Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-01-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. januar 1950síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 Feroya | S0SIAL-DEMOKRATUR | Blaðstjóri P. KARBECK MOURITSEN Prent: A.ØSTER Arbeiðsamboðið Arbeiðsamboð okkara megu ikki leggjast av láni, tí framum alt má alt gerast fyri, at hvør hond og allar fremleiðslukreftir landsins megu vera í arbeiði. Tað er einans av arbeiðinum og framleiðsluni, id land og fólk kann liva. Undir krignum høvdu vit ov fá skip. Ein partur av okkara sjófólki og arbeiðarum Ss tí lítið og einki at gera, tá ið ikki slapp“ til útroðrar pe til siglingar vid fiski. Men tað hjálpti, at inntøkan ta stullu tíðina av árinum, ein slapp við teim fáu trolarunum ella flutt- ningsførunum, var so stór, at hon kundi tynnast út á ta ar- beiðsleysu tíðina. Har, id bretar vóru, var kortini arbeiði eisini fyri heimsfólkið. Hetta hjålpti æl á hesum støðum. Hvussu nógv, nógv meiri vildi ikki landið haft vunnið, um vit høvdu haft nóg nógv skip til okkara sjófólk? Og hvussu nógv minni vildi okkara inntøka verið undir krignum, um menn høvdu fing- ið loyvi at selt skipini, soleiðis sum leir spentu á at sleppa? Men aftaná kriggid nógv fingu vit skip, um ikki nýggj sum javn- aðarflokkurin hevði fullfiggind upp skot um. Hesin floti hevur veilt so nógv, at okkara skattainntøka fyrraárið var um 40 milliónur meira enn hitt stórsla kriggs- árið. Men menn, ið keypt skipini høvdu, vóru ov illa peningaliga stimbraðir. Tað afturvið óhappi og svíkjandi feskfiskaprísum gav mongum eilt so hart skák, at summir komu at vera fastir og aðrir eru við at verða fastir, Við øðrum sagt: ein partar av okkara skipaflota er í vanda fyri at verða lagdur fyri yla. Hendir hetta, verða vit fyri millióntapi fyri landið. Alt lað, id hesi skip hava givið manning síni og ti fólki á landinum, sum hevur haft ar- beiði av teimum, missa vil. Vit koma at hava so mikið minni at liva av. Hetta skilja allir fiskimenn og allir arbeidsmenn, sum ikki hava annað at liva av enn arbeiði. Og ti kunnu teir ikki siga annað enn: arbeiðs- amboðini, skip okkara megu ganga og fáast at bera seg. Landsins kosnu menn og aðrir, ið ábyrgd hava fyri vinnuni, megu lí syrgja fyri, at skipini ikki verða at liggja fyri ýla og bíða eftir at verða seld. Javnaðarmenn hava verið við til at seta uppskot fram Á tingi um eina saneringarskipan fyri tey skip, ið eru komin so fyri halli, at tey ikki av sjálvsávum FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR verða gangandi. Hesi uppskot til eina sanering eru sett fram í samband vid samtyktina um at heimila landsstýrið til at læna uppí 2 milliónur til fiski- flotan. (Oregaard setti fram uppskot um at onnur henda milliønin skuldi. verða nýtt til keyp av nýggjum fiskiførum; men hetta uppskotið fall). Tað er ikki ætlanin at nýta henda pening til uppiskoyti til bankarnar ella adrar kreditorar, sum summi hava fatað. Nei, peningurin skal verda brúktur til at hjålpameydstadd- um skipum at fåa eina ordning av sjópantikrøvinum — og so til at fáa skipið út aftur, at fáa raksturin aftur í gongd. Bankar skulu niður við rent- unum. Tryggingin niður við tryggingargjaldinum. Har, ið leiðslan hevur verið skilaleys, má nýggj leiðsla verða sett. Og tað sum mest er umrådandi: eitt størri sparsemi má koma umborð samstundis sum inn- keypið av allari útgerð má verða centraliserað og gjort nogv bilig- ari o. s. fr. Verður hesin saneringar- og rationaliseringarplánur ígjøgn- umførdur, verður flotin ikki at leggjast fyri teymin, og vit verða at bjarga landinum fyri tí kata- strofala — tapinum, sum vit annars vildu verið fyri, um skipini ikki hildu fram við al leggja inn. Í hesum døgum roynast Føroyingar, um teir orka at fata tann einfalda sannleika, al framum alt ræður um at skipa so fyri, at eingin arbeiðshondin verður noydd at.vera arheiðs- leys, tí einki