leygardagur 15. apríl 1950síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA
SOSIAL-DEMOKRATUR
JAVNADUR
FRÆLSI
Nr. 15
Lysingarprisur fyri mm: 12 oyru á |
I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu |
Leygardag 15. apríl 1950
SÍLDIN
Vit hava so mangan her í
blaðnum skrivað um sildina, og
tá helst um ta sild, føroyingar
skulu nýta til agns.
Norðmenn halda seg vita, at
tá vársildin við norsku strend-
urnar hvørvur, ber hon við Før-
oyar. Og teir hava hesi síðstu
árini roynt eftir henni millum
londini. Teir gjørdu í fjør vit-
skapligar royndir fyri at kanna
sildagongdina, og komu til tað
úrslit, at teir áttu at royna undir
Føroyum, áðrenn teir fóru til
Íslands at royna.
Longu nú frættist frá stórum
sildatorvum einar 80—100 fjórð-
ingar landnorður úr Fugloynni.
Førovingar eru ikki væl út-
gjørdir til stórvegis sildaveiði nú
úti til havs, og heldur ikki eru
figgjarviðurskiftini so góð heldur,
at einstakir menn hætta sær at
seta nógvan pening í royndir;
so tað verða helst ikki føroy-
ingar, ið koma at veiða hesa
sild í ár.
Og so er tað hin spurningurin:
at fáa bæði góða og bíliga agn-
sild til tey føroysku fiskiførini.
Vit hava áður ávíst, hvussu
ómetaliga nógv, ið fiskast skal
bara fyri tað agn, ið verður nýtt,
og hvussu vónleyst tað er at fáa
linuskipini at svara seg. Men
tað tykist, sum teir íkki eru
mangir, ið hava hug at koma
inn á hendan spurning. Ið
hvussu er, so tykjast menn ikki
at hava hug at koma fram
alment við teirra hugsanum um,
hvussu = agnspurningurin kann
verða loystur fyri føroyingum.
Høvdu vit kunnað borið so at,
at sildin fekst fyri ein rímiligan
prís, so var væl vunnið.
Men eftir er so ein annar
spurningur, og tað er góðskan.
Er tann sild, sum kemur út úr
føroyskum frystuhúsum so goð,
sum hon eigur at vera, og verður
hon goymd og umfarin so væl
umborð á skipunum, sum tað
krevst, fyri at hon ikki skal
spillast fyrr enn hægst neyðugt?
Vit vita, at teir skiparar, ið
gera sær ómak fyri at isolera
krubburnar væl umborð, brúka
nógv minni sild enn hinir, og verð-
ur teirra úrtøka tí eisini størri.
Og síðst er at spyrja: verður
sildin fryst so sum hon skal á
teim føroysku frystuhåsunum?
Vit hava hitt menn, id halda, at
føroyingar frysta ikki agnsildina
nóg mikið, og at hon tí spillist
skjótari enn onnur fryst sild.
Vit eru sjálvandi ikki førir fyri
at avgera, um so er; men her
hevði verið vert at hoyrt, hvat
kønir menn halda; tí alt, ið
gerast kann, má verða gjort fyri
at agnspurningurin kann verða
loystur allar vegir, so vit kunnu
fáa bæði góða og bíliga agnsild,
ið verður soleiðis viðfarin um-
borð, at hon ikki spillist. Einans
á slíkan hátt kann agnspurning-
urin verða loystur.
Nógv hevur verið talað og ikki
minni skrivað um at fáa fiski-
drift okkara at bera seg. Er
nakað álvara aftanfyri hetta tos
og hesa skriving, so eiga menn
at minnast til, at agnspurning-
urin er eitt av teim málum, ið
ikki má verða gloymt um
vinnast skal á mál.
Amerikanskt
flogfar saknað
Eitt av teim amerikansku her-
flogførunum, ið hava støð í
Týsklandi, hvarv um páskini.
Menn halda, at tað er niður-
dottið = onkustaðni nærindis
Danmark ella Svíaríki. Leitað
hevur verið eftir tí síðani; men
enn er einki funnið. Á Kastrup
flúgvuplássi hava amerikanarar
fingið støði fyri 25 flogførum,
sum eru við í leitanini. Donsk
og svensk flogfør og herskip
hava eisini luttikið í leitanini,
og nú sigast enn fleiri ameri-
kansk flogfør at vera komin til
Kastrup. Við lí saknaða flog-
farinum vóru 10 manns.
Amerikumenn vænta ikki at
finna nakran av teim á lívi;
men teir vænta at finna so frætt
av leivdum av flogfarinum, at
teir fáa kannað orsøkina til
ranlukkuna.
