leygardagur 13. august 1949síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
13. august 1949
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Nr. 29
A LIVSINS SKUGGASÍÐU
Vit gleða okkum sjálvandi
øll yvir, at sólarljósið byrjar at
skína fyra teimum gomlu,
sjúku, einkjum, faðirleysum —
stutt sagt: øllum teim, sum her
á landi máttu liva á skuggasíðu
lívsins, eisini langa tíð aftaná,
at menn í grannalondum okkara
og annars øllum mentaðum
londum høvdu fingið kenslu av,
at eisini tey gomlu, sjúku og so
fr. eiga rætt til teirra lut av
øllum tí, sum Harrin hevur
latið vaksið og trívast bæði á
landi og sjógvi í slíkari mongd,
at meira enn nokk er til øll
menniskju á jørðini, bara rætt
verður skipað fyri.
Vit minnast øll, ja, vit, sum
eru um hálvthundrað ára
gomul, hvussu hjartaleyst tey
gomlu og sjúku og so fr. vórðu
viðfarin. Har var einki, ið æt
studningur av nøkrum slagi,
undantikið fátakrahjálp, sum tó
eingin við einum pinkulitlum
sindri av ærukenslu í sínum
kroppi kundi taka ímóti, heldur
ganga bæði svangur og kaldur
og doyggja í øllum vesæladømi
enn taka ímóti fátakrahjálp,
sum kostaði øll líkindi hjá við-
komandi til at metast millum
heiðurlig menniskjur. Tað var
sjálvanda ein lítil bati, tá ið
ellisrentan kom á fyrsta sinni.
Men hon munaði púra einki.
Eg gloymdi at nevna tað, sokal-
laða aldirdømsundirstøtt Isi. Lat
okkum nevna tað, men einans
tá fingu nakað av tí. Sakin var
jú tann, at søknarstyrini ráddu
fyri, hvør, ið fáa skuldi, og hvat
viðkomandi skuldi fáa.
Tað var ti sjáldan, at nakað
fekkst, og støddin var so lítil,
at tað illa nokk rakk fyri tub-
bakk.
Eitt tað fyrsta, id javnaðar-
menn settu sær sum uppgávu
at fáa framt her á landi, var
tað at fáa livilig kor fyri gomul,
sjúk og fátak.
Ta fyrstu tíðina var møtstøðan
hørð. Tá vóru einans tveir
flokkar á tingi fyri uttan Javn-
aðarflokkin. Báðir hesar flokkar
vóru soleiðis samansettir, at
innanfyri báðar flokkarnar vøru
afturhaldsmenn, men har vóru
eisini = sosiallhugsandi menn.
Skjott hendi tað, at teir sosialt-
hugsandi innanfyri báðar hesar
flokkar fóru at samarbeiða við
javnaðarmonnum serlíga við-
A AAA [ [ff ff —————
Í
Arbeiðsmannafelagsins kolasela .
víkjandi tí at bøta um kor teirra
á lívsins skuggasíðu. Men heilt
at fylgja javnadarmonnum fing-
ust teir ikki í nøkrum føri og
heldur ikki viðvíkjandi teim
sosialu málunum. Harfyri kom
tann fyrsta ellisrentulógin ikki
at verða stórt annað enn eitt
eiti.
Sum tidin leið broyttist alt so
vid og við eitt sindur soleiðis,
mótstøðan linkaði, og tann so-
siala lógin, sum vit nú hava
fingið er eitt av teim góðu
úrslitum, sum komin eru úr ti,
at mótstøðumenn okkara gjørd-
ist linari og linari í teirra mót-
støðu og koma attaka undir við
javnaðarmonnum á summum
umráðum.
Tá id nú »Tingakrossur« og
»Dimmalætting« fortelja fólki,
at teirra menn eiga part av
æruni fyri, at vit nú hava fing-
ið eina hampuliga sosiala lóg,
sum bøtir munaliga um korini
hjá gomlum, sjúkum og so fr.,
so er tað fyri ein part rætt, men
einans fyri ein part. Tí givið
er tað, at um javnadarflokkurin
ikki so hardliga trokadi å, so
hevdi tann minnilutin innanfyri
hinar flokkarnar, sum hevði
hjartað á rætta stað, aldri
kunnað maktað at yvirvunnið
hin hjartaleysa partin. Harvið
er ikki sagt, at vit í dag á
Føroya Løgtingi hava slíkar
harðhjartaðar menn, sum ikki
unna okkara avlamisfólkum
livilig kor. Heldur hugsi eg, at
teir hvurvu av tingi av trýstin-
um frá javnaðarmonnum, og at
teir, ið nú eru á tingi, eru fult
| út greiðir yvir at leir fara sama
veg, um leir ikki styðja okkara
krøv um, at gomul, sjúk og so
framvegis skulu hava rætt at
liva eilt sorgarleyst lív, hvat id
viðvíkur føði og klæði v. s. fr.
| Vit eru komnir væl fram á
ta rættu leiðina, men langt
frá á tað mál, sum Javnaðar-
flokkurin stevnir fram ímóti, og
sum vit hava sett fram uppskot
um, men vit eru greiðir yvir,
at tann harða mótstøðan er
linkað, og at tað nú má eydnast
so við og við at koma fram til
målid nærri og nærri fyri árið,
ið gongur, inntil øll skulu
kunna siga, at tað er gott og
hugnaligt at liva í Føroym.
F. H, Danbjørg.
Vit hava nógv gott føroyskt
kol, keypið føroyskt kol!
Prísurin er nú 142 kr. pr. ton
ella7 krónur og 10 oyru pr. sekk.
telefon. 405
Færøsk Margarine
VITA Ne I
Vilaminiseret
Færøsk Produkt.
Fint Produkt.
TRYGGINGARSAMBANDID
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging .. telf. 372 Føroya Sjóvátrygging... telf. 372
Føreya Brunatrygging .. telf. 372 Fereya Vanlukkutrygging telf. 221
Vit tryggja:
Bátar - skip - verur - hús - innbúgv - ferðagoðs
bilar 0. a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging —
ESBJERG TOVVÆRKSFABRIK
Aktieselskab . Esbjerg
Manilatogverk . Sisaltogverk . TE
Manilasnurruváðstog . Kokustogverk
okustrossar
Manilatvawltwine . Stsaltrawltwine
Merligarn . Skiømannagarn
o. 5.77,
Einkarsøla i Føroyum
C.C. JOHANSEN
Tórshavn
ið hevur vørur á goymslu, ella útvegar tær beinleiðis
frá verksmíðjuni í Esbjerg
ASBEST CEMENT
TAGPLADER
atter paa Lager. - De hjemkomne Plader egner sig
ligeledes til udvendig Beklædning.
A-S BALSLEV & CO.
TÓRSHAVN
AKTIESELSKABET
FØROYA BANKI
HOVEDKONTOR
THORSHAVN
Stittet 1906
AFDELING:
TRANGISVAAG
Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 1.800.000
Bankforretninger af enhver Art udføres.
Kontortid Kl. 11 — 3.
11-2
Lørdag