Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-12-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 1950síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 Dag frá degi. Tvørovrafålk fara til valborið í dag. Tey skulu velja sóknar- stýri, og sum teir frægu menn teir eru, ivast eingin í at teir aftur manna stýrið við javnað- armonnum. Hósdagin 14. des. velja Klakks- víkingar sóknarstýrið. Hin ar- beiðandi fjøldin í Klakksvík vil eisini kenna sína skyldu, ikki minst aftaná logmannsvalið, og fjølment mðla við valborið og setir kross við lista B, javnað- armannalistan.. Í dag giftast í Klakksvík Berg- fríða Klein og Poul Samuelsen. Í morgin á Húsum Anna Da- nielsen og Joen Vilhulmsen. Hósdagin fyli Chr. Matras docentur, Keypmanuahavn, 50 ár. 14. des. fyllir Olaf Andreasen í Múla 50 ár. Í dag verður Amalia Hansrn, Svínoy, 70 ár, og Marin Kimm, Leynum, 60 ár. Runt um landið gongur ring krímsjúka. Nógv liggja sjúk við nógvum fepri. Í dag giftast Hilda Ludvig og Dániel P. Næs (v), Hvalba. Anna Laksafoss úr Klakksvík og Einar Longva úr Longva við Aalesund, Marita Joensen og Hanus Påls- son, bæði úr Gotu. Komandi friggjadag, 15. des., kunnu hjúnini Karolina og Sám- al úr Skúvoy, Hovi, halda silv- urbrúðleyp teirra. Havnar Sangfelag og Havnar Hornorkestur ætla at hava jóla- konsert í Sjónleikarhúsinum 17. des. Klokkutíðin verður lýst seinri. Suðuroyar Fiskimannafelag hevur uppsagt allar sáttmálar; men Førova Fiskimannafelag hevur ikki sagt upp. Lønjavningargrunnur skipsfiskimanna viðbót fyri 1950. Blød til umsóknir um lønar- viðbót flyggjað út hjá sýslumonnum, sóknarfútanum i Vági (í Skúvoy og Mykinesi hjá sóknarstýrinum) og á skrivstoyn grunnsins í Tórshavn (tlf. 643). Tad verður mint á, át umsókn- irnar eiga at vera innkomnar innan 1. mars 1951 saman við avrokningum fyri 1950. NB. Ialda menn seg eiga við- bót og hava ikki fingið avrokn- verða ingar eiga teir kortini at senda umsóknina inn aðrenn 1. mars og skila til, nær avrokningarnar kunnu væntast og senda tær tá. NEVNDIN Telás fáa bestu málingina hjá okkum. M. P, Jacobsens málarabúð Tórshavn - Telf. 323. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Småbrukarafeløg Íkki arbeiða traðarmenn og aðrir smábrúkara altíð undir bestu korum. Hví ikki taka seg saman fyri at rekja síni egnu áhugamál? Stóðu allir smábrúk- arar saman fyrst í bygdarfelog- unum og síðani í einum megin- felag vildi nógvar uppgávur ver- ið lættliga loystar, sum hin ein- staki smábrúkarin í dag stend- ur hjálparleysur yvir fyri. Slíkt felag fevnir yvir mong starvsmål, t. d. hjálp til økjing av dyrkilendi, vetrarfriðing, fel- ags keyp og sola av búnaðar- vørum, okeypis rætt til torv- grevstnr, okeypis útrakstrarrætt- indi til neytini, felags keyp av landhúnaðarmaskinum. Hartil skuldi eitt tílíkt felag virka fyri at allir húsmenn fingu eina kúgv, ársbrenni av torvi, ársnýtslu aý eplum og annað skattafrítt tå hesir tættirnir í mannsins vinnu ofta eru rættuliga dýr- vunnir og valla kunnu roknast p i Í , sum. beinleiðis inntøku. Sundurlyndið í hini andi fjøldini er ov stórt til at nakað munandi kann gerast småmanninum til frama. llesi brek mugu rættast, samhald og samvinna mergjast, so teir í felagsskapi kunnu fara undir at bøta um vinnulíkindini og úr- tøkumøguleikarnir, ikki minst innan landbúnaðin. arheið- Smábrúkarar fylkist! Traðarmaður. SAMKOMUHÚS Flestu bygdir eru illa út- gjørdar við samkomuhúsum. - Har tilik hús eru, eru tey ofta illa umsitin og valla nytulig til samkomur. Ein bygd við ongum sam- komuhúsi er beinleiðis lamin; kann ikki røkja nakað andligt lív. Eitt samkomuhús