Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-06-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 1951síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

19. juni 1951 —————— Foroya | | | | SOSIAL-DEMOKRATUR | Blaðstjóri VILHELM SORENSEN Prent: A. ØSTER YMISK TÍÐINDI Í dag fyllir Marin Susanna Hansen. Norðagøtu, 70 år, í morgin Sunnuvá Kathrina Thomsen, Sumba, 50. Civilingeniorurin J. Christiansen, | Kønne, ið er leiðari fyri Københavns Telefonaktieselskabs Bornholmardeild. kemur til Føroyar seinast í hesum mánaðinum. Í 3 mánaðir skal hann gera kanningar í samband við ný mólansgeran av telefonsamlba- Hinum oyggjanna millum. Nýggi hvalabáturin hjá Grønlands- stýrinum >Pol 6<. ið teir hava keypt úr Noreg var á Havnini mikudagin. Skipari er Johs. Larsen úr Vági. ið førdi »Sonju«. Við Tjaldrinum 7. juli fer fóthólts- landsliðið til Hetlands. Við fer Havna hornorkestur. Tjaldur tekur tey af úr Lerwick 14 juli. tú ftlanin er at hava missións-uneg- dóm tevnil i Miðvági i døsunum frá 18—22 juli. P.f Gardabudin ly ir Hotel Klakk vík til leigu. FØROYA SOSIAL-DOEMKRATUR 5 ff ———Y——…——|—|———————um————m—"m"—m|————pmm—"—T——”——>—'+-orerecceome————————.————————————————m==…=+…—… Harra Carl Herup Olsen, Tórshavn, er vorðin umboðsmaður fyri trygg- ingarfelagið »Nye danske af 1964«, Tann gamla kirkjan í Miðvági er út- boðin til sølu til niðurrívingar. Tórshavnar byråd sigur frå, at um eftirstøðurnar av kommunuskatti. vatngjaldi og kaminreinsan ikki eru goldnar innan 5. juni, verður pantað. Í vikuni, ið lokin var 9/6 veiddu Klakksvíkarbátarnir 74 tons. Í Klakksvík er ætlanin at hegna øk- ið undir vegnum í Gravardali til plan lasju. Komandi sunnudag ætlar Klakksvík- ar hornblástrarfelag at gera útferð til Viðareiðis. Í Fuglafirði arbeiða menn uppá hin nýggja leikvøllin. Jóhan Poulsen, fólkatingsmaður, kom aftur við Drottningini seinast. So góður hevur torvterrin verið í seinastuni, at kring landið er beint fyri meginpartinum av torvinum. Í føroyska útvarpinum sunnudagin heyði útvarpsstjórin Heini S. Heine- sen. samrøðu vid Kj. Mohr. borgara- stjóra, um ymisk byarvidurskifti o. á Styttri skattagjaldsterminirg. sum Kjartan Mohr segði í útvarpinum, verður væntulien eitt úrslit av ti kann- ingarferdini, ið byrådsskrivarin og frm. i líkningarneyndini. Petur Há- berg. hava gjørt í Danmark. Eisini skulu teir umlegeja bókhaldið hjá forshavnar kommunu. Heðin Brú: Feðgar á ferð. 13 »Skamm og last í hetta, ið hendugt ikki er kortis. Men hann legði eina år út korti. tað spardi altíð eitt sindur upp á bensinið. Kálvur lá frammi á æsingini og segði huh. hvørjaferð båturin setti niður av gjálvunum og sló bógfonnina frá sær: >Pápin. nóg er ímillum tygum og motorin at rógva. nú skúmar nógv meira frå bógnums, helt hann við hin gamla. Teir komu vestur á Vikar, seta menn upp á land við linuni. fara so út aftur at seta. Ketil og Kålvur eru báðir komnir upp á land. Meðan teir bíða. inntil báturin kemur in aftur, fara teir norður gjøgnum fjøruna. tað kundi altid ligið okkurt í strandvarpinum. sum fekst til nyttu. Tá ið teir koma vestur ígjøgnum. síggja teir ein gamlan smámann sita å einum steini og fiska seið. »Jesus náði tú meg. hvor er her burtur í óbygdum so síðla. håvetursdag ?« Ketil fer oman til hansara. Tá er tað Lias Berint. Teir eru lestrardreingir báðir. Ketil fer at læa: >Nú ger tú meg býttan. Er tå útilagstur á gamalsaldrinum ?< Lias Berint lær aftur ímóti: >Tú má væl so siga. men ikki er tað tað nettupp kortini, ætlaði mestsum at fáa mær eitt sindur av mati. soleidsini«. >Av mati. býr tú ikki hjá systurdóttrini ?« >Jú. víst geri eg. jú, men tað er hetta, at tey skulu fáa av kom- mununi fyri meg. og so havi eg ætlað mestsum at fáa mær eitt búsetur fyri meg sjálvan. Tá er tað so uttanhanda einki matkent at eigax. »Onkur man hava skemtað hetta fyri tær«. heldur Ketil. >tey krevja ikki av kommununi fyri at geva tær inn í munnin. Hvussu. tú er ikki rættiliga eiðasørur vid jørð heldur ?