leygardagur 16. september 1950síða 4
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16. september 1950
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Nr. 37
Th. Petersen váttar...
Tað hevur heldur aldri dottið mær
í huga at nokta, at eg í seinastuni
sum fólkatingsmaður og álitismaður
fólksins í øðrum føri havi vunnið,
onkuntíð upp ímóti fjórðungin av tí,
sum harra bankastjórin vinnur til
skattingar. Tað er nógv. Vorðiðsum
nógv. Men eg havi ikki sjálvur sett
fólkatingsmannalønina. Havi ikki
kravt ella verið við til at sett eitt
einasta oyra lønoyra av tí, ið álitis-
størvini geva út yvir læraralønina,
Eg sitið har, id eg eri, á fólksins
áliti. Havi gjørt mítt besta. Eri sjálv-
andi til reiðar at fara og lata starvið
við teirri møguligi løn — tað mesta
er ólønað frá mær til annan
mann, ið fólkið hevur størri álit á.
Hetta er bein og einfald manna-
gongd.
Men, frændi, at briksla við hesum
korum er tað ein politikkur, ið
sømir manni?
Nú ríður hann niðarlaga, niðar-
lagari enn hóar seg fyri rættar
menn.
Meg harmar frændan, men meiri
fólkið, um tað letur seg villleiða. —
Tað er, frændi, hægsta ynski mítt at
tað skal klárt og
skilja leið sína.
Tá verður frændin og fólkaflokk-
vakna síggja
og
urin og alt annað afturhald at
hvøkka á skóg, og socialisman vil
standa sum sigursharri.
Í Havn, tann 14. september 1950.
P. M. Dam.
YMISK TÍÐINDI
Fríggjadagin 22 í h. fyllir Jógvan
Heinesen bóndi á Viðareiði 50 ár.
Á landssjúkrahúsið er komin nýggjur
varalækni, Marnar Simonsen úr
Havn.
Henry Andreassen úr Klakksvík, ið
hevur verið K.F.U.M sekreterur í
Danmark, er vegna heilsubrek komin
aftur til Feroyar og verður verandi
her umleið eitt ár.
Útlendskt margarin fæst nú einans
móti innflýggjan av vanligum
margarin-býtiseðli.
Ullaprisurin er nú komin upp í
10 kr. kg.
m/k »Kemes« er lýst til tvangssolu
leygard. 30 sept. Brødurnir Esmar og
Lundahl Angustinussen úr Vági keyptu
»Kemes« úr Danmark um heystið 1946
fyri kr. 60,000. »Kemes« er merkt 61
tons.
Vallistarnir til løgtingsvalið 8. nov
mugu vera innkomnir seinast mið-
vikud. 18. oktbr.
Hósdagin 14. í h. vóru 4 ár umlidin
síðan folkaatkvødan um stjórnarstuðu
Foroya fór fram.
A læraraskúlanum eru nú 7 næm-
ingar í 1. flokki og 7 í 2. flokki, harav
ein kvinna.
Um heystið 1947 var ógvuliga stórt
omanlop norðantil á Fugloynni. Menn
hava nú roknad út, at tað, id niður
kom vigaði minst 6 milj. tons,
Baptistarnir hava bygt nógv aftur
at samkomuhúsinum Betesda.
I Klakksvík eru menn í ferð við at
stovna hornorkestur.
Á Kirkju í Fugloy er umleið hálv-
hoyggjað.
Sjålvt um
200 turkileg,
lítið hoyggj.
Damparin, Grønlandsfelagid skuldi
senda til Grønlands hevur lossað upp
útvið
heilt
hava
Gjáarmenn
fingið
hava teir
í Klakksvík og núgí Havn.
Mikudagin fann hvalabåturin Terji
grind 5 fjordingar norður úr Kallin
um. Roynt varð at reka hana á
Klakksvík, men hetta miseydnaðist.
Telefonsambandið millum Klakksvík
og Havnina slitnaði í ódnarveðrinum
seinastu mikunátt.
P.M. DAM - fólka-
tingssessurín
Hvi er »Krossur« sjúkur?
Løgið at lesa teg, „Kross“.
Tú mátti kennt so mikið av trú-
skapi í tær, at tå ið hvussu var
sýndi P. M. Dam rættvísi. Tí tað er
ein royndur lutur, at t. d. Louis
Zachariasen hevur ongatíð átt ein
trúgvari vin og verjara enn Dam.
Hví seta Dam og Th. Petersen í
sama bás sum fólkatingsmenn ?
