leygardagur 13. apríl 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 70 - 13. apríl 2002
Nr. 70 - 13. apríl 2002
3
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum á ymiskan hátt
gleddu okkum á silvurbrúdleypsdegi okkara og góvu
okkum ein framúr minniligan dag.
Vit ynskja tykkum alt tað besta í framtíðini.
Blíðar heilsanir
Brynhild og Sjúrður Hansen, Argir
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum mintust meg
á áttati ára føðingardegnum.
Blíðar heilsanir
Magnus Hamrá, Hósvík
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum hjálptu okkum
og sýndu samkenslu, tá kæra kona, mamma,
vermamma, omma og systir okkara
Elspa Maria Zachariassen, lærari
fødd: 05.06.41– deyð: 08.03.02
var sjúk, andaðist og fór til gravar.
Takk fyri heilsanir, blómur, vitjanir og forbøn.
Tøkk til Niels Paula Danielsen, prest,
Pól Jóhannesen og Óla Poulsen
fyri troystarrík orð og sang.
Tøkk til kirkjutænarar og onnur, sum hjálptu til
við jarðarferð og ervi.
Tøkk fyri gávur til KFUM & K.
Tøkk øll tit mongu, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Harrin signi tykkum øll!
Heilsan
Aksel, Steinbjørn, Gudrun, Marjun, Palli, Maria,
Jákup og Hanus Súni
Tøkk
Hjartaliga takka vit tí stóru mannfjøld, sum fylgdi
okkara elskaðu mammu, konu, dóttur og systur,
fastir, svigarinnu, ommudóttur og svigardóttur
Inga Falkward Damberg
til hennara seinasta hvíldarstað.
Øllum tykkum, sum við telegrammum, blómum,
kransum, gávum og á annan hátt
sýndu okkum samkenslu.
Eina hjartans tøkk til starvsfólkini á B5,
sum vóru um hana ta síðstu tíðina,
somuleiðis eina stóra tøkk til neistakvinnurnar,
ið skipaðu fyri tiltakinum í ítróttarhøllini,
21. febr. 2002.
Og ikki minst tykkum øllum, sum í Ebenezer
gjørdu jarðarferðina og ervið ógloymandi
í hesi sváru sorgartíð.Tøkk øll somul.
Nanna, Marjun og Finn
UMMÆLI
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Góð list er at skera so tætt
at evninum sum gjørligt og
fáa alt tað órógvandi burtur
og hetta er eisini tað torføra
við list. Og nær var gingið,
tá Leikpallur Føroya frum-
sýndi leikið »Góðar tíðir«
eftir írskt/franska rithøv-
undanum Samuel Bechett
hóskvøldið.
Ein yvirirvaksin mold-
rúgva. Mitt inni í henni og
upp til nalvan í mold, sten-
dur høvðusleikarin Vinnie,
eiggilig, frek, deilig og
rimmarføst í lívinum. Hon
viðmerkir tíðina, sum fer
fram við, einki sleppur
undan hennara kláru eyg-
um og dagarnir endurføðast
við sama innihaldi, meðan
hon sjálv eldist og søkkur
longur og longur niður í
túgvuna. Og har var so lítið
at leggja aftur at. Akkurát
sum vit sjálvi, ikki sann-
heit.
Eg havi sæð leikin fyrr,
bara í veruleikanum uttan
smíðaðan pall og sjónleik-
arar, uttan sminku, ljós og
leikstjóra. Vit skrúva tíðina
aftur til fyrru helvt av átta-
tiárunum. Vit eru heima á
Sandi. Ein kvinna í seksti
árunum tørnar inn og hon
tørnar ikki út aftur fyrr enn
hon doyr eini 20 ár seinni.
Hon liggur í stovuni. Hevur
alt hon hevur brúk fyri
rundan um seg, ikki longur
burtur enn hon røkkur.
Rundan um hana stetlar
gamli maðurin, sum illa
nokk hongur saman av sliti
og elli. Samrøðan teirra
millum er tann sama sum í
leikinum »Góðir dagar«
Tað er tíðin, sum brínur.
Rúgvan av nyttugum lut-
um, sum hendan kvinna
heldur seg hava tørv á bara
veksur og veksur til hon
doyr og hon gerst minni og
minni í songini hvønn dag
sum fer. Eg gekk runt
hvørjum einasta málinga-
handli í Havnini og endaði í
Runavík fyri at fáa bílig-
astu málingina til vind-
skeiðirnar á húsum henn-
ara, vindskeiðir, sum hon
ongan møguleika hevði at
síggja, rúnarbundin rúnar-
bundin sum hon var.
Tú skal ikki leita eftir
eini handling í leikinum
»Góðir dagar«. Handlingin
er heldur ikki neyðug.
Einatalan hjá Winnie er so
skerandi sterk, hon kon-
fronterar okkum við lívið
og tíðina, sum eirindaleyst
brínir av okkum og at enda
fær okkum heilt niður í
moldina. Í løtum minti
einatalan um eina langa
yrking uttan rím. Eg kendi
meg aftur í at tosa við meg
sjálvan um smálutirnar í
lívinum og hvussu tankarn-
ir mala í klingur mangan.
»Fyrr trúiði eg, eg sigi at
fyrr trúði eg«. »Fyrr segði
eg, eg sigi, at fyrr segði eg«
Kúgaði maðurin á pall-
inum Willie (Kári Øster)
kundi havt biðið konuna
hildið kjaft, var hann nakað
mannfólk, tó tigandi stýrdi
hann á sín egna hátt. Og
lívið hevði ikki nógv at
bjóða honum, men á sama
hátt sum hjá konuni, so
hevði hann heldur ikki dirvi
til at sleppa sær úr lívinum
hóast revolarin altíð var
nærhendis.
Kristina Øster er ein
deiligur sjónleikari og hon
mennist longur hon kemur
niður í túgvuna. Tað eru
nógv sekund og nógv er
lagt aftur at leikarakynstri
hennara síðani hon reiggj-
aði í »Glataðu Spælimonn-
umum«.
Leikpallur Føroya hevur
nakað at bjóða »Krypilin úr
Inismann,« og »Eitur nakað
land weekend« sveima enn
áminnandi í huganum og
nú eru "Góðir dagar"lagdir
afturat. Síggið leikin, har er
heitt inni, dekan og heitt.
Meðan tíðin fer framvið
Kristina Hansen hevði ein
frálíkan leiklut sum Winnie.
Mynd: Allan Brockie
C
M
Y
K
3
2
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
veitst tú ikki tað?