leygardagur 19. august 1950síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
19. august 1950
SAMTYKT å
RINGFELAGSFUNDI FØROYA JAVNADARFLOKKS
August 1950
1. Á tingi sum uttantings verður |
øll orka løgd á at vinna meirlutan
fyri teirri socialistisku stevnuni á
demokratiskum grundarlagi.
2. Flokkurin ásannar sum eina
fyrstu uppgávu sína at fáa fylkt fak-
feløgini og tev socialistisku feløgini
til eina politiska arbeiðarafylking
eins og hent er í hinum norðanlond-
um, Fiskimenn, arbeiðsmenn
handar sum andans starvsmenn á
sjogv sum á landi í eina landsfylking
til umskipan og broytan av samfelag.
inum, so alt arbeiði og allar lands-
ins framleidslukeldur verða at
gagna fjøldini, fólkinum sum heild
og ikki einans einstakum persónum!
Tað glasiliga mál verða allir socia-
listar at seta sær sum eitt høvuðs-
málið og lívsmál!
3. Flokkurin ásannar, at arbeids-
og inntøkuloysi er versti figgindi
vinnandi mannsins og fólksins í síni
heild.
Tað er tí socialistanna skylda í øll-
um fóri, har ið leikar á arbeiði og
vinnu hjá tí arbeiðandi menniskjan-
um, at styðja virkir og hjálpa teim-
um til verju og fremjan av gevandi
arbeiði. Samstundis verður ålagt
flokkinum at vera fyri strangari
eftiransan samfelagsins saman við
fakfeløgunum, so hin arbeiðandi
fjøldin á sjógv og landi ikki verður
okrað.
4. Prísirnir eru vaksnir skjótari
enn lønhækkingin. Hetta nervar fyrst
og fremst daglønt og fastlønt, ið
frammanundan sótu við ov lágum
lønum. Her er eitt ólag, sum má
verða bøtt, og áleggur tí fundurin
folkksins álitismonnum á tingi, í
prísráði og í fakfeløgum at arbeiða
fyri einari skipan, hvarvið lønir og
prísir verða samsvarandi, og sum av
sonnum veitir tí arbeiðandi fólkin-
um liviligari kor.
5. Tingið góðtekur støðuna hjå
javnaðartingmonnum í skattarlógar-
spurninginum, har ið teir hava
stridst fyri:
a. at allir skattaborgarar
hava eins stóran frádráttarrætt, men
ikki upp um eina ávísa peninga-
hædd, uttan mun til hvussu stór
skattainntøkan er.
b. at hetta frádráttar hægsta mark
skulu
eigur at vera samsvarandi við lækk-
ingini av húshaidsbudgettinum við
at dýrtíðarviðgera tað (sum prístalið
nú er, verður hægsti frádráttur so
at liggja um 3700 kr.)
ce. at skattamyndugleikarnir skulu
hava rætt og skyldu til at leita alla-
staðni fyri at gerast kunnugir við,
hvørjar inntøkur ein skattaborgari
hevur, (banka, sparikassa og annara
peningastovna skyldu at geva inn-
tøkurnar hjá skatteborgarum upp!)
d. at munandi skattalætti verður
veittur familju fyri hvørt barnið,
hon hevur forsorgarskyldu fyri.
Fundurin áleggur flokksins ting
monnum at halda fram við stridnum
fyri eini rættvísari skattaskipan.
6. Fundurin góðtekur javnaðar-
tingmanna stríð fyri bøtan av fiski-
mannakorum við uppskotunum um:
a, lønjavningargrunnin,
b. forskotsrindanina,
c. minstulønarskipanina,
d, vinnulånsgrunnin við lagaligari
fiskimenn og
lánkorum fyri
sjóvinnuna í síni heild,
e, fiskimanna umboð í stjórn og
umbodsnevnd Føroya Fiskasøl-
(Framhald)
unnar við helminginum
monnunum.
Fundurin áleggur javnaðarflokks-
ins tingmonnum at halda fram við
at útbyggja 1. d. jonjavningargrunn-
in og forskotsrindanina, so hesar
skipanir verða øllum fiskimonnum
harundir grønlandsútróðramonnum,
at fullum gagni. Javnaðarflokksins
tingmonnum verður álagt ikki at
dvína, fyrr enn uppskotið viðvíkj-
andi fiskimanna umboð í Førova
Fiskasølu og onnur uppskot, id aft-
urhaldsflokkarnir hava felt fiski-
monnum til skaða, eru framd.
