Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-09-24, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1949síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROYA LANDSP« FØROYA SOSIAL- DEMOKRATUR FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR LS | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið Nr. 35 23 árg. I. síðu, IO oyru á 3. og 4. síðu | Leygardag 24. september 1949 | | FÓLKAFLOKKURIN OG GRØNLAND So sigur »Dagbladid«, at medan teir hava sitid her heima og hava stridst við at leggja ætlanir fyri útbygging av Grønlandi, hevur Dam strokið um lond saman við donsku grønlands- neyndini. Tó at tað kundi verið sagt eitt sindur hampuligari, so er hetta so satt, sum tað er sagt: Fólkaflokksmenn hava sitið heima síðan bardagin endaði og kanska gjørt ætlanir um út- byggjan av Grønlandi; men tå ið teir frættu, at P. M. Dam var farin til Grønlands fyri at tryggja Føroyingum rættindi- til eina utbyggjan og kanna eftir, hvussu ein tílík átti at fara fram, tá østu hesir menninir upp himmal og hav og fóru í bráðskundi vestur til Grønlands. Hetta kann eisini vera gott og væl alt samalt; men tað úr- slit, teir komu til, var alt annað enn gott. Teir komu til Før- oyingahavnina og s6u, at norð- menn høvdu tikid hitt besta lendið har; men tó at norðmenn ikki høvdu útbygt meir enn ein litlan part av hesum øki, og eftir var pláss til at byggja ein heilan lítlan bý á hesum góða slættlendi, og gerast kundu bryggjur fram við alt plássið, menninir frá høvdu so fóru sendi Føroya fiskasølu, ið landsstýrisins vælsignilsi við sær, frá hesum øki ultan so mikið sum eilt mótmæli, og lótu danska kontrollørin vísa sær á onnur økir í Føroyingahavnini. Rætt er tað, at tey pláss, ið nevndin góðkendi, eru tey, ið Førovingar hava nýtt mest; men áðrenn tey verða nytandi til at seta frystihús, saltgovmslur, olju- goymslur, kranar og kolgoymsl- ur á, skal gerast eitt stórt arbeiði. Tað spreingingararbeiði, har má verða gjørt, um tað skal muna nakað, kemur at kosta millión- ur, og tað er ikki løtuverk heldur. Tað er tí blóðskeivt av hesum monnum al vera gingnir frá slættlendinum har inni á fjørðinum, áðrenn teir hava eina ætlan yvir hvat spreing- ingararbeiðið kemur at kosta, og hvussu long tíð, ið má ganga, áðrenn hetta arbeiðið kemur so mikið áleiðis, at tað kann verða fiskivinnuni til nakra nyttu. >Dagblaðið< spyr, um politiskt klandur nú skal koma at forða útbyggingini av Grønlandi. Nei, tað má tað ikki! Tað er heldur einki at ivast i, at um bert »Dagbl.« vildi viðgjørt hetta mál sakligt, so vildu líkindini verið her fyri einum góðum úrsliti. Men »Dagbladid« vil ikki við- gera hetta mál sakliga. Tað kann ikki koma burtur frá sínum gamla øsingarpolitikki. Stór orð við lítlum skili í, tað hevur verið kennimerki blaðsins, og so tykist at vera framvegis. Vit skulu taka upp aftur orðrætt hetta pettið úr »Dagbl.«; men vit kunnu íkki lata vera at spyrja, um teir eru so barns- ligir, at teir sjálvir trúgva slíkum tvætli: »Vit siga: Vit hava ikki álit á teim rættindum, ríkisfelagsskap- urin við Danmark gevur okk- um. Útbyggjanin í Grønlandi skal verða ogn føroyinga og kunna nýtast, antin Føroyar hava ríkisfelagsskap við Dan- mark ella ikki, hetta mega vit halda fast um, so ikki ognirnar í Føroyingahavnini kunna koma at verða nýttir ímóti føroysku sjálvstýrisstrembingini. Og hetta eru allir sjálv- bjargnishugaðir fiskivinnumenn samdir við okkum í, tí í mong ár hava føroyskir grønlandsfar- arar ynskt hetta«, Javnadarmenn hava tad ålit á føroyskum fiskimonnum, at teir skilja, at í einum ríkis- felagsskapi við danir er møgu- ligleiki fyri førovskari úlbyggjan av Føroyingahavnini. Og sjálvt um tað kanska íkki enn er gingið upp fyri fólkaflokkinum, at loysing frá Danmark sam- stundis er loysing frá øllum rætlindum fyri førovingum i Grøulandi, so munnu fiskimenn allir skilja hetta. Loysingarmenn eiga eisini at leggja sær helta í geyma. Tað fer ikki longur at bera til hjá »Dagbl.