kostar einum landi so nógv sum arbeidsloysi. Tað tærir hvønn einasta dag ullan at geva nakra nýggja livsmegi. Ævíntýrland Tríggir av manningini á danska skipinum »Bernstorf«, rymdu i land í Havnini, tå skipið skuldi fara til Íslands. Hesir, id allir eru bladungir menn, høvdu óivað hoyrt fagrar frásagnir frá ævintýr- landinum Føroyar, og ætlaðu sær nú at royna eydnuna her. Men skiparin á >Bernstorfe saknaði teir umborð, tá skipið var komið út á hav. Politiið í Havn leitaði eftir monnunum sama kvøldið og fann teir. Tá skipið kemur aftur úr Íslandi, verða teir at fara umorð aftur; men neyvan man ævintýrið enda við ti. ry“ , lit fåa bestu målingina hjå okkum. M. P, Jacobsens málarabúð Lastvognskoyring Anton Arge (y) Húsabrúgv Tlf. 443 ————— FONRCYSK gronsápa er tann besta 14. januar 1950 Føroya Bjór Ql- og Mineralvatnsvirki Máltráð nr. 4 Citrón sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada FØROYA PILSNAR EKTA MALTØL Jørdber limonada Vanillie limonada Appolinaris Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, ið senda kassar og fleskur aftur. Sendið tómt góðs aftur! EINAR WAAG Klakksvík. LÝSING Eftir lóg frá 12. mars 1923 um kommunala skattaálíkning í Føroyum, verða allir teir persónar, sum skulu verða álíkn- aðir persónligan kommunuskatt í Tørshavnar kommunu, bidnir um annaðhvørt sjálvir ella við fulltrúa, tó um so er undir fullmaktsgevarans egnu ábyrgd, innan 15. januar 1950 ella viðvíkjandi teimum, sum eru skyldigir at føra autoriser- aðar handilsbøkur, innan endan av januar mánaði 1950 at geva upp inntøku sína fyri árið 1949 samsvarandi við tey skema við leiðheining til sjálvuppgávu, sum nevndin letur flýggja út til skattagjaldararnar. Serliga verður víst á, at persónar, sum í yrki sínum vanliga nýta eitt annað rakstr- arár enn álmanakkaárið, hava rætt til í sjálvuppgávuni af nýta rakstrarárið. Tey soleiðis útfyltu skema verða latin inn til Tórshavnar tikninssrneynd. Tað verður beinleiðis gjørt kunnigt, at tann, sum ikki gevur upp í rættari tíð inntøku sína samsvarandi við áðurneyndu lóg, missir rættin til at gera mótmæli móti skattaálíkning síni, uttan so at hann kann vísa á, at á- líkningin gongur upp um hansara veruligu inntøku við meira enn 25 pct. — Er munurin meira enn 25 pet a SK hann lata skatt av síni veruligu inntøku vid 25 pct. viðbót. Tann, sum einki skema hevur fingið við utbytingina, sjálvur at fáa sær skema sítt á byrådsskrivstovuni, av tí af møgulig mistøk við útbýtingina hava onga ávirkan á undan- nevndu ásetingar. eigur Persónar, sum eru skyldigir at føra autoriseraðar handils- bøkur og skattaskyldig deyðsbúgv, skulu saman við uppgåvu av inntøku síni senda inn rakstrarroknskap og uppgerð yvir fíggjarstøðu við rakstrarársins byrjun og enda. innkomnar innan áður- Sjálvuppgávur, sum ikki eru nevndu frestir í ti fyriskrivada sniði og beint undirskrivadar, kunnu ikki krevja at verða tiknar til umhugsunar. Arbeiðsgevarar verða bidnir um at geva frágreiðingar um goldnar lønir o. a. m. til arbeidsfolk sítt, og mugu teir innan 15. januar 1950 koma fram við hesum frágreiðingum fil líkn- ingarnevndina, sum teir eru skyldigir eftir ådurnevndu lóg par. 34, og verður lagt aftrat at slíkar frágreiðingar, tá ið arbeiðsgevarin førir seg undan, kunnu verða kravdar fram av innanríkisministeriinum við dagbót. Tað verður gjørt kunnigt, at tann, sum til skaða fyri kommunu móti betri vitan gevur skeiva sjálvuppgávu ella gevur skeivar upplýsingar til líkningarneyndina um sína inn- tøku ella síni ognar« og førimunarviðurskifti verður straffaður við at hann til kommununa bøtir 10 ferðir tann skatt, hann hevur svikið. , rar kunnu fáa at vita virði av bústaði í egnum telf. 63. Húsaeiga húsum við at venda sær til byrådsskrivstovuna, Øll verða biðin um at skriva nøvn og bústað (gøtunavn og nummar) skilliga á sjálvuppgávuna, so at tað verður íkki misskilt. . - en Tórshavnar likningarnevnd.