7. Fundurin ásannar, at full bú-,
veiði- og virkisrættindi i Grønlandi
hava verið og eru millum flokksins
fremstu mál. Góðtakandi javnaðar-
tingmanna ídna starv fyri at náa at
hesum máli áleggur fundurin ting-
monnum nú lá ið grønlandsstongsil-
in er brotin á danska ríkisdegi, og
tað einans er ein tíðar- ella fyri-
reikingarspurningur, nær ið hesi
rættindi eru Førovingum í hondum
og Grønland er okkum eitt opið
land, at leggja allan doyðin á at fáa
skipað so fyri, at fiskimaðurin
sjálvur fær fulla gagnið og ágóðan
av fiskiskapi sínum, og at tað frá
almennari síðu verður lynnt teimum
við lagaligum lánum at fáa til vega
tey amboð, virkishús og annað, ið
tørvur er á fyri at fáa hitt størsta
úrslitið.
8. Fundurin fagnar, at javnaðar-
tingmenn hava borið fram uppskot
um eina plånliga bygging av landi
okkara við havnum, lendingum og
vegum og hevur tað treystið lil
teirra, at teir halda fram við at
ganga á odda í hesum arbeiði, til
tess allar bygdir og øll pláss hava
fingið góð havna- og lendingaviður-
skifti og eru bundin saman við veg-
um, har sum vegagerð er møgulig,
ella á annan hátt eru komin í reglu-
ligt samband hvørt við annað.
9. Góðtakandi javnaðartingmanna
ídna stríð fyri at bøta um tey soci-
alu viðurskiftini í Føroyum áleggur
fundurin teimum at halda fram við
arbeiðinum fyri víðari útbygging av
socialforsorgini, so hon skjótast
møguligt verður at standa á hædd
við socialforgina í hinum norðan-
londunum. Serliga verður strikað
undir tørvin at fáa bøtt korini hjá
sóttardeyðaeinkjunum og økt um
einkjubarnapeningin eins og at fáa
vanlukkutryggingina heilt umskip-
aða, so tey, sum eru fyri skaðavann-
lukku. veruliga kunnu fáa ta tørv-
andi hjálpina.
10. Fundurin
såttmålan, sum
løgdu fyri sembandsflokkin og
sjálvstýrisflokkin, tá ið landsstýrið
varð sett, og sum nevndu flokkar tá
undirskrivaðu, men sum sambands-
flokkurin so skammiliga breyt.
Fundurin úttalar harm sín yvir
hetta svik sambandsins og brot av
áleggur
góðtekur arbeids-
javnaðartingmenn
skrivliga lyfti sínum og
javnadartingmonnum at halda fram
við stríðnum fyri at fáa framt tey
av teimum í sáttmálunum neyndu
punktum, sum ikki eru framd.
11. Fundurin góðtekur javnaðar-
tingmanna fíggjarleiðslu á tingi, ið
gjørdi løglingið ført fyri at skapa
grunnar og rinda alla skuld sína, og
tå ið kriggid hasaði av at veita Før-
oyingum ta neyðturvuligu hjálp til
at fáa sær arbeiðsamboð, so vinnu-
av | loysi ikki kom at leggja seg sum ein
marra yvir fiskimenn og fólkið í
síni heild.
Fundurin áleggur javnaðarflokks-
ins tingmonnum at halda fram við
sínum málvísa almenna fíggjarpoli-
tikki til stimbran og gagns fyri alt
fólkið; fyrst og fremst fyri ta ar-
beiðandi fjøldina.
12, Fundurin áleggur tingmonnum
arbeiðaraflokksins at leggja alla
orkuna á at fáa eina skipan í lag, id
tryggjar fiskimonnum, arbeidsmonn-
um og øllum starvandi fólki arbeids-
lønina uttan mun til, hvørjum føri
og hvørjum umstøðum arbeiðið
verður gjørt í og undir.
13. Fundurin góðtekur og fagnar
at javnaðartingmenn løgdu til brots
fyri nationaliseran av tryggingini í
Førovum og áleggur teimum at ar-
heiða fyri, at øll trygging, harundir
lívstrygging og endurtrygging, verð-
ur í landinum.
14. Fundurin
tingmonnum at taka uppaftur tað i
bóklinginum „Arbeiði til øll á siogv
og landi“ og seinri á tingi fram-
setta fullfíggjaða uppskot til umskip-
an av okkara búnaðarviðurskiftum.
áleggur javnadar-
15. Fundurin åsannar, at „vina-
og frælsisbrævið“, sum arbeiðara
flokkurin legði fram sum beinagrind
og grundarlag fyri okkara stjórnar-
ligu og tjóðskapar- og mentunnarligu
stevnu er útint í teirri nýggju styris-
og valutaskipan. Álagt verður javn-
aðarflokksins tingmonnum við skili
og góðum fyriliti at nýta tey í hes-
ari skipan givnu rættindi til lóggávu,
uttanlanda umboðan í vinnumálum,
yvirtøku av málum, valutanýtslu,
umsiting og óskerdari stjórnan av
teim mongu sermálum og andaligari
sum figgjarligari røkt av teirri for-
oysku tjóðini sum eini grein av tí
norðurlendska fólkinum.
