Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-02-11, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. februar 1950síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIAL-DEMOKRATUR FRÆLSI Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu FØROYA JAVNAÐUR Leygardag 11. februar 1950 SAMARBEIÐIÐ MILLUM SAMBANDS- OG JAVNADARFLOKKINN hildið uppat sigur »Dimmalætting«. Sidsta mikudag sigur>Dimma- ættinga frá, at samarbeidid millum sambandsflokkin og javnaðarflokkin skal vera lokið. Vit hava spurt okkum fyri um, hvat orsøkin til hetta brot kan vera, tí vit hava hildið, at tað var náttúrligt, at teir flokk- ar, sum samtyktu stýrisskip- anina og síðan vóru samdir um hóast ójavna åskodan um vmisk mál at seta hana í verk, fóru at arbeida saman, í hvussu var í landsstyri og nevndum inntil næsta val. Tað, vit hava fingið at vila um hetta brot, sum »Dimma« sigur frá, er at sambandsflokk- hevur tað stórslu úbyrgdina við tað, at hann hevur meiraluta í landsstyrin- um, hevur ført ein húsagangs- politik, sum nu tå upp skuldi gerast, ikki fekk endarnar til at røkka saman, vildi hava javn- aðarflokkin til at ganga vid til at leggja toll á neyð- synjarvørur og eina innførsils- avgift á allar vørur frá øðrum londum enn Danmark. Hetta vildu javnaðarmenn sjálvandi ikki vera við til, tí javnaðarflokkurin hevði eitt inn- tåkuuppskot, id var størri enn úlreiðslurnar, men sum sam- tíðis minkadi um skaltin hjá øllum, id høvdu inntøkur undir 15000 kr. Eitt annað mál, sum ósemju, var Føroya Fiskasøla. Javnarflokkurin setti uppskot fram um at avtaka Foroya Fiska- sølu, og i stadin stovna nyggja sølu hareftir fiskimenn fingu fulla umbodan í stýrinum. Hetta leyp øði í Sambandsflokk- in, sum hevur tikið Fiskasøluna í sin favn, og sum undir ongum umstøðum vil ganga longur enn til, at biðja fiskas6luna um at fiskimadurin má sleppa á um- boðsmannafund at lurta. urin, sum høgan voldi D Urslitid av teimum loynifund- um, sum hava verid Sambandsflokkin og Fólkaflokk- in i sidstu viku, tykjast at hava haft til úrslit, at teir báðir flokk- arnir eru vorðir samdir um hesi mal: Sambandið gingið við, til at millum. Føroya Fiskasøla skal faa loyvi til at halda fram sum fyrr, bert við tí broyting, at nakrir fiski- menn kunnu sleppa á lurtara- fundir, men ikki ein einasti sleppa inn í styrið. Fólkaflokkurin gingin við til sambandsuppskotid um toll og vøruavgift, sum hann ið bert fortjenar 4000 kr. kemur at gjalda líka nógv av, sum hann ið tjenar milliónina. Um tað er gjørd nøkur avtala millum flokkarnar um støðuna til Danmark, er einki frætt enn, men illa er hugsandi, at fólka- flokksmenn geva nakað lyfti til sambandið í hesum máli, uú meðan Th. Petersen er staddur í suðurlondum men hvør veit? x Teir pengar, sum frá almenn- ari síðu eru latnir út, hevur sambandið fulla ábyrgd av. Í Vinnilánnsgrunninum hava sambandsmenn alla tíðina haft 2, Folkaflokkurin 2, og Javn- aðarflokkurin 1. Eingin trolari hevur fingið lán úr hesum grunni uttan við stemmum frá Sambandinum. Sambandsflokkurin og Fólka- flokkurin gingu saman um at nokta fyri at nevnd var sett sum skotið upp av Javnadar- flokkinum ið skuldi skipa fyri øllum skipakeypi, so vit bert fingu góð skip til