Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 68 - 11. apríl 2002 Nr. 68 - 11. apríl 2002 25 Síðani 1948 hevur Sofus Poulsen verið føroyskur umboðs- maður í Aberdeen. Hetta hevur verið ein tíð við skiftandi viðurskiftunum. Sofus veit um manga spennandi og stund- um harða hending, nú hann takkar fyri seg í starvinum, hann hevur røkt í eins mansaldur. – Eg havi ongantíð talt tímar- nar, sigur Sofus Poulsen – føroyska býarmyndin í Aber- deen VITJAN Heri á Rógvi Aberdeen: S. Poulsen Faroese Commercial At- taché, Føroyska Umboðs- stovan stendur við á hurð- ina á adressuni 150 Market Street í Aberdeen. Tann rættiliga rokuta gøtan, Market Street, liggur við havnalagið í Aberdeen. Her merkir tú, at ídnaðurin er nær, men kanska ikki eins nær, og hann hevur verið ár undan hesum. Eftir ein heldur langan og løgnan hýruvognstúr, end- aði eg uttanfyri eina stóra svarta hurð, har S. Poulsen stendur skrivaður á eina plátu við síðurnar av. Hendan her óføroyska skipanin við ringiklokku, sum, burtursæð frá Gamla Apotekið, ikki er at finna í Føroyum. Ein rødd svarar aftur í hátalaranum, og eg sleppi innum. Tað fyrsta, ið møtir tær, eru stórir og bláir veggir. Tú kennir eina tílíka kalda kenslu renna tær niður eftir rygginum, með- an tú ferðast framvið hes- um bláu veggum. Stuttan túr í trappunum, og tú ert á rætta stað. Sofur Poulsen heilsar mær væl- komnum, og eitt føroyskt petti av Aberdeen er sjón- ligt. Í rúmunum liggur nógv føroyskt. Føroyskir faldar- ar, myndir av Føroyum og føroyska útvarpið spælir eins klárt og í Føroyum við skrivaraborðið hjá Sofusi. Vit skulu líka hava tíðindini við, áðrenn vit seta skjøtul á samrøðuna. Sofusi dámar væl at fylgja við, hvat hendir heima í Føroyum, sum hann tekur til. Hóast hann tað mesta av lívinum hevur búð í Skot- landi, so merkist hetta ikki á dialektini, tí hann tosar eins klárt føroyskt og altíð. Ikki tí nógvar skotskar vendingar eru millum før- oysku setningar, og tað er kanska heldur ikki so løgið. Hann tosar føroyskt sum ein føroyingur og enskt sum ein rættur skoti. Tað er eisini tað frysta, tú leggur til merkis við Sofusi – hann dugir og tímir væl at tosa. Hann er óførur at greiða frá, og tað skortar ikki við Sofus Poulsen umboðsmaður í 54 ár: – Eg havi ongantíð talt tímarnar Sofus Poulsen hevur nú verið føroysku umboðsmaður í 54 ár. Hann takkar fyri seg í summar, og hann hevur aftanfyri seg nógv ár við spennandi hendingum vitan á nógvum. Eingin ivi er um, at tað er fiski- skapurin, sum liggur hon- um serliga nær. Avstað Tað var kanska mest av tilvild, at Sofus endaði niðri í Aberdeen. Tað var beint eftir seinna heimsbardaga, at hann kom til Skotlands saman við manmu sínari og tí manninum, ið hon giftist uppaftur við. Hann var breti, men hann hevði búð leingi í Føroyum, men tey gjørdu av at fara til Skot- lands. Hetta var í apríl mánaði í 1946. Tað eru sostatt 56 ár síðani, at Sofus fór úr Føroyum. – Tá sá alt ikki út sum nú. Alt er nógv broytt síðani. At kalla alt var fiskivinna, og hetta merkti nógv í nógvum býum, sigur Sofus Poulsen. Sjálvur er Sofus føddur í 1929. Hann er giftur Nessie. Tey eiga fýra synir, sum búgva ymsastaðni. Sofus og konan eru búsit- andi í Aberdeen. Sofus hevur búð á Skálafjørð- inum, í Klaksvík og í Havn. Áðrenn hann fór til Skotlands, so arbeiddi hann hjá gamla Landshandlin- um, ið hetta dámdi honum væl. Tá hann var komin til Skotlands, starvaðist hann í familjuni fyritøkuni hjá manninum hjá mammu hansara. Millum annað seldur teir tær kendu Aladdin lampurnar, sum vóru kendar nógvastaðni – eisini í Føroyum. Sum heild hevur hann fingist nógv við export. Hann kom at kenna nógv vinnulívsfólk, og hann nýtti sínu góðu sam- bond til at virka. Umboðsmaður Tað er sum umboðsmaður, at tey flestu kenna Sofus. Tað var upprunaliga før- oyska vinnulívið, sum setti Umboðsstovuna í gongd. Sofus var sjálvur ikki tann fyrsti umboðsmaðurin, men hann er tann, ið hevur sitið longst. Hann varnaðist eina lýsing í Dimmalætting, og hann søkti. Hann mátti hava hjálp til at søkja starvið úr Føroyum, men endin var, at hann fekk starvið. 