Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-07-22, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juli 1950síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I FRÆLSI N ; Lýsingarprísur fyri mm: NI. 29 | I. sidu, 10 oyru å 3. og 4 sidu FØROYA SOSIAL: DEMORRATIR bd JAVNAÐUR 12 oyru á MJÓLKIN Í HOYDØLUM | Vit hava fingid sendani henda greinastubba: Leiðbeining til greinina: «Royn- darstøðin og mjólkaframleiðslan Í blaðnum nr. 28: Tá eg eri hin einasti, sum einki annað arbeiði havi enn at fram- leiða mjólk til sølu og ikki selji til sanatoriið men til mei- aríið, vil eg síga bladnum, at tað er heilt skeivt at siga <Hví- lanes tradarmenn». Tað eru bert nakrir fáir, sum hava vart hetta, so eingin uttan leir eru slopnir at selja til Sanatoriið. Ja, vit seldu til Sanatoriid og vóru millum teir fyrstu, ið fingu uppsøgn tað var fyri 16 árum síðani — vit fingu ikkí uppsøgn við 14 daga varni. Tá vit ein dagin komu við mjólkini, máttu vit bera hana niðan aftur úr Hoydolum. Grundina skuldu vit fáa at vita seinni, men vit hava einki frætt enn. Vit tæku ikki neytini av, so sum blaðið sigur at hvítanesmenn gera nú, men vit keyptu eitt afturat og lótu mjólkina til mei- aríið. At landsstýrið hevur sagt teimum upp og vid so løngum tíðarfreisti, er einki at síga til, og er natúrligt, tá ið royndar- støðin hevur meira mjólk, enn Sanatoriid brúkar. Ella eru tað kanska ikki so góð neyt, sum Búnaðarfelagið sigur. Blaðið skrivar, sum hetta er hent á eini útoyggj sum Dímun og ikki so nær Havnini við so korum og prísi sum » sóðum nú er. biði eg blaðið svara mær, hvat hesir menn hava verri kor í 'nn eg og aðrir mjólkafram- leiðarar, ið selja mjólk til Hav- nar ella til meiríið, ella hví teir skulu hava størri rætt at selja til Sanatoriið. Hvítanes, tann 15. juli 1950. Jacob Jacobsen. Ja, soleiðis sær hesin maðurin uppá hendan spurningin, og tað hevur hann sjálvsagt rætt til. Men lá id hann beinleiðis setur okkum ein spurning, so skal hann fáa svar, og svarið er ei- nans hetta: «Eingin fer væl ti, at ein annar fer illa.» Og vit kunnu ikki lata vera at skoyta uppí, at nýtt er tað, ið sjáldan hendir: Her er ein neytaeigari, ið tykist halda seg fáa nóg mi- kið fyri mjólkina. Nei, tað id vit funnust at — og stødugt vilja finnast at — var, at Royndarstøðin í Hoyvík ið er almenn føroysk ogn, he- vur troðkað føroyskar neytaei- garar av kanska tí besta mark- naðinum í Føroyum. Vit halda tað vera óforsvarligt, og teir, ið hava ábyrgdina av hesum, áttu at komið alment fram við eini frágreiðing. Blaðstj. | Leygardagin 2 22. juli 1950 Blaðið verður bilagt å posthúsinum, og | koster kr. 2 ,50 + ports. um fjórðingsárið | 24 årg. BRODURSKAPUR . Belgia Hósdagin tók belgiska parla- mentid av lógina, id sýtt hevur konginum Leopold at koma aftur til landid. Javnadarmenn og liberalir atkvøddu ikki fyri avtøkuni av lógini. Menn vænta, at kongurin kemur til Belgia í dag. Grønland Sagt verður støðugt frå góðum fiskiskapi í Grønlandi; men nú fer minni at bera til fyri línuni, tí fiskurin fer nú at ganga uppi í sjónum, Másin hevur aftur nú tikið trý føroysk skip. Tey eru Mary Margret, Høganes og Vón. GRINDABOÐ Í »14. SEPTEMBER« Í síðsta blad gav ein ferða ma- ður ilt av sær, tí at Ritan var farin norður á Kollafjorð at «jagstra» grind, ið sjálv var ko- mín hagar norður Ala har. Hann helt, at tað var ikki for- svarligt at lata ferðafólk ganga á fremmandum plássum í tíma- vís og biða eftir Rituni. Nú veit «14. Septbr». at sige frå, at Ritan midvikudagin rakti vid grind vestanfyri Kirkjubønes, men rýmdi frá henni og gjørdi ikki boð av henni, tí Villi hevði fingið skoluna í Sosialinum. Var tað nú ein skilamaður og ikki Erlendur, id frætti hesi tíð- Indi, so