Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-03-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 26. mars 1950síða 1

allar 1 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI (Eykablað) FØROYA SOSIALDEMOKRATUR JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR Sunnudag 26. mars 1950 Gølupolitikkur um hertænastu og herseting… Lítið er land okkara, og fáir munnu teir vera, ið geva tí stór- vegis gætur til dagligt; men tað liggur so fyri, at tann dagin, tá vesturríkini saman, kann tað koma at hava alstóran týdning so lítið og fátækt tað er. Ongland man helst ikki vilja hava ein av fíggind- eystur- og bresta um sínum sitandi her, og USA ímóti at hava álopsstøðir her á landi ið hvussu er man tað helst ikki vilja loyva nøkrum, ið ikki er í parti við tí, at seta seg her. hevur neyvan nakað Hetta eru veruleikar, ið Før- oyingar ikki væl kunnu gera seg blindar fyri. Og tann dagin, stórbardagi byrjar, hvør er tá so bláoygdur at trúgva, at Føroyar koma at liggja sum eitt friðlýst páradís mitt í ragnarokinum? Liggur ikki nær fyri at hugsa, at tá verður herfólk sett á land her hvør, ið so skjótastur verður? Duga vit at síggja hetta, so duga vit eisini at síggja, at onga- tíð er ov tíðliga at gera seg so út, at vit kunnu bjarga mest møguligt av tí friðarfólki, ið her býr, undan líðingum og deyða. Hetta verður einans gjørt við at skipa so fyri, at vit hava nóg mikið av medisini og vavi, at vit fáa bygt nóg mikið av góðum bumbuskýlum, har ið tað krevst, og at vit fáa til vegar nóg mikið av góðum sløkkiamboðum. O. s. fr. Men hertil kemur sjålvsagt eisini, at vit verda noyddir til at venja upp hópin av fólki til at hjálpa uppá tey særdu — bjarga teim út undan sundurskotnum húsum, geva teimum ta fyrstu | amerikanskar hermenn i neyðugu hjálpina og síðan fáa tey undir doktarahond. Eisini má nógv manning venjast upp til sløkkilið; tí ikki kann sigast annað, enn at føroysk hús eru eldkvæm, og verða brandbumb- ur tveittar í stórum tali yvir ein bý sum t. d. Torshavn, so krevst nógv av bæði djørvum og væl vandum fólki til fyri at bjarga býnum. At hetta má fáast í lag, skuldi | verið sjálvsagt; men tað, ið her útyvir er, halda vit vera av tí ónda. Tann maður, id ikki ásannar hetta, er eingin góður føroying- ur, og hann tænir ikki tí før- oyska fólkinum hvørjum hann so tænir. Einki er at ivast í, at danska ríkisstjórnin hevði umráðandi mál at samráðast við ríkisum- bodsmannin um, tå hon sendi flogfar til Foroyar eftir honum. Og hóast hann óivað hevur ting- ast við stjórnina um ymisk før- oysk fíggjarmál so kann ætlast, at hitt mest átrokandi málið hevur verið spurningurin um Føroya støðu innanfyri altants- økið. Tíðindi hava gingið ymsa staðni um, at nú stundin komin at gera verjuna av at- lantslondunum til ein veruleika Frá USA komu tíðindi um, at fremstu politikarar kravdu av hesum londum, at tey skuldu standa fulldubbað til stríð. Fundir hava verið hildnir í nordanlondum um sama evni, og nú eru yvirmenn úr ameri- kanska flotanum komnir til London at tingast um støðir fyri í teim var | ymsu atlantssáttmála londum. Til haldararnar! Í oddagreinini leygardagin: >Gølupolitikkur um hertænastu og hersetan« vóru undir umbrótingini fleiri linjur umbýttar, so ikki var lætt hjá lesarum at finna skil á henni. Vit prenta hana tí upp aftur her rættaða. | Sanniliga er hetta ikki hugna- - lig tíðindi — men hevur nakar væntað annað, síðani at tað frættist, at atlantssáttmálin var komin í gildi? Og ær tað ikki tåpuligt, sum gjørt hevur verið av ymsum, at øsa fólk upp? Ræður ikki um, undir slíkum viðurskiftum meir enn nakran- ; tid at halda høvdið kalt? | Vit hava fingið ta fatan, at rikisumbodsmadurin hevur ting- ast við donsku stjórnina um, | undir hvørjum formum hon | skal leggja fyri landsstýrið ) spurningin um tey tiltøk, ið ger- ast skulu Føroyum viðvíkjandi innanfyri atlantssåttmåla6kid. Enn er spurningurin ikki reistur yvirfyri landsstýrinum, eftir tí, vit hava frætt, burtur- sæð frá, at ríkisumboðsmaðurin hevur givið tí eitt yvirlit yvir tær samráðingar, hann hevur luttikið í. Tað ljóðar ikki | atlantssáttmála = londini hava | kravt, at fóroyingar skulu | stovna verjulið — fyri ikki at | tala um álopslið — so sum | ymsir her á landi hava viljað | fatað = orðið „hjemmeværn“; | men vit halda tað vera rímuligt, | trúligt, at at skipað verður so fyri, at vit fáa eitt væl útgjørt og væl upp- | vant sjålvbodid lið, sum, tann | dagin, ódnin brestur á, kann | standa búgvið til at bjarga før- | oyskum fólki og føroyskum virðum, og at fáast megu til vega pengar til hetta. Skuldi tann dagur komið, af stórlondini = gjøgnum donsku | stjórnina kreyja meir av før- oyingum enn hetta, tá man Før- Blaðstjóri Karbeck Mouritsen Arnold Østers prentsmiðja | sínum, síðan Blaðstj. oya løgting og landsstýri fara at standa samt um at nokta tað. Hyggja vit at íslendingum, sum so ofta verða havdir til fyridomi fyri føroyingar sum sjálvstøðug tjóð, ja, so síggja vit, at hóast alt teirra sjálvstýri hava teir verið noyddir til, og eru tað tann dag í dag, at latið amerikumenn bygt flogvøllir og gjørt onnur kríggstiltøk í landi teirra, og at ikki hevur eydnast | íslendingum at fingið ameri- kansku hervøldina av klettum USA hersetti Is- land undir síðsta stórkríggi. Og Grønland? Hevur tað eydnast dønum at fingið amerikumenn burtur haðani? Nei, tað er ein royndur lutur, at tá teir stóru berjast, so verða tað helst teir smáu, ið høggini fáa. Vit munnu tíverri ikki fara at sleppa undan herseting av Føroyum, um kríggj verður, tað er ein veruleiki, sum vit jú fyrr | jú heldur eiga at gera okkum greitt, hóast tað má sigast at vera meir enn óhugnaligt. Og | ikki er tað óhugsandi heldur, at vit verða hersetlir, áðrenn ódnin | brestur á, tí sum orðatakið sig- … ur; ,Hond, ið hevur ...... Um tað so verða danskir her- menn ella bretskir ella ameri- kanskir, tað er ilt at gita; men harfyri áttu fólk ikki at latið seg øst upp av monnum, ið líða av politiskum fótakulda, hvørja løtu teir ikki standa mitt í eini gølu. Eisini mátti hetta mál verið ov álvarsamt at nýtt til bót útá politiska valsúpan.