Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 12. apríl 2002 37 Útisigurin hjá FCK og javnleikurin á heima- vølli hjá Brøndby hava við sær, at spenningurin fram- vegis er stórur um, hvør fer at vinna DM SUPERLIGAN Jóannes Hansen Áhugin fyri fótbóltsferðini hjá Sosialinum og Atlantic Airways sigst vera stórur. Mikukvøldið var 26. um- farið av donsku superliguni á skránni, og tað er ikki undur í, um áhugin millum fótbólts spentar føroyingar verður uppaftur størri fyri at vera hjástaddir, tá Brønd- by í næstsíðsta umfarinum av donsku landskappingini í ár fer at vitja FCK. Tá tað fyri einum stórum mánað síðani varð farið undir seinnapartin av hes- um kappingarárinum, var munurin frá Brøndby á fremsta plássinum og niður til meistararnar í FCK á næstfremsta plássinum tólv stig. Eingin tóktist rokna við møguleikanum, at FCK skuldi megna at fáa Brønd- by aftur. Og spælararnir hjá FCK hava aftur og aftur verið í fjølmiðlunum og sagt, at teir hava langt síð- ani givið skarvin yvir. Men munurin upp til Brøndby er minkaður og minkaður. Mikukvøldið vórðu aftur tvey stig telgd av. Nú er Brøndby fimm stig frammanfyri FCK, og tá havt verður í huga, hvussu tað hevur hilnast hjá FCK og Brøndby síðstu vikurnar, so er tað als ikki óhugsandi, at FCK við sigri á Brødby í 32. umfarinum, sum verður spælt sunnu- dagin 12. mai – tað er tá, at nógvir føroyingar ætla sær at vera í Parkini – fer at leggja seg framum liðið, sum hevur verið á odda alla tíðina, síðani teir fyri ólav- søku í fjør fóru undir hetta kappingarárið. Sjey umfør eru eftir at spæla. FCK skal spæla so- leiðis: Lyngby (ú), Silke- borg (h), Esbjerg (ú), Vejle (h), AGF (ú), Brøndby (h) og AaB (ú). Brøndby eigur hesar dystirnar á: FCM (h), AaB (ú), AB (h), Viborg (ú), OB (h), FCK (ú) og Lyngby (h). Christian Høgni snýttur Vejle varð ikki roknað at hava nógvar møguleikar fyri at fáa stig, tá teir miku- kvøldið fóru norður til Aalborg. Men úrslitið var 2–2, og tað hevði einki for- gjørt verið í tí, um Vejle vann við einum máli, og at Christian Høgni Jacobsen hevði verið tann, sum hevði havt skorað avgerandi málið. Christian Høgni varð skiftur inn, tá 2. hálvleikur var 20 minuttir gamal. Hann var væl upplagdur. Ta einu ferðina sneiddi hann fleiri mótstøðumenn av sær. Hann kom so at siga leysur mitt fyri og heilt stutt úr málinum. Men ólukkutíð varð hann taklaður akkurát, tá hann skuldi stýra bólt- inum síðsta pettið. Á sjón- varpsskýggjanum sá tað so- leiðis út, sum um verju- spælarin hjá AaB togaði Christian Høgna niður, men dómarin segði einki. Í AaB vóru teir vónsvikn- ir av, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna. Men Mikkel Beck kundi gleða seg um, at tað eydnaðist honum at skora á heima- vølli. Hetta vóru fyrstu málini hjá honum á heima- vølli, síðani hann kom úr útlegdini í Fraklandi, og so skoraði hann tvær ferðir – fyrst upp á brotsspark, sum varð framt ímóti honum, og so við góðum stútara eftir innlegg. Todi tætt við FCK hevði ongantíð havt vunnið á útivølli ímóti FCM, tá teir mikudagin settu kós ímóti Ikast. Eing- in ivi er í danska fótbólts- heiminum um, at í løtuni er FCK tað liðið, sum vísir mest sannførandi avrikini í superliguni. Tølini boða eisini frá hesum. Í sjey teimum seinastu umførun- um hava teir í FCK ognað sær seytjan stig. FCK menninir høvdu gott tak á heimaliðnum mesta partin av tíðini, men tað gekk rúm tíð, áðrenn teir skoraðu einasta málið. Fyrstu løtuna var fleiri ferðir tætt við. Todi Jóns- son stútaði í 11. minutti dygst omanfyri, og hann var onkra aðra ferðina í góðari støðu at gera mál. Men tá var Zuma ov sjálv- søkin. Sigursmálið