heyði hann sjálvsagt, ikki lopið framav. Hann hevið kunnað hugsað sær, at ein góður grindamaður, sum Villi er, al- dri hevdi kunnað borið seg so at. Tað er munur á at fara af- tanå eini grind, ið komin er norð í Sund og sostatt er «f pot- tinum» og at finna grind úti á streymi, Men Erlendur, ið uppvaksin er í fremmadum londum, má sjálvsagt vera fremmadur yvir- fyri føroyskum viðurskiftum, og tað er einki at siga til, at hann ikki kennur hit foroyska fólka- lyndið. Hann var glaður yvir, at kunna tveita skarn eftir So- sialinum, og lítið hugsaði hann um, at hann setti Vilhelm Reinert í eitt heldur vánaligt ljós í eygunum á einum og hvørjum foroyingi. Ein slík frásøgn var sjálvsagt ætlað til at øsa upp fólk móti Sosialinum. Og vit hava sanni- liga eisini hit einstøk, ið íkki hava givið seg av við at hugsa sjálvi men einans hava slúkt frásøgn Erlendar ráða, og tey eru firtin inn á Sosialin; men fleiri hava spurt okkum, um Erlendur bara er eitt møsn, ella hann við vilja roynir at gera Villa til ein lúnukong. Ja, ein maður segði, at Ertendur vildi gera Villa til skaðagrip við slí- kari skrivning, og slík umtala av Villa mátti ikki fáa loyvi at standa óátalað. Tað er rætt, at teir á Rítuni hildu seg síggja nakrar fáar hvalir vestanfyri Kirkjubønes midvikudagin; men tjukt var í mjørka, so teir vóru ikki heilt vísir í, at tað vóru grindafiskar, og hetta teir sóu varð so skjótt úr eygsjón, at har var púra einki at gera. Frásøgnin í «14». var sostatt einki annað enn «ein dunna», og Erlendur og «14». tveir ør- vitisfiskar. Korea Á Koreu gongur støðugt afturá hjá amerikumonnum. Ígjár tóku kommunistar býin Taejon. Tað er eydnast amerikumonnum at seta á land 5000 hermenn við útgerð nakað norðanfyri Fusan. Henda herdeild væntast at koma upp í stríðið ein av teim fyrstu døgunum. Hon skal royna at tarna kommunistum so mikið, at amerikumenn fáa stundir til at seta verndarvirkini við Fusan í góðan stand. Barjama sigld á Flesjarnar Seinrapartin hósdagin sigldi Barjama á Flesjarnar. Hon hevði verið við Áir við tómum tunnum, og á vegnum suður aftur til Havnar sigldi hon seg á Flesjar- nar. Hon er fullfermd, mest við koli. Skipið sigst at standa heldur fast, »hart«, sum teir siga. Tað royndi hóskvøldið at koma sær av við egnari hjálp; men ikki bar til. Havborgin og Rókur vøru hjá skipinum í fyrrakveldið. Í gjár fóru teir undir at tøma Barjamu, Rókur og tveir sandbátar fluttu stykkjagóðs og síðani kolið til Havnar. Ætlanin var, at teir seint igjårkvøldid skuldu royna afur at fáa skipið út. Motmæli Førova Búnaðarfelag mót- mælir teimum álopum í føroy- skum bløðum, sum gjørd eru ímóti tí, at innflutt epli koma á bundnan lista í tíðarskeiðinum 1. augnst til 31. oktober 1950. Eitt slíkt hefti á fríum epla- innflutningi skuldi verið gjørt straks við stríðslok 1945, tí so hevði eplaveltingin ikki verið komin í afturhond, sum hon nú er. Sum borgarar og framleið- arar í hesum landi, vil førovslei jarðastætturin ikki verða settur aftan fyri útlendskar eplafram- leiðarar, sum fylla føroyskar sølubúðir, táið foroysk epli eru búgvin at koma í handilin, og halda handilin síðani fullan alt árið ígjøgnum. Vit skulu gera vart við, at so seint sum á vári 1945 varð tað lýst frá almennari síðu, at ein- gin átti at nýta síni egnu etingarepli, men lata tey til setepli. Og so, táið heystið kom, vórðu føroysk epli óseld vegna útlendskan innflutning. Hetta hevur valutaráðið nú viljað rætta uppá, men jarða- stætturin hevur sviðið fyri tað í fimm samfeld ár. Forboð móti innflutningi er ikki sett uttan við teimum treyt- um, at loyvi skal verða givið frá valutaráðnum. Øl onnur framstilling í hesum máli er skeiv og verður hervið mótmælt av Føroya Búnaðarfelag.