Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-10-21, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 1950síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROYA LANDSBOKASAVN Foroya Sosial-Demokratur JAVNADUR FRÆLSI BRODURSKAPUR Bladid verdur bflagt å posthåsinum, og kostar kr. Lysingarprisur fyri mm: 20 oyru å I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu Samfelagið fyri øll! vit borin til hesar oyggjarnar, øll eiga vit okkara rættvísa lut av ollum tí, id tær geva, og ollum mugu vit skapa slíkar lívsmøguleikar, at hvør einasti íbúgvari við fullum rætti kann siga, at hetta er okkara fødiland. Tað må ikki vera so, at tey flestu skulu slítast og strevast fyri at skapa nøkrnm fáum ovurríkidømi, so tey í sínum stórlæti kunnu rokna hetta sum teirra føðiland, har tey í kraft av gullpunginum kunnu valda sum tey vilja her heima, meðan fiskimannsins vald verður skert og avmarkað til blýloddið við Grønlands strendur, meðan kona og born fúa sína livslagnu latna í hendurnar á keypmansins ella reiðarans náði Tað má ikki vera so, at tann parturin av arbeidarans og fiskimannsins skatti, ið gongur til skúlamál, verður soleiðis nýttur, at tann hægri skúlaskapur, Øll eru I Íslands og ið stendst av honum sum nú, einans verdur atkomuligur fyri ríkmannabørn, meðan børn hjá arbeiðs- og fiskimonnum eru fullkomuliga útistongd. Tað má ikki vera so at reiðarin, uttan fiskimannsins samtykki og vitandi, skal kunna pantset a fiskin hjá fiskimonnum. Tað má ikki vera so at fiskimenn einans skulu fáa avrokningina tå ið tað einaferð best ber til hjá reiðarunum. Tað má ikki vera so at fiskimenn vera útistongdir í teimum stovnum (t.d. Foroya fiskasølu) har teirra storstu áhuga- mál verða avgjørd, og har teir eiga náttúrligan rætt til helmingin av stýrislimunum. Tað má ikki vera so at eitt órættvíst prístal verður nýtt sum grundarlag til lønáseting arbeiðaranna. Tað má ikki vera so at arbeiðs- og fiskimenn verða skattaðir til seinasta oyra, meðan ríkmannaintøkurnar sleppa skatt- afríar, soleiðis sum tað hendir nú. Tað má ikki vera so at ríkmenn og aðrir stórmenn í kraft av teirra serstøðu Í samfelagnum skulu hava serliga okkara lánistovnar atgongd til | at læna pening til skipa- og húsa- bygging, samstundis sum arbeids- og fiskimenn hava ringari møgu- leikar til hesa atgongu til láni- stovnarnar, sambært teirra peningaliga veikari støðu í sam- felagnum. Tað má ikki vera so framleiðslukeldur verða troyttar einstaklinginum til góðar, men heildini, øllum Føroya fólki til góðar, so sosialt- mentunarligt og vinnuligt rættvísi at landsins verður ein landsogn, ið hvør einasti samfelagsborgari kann z kenna seg sum luthavara f. — Javnadarmenn hava og vilja framvegis berjast fyri hesum rættvísi og fullum rætti fyri arbeiðs- og fiskimannafjøldini. Afturhaldsflokkarnir verja og halda fast um samfelagsskipanina, ið einans hevur órættvísi at bjóða fjøldini av fólkinum. Einasti vegur til eina betri og rættvisari samfelagsskipan er so- eiga øll, ið hetta avnað- sialisman, og tí rætlvisi ynskja, at velja j armenn á ting 8. nov. Meira tollur Táð er øllum greitt, at loys- ingin ikki kann gjøgnumførast uttan stórar byrður verða lagd- ar afturat teimum avurstóru toll- og skattabyrdunum, ið fjøld- in av fólkinum i dag má træla undir. Reint og greitt siga leið- andi Tjóðveldismenn, at ein leiðin til at útvega inntøkur til at gjøgnumføra loysingina við, er at leggja meira toll á nýtslu- vørurnar. Øllum kunnugt eru tollbyrð- urnar lyngstar at bera hjá små- manninum og skulu tær nú gerast enn størri, man tad fara at vera eilt hart tak hjá mong- um arbeiðs- og fiskimanni, at klára hitt neyd uga livsupphaldid vid teimum minkandi inn- tøkunum. Hovuðsuppgávan má í øllum førum vera, at gera livilíkindini so góð sum yvirhøvur møgulig og tí má tað vera hvørjum einasta arbeiðs- og fiskimanni greitt, at td e:u