leygardagur 7. oktober 1950síða 3
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
7. oktober 1950
” . 4 r”
å muni i 5 år
Hugsið tykkum, at vit styrdu okk-
ara landi undir og aftaná kríggið
1939-—45 á sama hátt sum undir og
aftaná kríggið 1914—18!
Í 1914—18 og lika til
eingin javnadarflokkur á
løgtingi.
1928 sat
Føroya
Tá var á tíngi førdur ein av-
mergingarpolitikkur, hóast kriggs-
tíðirnar vóru inntøkuríkar.
Tingið kom út av krígnum skulda-
bundið og fullkomuliga orkuleyst.
Eingin skipafloti varð endurnýggj-
aður. Eingi virki sett á stoyn á
landi. Royndi onkur, varð spent
bein fyri hann.
Skattainntøkan var í 1932 um 11
milliónur.
So armóðsligt var stýrt og skipað
fyri!
Tá råddi
stýrið.
Undir krígnum 1939—45 og aftaná
javnaðarmenn at sita við
skapandi
sambandið og sjálv-
komu
fíggjarleiðsluni og teirri
ábyrgdini.
Hóast kjansirnir og Mðirnar vóru
tær somu undir og aftaná hesi bædi
krígstíðarskeiðini, kom úrslitið at
verða hvørt sítt.
Aftaná 1939—45 stóð tingið
skuldafrítt, við grunnum uppá mang-
ar milliónur.
Tingið var ført fyri at hjálpa før-
oyingum at endurnýggja okkara
skipaflota.
Hesin skipafloti hevur økt so nógv
um skattainnløku landsins, at í tey
5 árini aftaná kríggið er hon vaksin
við 72 milliónum meiri, enn um hon
hvørt árið hevði verið sum hægsta
krígsárið, samanber P. K. Mouritsens
bókling.
Meirinntøkan er soleiðis um 2
reisur so nógv sum skipaflotin kost-
aði.
Men høvdu
menn verið á tingi, so tað hevði
komið líka so armt og avmergjað út
av 1939—45 krignum sum av 1914—
18 krignum, høvdu vit ongan skipa-
flota haft uttan tær avoldadu slupp-
urnar, ið vit høvdu nytt til fesk-
fiskafluttnings frá Íslandi.
Bara at litið á veiðina við hesum
skipum hevdi verið armóðsligt.
- me
nú eingir javnaðar-
Men so hevði verið, um Louis
Zachariasen, A. Samuelsen, Johan
Poulsen og afturhaldsleiðararnir
høvdu sloppið at rátt sum lyndi
teirra er, rátt einsamallir.
Og so vildi ikki verðið talan um
inntøkuøkjan, men inntøkulækkan.
Tað er ikki ov nógv sagt, at skatta-
inntøkan bygd á einans tær eftir-
verandi skirvisligu sluppurnar vildi
farið niður í helvt av hægsta krigs-
ársins inntøku, (1944!) 42 mill,
Kanska hon hevði farið longri
niður.
Men lat okkum siga eina helvt.
Vit vildu so í hesi 5 ár haft í skatta-
inntóku 21X5 = 105 milliónur
minni enn um meðalárið var sum i
1944.
Munurin á afturhaldsins stýri í
1914—18 og javnaðarmanna fram-
burðsleiðslu 1939—45 er altso: 105
+ 72 177 milliónur.
Hetta eru tøl, ið tala.
At banna seg frá ábyrgdini og
heiðurinum av hesum glasiliga úr-
sliti, kann eingin „normalur“ maður
gera, L. 4.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Politiskur fundur
verður í Tórshøll mánakvøldið 9. oktober kl. 8.
Hin lutleysi Louis Z. figgjarstøðan
Louis Zachariasen sigur nú, at
hann ongan lut hevur í Dams fíggj-
arpolitikki.