16. Fundurin mótmælir afturhalds-
flokkanna tollhækking í tingsetuni
1949/50 eins og teirri av samband-
inum tilætlaðu nýggju tollhækkan.
ræðuliga skatti uppá útróðramanna
bensinbruk, lagt fram á tingborð av
Kr. Djurhuus, landsstýrismanni.
Fundurin áleggur javnaðarting-
monnum at halda fram við flokksins
inntøkupolitikki og aftrat tí undir
6. punkti nevnda skattahátti at taka
upp aftur flokksins uppskot um um-
skipan og centraliseran av teimum
stóru innfluttningstállunum, so
fremmandir ikki sleppa framat sum
óneyðugir at ríka seg upp ag Før-
ovum.
Arbeiðssáttmálin
sum arbeiðaraflokkurin sambært ring-
felagsfundarsamtyktina "hevur góðtikið
av nýggjum og úlagt tingmonnum
sínum at strigast fyri at fán framdan:
Undirskrivaðu Sambandsflokkur,
Førova Javnaðarflokkur og Sjálv-
stýrisflokkur eru vorðnir samdir um
at seta landsstýrið við A. Samuelsen
løgtingsmanni, sum løgmanni, og at
vit í fyrstu syftu binda okkum til
sum minsta mål at arbeiða fyri:
1) Beinanvegin at føra ta socialu
forsorgina í Føroyum á hædd
við socialu forsorgina í Dan-
mark; aftaná samráðing við rík-
isstyrid leggur landsstýrið til
Ólavsøkutingið fram greitt upp-
skot um hesa bøtan av teirri
socialu forsorgini, harundir
uppskot um, at sóttardeyða-
einkjan, ið situr eftir mann sín
við ov lítlum til at kunna føða
børn, skal fáa somu
vanlukkudeyða-
seg og
Íryggjan sum
einkjan.
2) At fremja sjúkrahúsmálið —
heildarætlanina soleiðis at
landsstýrið til Ólavsøkutingið
leggur fram uppskot um finan-
cieran av hesi bygging aftaná
samráðing við ríkisstýrið um
sludning og bilig langfreistað
lán til hetta endamál.
2) Statsstudning og bilig langfreist-
að statslån til havnabygging i
Føroyum.
4) Langfreistað og bílig statslán til
ravmagnan av Føroyum.
5) Eina financieran av húsabygg-
ing í Føroyum, so tað verður
eins lætt hjá Føroyingum at
byggja hús, sum tað nú er hjá
Dønum.
6) Statsstudning og bilig stalslån
til bygging av kostskula og stu-
dentaskúla, og møguliga í sam-
band við hesa bygging eina um-
skipan av okkara hægri skúla-
skapi; landsstýrið skal til Ólav-
søkutingið leggja fram ein full-
fíggjaðan plån hesi bygging vid-
víkjandi.
7) Inn- og útfluttning til sermál.
8) Skipan av valutaviðurskiftum
og sterlingsbólkaspurninginum.
9) Skjótan loysing av telefon- og
flúgvisambandinum við útheim-
in og løgtingsins rætt til at út-
byggja alt innanoyggja radio-
telefonsamband.
10) Keypi av Landmandsbankans
partapeningi í Føroya Banka og
taka upp spurningin um broytan
av bankaskipanini.
11) Industrialiseran av fiskivinnuni
og styðjan av øllum føroyskum
ídnaði.
12) Teim størst møguligu rættind-
um í Grønlandi harundir sam-
ráðast við ríkisstjórnina um út-
byggjan av havnarvidurskiftum,
skipasmidju, oljutangum o. !
13) Gjøgnumføran av plåninum um
hvalaveiðu, ið nú er til umhugs-
unar hjá ríkisstjórnini, og sum
miða móti Suðurhavshvalaveiðu
hjá Dønum og Føroyingum við
byrjan í Førovum og møguliga
eisini í Grønlandi.
14) Oljubryggjan í Søldarfirði verð-
ur at byggja sum samtykt av
tinginum, og spurningurin um
einkarinnflytan av olju verður
skjótast gjørligt nærri at seta i
verk.
15) Nyggjari og betri lønskipan fyri
fólkaskúlalærararnar i Førovum.
>
tingi
Fyri Føroya Javnadarflokk
P, M, Dam.
Fyri Sambandsflokkin
A. Samuelsen,
Joh. M. Fr. Poulsen
Fyri Sjålvstyrisflokkin
Louis Zachariasen.
YVIRSJUKRASYSTUR
OG ASSISTENTUR
Lyst verður eftir yvirsjúkrasyst.
og assistenti til Toøroyrar sjúkra-
hús beinan vegin. Lønin er ávik-
avíst kr. 504,77 og kr. 365,09 um
mánaðin umframt vistarhald og
uniformsendurgjald.
Sjúkrahússtjórin.
W