leygardagur 6. mai 1950síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 18
S0SIAL-DEMOKRATUR
Føroya |
|
Blaðstjóri
P. KARBECK MOURITSEN
Þrent:
A. OSTER
So er skilið í dag.
Fyri einum 14 døgum síðani
søgdu vit frá, at í Føroyum lógu
tå 5000 tons av saltfiski og 100
tons av klippfiski óseld.
Okkum kunnugt er enn cing-
in fiskur seldur av Føroyum í
ár, og tykir okkum hetta harmi-
ligt; ti fiskivinna okkara tolir
hetta ikki hvorki fiski-
menn ella reiðarar kunnu halda
als
áfram á slíkan hátt tað er
ómøguligt.
Tað sæst eisini tydiligt og
klárt, at fiskimenn yvirhøvur
heldur vilja fara við útlendsk-
um skipum enn føroyskum nú.
Tað er harmiligt, at so er; men
tað er væl fatuligt, ti teir vita,
at fara teir t. d. við enskum trol-
ara sum flekjarar, so fáa teir
peningin í hondina, tá teir
koma á land aftur, og lønin, teir
fáa, er føst eftir dagatalinum
frá ti teir mynstra, til teir
mynstra av aftur.
Tað verða bert rokskiparar,
ið hava lætt við at fáa fólk fram
um útlendingarnar.
Ikki stendst á hjá bretum at
fáa flekjarar, og Claus Søren-
sen tóktist ikki at hava nakran
trupulleika heldur við at fáa
fólk hiðani til Grønlands.
x
Ila hevur sæð út fyri at fáa
sett á stovn ta forskotsrindan til
fiskimenn, sum tingið samtykti.
Peningur hevur ikki fingist til
vega. Men nú tykist at vera útlit
til, at hesin peningur fæst, og
verður hetta so ein góð hjálp.
Fiskimenn fara so at fáa sína
minstuløn goldna út av grunn-
inum hvønn mánað, teir eru
við skipi.
Jú, víst verður hetta ein góð
hjálp. Men kemur Fiskasølan at
liggja leingi við stórum nøgd-
um av óseldum fiski, so er
fryktandi fyri, at hetta verður
stokkutur varmi; ti Fiskasølan
skal, tá fiskur verður seldur,
gjalda forskotspeningin aftur
til grunnin, og selur hon lítið
ella einki av fiskinum í langar
tíðir, so verður grunnurin sjálv-
sagt at tømast aftur.
x
Og so er eftir at spyrja: Tolir
hesin fiskur at verða liggjandi
leingi aftrat? Hvussu er við
klippfiskinum, <ið yvirhøvur
man hava ligið síðani í heyst?
Eru nøkur líkindi fyri at fáa
hann seldan í summar? Tí ætl-
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
ast kann, at hann verður ikki
nýtandi til annað enn at verða
tveittur út á vestfallið, tá summ-
arið er av!
Eingin ivast i, hvor ið kemur
at standa við endan. Tað verða
fiskimenn og reiðarar, ið sviðan
fåa,
Hvi er fiskurin ikki seldur?
Vit vita tað ikki.
Man cingin eftirspurni hava
verið eftir føroyskum fiski i
vetur? Hetta
eftirlitsmaður
svara uppá, vit kunnu tað ikki.
Ella er tað kanka stjóri og
stjórn Fiskasølunnar, ið íkki
hava verið nóg mikið úti um seg
fyri at fáa selt?
Vit vita tað ikki!
kann kanska
landsstýrisins
%
Men eitt vita vit:
Tá Føroya Fiskasøla varð
stovnað. setta javnadarflokk-
urin fram uppskot um, at fiski-
menn, ið áttu helvtina av veið-
ini, skuldu verða umboðaðir við
helvtini av limunum í stjórnini.
Tá gingu fólkaflokkurin og
sambandsflokkurin sína van-
ligu politisku krabbagongd:
Teir gingu saman um at sýta!
Teir, id fiskin veiddu og førdu
å land, teir skuldu einki hava
meir við hann at Hvat
gera:
kom fiskasola og fiskaprisur
hesum monnum við? Nei, nei,
her ráddi um at hava handils-
kønar menn landsins bestu
heilar. Tað var so rímiligt!
Aftur í vetur kravdu javnað-
armenn á tingi, at veiðimaðurin
skuldi verða umboðaður í mun
til tað, ið hansara partur var av
veiðini — við helvtini av stjórn-
arlimunum.
Og aftur sama krabbagongdin
á tingi. Ikki talan um at
fiskimenn skuldu kunna leggja
eitt orð uppí nei! Teir kundu
fáa loyvi til at senda einar tveir
umboðsmenn á lurtarafund í
Fiskasøluni onkuntid, tá tað
passaði stjórnini at senda boð
eftir teimum. Men við í
ráðagerðum á, gakk burtur!
*x
So sita vit her øll somul:
Vánaligur fiskiskapur, nógv-
ur óseldur fiskur, kanska spill-
verða
ist nakað av honum, lítil løn-
andi vinna fyri fiskimannin,
sein og lítil avrokning, fiski-
førini í skuld himmalhøgt yvir
mastralopparnar, og eingin
peningur at bjarga teimum, og
ja, so er tað Fiskasølan!
Hetta er í stuttum landsins
SO
støða í lag.
Vápn úr USA.
Hósdagin kom fyrsti farmur-
in av våpnum til Hålands frá
USA, Í Rotterdam, har vápnini
| vórðu uppskipað, royndu kom-
munistar at forða fyri, at tey
vórðu uppskipað.
|
1950
6. mai
Elektr. målingasproytir
(eingilskar)
óføra hentar. Kosta bert 200 kr. Nakrar fáar eru eftir
A. T. TVØROYRI
HAVNAR ARBEIÐSMANNAFEÉLAG
Handverkarar, sum eru limir i Havnar Arbeiðsmanna-
felag, og Handverkardeild Havnar Arbeiðsmannafelags verða
boðaðir at koma á fund í Losjuni 13. mai 1950 kl. 8.
Til umrøðu:
1) Framhald av deildini ella ikki og avgerð um ognir
deildarinnar.
Val av nevnd og øðrum umboðsmonnum.
Ymist.
2)
3)
Fyri Havnar Arbeidsmannafelag,
Poul Johs. Hansn.
MAHOGNI
Krossfiner
——————————————————— AA Af Af
Í 1, m/m 81X206 cm
4 1/, m/m 102X<206 cm
P F HAVNAR TIMBURHANDIL
TÓRSHAYN
FF JARN
Tann, id skal keypa jarn,
|
fer sjálvandi til teirra,
ið hava umfatandi úrval.
VINKULJARN
RUNDJARN
ØV slog | HÁLVRUNDJARN
FLATJARN
FYRAKANTAÐ JARN
arm SVARTAR PLÁTUR
Allar tjúkdir ;
GALV. PLATUR
JOHS. PETERSEN á HJALLGRÍMUR HENTZE
Telefon 73 Tórshavn
s.g.r. reklama
SALTKJOT
Fyrsta flokks, feitt, danskt, saltað oksakjot útvegast
i 1/1 og 1/2 tunnum frá felagnum 8. HOULBERG
A/S, Kødbyen, Keypmannahavn.
Brynjólfur Mortensen
tlf. nr. 8.
Tórshavn