Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-03-15, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 1951síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EYKABLAÐ ØROYA LANDSBOKASAVN Føroya Sosial-Demokratur JAVNAÐUR FRÆLSI BROÐURSKAPUR Nr. 14 Lýsingarprísur fyri mm: 20 oyru á I, síðu, 16 oyru á 3. og 4. síðu Hósdagin 15. mars 1951 Bjarne Christensen) dømdur. Mikumorgunin kl. 5 min. yvir 9 var rætturin settur, ið døma skuldi brennivargin Bjarne Chri- stensen. Dómarin setli rættin, við lutakasti teir 11 nevningarnir av teim 15 møttu Hesir vóru: og vórðu úttiknir. Joen J. Henriksen, Sørvági Joen Hentze, Skúoy Jacob Samson, Klakksvik Hans P. Jacobsen, Haldarsvik Poul H. J. Joensen, Sandavågi Dånjal Niclasen, Midvågi Georg Thomsen, Tvøroyri Petur á Steig, Sandavági Johs. Petersen, Tórshavn Johan Nolsøe, Vági J. D. Joensen, Sørvági Chr. Nielsen, Strondum. hvør lesir máttu sær, reisa seg upp og siga: „Ég lovi SO, uppá æru og samvitsku“ — al teir skuldu vera rættvísir. Sinamillum arnir Poul Sandavågi, lil formann. Sidan for Bjarne Christensen i vitnistolin, og farið varð undir klaguskrivið. valdu nevning- Joensen, lærara, al gjøgnumganga Frammanundan var upplýst, at átalaði er føddur 25. sept. 1926 og sostatt er 24 ár. Hann er klagaður fyri: a. at hava sett eld á eitt gólv- teppi í loftshæddini har hann búði í Keypmannahavn, men tá henda klaga er vorðin so gomul, verður tiltala fráfallin. b. at hava stolið ein bil í Helle- rup um várið 1946, eins og hann somu nátt hevur stolið eina fløsku av portvíni. c. 14.-10 1947, kl, I farin um nåtlina inn i ka- Ringsted, al vera sernubygningin i har hann, ávirkaður av drekka, setti eld á ein lvist- klodda, ið lá í bili. Seinni somu nátt farin uppá loftið har sett eld á ein kassa við træull. Skaðakrav: 96.609,64 kr. d. 14.-2. 1948 millum kl. Í og 1!/> at hava sett eld á nøkur bløð í bókhyll inni í offisersmessuni í Holbæk kasernu, og síðan sett eld á rús einum og eini í einari trappuuppgongd. e. 14.-7. at hava 1948 kl. 2 um náttina sett eld á ein last- | { | | | bil í Keypmannahavn, har ein maður sat inni í húsinum og svav og ein annar lå og svav uppi á hálminum, ið hann festi í. Skaðakrav: 650 kr. f. hálmin og 10.000 kr. f. bilin. f. 14.-10. 1948 í St. Kongens- gade politistøð í Keypmh. at hava stolid ein politiuniform og lummalykt, sidan spælt politiur og seinni grivid alt niður i Norðsjællandi. Skadakrav: 235 kr. g, 23.-12. eina 1918 rusadur at hava kollvelt eina kiosk i Kpmhvn. Skadakrav: 40—50 kr. h. í tíðini frá februar—juni 1950 í Tórshavn at hava selt 8 fl. av akvavit fyri 40—50 kr. stk. i. at hava stolid ein klædning og ein fyllupenn frå islend- inginum Herman Sigurdson. | 21..5. 1950 kl. 0,45 at hava fest í ein kassa við hálmi úti í Tinganesi, og harvið orsakaði tann stóra brand- skaðan har. Frá eldstaðnum var hann farin aftur til Hotel Djurhuus, har hann búði og sledgadi uttanfyri. Løtu seinni kom Magnus Si- monsen har og segði honum, at tað brendi úti í Tinganesi, til tess svaraði hann: Det gør det maaske ogsaa. Seinni somu nátt var hann undir sløkkingini dåttin niður á brandstaðn- um. Orsakað hesum varð hann koyrdnr á hospitalid, har hann kom undir læknarannsókn. Í sínum ovursinni máttu 9 manns til at halda honum. Lækna- vállan frá Pauli Dahl, yvirlækna vil vera við at maðurin hevur simulerað ørur, men hetta heldur rælturin ikki bera til. Sjålvur sigur hann ikki minnast atferð sína. Í samband við Tinganesbrandin er skaðakravið: 465.971.30 kr. KI. 3 korter til 12 var rættar- fundurin slitin og settur aftur kl. 2. har framhildið varð vid Hotel Føroyar-brandinum. k. 2.-6.