leygardagur 18. februar 1950síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA
FØROYA.
SOSIAL DEMOKRATUR
JAVNAÐUR
BROÐURSKAPUR
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á
I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu
| Leygardag 18. februar 1950
Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og
kostar kr. 2,50 + porto um fjórðingsárið |
24 árg.
Hægri skattur —
Við sveittabroti hava menn
sitið í líkningarneyndum og lagt
skatt á landsins íbúgvar. Tað er
ikki nakað hugnaligt starv at
hava, avgjørt eitt hitt mest ótakk-
sama arbeið, nakar kann hava.
Í ár hevur hetta arbeið verið
sera Óhugnaligt, tí inntøkurnar
hava verið minkandi hjá teim
flestu, ið hava havt við fiski-
vinnu at gera, og hjá fólki, ið
starvast á landi, hevur ikki inn-
tøkan verið størri enn í 1948.
Sostatt verður heildarinntøkan
hin skattskylduga inntøkan —
væl minni enn árið fyri. Í Havn
er hin skatt-skylduga inntøkan
minkað við um eina stíva millión
av stívum 20; men hetta er ikki
nógmikið til at seta skattapro-
sentið upp frá 8 til 10,4, heldur
kommunan hava roknað
útreiðslum í ár
man
við væl størri
enn í fjør.
Úr flestum støðum í Føroyum
fræltist frá lækkandi skattainn-
tøku, so um ikki kommunurnar
hava roknað við lægri útreiðslum
í ár enn í fjør, so verður skatt-
urin at hækka yvirhøvur. Úr
Vágum frættist, at skattainntøk-
an er minkað um leið ein trið-
ing.
Hetta er ikki hugnaligt.
Samstundis við hesi aftur-
gongd í inntøkum ger løgtingid
eina fíggjarætlan, ið er um
hálva millión hægri enn í fjør,
so her man fara at standa á
manga staðni. Væl roknar ting-
ið við 400.000 kr. í minni
skattainntøku; men afturímóti
skal tað so taka slaka millión
inn á annan hátt. Og her kemur
so fyrst og fremst ein fúl toll-
hækkan uppá 600.000 kr.
ØJ vita, at tollur rakar hart
tey, ið minstar innløgur hava,
og beinleiðis skattur er tí eitt
meira rættvíst gjald til lands-
kassan. Færri inntøkur, hægri
skattur á brúksvørur, tað er
fyrsta úrslit av sambandsflokk-
útamingarpolitikki: legg
skipini, so fólkið íkki fær
møguligleikar at vinna nakað av
sjónum, legg so harðan toll á
brúksvørurnar, so fólkið verður
sins
meiri tollur
kryplað í armóð — ja, hetta er
sambandsflokksins politikkur av
í dag.
Landskassin má hava pening,
tað er sjálvsagt. Men spurning-
urin er bara, hvaðani hesin pen-
ingur skal takast. Javnadarmenn
høvdu uppskot um at taka hann
frá teimum, ið hava nakað at
lata av; men sambandið og
fólkaflokkurin vildu ikki hetta.
Teir løgdu stein omaná byrði.
Teir gingu saman um at royta
arbeiðarar og fiskimenn at skinn-
inum, og arm í arm gingu teir
í hernað at verja stórmannin.
— Eitt úrslitið úr hesi samgongu
er hin nýggja tolllógin.
Eitt kann av sonnum verða
sagt: Hin nýggja tolllógin er eitt
prýði fyri og eitt gott dømi um
gott arbeiði millum tveir aftur-
haldsflokkar.
FISKISKAPURIN -
VIÐ NOREG
Frá Noregi frættist, at lítið
hevur borið til við trolfiskiskap-
inum. Trolararnir, ið roynt
hava á Malangsgrunninum flyta
nú vegna fiskaloysa burtur hað-
ani, teir flestu væntast at fara
á Senjabankan.
