fríggjadagur 12. apríl 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 69 - 12. apríl 2002
Nr. 69 - 12. apríl 2002
33
VALGREINAR
Ávaring við stórum Á til lista E
Silvurfatið hjá
Høgna Hoydal
og hansara
leigusveinum
Sigvald
Zachariasen
Valevni fyri Sjálvstýris-
flokkin í Norður-
streymoy
Sjálvstýri stig fyri stig
má til. Tí fara vit ov
brádliga fram, so eri eg
bangin fyri, at mangur
fer at standa sum ryssa
yvir deyðum fyli, og
spyrja seg sjálvan, "hvat
hendi her?" Og síðani
vera ógvuliga hørm um,
at alt nú ikki bleiv, sum
vit annars høvdu glett
okkum so ómetaliga
nógv til.
"Endamálið" eru vit
so sera samd um. Men
bert við samhaldni og
virðing hvør fyri øðrum,
koma vit á mál. Ikki í
sjálvdrátti og útspilling
hvørja ferð eitt høvi er
til staðar. Vit eiga heldur
at fegnast um, at tað nú,
í mun til bara fyri 20-30
árum síðani, styttist
ímillum stigini. Hetta tí,
at vinnan í dag hevur
fleiri bein at standa á.
Ein drepandi virus
Ein kend søga er um eitt
høvd á einum silvurfati,
og verður søgan um
hetta silvurfat mangan
tikin fram sum dømi upp
ígjøgnum tíðirnar.
Og passandi kundi
verið at samanlíkna hesa
søgu við framferðar-
háttin hjá tjóðveldis-
flokkinum
fram
til
komandi val.
Teir koyra so kraftiga
og á ein so ósakligan og
ófólkaligan hátt síni
sjónarmið
ígjøgnum,
bæði her á landi, og á
danatingi, at tað fer sum
ein drepandi virus ígjøg-
num alla sjálvstýris-
rørslu og sjálvstýris-
tilgongd í Føroyum.
Vegurin til málið
Nú er hesin framferðar-
háttur ein beinleiðis og
ókeypis løgtingsmeiri-
luti til sambandsflokk-
arnar leveraður á einum
"silvurfati" av Høgna
sjálvum, formanni fyri
Tjóveldisflokkin. Men
tað tykist, at nógv eru
villleidd til at rætta
honum eina hjálpandi
hond, so at hann skal
orka at bera hetta so sera
gamla,
dýrabara
og
tunga fat. Enn einaferð:
"málið" í sjálvum sær
eru vit samd um - Før-
oyskt sjálvstýrið - eingin
ivi um tað, men vegurin
til málið er ikki tann, ið
Tjóðveldisflokkurin
gongur á í løtuni. Og
vegurin er so yvirhøvur
ikki tann, sum Javn-
aðarflokkurin gongur á.
Sjálvstýrisflokkurin
einasta trygd
Havi ført tað fram fyrr,
at Sjálvstýrisflokkurin
hevur til allar tíðir verið
borgan fyri, at ongin
samfelagsbólkur
er
dottin burtur ímillum í
nakrari samgongu, vit
hava verið við í. Onkur
kallar flokkin fyri kittið,
klípið o.s.fr. Men set ein
rút í uttan kit, ella laga
ein garð uttan klípi, hvat
verður úrslitið? Smíða
ein bát uttan ein væl-
klinkaðan bátaseym, um
hann enn er lítil, hvat
verður úrslitið? Jú, skút-
an dettur sundur, ongin
ivi um tað. Ein sterkur
Sjálvstýrisflokkur
er
okkara einasta trygd
fyri, at samfelagsskútan
Føroyar trygt kann sigla
fram til fullveldiskaj-
kantin við øllum sam-
felagsbólkum í lastini,
hóast tað mangan brýtur
í bæði borð. Tá kunnu
fólk so velja, um tey fara
í land ella hvønn veg
skútan skal fara.
Set KROSS við lista
D.
Absalon Matras
valevni Sambandsfloksins
Soleiðis
tók
Finnbogi
Ísakson til, tá ið hann
boðaði frá, at hann ikki
stillar upp til løgtingsvalið.
Tað undrar helst mong,
at
fleiri
framstandandi
tjóðveldismenn mynstra av,
nú formaður teirra boðar
frá, at loysingin kann náast
í komandi valskeiði.
Tað er einki at ivast í, at
skal
ætlan
Tjóðveldis-
floksins fremjast í verki, so
førir hon afturstig við sær
fyri land og fólk.
