týsdagur 24. apríl 1951síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24. apríl 1951
A AA [ [[ [ff [ [fy [[[[ [fy [ fy [[—————f—(—HS+»—"h—&|—|——y>P
Teir løgdust á fiskimannin.
Framh. av bls, 1.
vaksa um prísin fyri fukin hjá
fiskimanninum !
Lystiligt!
Men tessverri, tað eru heilt aðr-
ar grundir hjá afturhaldsflokku-
num fyri at ræna arbeiðsmannin
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
framleiðandi arbeiði her gr -dar-
lagið fyri øllum.
Hetta arbeiði kann ikki steðga
uttan at alt steðgar og doyr.
Men tå ið so er, mega Mir
skilamenn skilja, at eingin eigur
sterkari rætt til at fáa síni kor
hevjad, so teir kunnu liva enn
fiskimaðurin og arbeiðsmaðurin.
Her um skal stríðið standa!
VINKONAN VITJAR
enn at spara fiskimanninum. Tað
vilja vit í ríkligum máli koma
aftur til seinri,
Vit eru seinastir fyri nakrari
skipan, sum tekur burtur av ti
nógv ov lítla, sum fiskimadurin |
fær. |
Vit siga tí: roknið út, hvat ið |
ein neyðugur lønbati til arbeiðs-
menninar vil minka um fiskaprís-
in! Og latið so rikmannin, hu dr-
aðtúsund intøkufeløgini halda
fiskimannin skaðaleysan.
Henda leiðin er farandi. Hesa
leiðina = vilja arbeiðsmenninir
krevja teir høgu harrar at ganga.
Hesa leiðina skilja fiskimenn vera
rættvísa.
Ikki ein einasti fiskimadur vil
góðtaka, at leiðin er, at eisini ar-
beiðsmaðurin skal fáa hungurs-
bandið um hvørkrar sínar, medar:
teir stóru skulu sleppa at sita við
øllum sínum óskerdum.
Nei!!
Í hesum megu nú fiskim*" . og
arbeiðsmenn standa saman sum
ein maður.
Teir eiga hin moralska rættin
til at gera tað, tí hitt skapandi og
DREKKA, BREYÐ, KEKS og
FRUKTA MARMULATA
FÁAST HJÁ KEYPMANNI TYGARA
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443.
hvessa av tonnum, hittust teir har vesturi. Nú var tað soleiðis
vorðið, at eingin annar enn Klávus var vanur at leita eftir reka
har í bygdini, sohann mundi fara at halda, at tað var at naskast
uppi á sær, um onkur annar kom vestur á Víkar. Men Ketil ætlaði
ikki at smæa seg burtur. Nú hevði hann fingið loyvi at fara. Tað
hevði Klåvus ivaleyst ikki.
Veðrið harðnaði í hvørjum. Tað var kolaniða, himmalin svartur
og luftin eitt ýl av stormi. Grønbleik ljós komu og skygdu, so tað
hómaðust høgar eggjar og fossar í andarisi, meðan toran brakaði
millum fjøllini.
Nakað út á náttina lata feðgarnir dyrnar upp. Ein hvirla kemur
og rívur hurðina frá teimum. >Huff, landnyrðingurin er grimur í
morgun<, heldur Ketil. So herja teir á.
Tað ræður um at ganga varliga, tí vindurin er lúrin: Stundum er
deyða stilli. so hoyrist dun har burturi. sum eitt óført hjól, ið kemur
rullandi. og hvirlurnar bresta á. ríva jøkul av jørðini, turka áirnar
at grunni og sandra tjúkkar skúrir av hvøssum sjóroki niðan yvir
bygdina. Húsini standa brakandi og skelva á grundunum.
Feðgarnir fara at leita eftir reka. Teir hava línu við sær, eina
byrsu og hvør sín álitisstav í hondini.
»Å je, sum tað er myrkt, pápin.< heldur Kálvur, »eg eri so
bangin«.
>Ver ikki býttur. ungur maður ræðast. Tú amar alt ilt upp á
teg við sovorðnum. Bið Jesus vera hjá okkum og lata okkum finna
ein áraplanka<.
Ja, tað skuldi Kálvur.
Tað gongur illa at finna leið. Ketil gongur undan. Hann heldur
seg so hoyknan í knøunum. gleivar og steytar fram fyri sær við
stavinum. Av og á dettur hann í torvgravir og hol, men fallini
eru so låg, tí hann gongur so hokin fram eftir jørðini. at tað bilar
ikki, hann reisir seg altíð upp aftur. Men illa letur han at: »So.
nú steig eg ikki upp aftur — Nú fór eg í Harrans hendur Hetta
verður grøvin hjá mær<. Soleiðis læt hann i. hvørja ferð hann
fekk eitt fall.