Handverkaraskúlarnir
í Føroyum vóru herfyri vitjaðir
av ovarsta umsjónarmanni ríkis-
ins fyri tílíkar skúlar hr. Haug-
sted, verkfrøðingi, ið týskvøldið
helt fyrilestur fyri meistarum,
næmingum og lærarum skúlans.
Hr. Haugsted segði, at tvinnar
gøtur vóru at venja ungfólk til
handaverk, hin fyrra rar
meistaralæran, men onnur var
skúlalæran einans, og av hesum
var meistaralæran avgjørt hin
betra og ikki minst tá meistar-
arnir sjálvir tóku sær um reiggj
og settu skúlar á stovn at geva
leim ungu siðmennandi frøði
umframt at tey fáa sítt yrki at
kenna í teori.
Talarin næm eilt syndur við
vlærlingalóginas, id hann helt
lagast
kundi nakað so hon
hóskaði betur til her hjá okk-
um, men um meistaralæran
skuldi haldast uppi í einum
landi, var neyðugt at hava eina
»lærlingalog« = umframt tann
góða sið, at meistarar kendu
skyldu sína at læra frá sær,
fólki og landi til framburðar.
KINA
Úr Kina frættist, at í næstum
skal fáast í lag ein handilssát-
máli millum Kina og Rusland.
Herfyri varð gjørdur friðar- og
hjálparsáttmáli millum hesi bæði
londini, og eftir honum átekur
Rusland sær at hjálpa Kina, um
tað verður álopið av Japan ella
øðrum landi, id er í parti við tí.
Keflavík
Ikki munnu amerikanararnir
hava tikid alt sítt setulið aftur
úr Íslandi, so sum ljóðaði fyri
nøkrum árum síðani. Við flog-
vøllin á Keflavík ganga enn o.
u. 1000 amerikanarar, men teir
eru sjálvsagt ikki í hermanna-
búnað. Við flogvøllin verða nú
bygd sethús — ein heilur lítil
býur — undir leiðslu av
amerikanarum.
Ífjør lendu ikki minni enn
gott 8200 amerikansk flogfør
tilsamans á Keflavíkar flogvølli.
Rusland
So leingi sum kapitalisman
ræður í verðini, má Rusland
gera seg út til kriggj, siga russ-
ar, og gera teir eisini alt fyri at
verða fulldubbaðir. Teir siga seg
at vera fullkunnugar við átom-
máttin.
— Sethúsatrotið er stórt í
Ruslandi eins og í øðrum lond-
um, og russar royna at byggja
hús, alt tað teir eru mentir.
Eisini verður roynt at lækka
prísirnar á vanligum húsar-
haldsvorum.
Foroya Búnaðarfelag
hevði hóskvøldið eykaaðalfund
í Tórshavn. Til umrøðu var
stovnan av handilsfelag. Hugur
var fyri at fáa í lag sølu- og
keypifelag; men ikki vóru menn
heilt samdir um, hvussu hetta
felag skuldi skipast, ein partur
av limunum var fyri at seta á
stovn andeilsfelag, meðan aðrir
hildu vera beinari at lata Føroya
Búnaðarfelag so við og við taka
hesa uppgávu upp, eftir at felag-
sins lógir vórðu broyttar soleiðis,
at tær loyvdu handilsskap. Mål-
ið verður upp aftur tikið á
aðalfundinum í júli.
FISKIMENN
Vegna tess menn, id verið hava vid útlendskum
skipum hava søkt Lønjavningargrunnin um vid-
bót, skulu vit siga frá, at teir føroyingar sum fiska
við útlendskum skipum ikki eru undir Lønjavningar-
grunninum og onga viðbót fáa.
Fiskimenn —
leggið tykkum hetta í geyma
áðrenn tit mynstra við skipi, sum ikki hevur heim-
stað í Føroyum.
Lenjavningargrunnur skipsfiskimanna.
NORTH ATLANTIC SALT CO. í
Nr. Í salt á goymslu.
Utskipan: 50—80 tons um tíman til fiskifør.
Kr. 105
telgr. adr.: NORTSALT,
— lon leverað frítt umborð.
Tvøroyri. Tlf. 24 & 78.