Um vit ikki høvdu blokk-
in, uppá eina slaka milliard
um árið, hevði Landskassin
havt stórt hall, á hvørjum
ári, seinastu árini, hóast
tíðirnar eru góðar. Eingin
peningur var spardur upp,
men skuldin var vaksin.
Sum skilst, ætlar Tjóð-
veldisflokkurin at avrigga
heimastýrislógina í kom-
andi valskeiði. Tá ið tað er
gjørt, kemur eingin króna
afturat úr Danmark.
Vit mugu ásanna, at vit í
dag ikki hava ein sjálv-
berandi búskap. Tað fara vit
heldur ikki at hava í
komandi valskeiði, og tí
kemst ikki uttanum, at
politikkur Tjóðveldisflok-
sins fer at geva stórar
trupulleikar.
Valevni Tjóðveldisflokk-
sins greiða í fjølmiðlunum
frá øllum tí, ið flokkur
teirra ætlar at fremja:
Skúlaverkið,
sjúkrahús-
verkið, eldrarøktin, barna-
ansing og mangt annað. Alt
hetta kostar hópin av
peningi.
Samstundis vilja tey hava
loysing. Hetta kostar sam-
felagnum eina milliard kr.
um árið. 366 mió. kr. eru
longu skornar burtur. Ein
og hvør skilir, at slíkur
politikkur hongur als ikki
saman, men koyrir sam-
felagið í óføri.
Nei til loysing – Ja til
samband.
Í ríkisfelagsskapi við Dan-
mark er okkara land bygt
upp til tað vælferðarsam-
felag, vit hava í dag. Allir
borgarar ynskja, at menn-
ingin
heldur
fram,
at
vælferðin verður varveitt,
og at Føroyar verða eitt
trygt og gott land at búgva í
hjá øllum borgarum.
Sambandsflokkurin
er
vísur í, at hetta gerst best
innanfyri karmarnar í ríkis-
felagsskapinum. Men ein
fyritreyt er, at vit velja fólk
inn á løgting, sum vilja
samstarva við hin partin av
ríkinum í sátt og semju.
Vel tí eitt valevni á Sam-
bandslistanum.
Sune Jacobsen
Valevni fyri Sambands-
flokkin í Vágum
Rindar landskassin fult út
fyri sjúkraviðgerð á Ríkis-
sjúkrahúsinum, so rindar
Føroya Sparikassi krígs-
pensiónina.
Løgmaður ferðast sum
kunnugt runt landið fyri at
møta føroyingum, og á
hesum fundum er høvi hjá
fundarfólki at seta løg-
manni spurningar. Í síðstu
viku var løgmaður í
Sandavági. Eitt av fundar-
fólkunum
spurdi
løgmann: " Er tað satt,
løgmaður, at føroyingar
fáa viðgerð ókeypis á
Ríkissjúkrahúsinum? Tá
eg spyrji hetta, so er tað tí,
at hetta ofta verður sagt."
Rinda sjálvi
Til henda spurning svaraði
løgmaður:"Vit gjalda fult út
sjálvi fyri ta viðgerð, sum
føroyingar fáa á Ríkis-
sjúkrahúsinum." Her sigur
løgmaður ósatt. Spurning-
urin um Ríkissjúkrahúsið
er uppi og vendir fyri hvørt
løgtingsval, og tí hava
frægir
sambandsmenn
kannað hendan spurning,
og úrslitið er stutt og greitt,
at sjúkraviðgerðin á Ríkis-
sjúkrahúsinum er ókeypis,
ja, hon gevur enntá avlop til
føroyska landskassan.
Refusiónsskipanin
Tá ið gamla refusiónsskip-
anin í 1988 varð umløgd til
ein
blokkstuðul,
varð
blokkurin latin føroyingum
sjálvum at umsita, soleiðis
at skilja, at vit kundu nýta
upphæddina í blokkinum,
sum vit vildu og til annað,
enn hann var ætlaður til.
Soleiðis kundu vit t.d. nýta
tann pening,sum var ætl-
aður til sjúkraviðgerð á
Ríkissjúkrahúsinum til eitt
nú vegir, tunlar ella hvat tað
nú kundi vera.
5% eru ætlað til
sjúkraviðgerð
Men grundarlagið, blokk-
urin varð útroknaður eftir,
var gamla refusiónskip-
anin. Sambært upplýs-
ingum frá Ríkisumboðnum
var refusiónin til sjúkra-
viðgerð á Ríkissjúkrahús-
inum uml. 5% av samlaðu
refusiónsupphæddini.