Eitl av teim amerikansku
flogførunum, ið var úti og leit-
aði, kom ovnær Lithavska
markinum, og russisk flogfør
fóru eftir tí og royndu at fáa
tað at lenda; men ameriku-
menninir vildu ikki akta teir,
og, siga russar, so varð skotið
av baðum pørtum.
Okkurt flogfarið hevur eisini
verið nær svenskum
men her gekk tó friðarligari til.
Svíar hava kortini mótmælt
hesum brofi.
OV Oki;
Sjóvinnubankin
Fyri fleiri árum síðani fór
Sjóvinnubankin undir at keypa
grundir millum Tórsgøtu og
Niels Finsensgøtu, har teir
ætlaðu at byggja bankanum
prýðiligt hús. Tey flestu av teim
húsum, ið stóðu á økinum,
bankin keypti, eru niðurtikin,
og nú er arbeiðið við at gera
kjallarahæddina á bankanum út-
boðið. Tey innkomnu boðini
verða lætin upp 10. mai.
Ísfiskasolur
Hesir bátar hava selt ísfisk í
Bretlandi:
14. apríl ewt. £
Harris 530 1.450
Hoyvik 820 1,172
Alvi 106 1.123
Ålvur 807 1.083
Ósi 297 943
Kúrberg 344 1.080
Dragarsund 330 1.266
Eystnes 440 1.104
Saltfiskaveiðan
Heimkomnir trolarar: Tór-
hallur 240 tons, Stella Argus
160, Leivur Øssursson 160,
Beinisvørð 200, Høvdaberg 200
og Guliklettur 180 tons.
Úr Suðuríshavninum
Í gjár og í fyrradagin komu
tey fyrstu norsku hvalkókaríini
aftur til Sandefjord úr Suduris-
havinum.
GRIKKALAND
1 Grikkska ríkisstýrið segði seg
frá igjår. At hetta rikisslyri
longu leggur frá sær, sigst at
koma av ósemju um Marshall-
hjálpina. Síðstu tíðindi úr
Grikkalandi siga, at centrums-
flokkarnir ætla at ganga saman
um at mynda stjórn av nýggj-
um.
BELGIA
Hósdagin fór van Zeeland
aftur á fund við kong Leopold.
Ádrenn hann fór, hevði hann
eina drúgva samrøðu við for-
mann javnaðarflokksins, Spaak.
Menn halda, at van Zeeland
hevur fyrisligið Spaak at lata
kongin koma heim aftur til
Belgiu fyribils, tó uttan at
honum verður givin nakar
myndugleiki.
| Dunna...
Í síðsta blaði deildn vit lands-
stýrið, tí lað ikki hevði givið
lóglingslógini um løn til yvir-
menninar umborð á fiskiskip-
unum lógargildi. Hetta var tað,
teir fyrr nevndu, ein
dunna; ti løgtingssamtyktin var
ikki ætlað at koma í gildi fyrr
enn frá 1. januar 1951
vanlig:
BRODURSKAPUR
Blaðið verður bilagt á posthúsinum, og |
kostar kr. 2,50 + porto um fjórðingsárið | 24 årg.
Áarvegurin
Týsdagin vórðu boðini uppá
arbeiðið við breidkan av Aaar-
vegum opnað. Inn vóru komin
7 boð, og var Vilhelm Tórsheim
lægstur. Hann hevdi boðið 160.000
kr., og verður tað rímiligt hann,
ið fær arbeiðið. Munurin mill-
um hægsta og lægsta boð var
slakar 100.000 kr.
Grønlandsfelagið
Ígjár fóru J. Fr. Øregaard, løg-
tingsformaður, og J. C. Johanne-
sen, stjóri Føroya fiskas6lu, til
Keypmannahavnar fyri at ting-
ast um rættindi føroyinga í
Grønlandi. Teir fóru vestur í
Vágar, haðani teir skuldu fara
ígjár við Vesturvarða til Aber-
deen. ur Bretlandi er ætlanin
at fara við einum hvørjum ferð-
amannaskipi til Danmarkar. Teir
rokna við at steðga í Keyp-
mannahavn o. u. eina viku.
SGR REKLAMA
onfirmatóns GAVAN
Mangar kunna gåvurn-
ar vera til ungfolk å
håtidardegi —
eitt nå bøkur —
tær hava vit bædi vid
føgrum og lærandi inni-
haldi og vøkrum perm-
um.
Eisini kunna vit boða
frá stórum nýkommum
úrvali av GULL- og
SILVURLUTUM
(krossar, ringar, arm-
leinkjur o. s. fr.)
Ledurvørurnar
eru væl verdar at hava
í huga: Peningapungar,
taskur, toiletgarniture
til konufólk og mann-
fólk (til ferðabrúks).
Fyllipennar og Pencils
H. N. JACOBSENS
Bókahandil
s.g.r. reklama