er neyðugt fyri dansin, ungmanna- og onn- ur felagsarbeiði, politisk, kristi- ligt o. a. fundarhald o. s. fr. Ikki minst hevur eitt tílíkt høli beinleiðis tydning fyri ungdóm- in sum fimleikarhøll, tí hesi hús kunnu lættliga undir góðari um- sjón nýtast til hetta endamál. Allar kommunur eiga at sýna bygdarinnar samkomuhúsi hin størsta áhuga og beinleiðis vera við í tí uppbyggjandi arbeidi- num við peningaligari hjálp og stuðul, so henda bygdamiðstøð- støðin av sonnum kann verða bygdini til prýðis og gagn. samkomuhús eru nú komin í fleiri hygdir. Tey gomlu eiga at verða nútíðar- gjord, alt soleiðis, at:tey tænu flest moguligum- endamålum. Nidurgangandi tidir. Fiskimanninum svidur fyrst og harðast. Hvor — hvørjir — halda landi okkara uppi? Skal ein døma eftir teim føgru orðum, ið fullu framman undan valinum, er dómurin lættur at frammsiga ella rættari sagt: dómurin er longu sagdur og ljóðar soleiðis: Fiskimenn halda landi okkara uppi, teir hava tikið tey tungu tøkini og táka framvegis tað tyngsta tak- ið Teir sigldu áðrenn kríggið fyri hungursløn, teir sigldu með- an bardagin leikaði sum harð- ast bæði í luftini, á sjónum og undir vatnskorpuni. Allastaðni vóru fiskimenn í vanda og en sigla teir vandasjógv um ikki kríggj er orsakin, so er stormur vetrarstomur, havódn, ísur og enntú rekandi spreingiknøtt- ar, sum enn síggjast av og á. Alt hetta og mangt annað vakurt kundi tú hoyra og lesa frammanundan valinum. Ja, tað var lovað fiskimonnum okkara gull og grønar skógir. Millum annað varð sagt og skrivað, at fiskimenn nú skulu sleppa at selja fiskin við tað sama hann kemur til lands. Meira varð ikki sagt, men vit tora at rokna við ella rættari sagt: vit noyðast at rokna við at prísurin verður tann ið hann av sonnum eigur at verða. Men skal prísurin verða tann rætti, so må Føroya Fiskasøla keypa fiskin, og fiski mannaumboðsmenn megu hava rætt til at ansa eftir, at fiski- menn fáa tann pris eir av sonn- um eiga at fáa. Umframt hetta má fiskasølan avrokna mann- 9. desember 1950 ingina gjøgnum fiskimannafel- Oginj og seta fiskimonnum teirra pening á serstaka konto í banka Føroya javnaðarflokkur hev- ur mál á tingi hesum viðvíkj- andi. Vit vóna at fáa tað framt sum skjótast. J. H. Danbjørg. Fólkaflokkurin og sam- bandsmenn funnu hver annan. Fyri 8 døgum síðan kom ein grein til blaðið; men hon slapp ikki í, ti hon kom ovseint, og ti at tå var einki pláss eftir i blad- num. Men vit prenta hana her. Hon er soljóðandi: Hví velja teir ikki Løgmann og Landsstýri? Hvørjum bíða teir eftir, ella hví drála teir — hesir kapita- listaumboðsmenninir: sam- bandsmenn og fólkaflokks- menn? Hví ganga teir ikki sam- an og velja Løgmann og Lands- stýri. Tá ið tað ræður um at kúga arheiðsfólk og fiskimenn og leggja skatt á tey fátæku og verja kapitalistarnar. Tá finna sambandsmenn og fólkaflokks- menn altíð hvør annan. Hví drála teir nú við at ganga sam- an? Tora teir ikki nú at koma framm í ljósið og viðganga, at teir eru tvær alin úr sama vad máli, og teirra einasta uppgáva er at verja yvirklassan og kúga slitmannafjoldina? Teir finna nokk hvor annan. Hví drála teir? Ella hvussu leingi ætla teir at drála? Fiskimaður. Hesin fiskimaður fekk altso rætt. Nú er samgongan ein veru- leiki. Blaðstj. Skipafelagið Feroyar Telefonir 209 171 274 | Tórshavn ð NIDAN-komifuret er konstrueret efter ønske af og í saimrisd med Statens Husholdningsraud. Det er et rigtigt ønske- komfur med rent og til- talende jure, minimalt brærd»elsforbrug, altid varmt vind, effektiv ste- geovn, ingen snavsede gryde, og ingen røg og sod i køkkenet A.S. BALSLEV á CO. — TORSHAVN