fríggjadagur 12. apríl 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 69 - 12. apríl 2002
Nr. 69 - 12. apríl 2002
3
Í dag, fríggjadagin
12. apríl, hava
hjúnini Marianna og
Vilhelm Nielsen í
Sandavági diamant-
brúdleyp.
Bæði eru tey væl kend
millum manna í Føroyum.
Saman hava tey í meira
enn eitt mannaminni rikið
skinnvirkið Vilmu,
og
nógvir eru teir útlendingar,
sum hesi árini hava leitað
inn í handilin í Havn at
keypa okkurt forkunnugt
heim aftur við sær.
Í góðum práti í handli-
num
hevur
Marianna
vunnið sær nógvar vinir
víða um lond, og nógvar
munnu heilsanirnar vera,
sum eru leitaðar aftur til
hennara í handlinum frá
nøgdum viðskiftafólki.
Umframt hetta dagliga
livibreyðið, hava tey verið
virkin á so nógvum økjum.
Í langt áramál var Vil-
helm
tingmaður
fyri
Fólkaflokkin í Vágum.
Hann mundi vera tann
fyrsti, sum setti navn á fast
samband um sundið, so
fólk í Vágunum kundi fáa
høvi at virka undir somu
treytum sum tey, ið hann
plagar
at
kalla
“á
meginlandinum”.
Áhaldandi helt hann
fram at minna á hesa týd-
ningarmiklu útbygging av
føroyska samfelagnum, og
nú er hol á. Hann fylgir
væl
við
gongdini
í
arbeiðinum
við
Vága-
tunlinum, og alt, undir-
sjóvartunlinum
viðvíkj-
andi, verður klipt út úr før-
oysku bløðunum og tikið
fram við jøvnum millum-
bilum. Hann gleðir seg at
liva tann dag, tá ið tunnilin
verður tikin í nýtslu til al-
menna ferðslu.
Tey giftust sum heims-
bardagin leikaði upp á tað
harðasta, og vanligar ger-
andisvørur ikki longur
vóru at fáa hendur á.
Livibreyðið tá var tí ein
pylsuverksmiðja,
sum
nøktaði tørvin á pylsum til
føroyska marknaðin. Kjøt-
maskinan varð rikin við
einum gomlum motor-
súkklumotori.
Eftir kríggið høvdu tey
handil við m.ø. skóm og
elútgerð,
og
eisini
skósmiðju.
Tuflur
og
gaggur vórðu sendar um
alt landið.
Vilhelm hevur eisini ver-
ið til skips og starvast sum
arbeiðsformaður í fiska-
virkinum hjá bróðurinum
Zachariasi Nielsen. Hann
hevur eisini róð út, ikki
minst við kalvalínu, og
sum hjá flest øllum á bygd,
var kúgv í húsinum. Uttan
um húsini var leingi ein
sera vakur urtagarður við
fjøld av blómum, og trøini,
sum tey bæði í síni tíð
settu niður, eru nú eina
størstu og vakrastu trøini í
allari bygdini.
Í langt áramál røkti Vil-
helm starvið sum deknur í
kirkjuni í Sandavági, sum
hann tók á seg eftir faðir
sín. Saman høvdu Vilhelm
og Marianna sunnudags-
skúla í Meinigheitshúsi-
num, og tey hava til ellisár
verið virkin í arbeiðinum í
Meinigheitshúsinum yvir-
høvur, eins og í nevndarar-
beiði innan kirkju og
heimamissión. Bróðurkret-
surin á havninum, sjó-
mansmissiónin og ytra
missión hava staðið hjarta
teirra nær, og mong eru tey
fólk, bæði í tílíkum og í
øðrum ørindum, sum hava
sitið væl inni hjá teimum
báðum,
Vilhelmi
og
Marionnu.
Marianna er fødd og upp-
vaksin í Nesinum beint
yvir av Vestmanna og kom
til Sandavágs at tæna hjá
Dánjal Peturi og Onnu
Sofíu,
sum
høvdu
posthúsið
og
telefon-
støðina Vilhelm er yngsti
sonur teirra.