-50 kl. 0,44 at hava í ermuna á einum frakka av seg um fest ið hekk í ganginum á Hotel Føroyum, og orsakað at all- (Framh, á 2. síðu) ———— Dánjal Johs. Joensen Seinasta mánakvøld andaðist ein vælkendur Viðingur, Dánjal Jóhs. Joensen, vanliga neyndur Dáli, 90 ára gamalur. Seinni árini hevur hann verið búsitandi í Klakksvík, og doyði nú av ellisbrekum á Klakksvíkar sjú- krahúsi. Seinasta summar doyði kona hansara, Jóhanna. Við honum er ein av teimum góðu, gomlu hetjunum farin, og millum slekt og vinir vil hann verða stórliga saknaður, tí hann var ógvuliga nógv avhildin og væl umtóktur. Hann var ein av teimum stillu í samfelaginum, men hetta stillsemi og spaka lyndið var ikki einssigandi við tørvandi arbeiðssemi. Nei, alt annað, tað vera neyvan nógvir, ið kunnu 7 vísa á avreksverk í tann mun sum hann. Á Viðareiði eru soleiðis nøkur og 30 hús, av teimum hevur hann bygt nokur og 40, umframt umvølingararbeidir og byggjan av úthúsum i hópatali. Eisini í ødrum bygdum var hann vanur at vera og smíðja hús, og á yngri árum sínum plagdi hann at vera í Klakksvík um várarnar gera skip til. Ein skuldi trú at hetta arbeiðið hevði tikið alla tíð hansara, men so var ikki. Hann róði út tað sama sum aðrir menn, fleyg- aði. velti og gjørdi annað heima- arbeiði. Hansara partur lá ongan- antíð eftir, hvorki á landi ella sjogv, hartil var tað altíð dygdarverk, sum ikki ómakaði nøkrum at koma aftur um aftur fyri at gera tað betri. Íann var álitismaður bæði á sjógv og landi, og hevur gjørt mong roysnisbrøgdini, men lítil- låtadur, sum hann var, tosaði hann aldri um hetta. Lesandi maður var hann sum fáur, og hann visti, hvat hann las og dugdi at greiða frá tí á ein sjåldsama áhugaverdan hátt. Sum ein væl mentadur og and- liga sinnaður maður var tað bert dygdargóður lestur, hann leitaði eftir, og hetta eyðkendi alla hansara talu. Seinnu árini vóru eyguni so brekadi, at hann fekk ikki lisið, tað honum stórur saknur. Eitt langt, ríkt og arbeidssamt lív er at enda komið, men prýðiligt er tað minni, ið hann, við dagligum sliti og strevi hevur og og og var ein sett eftir seg. | Nú stundar hann moti ti síðsta | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og | kostar kr. 2,50 4 porto um fjórðingsárið 25. árg. hvíldarstaðnum, tí staðnum, ið hann sjálvur segði seg hava lagt sítt størsta arbeiði í — kirkju- garðinum. Friður veri yvir minni tínum. So verða teir eyðrænd- ir — prísokraðir av afturhaldinum Sum greitt er frá seinast hava hinir sameindu sambandsflokk- arnir dungað tær neyðsynjarvør- ur, ið ikki ávirka prístalið, undir í tolli. Og so ósmædnir eru aftur- haldsflokkarnir, at teir rópa út sum eina vælgerð, at okurtoll- urin skal verða nýttur til at seta niður prístalið, skerja arbeiðar- anna og lønløntu manna keypi- kraft, Lat okkum taka eitt dømi: Av húshaldsvørum ávirka van- liga bara helvtin prístalið, með- an hin helvtin, id eitt húshald må hava, ávirkar ikki prístalið. Og tá id nú afturhaldid ber seg so at, at tað prishækkar vørur- nar, ið ikki ávirka prístalið, niður, verður hin arbeiðandi fjøldin ikki at orka at keypa ta av tollinum dýrkaðu neyðsynj- arvøru. Vit taka eitt dømi: Eitt hús, hvers forsyrgjari vann 6000 kr., brúkti fyri 3000 kr. av vorum, sum avgera prís- talið og 3000 kr. av vøru, sum ikki ávirka prístalið, má nú aft- aná ta nýggju prís- og tollskip- anina hjá afturhaldinum geva 2000 kr. fyri prístalsvørurnar og 4000 kr. fyri ikki-pristalsvørur- nar, altso somu 6000 kr. sum undan nýskipan afturhaldsins. Men tað at prístalsvørurnar gingu kunstiga niður ber við sær, at tað minkar tær 6000 kr. hjá forsyrgjaranum niður í 5000 krónur. Fólkaflokkurin og sambands- flokkurin hava so statt reitt so fyri arbeiðarafjøldini, at nevndi forsyrgjari nú fær bara 5000 kr., har id hann áður fekk 6000 kr. at keypa neyðsynjarvørur fyri, ið nú kosta 6000 kr. Hesir flokkar hava so statt rænt 1000 kr. av 6000 kr. frá lønarbeiðarunum, uttan at hava minkað um prísin á teim samlaða húshaldsvørunum. Haldið $ccialin