Eingin veit betur enn tú, „Kross-
ur“, at P. M. Dam hevur verið í
fólkatinginum, tá ið hann hevur
kunnað fyri løgtingsarbeiði sínum.
Tú veitst, at fólkatingsmannsins
arbeiði altíð hevur verið og er eitt
framhald av løgtingsarbeiðinum, tí
tað eru fyrst og fremst tær á løg-
tingi viðgjørdu felagssakir, sum tað
er fólkatingsmansins uppgáva at
taka sær av í ríkisráði og á fólka-
tingi.
Tú veit, at eingin fólkatingsmaður
hevur í so máta gjørt meiri á ríkis-
degi enn Dam.
Tú veitst, at í Dams tíð sum fólka-
tingsmaður er meiri hent á ríkisdegi
enn alla ta tíðina frammanundan, ið
Føroyar hava haft fólkatingsmann.
Lat okkum bara nevna nøkur mál:
Stjórnarskipanarlógin.
Ellis- og avlamisrentulógin.
Ravmagnsmålid.
Grønlandsmálið.
Ídnaðarlánilógin fyri teim 75
milliónum av marshallpeninginum
hjá Dønum.
Havnastudningsspurningurin.
Valutamálið.
Læraraløningarlógin o. s. fr.
Øll hesi mál hevur P. M. Dam
eisini meir enn nakar annar ting-
maður fyrireikað og stríðst fyri á
løgtingi og heima í Føroyum.
Hetta kundi tú „Krossur“ viðging-
ið, um tú ikki ætlar tær at verða
spilliklútur,
Men er tað so, at tú heldur sær ein
sambandsafturhaldsmann enn P. M.
Dam sum fólkatingsmann ? ??
fyrrverandi høvdingi kann
vátta tær av samarbeiðinum við P.
M. Dam, at hann er 100 % at líta á
nátionált og í øllum, hann hevur í
hondum.
Tín
Fiskiskapur
»Leivur« heima vid 140-150
tonsum. Brimnes komin úr
Grønlandi við 250 skp. hevur
landað haruppi 270 skp.
Partamenn og samhugað
fólk
Gevið flokkinum ein peninga-
stuðul til rindan av agitasjón-
arútreiðslum. Sendið peningin til:
Box 4, Tórshavn.
Skipatíðindi
Heimkomið er Leitið, 600 skpd.
Hesi skip eru á heimveg (nær
tey sigldu í klombrum) Polo 200
31 tons.
tons inni, landad
Haraldur 1000 skpd. — Polar-
stjørnan 1500 skpd (9.9) —
Skålanes 1300 skpd — Grundick
500 skpd., landað 1000 skpd.
(9. 9.) Vestward Ho fullfermd,
landað 713 skpd. (5. 9.) Marv
Margret (11. 9.) 50.000 — Høg-
anes (11. 9.) Mazeppa —
Sæborg. Seinasta týsdag kom
Háenni við 100 skpd. undan
Íslandi.
NÝGGJ SENDING AV
damufrakkum
konfirmatiónsfrakkum
og gentufrakkum
Tlf. 21 - ELIESER JACOBSEN
FRÅ Í DAG TIL VALID
kemur Sosialurin í hvørt einasta hús í
Føroyum.
Ein lýsing í hesum bløðum er tí gull
verd og kostar bert dupultan prís.
rr
Lýsið NU!
Torshavnar tekniski skúli
byrjar 3. oktober kl. 19.
Næmingar ið ætla at vitja skúlan í vetur biðjast siga frå
til Johan Ziska, tlf. 457, seinast 24. í hs.
Í samband við fakflokkin fyri radioteknikarum
skeið fyri fólki ið ætla at taka sendaralicens.
verður
Havnar handverksmeistarafelag.
Kapping
um eina byggiætlan fyri Frúu Trød
Tað verður við hesum gjørt teim kappandi kunnugt,
at freistin fyri innsendan av uppskotum eftir áheitan
er longd til 1. nov. 1950.
Tórshavn, tann 9. sept. 1950.
TEKNISKA NEYND TORSHAVNAR BÝRÁÐS
Telefongentur søkjast
Nakrar gentur, ikki undir 18 ár, sum duga
væl at rokna og skriva, kunnu fáa pláss á
telefonstøðini í Tórshavn. Skrivlig umsókn
verður at senda til
Telefonverkið
Hotel Føroyar
verður nå uppafturlatið aftaná nýumvæling og tekur ímóti, fólki.
Virðingarmest
C. H. Jergensen