hansara egnu livsmål, id eru á vágskálini. Tann politikkur, sum í roynd og veru hevur vist seg sum hin einasti holli og furandi fyri fjøldina av fólkinum, er javn- aðarpolitikkurin. | Leygardagin 21. oktober 1950 | Ring læknaviðurskifti Ongastaðni mugu læknaviður- skiflini vera so ring sum i Norðoyum, id er eitl stórt og spjatt læknaøki. Kl. 2 nállína til kom ein barnakona á sjukra- húsið í Klakkvík, men har var eingin“ lækni, ið kundí hjálpa. Kl. 7 um morgunin målli nabáturin til Havnar við konuni mikudagin læk- fyri at leila henni læknahjálp har. Slíkt er fullkomuliga ófor- svarligt og røltu myndugleikar eiga her at virka fyri einari slórari og skjótar broytiug, ið kann tryggja Norðoyur íbúg- vum skjóta í og lætt atkomuliga læknahjálp, tá slík gerst neyðug. FELAGS BORGAR- LIGU RÆTTINDI innanfyri danska ríkið er eitt av málunum, sum javnaðarmenn halda vera virðisfult felagsmál Stevnan hjá javnaðarmonn- um í norðanlondum er jú, at hin borgarligi rætturin skal verða felags fyri allar norð- búgvar. Hetta er beinanvegin neyðuvt og hetta er eitt vakurt mál hjá førovinvum at vera við til at fremja, tí hin norðlendski sida- ov rættarstøðan er hin hægsta verðini. Tá ið nú Th. Petersen vil hava ta borgarligu rættarstøðuna sum eitt sermál kunnu ikki aðrar grundir finnast til tess, enn aft hann vil hava sín harramanna- rætt skrásettan. Men hansara harramanna- rættur er ikki nakar ynskisrætt- ur hjá arbeiðs- og fiskimonnum at hava yvir sær. Neyðars maður. Th. Petersen veit sær einki at skriva um til komandi løg- tingsval enn tað ræðuliga, at reglurnar um, at konufólk kunnu verða prestar eru settar í gildi í Føroyum. Hetta má geva tann 8. nov. rakan skurð Fólkatingsvalið 14. okt. 1950 Tað var eyðsæð, at hetta val ikki varð tikið sum eitt stríðs- val. „Úrslitið er givið. Tað verða ein javnaðarmaður og ein sam- bandsmadur, sum verða valdir!“ Soleiðis ljóðaði í munni at kalla. Men í mun til sambandið syn- ir valið sigur fyri javnaðar- flokkin. Stuttligt at merkja, at í ikki minni enn 15 småplåssum hava javnaðarmenn gingið fram hvørjum 2,50 + porto um fjórðingsárið T å 24 årg. sammett vid seinasta stridsval, ið fór framm í 1948. Atkvøðutalið fyrj hesi valini er: 1950 1948 Sambandsfl. 1672 2751 Javnaðarfl. 1387 1988 Sjálvstýrið 538 806 Sum fólkatingsmenn eru vald. ir: P. M. Dam og Jóhann Poul- sen, Øllum um, ið hava verið á vali, vit okkara bestu tøkk. Hin 8. novembir verður hitt stóra slagið. Tá taka vit borgina. Tá megu arbeiðsmenn og fiskimenn seta tingið, við javn- aðarmonnum, ið eru einastu av øllum flokkum sum 100 % ganga inn fyrj einari samfelagsskipan, ið gevur teirri arbeiðandi fjold« ini heilar og óskerdar sømdir. Fyri at vinna slagið er neyð- ugt, at hvør einasti ein socia- listur og samhugaður maður og samhugað kvinna leggur allan doyðin á fyri at fylkja veljar- arnar um javnaðarflokkin — hin socialistiska politikkin, ar- heiðarapolitikkin. javnaðarflokksveljar- veita Sambandið og stattarpolitikkur Hesi ord standa sanniliga í Dimmalætting. »Sambandspartiet, ene blandt samtlige færøske partier, står oven klasseenteresserne, fordi det er ene om at representere alle dele af befolkningen« Allur sambandsins politikkur á tingi prógvar, at tað so nógv sum nakar flokkur er merkt av at kenna seg sum stórmanna- umboðari. Lat okkum bara minna á: 1. Forsorgina til tey gomlu. Støðuna, sum sambandsins umboðsmaður á sinni tók niðri á danatingi til forsorgina av teim- um gomlu. Jú, tey livdu vanliga inni hjá børnunum varð sagt. Hví? Tað er bara eitt svar: Peningapungurin hjá teimum stóru skuldu verjast ímóti at gjalda til tey gomlu. Minnist til ta her í blaðnum førdu dokumentatión vid upp- afturtøku úr tingtíðindum um, hvussu sambandið við Johan Poulsen á odda stríddist móti, at tey gomlu og avlamisfólk skulu fáa somu forsorg sum úti á landinum í Danmark. (Framhald á 3. síðu) Stemmið á lista