« einans við stór- um órðum, nakað av skili má vera aftanfyri tey! Vilja fólkaflokksmenn veruliga fremja grønlandsspurningin, so hann verður føroysku ftjóðini til bata, so er ein saklig viðgerð á tingi einasti vegurin, men fara teir aftur út í ein Osingarpolilikk, tá kundi tað hent, at teir for- koma málinum; og tá munnu føroyingar sum heild vita at løna teimum tad aftur, tá á stendur. PK WM. Hitt nyggja dómshúsið Prýðiligt hús tað nýggja dóms- búsið, serliga innan, rúmligt og stásisligt. Rættarhellin er serliga prýðilig við eftir okkara viður- skiftum stórum åhovraraplåssi. Yvir úthurðini standa tey til- tiknu Við lóg skal land byggjast. Annars eru hitt slípaða foroy- ska grjótið eitt av húsins vakra- ber vid, tå ið ein orð: sta ið gongur framvið ti. Friggjadagin í vikuni landsstýrið boðið ymsum um- bodsmonnnm fyri rættar og sakførarastattin, løgting og press- uni til vigslufund. Løgmaðurin eyga hevdi setti fundin, greiddi hvussu húsaviðurskifti rættarins høvdu verið. Nú var byggiuppgávan, sum so leingi heyði verið til umrøðu, loyst. Vit høvdu fingið hetta prýðliga hús, og rætturin hevdi sett føtur undir egið borð. Hann takkaði øllum pørtum, við til at fáa og gav so ið høvdu verið hesa bygging í lag húsið til dómarans við ynskin- um um, at lóg og rættgerð altið má ráða í landinum. Dómarinheltrøðu um lýdningin av at hava fingið hetta góða og í allar mátar stásisliga hús og takkaði fyri lað og gleddist við at fáa høvi at røkja dómarastarv í tí. Hann bar ikki sum kan- ska onkur ótta fyri, at tess fínleiki og stásiliga uppskrýðing vildi leggja tyngd á tey smædnu, so tey ikki fingu framsagt tann fulla = sannleika. Tverturímóti helt hann, at øll rættarviðgerð- in vildi lyftast á eitt hægri stig. Mitens landsrættarsakforari helt áhugaliga røðu um, hvussu okkara rættarskipan hevd verið frá fyrndini av. Politimeistarin frambar síná og politisins tøkk. Hann ynskti serliga at pressan, nú so frálikt áhoyrarapláss koma í, møtti til rættaviðgerðirnar og greiddu fólki frá dómum. Tað vildi hjálpa fólki ikki kundi loyva sær at gera alt, og at rættur og skjal tó var í land- inum. L. Waagstein landsrættarsak- forari tók undir við dómaranum var ál teim ymsu at fáa varhuga av, at ein í, at tað var týdningarmikið og siðmennandi, at vit høvdu fingið hetta stáshús. So leyk fundur og løgmaður beyð til til vigsludrykk. SILDIN Norðmenn halda, at orsøkin til, at so lítið av sild hevur verið at fingið undir Íslandi tey síðstu árini, fyri ein stóran part skyld- ast, at norskir bátar við støð í Noregi veiða ein part av henni úti til havs, áðrenn hon kemur til Íslands. Teir ráða sildaveiði- førum sínum til at royna uttan- um Føroyar, áðrenn tey fara til Íslands. Í Føroyum fæst støðugt hópur av sild inni á ymsum fjørðum; men prísurin hevur ikki verið serliga høgur, um tað hevur eydnast at fingið selt nakað av henni: 23 oyr. kg fyri agnsild og 11 oyr. til fabrikk. Nakað hava menn saltað; men sum vant í Føroyum, er oftast tunn- utrot, Myrðingin norðuri í Sundum Fyrrapartin síðsta varð boðað frá grind sunnan- fyri Borðina. Tað var tó ikki grind, men ein bólkur av stór- hvali, spermi. Bátar fóru tó at royna at reka, og væl bar til, teir fingu ríkið stórhvalirnar inn á Havnina, har bólkurin varð goymdur, til ein av hval- bátunum við Áir, Falkur, kom tilstaðar. Spermarnir vórðu tå riknir út aftur á fjørðin, har Falkur legðist at skjóta. Hann skjeyt 3 hvalir úti fyri Havnini og hin 4. norður moti flesjun- rakstrarbåtarnir høvdu um, tå fingið hagar. týsdag bólkin norður (Frh. á 4. síðu.)