Vit kunnu viðganga ella vátta við
honum,
at hann einki init.tativ hevur
sýnt á tingi uttan at verið við ella
ikki mælt ímóti, tá ið Dam, javnað-
arflokksins vegna, er komin við upp-
skoltum sínum.
Men so hevur hann heldur ikki
rætt til at kanna sær nakað av ti
glasiliga úrsliti, sum tingsins fíggjar-
støða var, tá ið sambandið fekk aft-
urhaldskreftir at hjálpa sær at seta
P. M. Dam frá og seta Jóhann Poul.
sen istadin sum figgjarnevndarfor-
maður.
Dams fíggjarpolitikkur hevði hetta
úrslit:
Øll løgtingsskuld goldin.
7—8 milliónur í Tryggingarsam-
bandinum, sum Dam skapti.
Milliónir í øðrum grunnum,
Vegir og havnir bygt sum ongatíð
í Foroya søgu.
So brátt landsstýrismaður Kr.
Djurhuus og Jóhann Poulsen hava
tikið ábyrgd fyri fíggjarleiðsluni
komu vit í eitt dundrandi fíggjar-
hall.
VINNULÁNSGRUNNURIN
Dam hevur til líka nú verið eins-
amallur javnaðarmaður í vinnuláns-
grunninum. Men Louis Z. gevur hon-
um alla skuldina.
Well, so hevur hann eisini alla
æruna.
Tað er rætt, at hann kom við upp-
skotinum um vinnulánsgrunnin.
Og tað er rætt, at vit við vinnu-
lánsgrunninum hava endurnýggjað
okkara skipaflota.
Við hesum við vinnulánsgrunnin-
um keypta fiskivinnuflota hava før-
oyingar í 5 ár vunnið 75 milliónur
meiri í skattainntøku enn um teir
hesi ár høvdu vunnið hvørt árið líka
so nogv sum hægsta krígsárið 1944.
Kann vera, at skipini vóru ov dýr
og ov gomul.
Men, L. Z., tað kann í øllum til-
fellum ikki verða brigdað Dam; ti
longu í 1944 sett hann í sínum til-
tikna uppskoti til endurnýggjan av
okkara skipaflota, uppskot um ný-
byggjan av 25 trolarum, skonnartum,
snurruváðsførum og trolskipum held-
ur enn at keypa gomul før. Men tað
varð felt. Og hann setti javnaðar-
flokksins vegna uppskot um, at
landsneyndin skuldi vera heimilað
til at „,kontrahera“ um alla nýbygg-
ing og standa fyri øllum skipakeypi.
SANERINGSSPURNINGURIN
Nú tá ið tað av ymsum grundum
er komið at standa á nøgluni hjá
fleiri skipum ella skipaeigarum var
Dam við tíl at útarbeiða ein full-
fíggjaðan saneringsplán, sum vildi
bjarga fiskimonnum; sum vildi
bjarga tí almenna frá at tapa meiri
enn bankarnir og hinir kreditorar-
nir, og sum vildi hildið driftini og
framtakshugi fiskimanna uppi. Men
Louis Zachariasen, Kristjan Djur-
huus og landsstýrið í síni heild feldu
ella steðgaðu hesum plåni og lat
standa til, so hitt almenna, har sum
farið er, og fiskimenn hava tapt alt
og bankarnir einki.
Fyri hesum skal Louis Zachariasen
og sambandið koma at standa til
svars til komandi løgtingsval.
Teir skulu ikki doyggja í syndini!
LÝSING
Tað verður her lýst til kappingar um tekning av einum
bygdarmerki til Klakksvíkar bygd. Tekningin, sum send verður
sóknarstýrinum, skal vera í tveimum eintøkum, ein teknað
við svortm og ein við litum. Tekningarnar skulu vera sóknar-
stýrinum í hendi í seinasta lagi hin 1. desember 1950 kl. 18.