stútaði Cars- ten Fredgaard í 62. minutti, eftir at innlegg var komið úr høgru. Tá tólv minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki kom Peter Møller á vøllin fyri Toda Jónsson, sum framvegis einki hevur ímóti, at hann viðhvørt sleppur at hvíla seg. Brøndby kiksaði Oddaliðið úr Brøndby var stórfavorittur á heimavølli ímóti AGF, sum er undir niðurflytingarstrikuni. Mál- verjin hjá Brøndby, Mogens Krogh, bleiv skaddur undir upphitingini, og so fór ein ikki serliga stórur unglingi í málið. Tað órógvaði, og nýggi maðurin millum stól- parnar átti sín lut í ótrygga verjuspælinum. AGF spældi væl, og teir komu á odda 1–0 í 7. og 2–0 í 21. minutti. Brøndby minkaði um munin beinan- vegin í 2. hálvleiki, og so varð roknað við, at teir skuldu megna at vinna. Men tað var ikki fyrrenn í yvirtíðini, at teir megnaðu at fáa málið, sum bar við sær, at teir fingu eitt stig. At teir í Brøndby kendu seg rættuliga kroystar sást aftur í, at teir í 2. hálvleiki fingu trý gul kort, meðan mótstøðumenninir á AGF liðnum, sum er niðanfyri niðurflytingar strikuna, men sum avgjørt ikki spældi sum nakað botnlið, einki kort sóu. Lyngby legði hesa ferð rygg til 4–0 tap á útivølli ímóti OB. Kasper Dalgass, sum hevur møguleika at sleppa á HM liðið hjá Morten Olsen, skoraði trý mál, og gjørdist harvið nýggjur maður á ovasta skjúttaratindinum. Viborg vann 3–2 á heimavølli ímóti Silkeborg, sum fram- vegis er í tungum sjógvi – sjálvt um framgongdin hev- ur verið stór, síðani Morten Bruun gjørdist venjari. Tað bleiv hann, tá Benny Johan- sen fekk sekkin. Hesin Benny er tann, sum sam- ráddist við FSF um lands- liðsstarvið. Tað er altso tann Benny, sum býr í Keypmannahavn og ikki í Silkeborg – forstås! v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby 26 16 - 7 - 3 58 22 36 55 2 FCK (M) 26 14 - 8 - 4 45 18 27 50 3 AaB 26 14 - 5 - 7 43 33 10 47 4 OB 26 11 - 8 - 7 41 37 4 41 5 AB 26 9 - 11 - 6 37 26 11 38 6 Esbjerg 26 11 - 5 - 10 36 35 1 38 7 FCM 26 9 - 9 - 8 31 23 8 36 8 Viborg 26 8 - 10 - 8 34 32 2 34 9 Silkeborg 26 6 - 6 - 14 29 36 -7 24 10 Vejle 26 5 - 8 - 13 31 58 -27 23 11 AGF 26 4 - 9 - 13 30 43 -13 21 12 Lyngby 26 2 - 8 - 16 21 73 -52 14 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Todi Jónsson (FCK) Tað styttist og styttist millum FCK og Brøndby Julian Johnsson var ikki á vøllinum, tá Hull City enn eina ferð var við undirlutan í ensku 3. deildini týsdagin. Roknað varð annars við, at føroyski miðvall- arin fór at verða tøkur, men skaðin, sum hevur argað seinastu vikuna, sýntist tó somikið treisk- ur, at Julian kortini ikki fekk spælt. Sum sagt, so gjørdist talan um enn eitt tap hjá Hull. Hesa ferð var mót- støðuliðið Rochdale, og tó at Hull tvær ferðir var frammanfyri, so eydn- aðist heimaliðnum at enda at vinna dystin 3-2. -jm Enn eitt tap FCK vann tepurt í FCM, meðan Brøndby óvæntað misi stig móti AGF, so nú eru bert fimm stig ímillum oddaliðið, og enn eigur FCK heimadyst móti Brøndby til góðar Danska superligan 37 Nr. 69 • fríggjadagur • 12. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Tað er ikki endaliga váttað, men eftir øllum at døma kann Todi Jónsson í næstum skrivað diskotekseigari á navnaspjaldrið ANNAÐ ENN FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Fremsti føroyski fótbólts- leikarin, Todi Jónsson, tyk- ist nú vera í ferð við at leggja sær ætlanir um, hvat lívið skal innihalda, eftir at árini sum yrkisleikari eru av. Og at hann er komin nak- að væl út um tilrættislegg- ingina, tykist nú vera víst. Í øllum førum hava vit frá álítandi keldum frætt, at Todi Jónsson – saman við øðrum – nú er í ferð við at keypa eitt dansistað mið- skeiðis í danska høvuðs- staðnum. Savningardepil Her á blaðnum royndu vit í gjár at fáa fatur á Toda Jónsson, men hetta eydnað- ist okkum ikki, tá FCK- leikararnir framvegis vóru til venjingar, tá blaðið fór til prentingar. Men eru upplýsingarnar, sum blaðið hevur fingið, rættar, er lítið at ivast í, at mongu føroyingarnir, sum fara til Keypmannahavnar at hyggja at dystinum mill- um FCK og Brøndby, hava funnið sær eitt stað at savn- ast, og hesa ferð verður tað neyvan á Skarv. Sum skilst, eru tað bara smálutir, sum resta í, áðrenn avtalan um keypið verður almanna- kunngjørd, og tí er talan helst bert um heilt fáar vik- ur – ella møguliga dagar – áðrenn nýggja dansistaðið letur upp. Sum sagt, so eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Toda, áðrenn evstamark okkara, men meira verður helst at frætta um málið í leygardagsblaðnum. Todi verður disko-eigari Føroyingarnir stóðu seg framúr væl, tá borðtennislandsliðið hjá ÍSB um vikuskift- ið tók lut í kappinigni um íslendska meistaraheitið BORÐTENNIS Tíðindaskriv Um vikuskiftið var før- oyska landsliðið í borð- tennis í Íslandi. Íslendska- meistarakappingin var á skránni og fýrati leikarar vóru komnir til Reykja- víkar at dystast. Á føroyska landsliðnum vóru Atli Skaalum úr Tórs- havn, Jónsvein Petersen úr Vík og Jógvan Jákup Høj úr Tórshavn. Jónsvein og Atli vunnu heiðursmerki Jónsvein Petersen og Atli Skaalum leiktu í bólkinum fyri rørslutarnað. Jónsvein leikti fimm dystir í ein- staklingakappingini, hann vann fýra og tapti ein. Hann leikti sannførandi, men av tí at hann var gestaluttakari, slapp hann ikki at leika um heiðursmerkini. Atli Skaalum kláraði seg eisini væl. Hann leikti fimm dystir í innleiðandi kappingini, hann vann tríggjar og tapti tveir. Ein teirra, ið Atli basti í einmansleiki, vann bronsu- merki, tá ið avtornaði. Kappingin í tvímansleiki var opin kapping, so her høvdu føroyingarnir møgu- leika at dystast um heiðurs- merkini. Í kappingini fyri rørslutarnað vóru tveir inn- leiðandi bólkar. Seks lið vóru í hvørjum bólki. Atli og Jónsvein vunnu fýra dystir og taptu ein. Teir endaðu á øðrum plássi og skuldu tí dystast um bronsumerki. Dysturin um triðja plássið var javnur, men føroyingarnir megn- aðu at vinna fimta settið. Jógvan Jákup smæddist ikki burtur. Yngsti maðurin á føroyska ferðaliðnum var Jógvan Jákup Høj úr Havn. Jógvan Jákup var í bólkinum fyri menningartarnað. Jógvan Jákup kom illa frá byrjan og tapti tveir teir fyrstu dystirnar tepurt. Men so kom ferð á, og hann vann tríggjar teir næstu dystirnar. Hann fekk sostatt seks stig og endaði á øðrum plássi í innleiðandi kappingini. Men av tí at hann var gesta- luttakari, so slapp hann ikki í finalubólkin. Skemman stuðlaði føroysku luttøkuni. Íslendingar eru góðir borð- tennisleikarar. Teir hava í nøkur ár verið á altjóða pallinum og hava fingið góð úrslit í bæði EM- og HM - kappingum. Fremsti borðtennisleikarin í Íslandi í løtuni var við í kappingini. Hesin situr í koyristóli, og er sitaður nummar 17 á altjóða styrkislistanum. Jákup á Duul Jacobsen og Skemman eru høvuðs- stuðlar hjá Ítróttasambandi Fatlaðra í Íslandi. Og tá ið íslendingar buðu føroying- um til meistarakappingina, so boðaði Skemman á Hálsi frá, og segði, at teir vildu stuðla føroyska tiltakinum. ÍSB verið í Íslandi Eftir øllum at døma kann Todi Jónsson í næstum eisini skriva diskotekseigari á navnaspjaldri Føroyska ferðaliðið, sum var í Íslandi um vikuskiftið. Hans J. Hansen, ferðaleiðari, Atli Skaalum, Jógvan Jákup Høj, Jónsvein Petersen og Petur Niclasen, venjari C M Y K 36