Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-09-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 1949síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

== FØROYA SOSIAL- DEMOKRATUR FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á | Blaðið verður bílagt á sthusi | Nr. 34 | I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu Leygardag 17. september 1949 | kostar Á Få afte Horde | 23 årg. 5 |} ØROYINGAHAVNIN Hava vit forkomið okkara bestu kjansum har? Vit minnast allir, hvussu á- vísir menn, ið nú sila sum kjarnan í loysinga- og fólka- flokkinum, lupu á Føroyinga- havnina. Stauning og aðrir søgdu, at tað var órættvis alfinning. — Førovingahavnin lá væl fyri, var stór og ein hin frægasta í Grønlandi til nýtslu hjá teim- um, ið ikki høvdu rættin til at arbeiða inni á fjørðunum. Men hvat siga føroyingar í dag? Vit hittu P. M. Dam, fólka- tingsmann, og spyrja hann m.a. um havnalíkindini, serliga um Føroyingahavnina. Han svarar: »Atleggingarlikindini í Grøn- landi eru yvirhøvur ótrúliga ring. Eg havi nú ferðast víða í Grønlandi. Men á ongum firði uttan har, ið amerikumenn hava gjørt bryggju fyri fleiri miliónur við at stoypa arm ella bryggju- sporða út í sjógvin, kundi eilt skip sum t.d. »Umanak« leggja at. Flóð og fjøra eru so ófør, um 16 føtur, og tá strondin skráar niður móti fjarðardýpin- um, er bryggjubygging ógvuliga dýr. Einasta plássið, id eg så, at stór farmaskip kundu leggja at klettinum, var í Føroyingahavn- ini, har ið nú norðmenninir undir skjóli av donskum eiti- felagi hava fingið ávíst pláss av »havnakontrollåri« Møller. Eitt er atleggingarpláss. men økini uttanum eru flestu staðni har uppi næstan óbyggilig uttan fyrst at hava ofrað miklan pen- ing til ruddingararbeiði. Men eisini hesum spurningi viðvíkjandi er hill »norska« plássið í Føroyingahavnini »ideelt«. Ti omanfyri tað, ið uttan stóran koslnað kann ger- ast so, at ein hópur av skipum kunnu leggja at enda í enda, liggur ein stór fløta, id ein lítil býur kann verða bygdur á, um tað skal vera. Mær tykir, at staturin skal gera tað sindrið, ið krevst fyri at fáa hetta atlegg- fullfiggjad, og at beinanvegin ingarpláss føroyingar nú skulu krevja lendid oman fyri Tað, ið norðmenn undir donsk- um eilifelag hava bygt av hús- um, skaðar einki. Eru tey til- ætlaðu oljubingi sett til bága fyri útbyggjan, megu tey flytast. Nú eg var niðri, talaði eg við statsministaran um hetla, og eg havi skrivliga sagt mína mein- ing við aðrar, ið hava við grønlandsmálið at gera, og til tingið er sjálvandi eisini skriv- að ein frágreiðing og settur upp ein plánur fyri framtíðarútbygg- ing av okkara inleressum í Føroyingahavnini. Tað er av sonnum harmiligt at vita sær, at hetta góða pláss skal vera gloppið okkum av hondum, og at vit nú skulu noyðast at stríðast fyri at koma framat tí. Her skuldu føroying- ar verið fyrstir.c Hin førovska nevndin, ið nú er afturkomin, hevur ikki ann- að úrslit av ferð síni enn tað, Dam var komin til; men leir tykjast vilja lata tað besta pláss- ið í Føroyingahavnini av hond- um ultan at mølmæla. Tað er bara tað, at Dam hevur longu lagt = spurningin fyri rætta »forum«, ið einans kann rætta skeivan, um hann yvirhøvur kann verda rættadur. Nú må tingid handla skjótt og væl. Grønland eigur kanska teir stórstu kjansirnar at bjóða okkum føroyingum. Og so hugsa sær, at fólka- flokkurin legði grønlandsmálið burtur úr stevnuskrá síni. Men loysing og vinnurættindi i Grøn- landi sila heldur ikki saman. Grønlandsrættindi eru knýtt til felagsskapin við