkaflokkurin hevur verið ein loyndómur og eitt frost í føroyskum politikki. Hvar ið føroyskir sjálvstýris- menn fáa grund og støði undir sínar sjálvstýrishugsjónir — í hasum flokki, sum umboða skal sjálvstýri í Føroyum, fáa teir tað ikki. — ; Trolaravinnan Trolaravinnan er komin mikið fram til almenna umrøðu i seinastu døgum. Tað er dámligt, og ynskjandi er at fáa eitt sak- ligt orðaskifti í lag, sum kann verða til stuðul og gagn fyri hesa stóru vinnu okkara. Summar røddir eru nú ikki heilt fríar fyri at hava ein tóna av fragd á málinum, tí trolara- vinnan er komin í trupulleikar, og so eru spádómar teirra gingnir út. Tær røddirnar nevna ikki um milliónirnar, sum trolvinnan hevur lagt inn, og sum ivaleyst ein ókontrolleraður handil hev- ur hjálpt til í stórum at oyða burtur. — »Dagbl.« mælir nú til at hjálpa trolvinnuni. Tað er eisini væl. Men blaðið hevur kanska gloymt, tå id tað bar út hersøgur um skatt, frådråttarreglur og eilt virki, sum hetta skuldi gagna. Ja, freistandi er at nýta slíkt til politiskt propaganda, men samfelagsgagnligt er tað ikki. Og tann propagandain, sum tå fór fram, hevur so sanniliga ikki gagnað trolvinnuni. Hin føroyski skúlin aftur til umrødu Orðaskiftið um hin føroyska skúlan (serliga barnaskúlan) hevur nú verið langt og drúgt. Blað Føroyinganna niðri í Keypmannahavn „Oyggjaskeggi“ hevur heitt á ymsar landsmenn har niðri í danska høvuðsstaðn- um og biðið teir sagt hugsan sína um skúlan her heima og skipan hansara. Ein kann geva monnum rættin í, at eitt fólk (tjóð) eigur at røkja og gjalda sín skúla sjálvt. Men menn áttu heldur ikki at gloymt, at eitt land eigur so at skipa fyri, at skúlans fíggjar- viðurskifti koma í eina holla legu, so ikki starvsmenn skúlans burtur úr øllum øðrum starvs- monnum í landinum kenna seg sum undirbráttligar proletarar. Tá verður eingin skúlaskapur røktur, og tá verður skúlin eitt eiti. Annars bera menninir úr Keypmannahavn fram eina sak- liga hugsan — tað eg higartil havi sætt uttan ein, hann undirskrivar seg Bjarni Nicla- sen. Hesin maðurin man hava haft sera ringar royndir av sín- um skúlagangi, og hansara hugs- an um føroyska lærarastættin er ógvuliga vånalig. Tað er ikki eiti á vanvirðisligum hetta slagið fær oman yvir seg. Føroyskir lærarar hvørki tíma ella duga at undirvísa í føroyskum máli! Jú, soleiðis skrivar hesin maðu- rin, sum sjálvandi tímir og dugir. Men hvør er hesin maðurin, sum gevur føroyskum lærarum slíkt stásiligt ummæli. Jú, sum mær verður frásagt, er hann læraralærdur. Hann hevur gin- gid á „Færøernes Seminarium" og tikið læraraprógv hiðani. Men ikki hevði hann hug at seta sítt bjarta ljós millum teir latu og ódugiligu føroysku lærarar- nar, at teir kundu havt ein slík- an kyndil at miða seg eftir. — Hann fór í annan haga at ganga har niðri í stóra býnum við Øresund. Og nú mýkir hann sína góðu føroysku tungu við tí eyma og bleyta danska málinum. Vit hava fingið ein studentaskúla her á landi. Tað er Sverris skúli, sum upprisin er av nýggjum, hin stóri dreymurin hjá fostur- landskærum Føroyingum. Men søkti Bjarni Nicluasen, sum er so harmabundin um føroyskt mál og føroyskan skúla, henda nýstovnaða føroyska skúlan, upprisin av nýggjum? Sum eg havi hoyrt, gjørdi hann tað ikki. Hann leitaði upp studentaskeið niðri í Danmark, har eingin kann vænta, at ein Føroyingur kann fáa uppaling og undirvís- ing, sum honum hóskar. Tá kann eins væl danskur maður fara til Týsklands ella til Ong- lands at lesa sær studentarek- samiu til! Men latið okkum tó gleða okkum at hesin maður saman við nógvum øðrum góð- um monnum kemur heim av Flatlondum og vígslar evni og kraft sína í fosturlandsins tæn- astu — føroyskum máli og før- oyskari mentun til frama. Latið okkum ikki hýsa ta ivahugsan, at hann einaferð, tá ið hann kemur aftur við stórum og heið- armiklum eksamiuprógvi úr teirri akademisku háborgini í Keypmannahavn kanska leggur seg á ból undir liðini á teimum latu og dovnu leysu lærarum — teimum sum hann einaferð skuldi binda starvsbrøðralag við. Við hjartaligari heilsan og nógvum góðum ynskjum. Ein føroyskur lærari. , , Sameint Týskland? Hitt so nevnda fólkaráðið hevur boðið politiskum flokkum til fundar at samráðast um at fáa gjørt felags grundlóg fyri alt Tyskland. Fólkaráðið er kommunistiskt. Tað hevur boðið politisku flokk- unum fyrr til samráðingar, men teir tóku ikki við innbjóðingini. Henda nýggja innbjóðing stend- ur í samband við russisku loysn- anini av Berlin-trætuni. Rusland hevur í hyggju at fáa eitt felags Týskland. Summir meina eitt kommunistiskt Tyskland, sum skal geva seg í hóslag vid Sovjet- samveldið, og so skulu hesi bæði taka vald í Europa. Sum kunnugt er uppskot gjørt til grundlóg fyri Vesturtýskland. Tað var gjørt áðrenn Berlin skuldi verða opnað. Allir Týsk- arar vilja hava eítt sameint Tyskland; men ivaleyst eru po- litiskir flokkar i Tysklandi, sum