Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-10-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 1950síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROYA LANDSBOKASAVN Føroya Sosial-Demokratur JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR FRÆLSI Friggjadagin 13. oktober 1950 Lýsingarprísur fyri mm: 20 oyru á I, síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu | Blaðið verður bilagt á posthåsinum, og | kostar kr. 2,50 + porto um fjórðingsárið | 24 årg. Nr. 41 EINGIN ARBEIÐS- ELLA FISKIMAÐU ið fordómsfrítt kannar tey verunligu viðurskiftini, aðrar enn javnaðarmenn. Ræðuligar eru atsóknirnar ímóti javnaðarmonnum við P. M. Dam á odda nú uppundir valið. Afturhaldið setur alla orku sína í propogandaina ímóti javnaðarmann- um, tí teir liva í ótta og iva, at tað skal eydnast arbeiðaraflokkinum at fáa hina stóru fjøldina av fólkinum at vakna og gjøgnumskoða aftur- haldsins ræðuligu støðu, tá stríðið hevur staðið um at vart arbeiðs- og fiskimannsins áhugamál. Teir eru blóðræddir fyri, at tað nú skal eydnast arbeiðaraflokkinum at vekja fjøldina til verka. Blóð- ræddir fyri, at í somu løtu, sum arbeiðs- og fiskimenn taka lógvatak saman, er allur teirra afturhaldspoli- tikkur deyðsdømdur, og hitt sosia- listiska samfelagið ein veruleiki. Arbeiðs- og fiskimenn, kannið við urskiftini sum tey eru og dømið um, hvørjir teir eru, ið hava barst fyri tykkara áhugamálum, og hvørjir teir eru, ið harðbhjartaðir hava barst ímóti. Tað kann eydnast fyri eina tíð, aldri vil tað spyrjast, at hin arbeiðarafjøldin ikki at sínum norðurlendsku men føroyska enda fylgdi brøðrum. Javnaðarmenn hava skapa føroyskum politikki, og við síni hørðu átroðkan hava teir fingið aft- urhaldið á glið. Tað er við javnaðarmanna ótroytt- uliga ágongupolitikki, at slík stór- verk eru útint sum: liv í Stjórnarskipanin, ið gevur okkum lóggávuvald, fullan rætt til flagg og mál, og yvirtøkurætt, við har- av fylgjandi umsitingarrætti av øllum føroyskum sermálum. Valutaskipanin, ið er hin besta í øll- um heiminum, við rætti til óskerd- ari nýtslu av fremmandari valuta, sum vit sjálvir vinna, ella kunnu endurgjalda í aðrari valutu. Handverkara og ídnaðarlán, ið veitir okkum javnbjóðis rætt við danir, at fáa lut í hesum lagaligu lánum. Havnabygging, ið hevur gjørt slík framstig sum ongatíð áður. Grønlandsmálið, ið nú er prinsipielt loyst, so Grønland vil vera full- komuliga opið fyri føroyskum fyritakssemi, so skjótt sum sein- astu samráðingar millum Føroy- ingar og Danir eru farnar fram. Ravmagnsmálið, ið javnaðarmenn hava bart fyri í mong ár, og sum nú er við at gerast ein veruleiki við t. d, andeilssamtøkuni SEV. Sjúkrahúsmálið, ið við javnaðar- manna ágrýtnu átroðkan nú er við at koma loysnini nærri enn nakr- antíð áður. Oyrnafjall, ið tað eydnaðist at bjarga landinum við P. M. Dams skjótu og átroðkandi atferð. Tryggingarmálið, ið nú er komið á landsins hendur, og sum harvið hevur spart landinum miljónir av kr., sum annars vildu verið havn- aðar hjá útlendskum tryggingar- trustum. Minstalønin og Lønjavningargrunn- urin, ið vissar fiskimanninum eina nærri ásetta inntøkutrygd, sjálvt um veiðuúrslitið er lítið ella einki, Forskotsrindan til fiskimenn, ið vil veita fiskimonnum skjóta og kon- tanta avrokning, sa húsmóðurin ikki kemur at sita í peningatroti meðan maðurin er burtur. Dýrtíðarviðbótin, har eftir arbeið- arin fær eitt oyra fyri hvørt prís- talsstig. Leingi bardist hinir flokk- arnir ímóti, men at enda góvu teir eftir. Lønspurningurin í almennum ar- beiðum, har arbeiðararnir við ft. d. vegarbeidi hava fingið 120 oyru ov lítið um tíman. Líka áðrenn tingið fór heim eydnaðist tað at fáa fólkaflokksmenn at taka undir við javnaðarmonnum. Saneringina, ið vil veita hjálp til illa stillaði fiskifør, so fiskimenn ikki verða av við veðutólni, og harvið koma í arbeiðs- og inn- tøkuloysisins forbannilsi. Ellir- og avlamisrentan, ið javnaðar- menn altíð hava brt fyri, og sum tað nú eydnaðist at fáa javnsetta við somu rentustigum sum í Dan- mark. Læraralønirnar, so tær í dag eru á hædd við hvat lærarar í Danmark fáa. Enn eru stórtøk eftir, og javnaðar- menn vilja ikki helma í fyrr enn sigurin eisini er vunnin í hesum málum. Hvør einasti arbeiðs- og fiskimað- ur má minnast til, at sambands og fólkaflokksmenn hava verið ímóti slíkum stórmálum sum: * Føroya fiskasøla. Javnaðarmenn hava hava bart fyri at fiskimenn skulu eiga helmingin av limunum í starvs- og umboðsneynd í