landið. Hetta var orsøkin til, at Før- oyingar í útlondum bjóðaðu hvør móti øðrum og soleiðis dýrkadu skipini, og at summir keyptu burlurkast. Nú vil Sambandsflokkurin leypa frá, men nú er ov seint og so leggja teir býldir omaná sár, við at áleggja hvørjum hús- standi ein eykaskalt við tolli og vøruavgift, fyri at gjalda møgu- ' lig tap. Helta hendir hert eilt ár aftaná at A. Samuelsen hevur latið floksleiðsluna frá sær. Hann stríddist ein mannsaldur móti Folkaflokshugsanini — nú blanda teir blóð! Jú mangt um- skiftist á mansins ævu. x Skaði Groth Nolsøe úr Dali á Sandoy hevði mánadagin verið og fleyg- að havhest, og á heimleið gleið hann og fall einar 15 favnar; men fór kortini ikki út fyri sjálva eggina. Dalbingar fóru um nåttina at leita; men teir funnu hann ikki fyrr enn ljóst varð, og teir máttu síga niður til hansara. Hann varð fingin upp og til húsar og síðani førdur til lands- sjúkrahúsið. Annað beinið hevði hann brotið, men annars sigst hann at liva væl, so tað var gott sloppið. Sjáldan gongur roykur av ongum brandi Nógv hevur verið tosað millum manna Í loynifundir, ið hava verið mill- um sambandsflokkin og fólka- flokkin. Fríggjadagin brast bumb- an. Forniaður sambandsflokk- sins Joh. M. Fr. Poulsen legði fram uppskot á tingi um nýggja tolllóg, sum hann segði, sam- bandsflokkin og fólkaflokkin at vera samdar um. Samgongan millum hesar flokkar er nú ein verunleiki. Lesið bert Dimmalætting í dag og ta tolllóg, sum har er kunn- gjørd. Hvat næsta kunngerðin frá hesi nýggju samgongu verð- ur, er ikki gott at vita, men livst so spyrst. seinastuni um teir | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og | kostar kr, 2,50 + porto um fjórðingsárið BROÐURSKAPUR 24 Árg. Green Dolphin Enn stendur Green Dolphin á landi í Lítluvík, og einki hev- ur verið gjørt fyri at fáa hann út aftur. Arbeitt verður uppá at bjarga motorinum, og sær tað út til at fara at eydnast. Th. Mælkeforsyning hevur longu keypt nýggjan bát í Ong- landi; men roknað má verða við, at hesin bátur ikki kann verða settur inn í siglingina fyrr enn um einar tveir mánaðar. Fossur Tvørátrolarin, ið Sjóvinnu- bankin keypti, og sum síðani hevur ligið, er nú farin til Kiel at fáa maskinuna úrtikna og dieselmotor ísettan. »Lemonadan virkar?“ Nakrar ferðir hava vit spurt, hví landsstýrið ikki valdi eftir- litsmannin í Føroya Fiskasølu, og tað kann gott vera, at vit vóru nakað hvassorðaðir til síðst; men nú frætta vit, at landsstýrið í hesi sak hevur gjørt skyldu sína: teir hava valt mannin! og hann er Karstin Hoydal — so er bara at vóna, at hetta er tann rætti maðurin at seta í henda sess. C. C. JOHANSEN TELF. 30 TELGR. CARLALAG. GUMMISTYVLAR. Dunlop, 1/1-, 3/4- og knælangir, allar støddir GUMMISTYVLAR, brúnir og svartir, til børn GUMMIDANSAR, nr. 5, 6, 7, 8, 9. GUMMIHANDSKAR, svartir. TUFFLUM, við og uttan kappa. TRÆGAGGUR, góðar. KLÆÐSEKKIR, svartir, 3 støddir. HOLMENS BUKSUR og AÐRAR GÓDAR BUKSUR ARBEIÐSHANDSKAR, bummull og leður. KVARÐABUKSUR, nr. 5, DOPPAR, nr. 2, 3, 4. HÁLSTURRUKLOÐ. LUMMATURRUKLØD. ULLTEPPI SKJURTUR 6,7, 8, 9. UNDIRKLÆÐIR, ullar, av besta enska slag, eisini tynnri. SKIPSTROYGGJUR, -HOSUR og VOTTIR. KOLLAR, SELAR, DOLKAR og FELLUKNIVAR,