Marianna og Vilhelm
giftust 12. apríl í 1942 og
fluttu inn í nýbygdu húsini
miðskeiðis millum Sandar
og Steig.
Tey eiga børnini Paula,
Sólgerð, Sofus og Ann.
Ommu- og abbabørnini
eru
16
í
tali,
og
langommu-
og
lang-
abbabørnini eru 7.
Tey, sum vilja hitta Vil-
helm og Marionnu á hátíð-
ardegnum, kunnu hitta tey
í
Meinigheitshúsinum
millum kl. 18 og 21.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
og sum fylgdu kæri konu míni og mammu,
ommu og langommu okkara
Jóhonnu Johannesen
Vestmanna (áður Joensen í Klaksvík)
til hennara seinasta hvíldarstað her á jørð.
Eina serliga tøkk veita vit starvsfólkinum á B8
fyri góða umsorgan, tykkum, sum tóku ímóti henni
og fylgdu henni úr heiminum í Vestmanna
og vestmannadekni fyri andaktina í heiminum.
Somuleiðis takka vit klaksvíkspresti, dekni,
klokkara, urguleikara, gravarum, berarum
og sangarum og norðoyingum annars
fyri ta virðiligu jarðarferðina úr Christianskirkjuni,
so sum hon sjálv hevði ynskti.
Takk fyri blómur, kransar og aðrar samkensluheilsanir.
Fyri tey avvarðandi
Frits
Regin, Eyðun, Mikkjal og Ruth
Diamantbrúðarparið Marianna og Vilhelm Nielsen í Sandavági
LØNARHÆKKAN
Tíðindaskriv
1. mars hækkaðu flestu løn-
irnar hjá tí almenna samb.
tær semjur, ið gjørdar eru
við
ymsu
feløgini
og
Fíggjarmálastýrið.
Gjaldstovan hevur tann 1.
mars skrásett nýggju talv-
urnar hjá ávikavist hesum
feløgum:
• Búskapar- og Løgfrøð-
ingafelag Føroya
• Føroya Byggifrøðinga-
felag
• Føroya Lærarafelag
• Føroya Pedagogfelag
Nýggir flokkar og stig –
eftirlønin hjá sáttm. peda-
gogum er nú 12% arb. gev.
partur - hjá hjálparfólkum
óbroytt 8%
• Føroya
Skipara-
og
Navigatørfelag
• Føroya
Verkfrøðinga-
felag
• Magistarafelag Føroya
• Felagið Maskinskúla- og
Sjómansskúlalærara
• Starvsmannafelagið
Í mars er gjaldið í eftirløn-
argrunn býtt soleiðis: 6,5%
til privata uppsparingin og
1% til eftirlønargrunn
Frá apríl verður gjaldið
5,5% til privatu uppspar-
ingina og 2% til eftirlønar-
grunn.
Tænastumannalíknandi
sett:
• Læraraeftirlønir
Eftirgjald fyri februar -
galdandi fyri føroyskar
eftirlønir.
Í februar hækkaði lønin hjá
frammanundan løntum:
• Tænastumannafelag
• Landsins
• Løgmaður
og
Landsstýrismenn
• Løgtingsmenn
• Tænastumannaeftirlønir
• Tænastumannasettir
lærarar
• Tænastumannasettir
pedagogar
Gjaldstovan
Formlig viðurskifti
Roknskapur
Vegleiðingar
Verkætlanir
Tíðindi
Lønarhækkan
SKIPASMÍÐ
Ein byrjar at síggja, at
talan er um eitt risaskip.
Nógv umtalaða Norrøna
tekur nú so smátt skap
niðri í Týsklandi. Eftir
ætlanini skal hon sjósetast
longu í august mánaða í
ár, og síðst vit frættu av
Smyril Line varð henda
tíðarætlan
hildin.
Jomfrútúrurin verður so
ikki fyrr enn næsta ár,
men tað kunnu vit bara
gleða okkum til.