Fiska- søluni, men harðhjartaðir hava sambands og fólkaflokksmenn sýtt teimum henda rætt. Skatlamálinum. Javnaðarmenn hava sett uppskot um, at eingin skal hava rætt til størri skattafrádrátt enn 3700 kr., so vit kunnu koma undan tí stóra órættvísinum, hvar tær ovurstóru inntøkurnar kunnu gerast skattafríar, meðan arbeids- og fiskimenn verða søktir eftir hvørjum oyra. Kostskúlanum. Sum nú er, er land- sins skúli einans fyri ríkmanna- børn. Fyri at gera tað atkomuligt fyri øll landsins børn, hava javn- aðarmenn ferð eftir ferð sett fram uppskot um kostskúla, men aftur- haldið hevur felt málið, so få- tækramannabørn i dag eru full. komuliga sett uttanfyri allan hægri skúlaskap. Oljumálinum. Javnadarmenn sett uppskot um yvirtøku av olju- hava kann velja søluni, men afturhaldið hevur felt málið. Landsbanka. Javnaðarmenn hava sett fram uppskot um yvirtøku av øllum bankayrkinum, men aftur- haldið hefur felt málið. Inn- og útfluttningur. Javnaðarmenn hava sett uppskot um landsyvir- tøku av øllum inn- og útfluttningi av útgerðarvørum, fyri harvið at hjálpa fiskiflotanum undan speku- lant-okurprísum, men afturhaldið hevur felt málið. 4 Soleiðis kundu vit hildið við at víst á hvussu afturhaldið hev- ur gingið ímóti arbeiðs og fiski- mannsins størstu áhugamálum, men ein og hvør fiskimaður vil herav síggja hvussu tungt og tor- ført tað er at verja teirra støðu. Lat okkum nú fella afturhaldið. Lat okkum allar fylkjast um javnað- javnaðarmenn á annars áfram arbeiðs- og arflokkin, seta fólkatingið, á løgtingið, og allastaðni har tað er neyðugt at verja arbeiðs- og fiskimannsins áhugamál. Veljið Javnadarflokkin! Kvøldsetan væleydnad Fríggjadagin var kvøldseta í Sjón- leikarhúsinum til fyri Bóka- dagin. Tíðliga fríggjamorgunin úlgongumerkini longu seld. frama vóru øll Formaðurin í Bókadagsnevndini, Knút Wang, blaðstjóri bjóðaði fund- arfólkinum at vera vælkonin. Síðani sang Havnar sangfelag. Roykstovan varð so opnað. Har sá ein hvussu lívið formaði seg í ein- ari føroyskari roykstovu. Við væl- valdum orðum gav Hans A. Djurhuus eina livandi mynd av teimum gomlu kvøldsetunum. Aftaná var upplestur. Jákup av Skarði las Sálarsátt eftir Símun av Skarði, Heðin Brú las egna skald- søgu: Hin dagin um Múlan, Mourits Mohr, Kálvamuan eftir Sigurð Joen- sen og Knút Wang eina skemtisøgu. Seinast var Hvør-veit-hvat-kapping millum næmingar úr læraraskúlanum og studentaskúlanum. 6 næmingar vóru í hvørjum flokki, og hvør fiokkur fekk 15 spurningar. Úrslitið varð javnt: 39 stig til hvønn. Bilur móti telefonstødini Tá ein bilur kom oman gjøgnum brekkuna omanfyri telefonstøðina seinasta sunnukvøld, gingu bremsur- nar fyri. Sjålvt um illa stóð til, hendi einki óhapp. Bilurin koyrdi uppá eina skervrúgvu, ið liggur inn at telefonst6dini, Fråbytis- og avroknings- rættur Førova fiskimanna. Hvussu var støða Jens Kr. Olsens og Joh. Poulsens? Javnadarmenn Rhøvdu sum kunnugt reist málini um frá- býtisrætt til fiskimenn í allari vinnu og á øllum førum og um tryggjað avrokningarviðurskifti. Og F.F. kravdi í einum skrivi til tingið eina skipan, ið gjørdi, at útgerðarmaðurin ongatíð fekk fiskimannsins part í hendi. Men hesum vóru sambands- menn og fólkaflokksmenn ímóti. Á Toftum royndi Jens Kristjan Olsen, bóndi, at umbera seg, Johan Poulsen og sambandið fyri at teir høvdu verið ímóti javnadarmonnum í hesum mål- um við, at tað skuldi vera sjó- pantirættur fiskimanna, sum var í vegin. Men Toftamenn og allir Før- ova fiskimenn lesið nú javnadar- manna uppskotið. Vit taka tað upp aftur her: Minnilutin Dam setur fram uppskot til løgtingslóg um frá- bytisrætt og tryggjan av vinningi fiskimannsins. 8 1 Manningin á fiskifari eigur frábýlisrætt, um meirilutin er fyri tí. S 2. Søla av veiðipartinum hjá manningini við frábýti skal fara fram gjøgnum annað fiskiman- felagið Føroya Fiskimannafelag ella Suðuroya Fiskimannafelag, so sum manningin kemur á samt. Foroya Fiskasøla ella annar avrokningarstovnur, maður ella felag, ið selur ella keypur óbýtta veiðu, skal avrokna manningini og útgerðarmonnunum (útgerð- arfeløgunum) hvørjum sær, um meirlutin av manningini er fyri lí. Avrokningarnar fyri manuing- ina skulu fara ígjøgnum annað av teimum nevndu fiskimanna- féløgunum. $3. Henda lóg kemur í gildi bein- an vegik. Skerjir hetta uppskot við ein- um einasta orði sjópantirætt Føroya fiskimanna? Nei! Jens Kr. Olsen og sambands- menn [hava sostatt einans bara tóm orð til umberslu fyri sína her móti fiski- stóru missgerð manninum.