Verandi samgonga hevur
t.d. samráðst við donsku
stjórnina um at hækka
samlaðu veitingina, meðan
teir sjálvir sita, men grund-
arlagið er ongantíð broytt.
Tí er tað rætt at nýta hesi
somu 5%`ini, tá ið metast
skal um, hvussu nógv vit
fáa frá dønum til sjúkra-
viðgerð uttanlanda, og tá
einamest á Ríkissjúkra-
húsinum
Sí talvu!
Soleiðis hava vit í veru-
leikanum, síðani vit fingu
blokkin, fingið 93 mió. kr.
meira til sjúkraviðgerð á
Ríkissjúkrahúsinum fram
til árslok 1999, enn vit hava
brúkt.
Segði so løgmaður ósatt?
Tað stendur upp til lesaran
at meta um. Einasta próv-
førsla fyri at løgmaður
hevur nortið við henda
pening er: Peningurin til
viðgerðina verður sendur
úr statskassanum upp í
landskassan. Síðani verður
hann sendur niður aftur í
statskassan,sum gjald fyri
tænastur á Ríkissjúkrahús-
inum.
Samanbera vit hetta við
tað, sum hendir við krígs-
pensiónini, so er manna-
gongdin henda. Pensiónin
verður send frá Arbejds-
skadestyrelsen til Føroya
Sparikassa.
Sparikassin
sendir so krígspensiónina
víðari til krígspensionistin.
Sjálvandi heldur stjórin í
Føroya Sparikassa ikki, at
hann hevur goldið krígs-
pensiónina, men tað heldur
løgmaður.
Avlop upp á 93 mió.kr.
Sambært upplýsingum frá Fíggjarmálastýrinum hava upphæddirnar verið hesar í mió.kr.:
1988
1989
1990
1991
1992
1993
1994
1995
1996
1997
1998
1999
Blokkur
480
516
752
784
789
814
817
852
860
886
908
933
Ætlað Ríkissjúkrah
24
26
38
39
39
41
41
43
43
44
45
47
Nýtt til Ríkissjúkrah
22
23
24
26
27
32
34
33
34
35
37
50
Avlop
2
3
14
13
12
9
7
10
9
9
8
-3
Samlað avlop frá blokkinum av útreiðslum, ætlaðar til viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum
93
Føroyingar hitta løgmann
Best er at gevast, meðan leikur er góður !
VALGREINAR
Valevni glímast um talutíð
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin kl. 15 verður
ein øðrvísi valfundur í
ítróttarhøllini í Runavík,
har valevni til løgtingsvalið
skulu vinna glímingardystir
fyri at vinna sær talutíð.
Nú løgtingsvalið nærk-
ast, eru bæði bløð og
heimasíður á tremur við
alskyns valagni. Men tó er
eisini tørvur á valfundum,
har samskifti er øðrvísi og
meira beinleiðis.
Talutíð er ein av høv-
uðstættunum
á
slíkum
fundum, men seinnapartin
leygardagin verður ítrótt-
arhøllin í Runavík karmur
um ein valfund, ið hevur
meira enn bara røður at
bjóða.
Tað er NSÍ, sum skip-ar
fyri fundinum, har upp-
stillaðu flokkarnir skulu
møta við fimm valevnum í
part, sum skulu glímast
móti hvørjum øðrum fyri at
vinna sær talutíð.
Hetta fer alt samalt fram
á einum serligum 16 fer-
metur stórum vígvølli við
einari bleytari máttu, so
politikararnir mugu savna
tankarnar um bæði at halda
sær á fótum og at glímast.
Um miðjuna hevur hvørt
valevni fýra ballónir, og
hvørjar ferð tvey valevni
bresta saman á vígvøllin-
um, ræður um at bresta
ballónirnar hjá mótstøðu-
manninum ella -kvinnuni.
Vinnarin
av
hesum
glímingardystunum vinnur
sær ein minutt av talutíð, og
skal røðan haldast beinan-
vegin.
Tá glímingin er av, fær
flokkurin við flest sigrum
10 minuttirs talutíð, numm-
ar tvey fær 7 minuttir og
nummar trý 5 minuttir.
Hinir flokkarnir fáa tveir
minuttir í part.
Hesin
sermerkti
val-
fundurin byrjar í ítrótt-
arhøllini í Runavík seinna-
partin leygardagin kl. 15,
og kosta atgongumerkini
50 krónur. Orðstýrari er
Hilmar Jan Hansen, og
dómarar eru Jákup Morten-
sen og Jónsvein Knudsen.