Danmark. Hesin veruleiki eigur at standa hvørjum fiskimanni fullkomu- liga klárur. BALKAN Uttanrikisrådharri Bevin hev- ur samrådst vid adrar bretskar rådharrar um spurningar við- víkjandi Grikkalandi og Albaniu. Teir brelsku ráðharrarnir ótt- ast fýri, at ilt fer at standast av teirri støðu grikska ríkisstýrið hevur tíkið til spurningin við- víkjandi uppreisnarmonnum, ið flýddir eru inn um hitt alban- ska landamarkið. Grikska stjórn- in vil ikki víkja frá sjónarmiði sínum og sigur, at tad er av- gjørt neyðugt, at hon letur herar sínar elta teir flýggjandi upp- reisnarmenninar inn um alban- ska landamarkið, um teir aftur gera álop á Grikkaland hadani og verða slignir. Bretlendingar siga, at slík framferð vil gera Balkanspurningin enn meir fløktan og hættisligan, enn hann higartil hevur verid, Timbur til Bretlands… Nakað arbeiðisloysi hevur verið millum træsmiðir í Bret- landi vegna timburtrot. Brelska stjórnin segði ígjár frá, at Bret- land skuldi keypa triggjar ferð- ir so nógv timbur frá Ruslandi árliga sum teir higartil høvdu keypt. Pundið missur . . e . ikki virði... Mikið hevur seinaslum, at enska sterlings- pundið skuldi setast í lægri virði. Serliga hava sterkar rødd- ir í USA kravt hetta. Ígjár fræt- tist frá bretsku ráðharrunum Bevin og Cripps, id samráðst hava við amerikanskar ráð- harrar í Washington um dollar- trot Bretlands og eina møguliga lækkan av bretsku pundunum, at fingin er i lag ein fyribils dollarskipan, og at ensku råd- harrarnir ikki vildu ganga vid til lækkan av pundinum. verið rolt um í Tjekkar og pávin Nakað sidani frættist, at påvin hevdi noktad kommunistiskum ålitismonnum kirkjugongd í Tjekkoslovakinum. Teir vórðu bannsettir. Tjekkisku prestarnir hava kortini ikki fylgt hesum pávaboði ut í odd og egg; teir hava einans noktað kommu- nistunum skriftarmál. Kommunistaflokkurin hevur nú valt ein hóp av agentum, ið við at søkja skriftarmál skulu fáa klárlagt, hvørjir prestar, ið visa teir frå sær. — So har kann væntast, at stríðið millum kommunistar og kirkju fer at harðna. Vesturtýskland Hósdagin varð dr. Konrad Adenauer valdur til kanslara fyri Vesturtyskland. Dr. Ade- nauer var millum bardagarnar borgmeistari í Køln. Hann er kristiligur demokratur. Javnadarmenn og kommu- nistar stemmaðu ikki uppá Adenauer. Hin nýggi kanslarin væntadi at lad skuldi eydnast honum at gera ministaralistan lidnan igjår. Adenauer er 73 år. Amerikuhandilin Sidsta fjordingsår seldi USA fleiri vørur og keypti færri í samhandli við Europu enn í fyrra fjórðingsárinum. Í USA verður nógv funnist at stjórnini, lí hon loyvir so stórari innflytan av europeiskum vør- um, serliga enskum. Sagt verður, sum eisini rætt kann vera, at henda innflytan skapar arbeiðis- loysi í USA. Føroyskir pengaseðlar Landslýrið hevur boðið út til kappingar tekning av nýggjum føroyskum pengaseðlum. Manntal Føroyar skulu nú aftur setast í manntal. Fólkateljing verður 1. oktober i ár. Henda fólka- teljing stendur í samband við samtyktina um stovnan av fólka- registari í Føroyum. Merking av húsum í Havn Tórshavnar býarstýri samtykti nakað síðani, at húsini í Havn skuldu talmerkjast, so fólk kundu skriva bústað sín bæði við gølunavni og húsnummari, eins og gjørt verður aðrastaðni. Skeltini, ið nýtast skulu er ikki liðug enn, og letur kommunu- stýrið tí byribils mála nummar á húsini. Hetta arbeiði byrjar í næstu viku. Grótbrotið Tórshavnar kommuna átti at skunda sær at fingið uppaftur gyrðingina millum Skansavegin og grótbrotið, áðrenn har verður skaði, so árent har er.