-ib
Gongur framá
við Norrønu
Ein 30 ára gamal dani
úr Keypmannahavn
var hósmorgunin
dømdur átta mánaða
fongsulsrevsing fyri
vera við til at smugla
eitt kilo av hassji og
umleið 40 gramm av
kokaini til Føroyar
RÚSEVNI
Stefan í Skorini
Føroya Rættur viðgjørdi
allan mikudagin á tamb enn
eitt mál í stóra narko-
málinum, sum hevur verið í
hæddini síðan 16. januar.
Ein 30 ára gamal dani var
hesuferð funnin sekur í at
hava hjálpt til at smugla
rúsevni til Føroyar. Dóm-
arin fann haldgóð prógv
fyri, at maðurin hevði veitt
eitt kilo av hassji og umleið
40 gramm av kokaini til
føroyska marknaðin, hóast
hann sjálvur ikki hevði
smuglað rúsevnini til Før-
oyar. Hann hevði givið ein-
um smuglara tey í Keyp-
mannahavn.
Umframt at skula sita
átta mánaðir í fongsli varð
hald lagt á 10.000 krónur,
sum var vinningur fyri
søluna, og 40 gramm av
hassji, sum varð funnið í
bústaðinum hjá manninum
í Keypmannahavn, tá hann
varð handtikin. Eisini skal
hann rinda sakarmálskost-
naðin. Ákæruvaldið vildi
hinvegin vera við, at hann
hevði fingið 22.500 krónur
í vinningi og kravdi upp-
runaliga tíggju mánaða
fongsling.
Tvey vitni vóru í rættin-
um henda dagin. Annað
vitnið hevur longu fingið
eitt ára fongsulsrevsing í
narkomálinum, meðan hitt
vitni framvegis situr varð-
haldsfongslað og bíðar eftir
dómsviðgerðini.
Maðurin noktaði seg sek-
an í at hava veitt einum
smuglara eitt kilo av hassji,
men hann játtaði hinvegin
at hava veitt umleið 40
gramm av kokaini.
Rætturin tók frágreiðing-
ina hjá øðrum vitninum,
sum greiddi frá, at hann
hevði fingið ein pakka við
einum kilo av hassji frá tí
ákærda, til eftirtektar.
Av tí at henda frágreið-
ingin ikki var nágreinilig á
øllum økjum, gav dómarin
tí ákærda eina linari revs-
ing. Óvissan um mongd-
irnar kom í hesum førinum
tí ákærda til góðar.
Dómarin segði í úrskurð-
inum, at danin fær seks
mánaðir fyri kokaini og
tveir mánaðir fyri hassjið.
Dømt varð eftir føroyskari
mannagongd, har lógarbrot
við rúsevnum verða dømd
harðari enn í Danmark,
hóast
lógarbrotini
eru
framd í Keypmannahavn, tí
maðurin visti, hvar rús-
evnini skuldu. Orsøkin er,
at vinningurin av søluni er
størri í Føroyum, og tí at
føroyska samfelagið er
meira viðbrekið.
Eisini fekk ákærdi linari
revsing, tí hann hevur sitið
avbyrgdur í varðhaldinum
síðan 16. januar. Tíðin í
varðhaldinum verður drigin
frá samlaðu revsingini.
Maðurin vildi vera við, at
hann ikki hevði nakran
stórvegis leiklut í smugl-
ingini av rúsevnum til Før-
oyar. Hesum vísti dómarin
frá sær, tí hann helt, at
avlurtingar
av
telefon-
samrøðum millum tann 30
ára gamla danan og ein
seljara í Føroyum, greitt
vístu, at hann hevði verið
við til at skipa fyri smugl-
ing av rúsevnum. Hesar
avlurtingar vórðu spældar í
rættinum.
Maðurin fer at umhugsa,
um hann tekur við dómin-
um, og hann er nú leyslatin.
Dani fekk 8 mánaðir
C
M
Y
K
3
2
team85
TÆNASTAN
Boðtænastan er ein ókeypis telefonsvarari, sum allir
GSM-felagar hjá FøroyaTele kunnu brúka
Soleiðis fært tú tín telefonsvarara settan til:
ring ókeypis til 80 80 80
ella
vitja eina av Telebúðunum
So kunnu øll leggja boð inn á tín persónliga telefonsvarara
og tú fært tað at vita í einum SMS-boði