Svenning Borg,
Vágur
Valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Áðrenn seinasta val fyri
skjótt fýra árum síðani kom
fram eitt orð, sum eitur
økismenning, og var tað
mest tjóðveldisflokkurin,
sum bar seg fram við
hesum fagra orði, sitandi
samgonga tók eisini hettar
orðið í samgonguskjalið.
Langt er frá orði til gerð
er gamalt orðatak og so var
eisini hjá hesari samgongu,
og ein vánalig samgonga
fyri okum suðuroyingar.
Økismenning bleiv ongin,
men heldur hinvegin, tað
bleiv dýrari at búgva í
útjagaranum, og dýrasti
ferðaseðil hjá strandferðsl-
uni er til Suðuroynna, hetta
má broytast.
Okur vilja hava sama
ferðaseðlaprís
á
øllum
rutunum hjá strandfersluni.
Ígjøgnum allar tíðir hava
suðuroyingar kunna tikið
sítt koyrikort í Suðuroynni,
men nú krevur sitandi sam-
gonga, at skal ein suður-
oyingur taka koyrikortið, so
skal hann til Havnar at taka
tað. Tað fara okur ongantíð
at góðtaka.
Mrcc støðina løgdu teir í
Havn og keyptu bygning til
tað virksemið. Tað almenna
átti bygning í Suðuroynni
til endamálið, men her
suður mátti onki koma.
Oljumálastýrið løgdi teir í
Havn í dýrt leiganum
bygningi, eisini her kundi
tað almenna leiga bygning
til endamálið í Suðuroynni,
men aftur her blivu okur
skúgvaðir til síðis, sjálvt
um alt oljuvirksemi er á
leiðunum her sunnanfyri.
Altso okur eru ikki partur
av tí almenna Føroyum.
Hvar bleiv økismenning-
in av.???
Hvar bleiv økismenning
arálitið av???
Eitt av tjóðveldisum-
boðunum lýsir soleiðis í
bløðunum: Vit halda áfram.
Best er altíð at byrja
fyrst, áðrenn ein kann halda
áfram.
Tillukku samgongan, við
tykkara
avtoftingarpoli-
tikki, men nú er tíbetur ikki
nógv tíð eftir hjá tykkum í
Tinganesi.
Nú er so væl í hondum og
vil eg heita á suðuroyingar
um at fylkast um Sam-
bandsflokkin,
veljarans
trygd fyri eini frælsum
vinnulívi og eini mennandi
oyggj.
Kenneth Rasmussen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Eysturoy
Frælsi at velja
Virkast skal fyri sjálvstýri
so hvørt sum haldgott
grundarlag er skapað. Um
tað verður innanfyri ella
uttanfyri ríkisfelagskapin
ger fólkið av seinni.
Hví?
Tí at tá verður samfelags-
skipanin og fíggjarliga
grundarlagið tillagað so
hvørt, soleiðis at vit ikki
verða kollrend.
Ungdómshús
Fyri at betra trivnaðin hjá
teimum ungu, mugu høli
útvegast til ungdómshús.
Her eiga landið og komm-
unurnar at stuðla mest
møguligt.
Hví?
Tí at tá hava tey ungu
møguleika fyri at møtast í
teirra egna nærumhvørvi.
Lættari verður at avmarka
rúsevnismisnýtsluna
og
náttarkoyringin minkar.
Leiga út skattafrítt
Øll, sum leiga minni enn
helvtina av egnum sethús-
um út, skulu kunna gera
hetta skattafrítt. (Norð-
menn hava góðar royndir av
hesum)
Hví?
Tí at tá fáa vit nógvar tómar
kjallaraíbúðir í brúk og
loysa ein stóran part av
bústaðartrupulleikunum
beinanvegin.
Ansa egnum børnum
Møguleikin at geva familj-
um, sum hava hug at ansa
børnum sínum heima ein
part av degnum, eina sam-
sýning, eigur at verða
kannaður.
Hví?
Tí at tá minka bíðilistarnir
og tørvurin at byggja
nýggjar stovnar og mamm-
an ella pápin, sum er
heima, missir ikki sam-
bandið við arbeiðsmarkn-
aðin.
Løgtingsvalið 2002
Økismenning!
C
M
Y
K
33
32
AUTO
1234
TO
311234
TO
123
AUTO
-Dag & nátt-
Hýra bil
- ring 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
-Alt døgnið-
AUTO
311234
STEMPIL OG SKRÚVU
KOMPRESSARIR
Fáast í flestum støddum til øll endamál
verkstøð. fiskavirkir, alibrúk, entreprenørar v.m.
Stationerir og transportablir
størri samt smærri
Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008