28. juni 1948 var dagur, tá hann gjørdist Føroysku Umboðsmaður í Aberdeen. At føroyska vinnulívið hevði valt at seta ein umboðsmann hevur sjálv- andi við fiskivinnuna at gera. Føroyska fiskivinnan stóð seg væl undir kríg- num, og hon var í besta blóma við nógvu pengun- um frá eingilsmonnum. Tað gekk tó minni væl í hálv- trýssárunum, men um- boðsmaðurin er vorðin varðveiddur líka síðani. Nú hoyrir Sofus undir tinganes. Hann er umboð fyri landsstýrið, og hann fær árliga játtan av fíggj- arlógini. Landsstýrið hevur eisini umboð í Keypmanna- havn og á ES-høvuðsborg- ini í Brússel. – Eg kenni meg sum føroying. Føroyingur fari eg altíð at vera. Eg royni at vitja í Føroyum so ofta sum eg kann, sigur Sofus Poul- sen. Fiskivinnan Sum nevnt hevur tað fyri tað nógva verið fiskivinna, ið Sofus hevur fingist við. – Tað var tann tíð, tá tað vóru fleiri føroysk fiskiskip og landaður í Aberdeen enn tað vóru dagar í árinum, sigur Sofus. Fiskivinnan og serliga føroysk fiskifør eru eisini nakað, ið hava stóran áhuga hjá Sofusi. Hann veit um óteljandi søgur um fiski- skip. Serliga sluppurnar hava ein pláss í hjartanum á Sofusi. Sjálvur misti hann pápi sín við einum fiskiskipi, men hann hevur ikki hildið seg aftur av hesari orsøk. Hóast virksemið í dag ikki hevur so øgiliga nógv við fiskivinnu at gera, so er tað hetta, ið upptekur hann. Í teirri tíðini, tá land- ingarnar frá føroysku fiski- skipum vóru nógvar, so var tað nógv at gera hjá Sofusi. Skipini skuldu hava kaj- pláss, og nógv var at fáa í rættlag, tá fiskurin skuldi umskipast. Hann hevur verið bæði í geglinum og til lækna við fiskimonnum. Sofus vil tó ikki klaga um sítt starv, sum hann týðu- liga er glaður fyri. – Tað vóru ikki bara før- oyskir fiskimenn og før- oysk fiskifør, ið eg hjálpti. Hann havi mangan verið tulkur og hjálparmaður hjá fiskiførum úr øllum skandinavisku londunum, sigur Sofus. Hetta við at fáast við skip og fiskimenn var ikki eitt arbeiði frá átta til fýra. – Eg var og eri enn altíð til arbeiðis. Tað ber altíð til at fáa hendur á mær, og eg havi eisini mangan verið uppi um náttina til arbeiðis. Lat tað eisini vera sagt, at Sofus ongantíð hevur talt tímarnar, sigur Sofus Poul- sen. Sofus er eisini skjótur at spyrja eftir, hvørjar fiski- menn ein nú er í familju við. Samskiftimøguleikararni r eru eisin vorðnir munandi betri við árunum. Fyrr var alt gjøgnum telegraf. Í hálvtrýsunum kom radio- og telefonsamband, men hetta virkaði ikki serliga væl. Í 1964 kom telex, og hetta var eitt stig til tað betra, sigur Sofus. Nú hevur allar samskiftishent- leikar, men fiskiskipini eru farin at fækkast. Býurin Eftir at hava sitið á kon- tórinum hjá Sofusi og práta bæði væl og leingi, so leggja vit leiðina runt í býin, áðrenn vit fáa okkum ein bita. Meðan vit koyra runt í býnum, so veit Sofus at siga frá nógvum. Tíðin við nógvu og stóru fiskivinnuni minnist hann væl, og tað er áhugavert at lurta eftir. Tá eg spyrji Sofus eftir, um hann er kendur maður í Aberdeen, so er svarið, at í fleiri støðum er hann eina kendur maður. – Hvør kantur og endi av býnum er broyttur við olju- vinnuni. Alt er øðrvísi nú, sigur Sofus. Sofus dámar væl henda nú stóra bý. Her hevur hann hildið til tað mesta av lívinum, og honum hevur dámað væl. Tá vit steðga, so varnast tú skjótt, hvussu lætt Sofus fellur í prát við øll fólk, ið hann hittir. Vit ferðast við einari føroyskari býarmynd í Aberdeen. Dagligdagurin Nú eru ógvuliga fá føroysk fiskiskip í Aberdeen. Sam- skifti er vorðið nógv betur, og sum heild er tað annað lív hjá Sofusi. Hann verður tó javnan ringdur upp av fólki, sum tørvur á ráð- geving innan ymisk øki. Fleiri føroyingar búgva í Aberdeen, og teir frætta eisin føroysk tíðindi frá Sofusi. Nógv føroysk ferðafólk ferðast eisini til Aberdeen, og har verður eisini javnan ringt til Sofus, sum roynir at hjálpa fólki við teimum spurningum tey nú einaferð hava. Hann luttekur á teimum messum, sum hava før- oyskan áhuga. Á vegginum á kontóri hansara hanga myndir frá tílíkum stevn- um, tá kongalig eisini hava hugt framvið. Eisini fólk, ið hava ymisk ørindi við føroyingar ella skulu til Føroya venda sær til Sofus fyri at frætta nærri. – Eg havi verið glaður fyri tíðina. Hetta hevur verið eitt spennandi starv, og eg havi hitt nógv góð og spennandi fólk, sigur Sofus. Hann fer nú endaligt frá í summar. Við honum verður Føroyska Umboðsstovan í Aberdeen eisini latin aftur við alla. Ein nýggjur um- boðsmaður er settur í starv í Londonn, og tað verður sostatt ikki meira at síggja til føroysku býarmyndina í Aberdeen í Market Street. Tað er á hesum kontórinum, at Sofus hevur hildið til tað mesta av sínum nógvu árum sum føroyskur umboðsmaður Mynd: Heri á Rógvi Sofus Poulsen kennir við árunum nógv fólk í Aberdeen, og hann fellur væl í prát við øll, sum hann hittir Mynd: Heri á Rógvi "Tað var tann tíð, tá tað vóru fleiri føroysk fiskiskip og landaður í Aberdeen enn tað vóru dagar í árinum". C M Y K 25 24