Hinum yngra gekk betur, hann hoyrdi gjumsini. tá ið gamli
fall. og varðaði seg. Hann ræddist so illa. Hann helt Hamann vera
í myrkrinum, kendi á sær. at tað var eitt, sum gekk tætt aftan á
honum, eitt sum hevdi kløur og lúrdi eftir at klóra. Verst var, tå
ið tær dunandi áirnar komu skúmandi framvið og rivu í myrkrið.
ljósini skygdu og torusløgini smullu í fjollini, tá kólnaði hann niður
eftir hálsinum. og neyðarrópið sat í kvørkrunum. men hann helt
Nr. 24
Tað eru roykpylsurnar ið
duga tær frå HOULBERG
Matligt er, og væl rýkur, tá ið
hurðin verður gloppað inn í royk-
rúmið hjá Houlberg, har hundrað-
tals nossligar roykpylsur hanga lið
um lið til ar búnast“... HOUL-
BERGS roykpylsur eru gjørdar av
fyrsta flokks tilfari, vælkryddraðar,
vælsaltaðar og vælbunar ...
og $. HOULBERG ”;
. Mortensen |
Tórshavn . tl. 8 KØDBYEN KØBENHAVN
FÆROSK MARGARINE
VITA No 1
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT
P.F. FØROYA BANKI
(Stovnaður 1906)
Suðuroyar deild:
TRONGISVAGI
Tlf. 32
Høvudsskrivstova:
TURSHAYN
Tlf. 6, 50, 365
Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4 %/o p. a.
Renta av bankabók 37/2 */o p. a.
Bankin er opin 11—15 -— Leygardag 11—14
sær og bað innantanna: »Jesus veri hjá okkum, hann lati okkum
finna ein áraplanka<.
Men best sum teir ganga, nú brestur nåttin og føðir morgun,
ein nåbleikur, ljóssvangur morgun, sum er fullur av skræddari
skýferð og øgilvatni.
Tá erradist Kálvur: »Her skal tú síggja, vit doyðu ikki«. Og
hann gálvaði upp í sortan á vesturhimlinum. Nú bað hann bert:
„Jesus hann lati okkum fáa ein åraplanka«.
Teir leita fram at einum seyðhúsi og seta seg at rinda møðina.
Nú var best at fáa sær eein bita at eta. Teir hava ein drýl og ein
válgara við sær. Ketil heldur fyri: >Kálvur, tað er betri, tú etur
válgarin, stakkalur, ungdómurin treingir til tað. ið gott er. Ég fái
mær ein bita av drylinum«.
Nei, tað vildi Kálvur ikki: >Tað er betri, tygum hava vålgarin,
ti eg eri sterkari enn tygum«.
Tá fór Ketil at læa: >Ég hugsi so við, at tú er sterkari, tú verður
vaksin, áðrenn eg veit av. Hvat var tað, tú fylti ?<
»Fyraogtjugu«. Í
»Har skal tú síggja, so er tú giftingarførur<.
Tá rodnaði Kálvur og hugdi burtur. Væl hevði hann onkuntíð
fjasast við Klávusardóttur, men giftast, nei, tað fór hann ongan-
tíð at koma sær.
Teir máttu aftur til gongu, áðrenn teir kølnaðu, våtir sum teir
vóru: »Å Jesus komi til min«, suffar Ketil, veg eri stivur sum ein
klóta, nú eg skal reisa meg aftur. — Tað hevði betri ligid ein ára-
planki fyri okkum har niðri, tá id vit koma omanc.
Teir koma so langt, at teir síggja oman í víkina. Lagið er gott,
teir skemta sínámillum um Klávus: >Nú man hann skjótt fara frá
húsum, halda teir. »Okkurt verður hann at siga, tá ið hann sær
okkum her«.
Víkin stendur í einum roki. óløgini koma hvítbroddað uttan
av havi, sorast millum sker og kollsteinar, bróta í lepum inn yvir
mælir og urdar, dunandi og brestast so høgt á loft, sjógvurin skolar
blåmandi heilt nidan í grasið. missir ferðina og rennur dassleittur
og darvaður oman aftur. Í gjótum og urðargloprum liggja mold-
gráar skúmfannir og rúgva upp. meðan stormurin skræðir burtur
av teimum í erva og sandrar fløkini niðan yvir hagan.
Tá id feðgarnir koma oman á slætt, verða teir lågmæltari og
fara at smárenna, tað kemur álvara í skortarnar á teimum og new
arnir knýta seg inan í vottunum. Teir stunda við húð og hár at
strondini og mestsum taka fyri sær, meðan teir tuska oman eftir.
Eyguni stara út í rokið. stundandi eftir fongi, men knøini skulvu