Innsendarin skal seta frámerki á tekningar sínar, og á seglaðum
brævbjålva við sama fråmerki á skal innsendarin siga, hvør
hann er. Fyri ta bestu
tekningina (teknað við svørtum +
litmynd) rindar Klakksvíkar kommuna Ar. 500.00, fyri ta
kr. 300.00 og fyri ta tridju ks 200.00
Sóknarstýrið dømir.
Tær tríggjar tekningarnar, sum goldið verður fyri, eru ogn
hjá Klakksvíkar kommunu, og skilar Klakksvíkar kommuna
sær rætt til ikki at vera bundin til at gera brúk av nøkrum
av hesum tekningum sum bygdarmerki fyri Klakksvíkina.
Klakksvík hin 30. sept. 1950.
Sóknarstýrið.
Grót og skervur.
ØU, id vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
' Bílstjórar verða åmintir,
skerv uttan við einum
fyri kommununa.
at
limi av vegnevndini ella einum umboðsmann
teir íkki kunnu heimta grót ella
Froðbiar sóknar kommuna
Nr. 40
Hitt kapitalistiska
vælsignilsið
Fiskimenn! Kammiråtar!
Tad er ikki småvegis slit tit hava
bara vid at veida fyri útreiðslur, ja,
tað kemur til fleiri miljónir kr. ár-
liga. Áhugavert — um enn ein myrk
søga vildi tað verið at kanna til
botns, hvussu nógv av tykkara veiðu
gongur til at ríka innlendskar og út-
lendskar agentar, heilsølumenn,
kommissionerar, oljumagnatar, bank-
menn, tryggingar, sleipistøðir oð
aðrar.
Heildsølumenn flóta í peningi.
Bankarnir byggja glæstriborgir
runt um landið.
Í tiggjutåsindavis av krónum fáa
skrivstovumenn fyri at røkja tykkara
áhugamál.
Stór „paladsir“ hevja seg upp runt
um landið og latið av „flippumonn-
um“ stórøkist.
Hvør skal gjalda?
Fiskivinnan, sjálvandi, ja, enntá
ein deyðastrongd fiskivinna.
Tykkara parti, hvussu er við hon-
um?
Givið er, at inntøkurnar hjá onkr-
um mugu stórliga avmarkast, tá slík
stórverk skulu gjaldast av fiskivinn-
uni, og tað er ikki torført at rokna
út, hvørjum tikið verður frá.
Hetta er í stuttum tað hin kapita-
listiska skipanin hevur at bjóða tykk-
um, og annað vil hon aldri bjóða
tykkum.
Her má ein stórbroyting til, navn-
liga tann broytingin, ið javnaðar-
menn eru talsmenn fyri: sosialistiska
samfelagið.
Tað er og verður einasta leiðin.
Alt annað er ørt og vitleyst og vil
aldri bera fram.
Hvør einasti fiskimaður hevur
høvi til at verða við at gera okkara
samfelag til eitt sosialistiskt rætt-
samfelag, men tað gerst einans við
at velja Javnaðarflokkin.
louis Zachariasens
sambandsmenn
Mangur maður undraðist, tå ið L.
Z. og N. W. Poulsen buðu seg fram
til fólkatingið, tí ikki ein einasti før-
oyingur ivaðist eitt sekund í, at tað
var fullkomuliga vónleyst at fáa ein
Louis Zachariasens mann valdan.
Gátan er nú gitin:
L. Z. vil heldur lata sjålvstyris-
stemmur fara fyri skeytið enn at
lata tær forða einum sambandsmanni
at koma á danating.
Nú roynir hann at doyva sam-
vitsku sína við at møsna um tveir
menn til sambandið.
Sannir sjålvstyrismenn, ið ikki
vilja hava ein sambandsmann vald-
an, eiga at verja javnaðarmenn. At
velja sjálvstýrismannin er at kasta
stemmurnar burtur,
HEILSUBÓT
OSRAM-
VITALUX
HEILDSOLUGOYMSLA:
S. H. Jakobsen
Radiohandil
Bryggjubakki 10
Vågsbotnur 9
Tif. 282 og 682