< >Nei, eg havi mín fedranna arv. tað havi eg. tríggjar gyllin, so tú kann ætla, tað er mær ein tortur at vera gjørdur til armóðsmann Ketil helt við honum. >Men hvussu. tú kann ikki vera náttar- gestur her. Kom upp í nótakastið við okkum. so sleppur tú aftur til bygdar við bátinum. Tað er eingin borg. ey havi. men tú fær innivist. vil tú. Nú eru vit so fáment. lukkusignað >Takk. takk<. fegnaðist Lias Berint. »gott er at hava onkran at týða til. bert er bróðurleyst bak. lukkan“. Teir samdust um. at hann skuldi búgva hjá Ketli, ið hvussu er hetta. til hann hevdi fingið umrått seg. So fóru teir eystur aftur til nótamenninar. »Hvat fanin er hatta fyri ein reki, tygum hava funnið?< skemtast synirnir. Tá var dagsett. Mánalýsi, men samdrigin luft, lýtt eóðveður. Aldurnar smárunaðu í fjøruni, og ædurnar lógu og o—óðaðu í taraskógunum. Við Drottningini næstu ferð kemur Rikard Long landsstýrismaður. Ikki bert í Havnini var vatntrotið stórt í terranum. T. d. var einki vatn á Toftum í fleiri dagar. »Kallsevni« kom eystanífrá mána- morgunin um 5 tíðina við 330 tons- um. Ítróttasambandið hevur samráðing- ar við glímufelag í Reykjavík um at fáa í lag eina glímuframsýning á Ólav- søku. Verður tíð. verður farið út á bygdirnar eisini. Útlandið Amerikumenn skutu 5 flogfør hjá norðkoreum niður í gjár. Síðani bardagin tók til er 3 milj. fólk dripin og 10 milj. vorðin thús- vill í Koreu. Tokvanlukka í Pakistan kravdi 50 mannalív í gjár. Fleiri túsund kv. km. landøki í Ind- iu stendur undir vatni. Amerk. slagskipið »Missouri«, ið er 15.000 tons og ein jagari komu til Oslo í gjár. Í gjár var málið um teir rýmdu Nr. 38 tænastumenninar í uttanríkisráðnum til viðgerðar í undirhúsinum. — Í Ameriku hava 50.000 manns í sjó- mannsfelagið gjørt verkfall, ið rakar 650 skip. Einans skip, ið gera her- verndarligt arbeiði, eru undantikin. Seinastu stríðsvikuna í Koreu mistu norðanmenn meiri enn 12000 manns. Oljusamrådingarnar = í Teheran halda áfram. Útlit er fyri at bretar vilja hjálpa persum at vinna á teimum fyrstu trupulleikunum aftaná natio- naliseringina. Í Abadan var amerikanskur tæn- astumaður í sendistovuni har stungin niður við knívi í farnu viku. Petain, maskallur, er fluttur til eitt militerhospital, sambært avgerð frá rikisforsetanum, ið tikin var 8. juni, men fyrst kunngjørd sunnudagin, fyri ikki at elva óneyðugt stríð undir val- orrustuni. Vestnveldini hava gjørt eftirlit við vørufluttninginum frá vestara til eyst- ara partin av Berlin strangari. Russar siga, at noturnar frá vestan- veldunum, hava ikki gjørt líkindini fyri einum úrsliti av Parisarfundinum frægari. P.F. FØROYA BANKI (Stovnaður 1906) Høvudsskrivstova: TURSHAVN Tlf. 6, 50, 365 Suduroyar deild: TRONGISVAGI Tlf, 32 Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4% p. a. Renta av bankabók 31/2 9, p. á. Bankin er opin 11—15 Leygardag 11—14 Båturin setir nótina og rør línuna aftur á land. So draga teir. Ketil og Lias Berint sita eftir: »Tann gamli maðurin er bestur, tå ið hann fær reyvina niðuratæ. hildu teir, »lat teir ungu draga«, 50 sólu teir og royktu og vóru ljóðkátir. Lias Berint var tann- leysur, men hann hevdi vavt sær ein skeyta upp á pípuleggin, so hann roykti upp á stás. Hann kuldsaði og teggjaði kotið saman um seg. Hosurnar smoygdi hann uttan á buksuknøini, tað lívdi betur. Tann nýggja tíðin hevði rámt Lias Berint frá í erva: hann heyði fingið koll á høvdið. Men fyri at minka um tað útlendska yvirbragdið. hevði hann slitið tútin av. Hessiankloddar og slintrur av Times hingu út úr skrallinum. »Men sektin liggur å«, hugsaði Lias Berint. veg eri ímillum Føroyingar«. >Ongantíð gifti tú teg«, skemtaði Ketil við javnaldran. Nei, hann visti líka, hevði ongantíð havt konufélkaeydnu, so- leiðsini: »Og smátt í tað slagið. tað er so ilt í sær, at eg havi vontrast við at komið í takholt við tað. Nei, tú skal handfara tað slagið sum kettu, javnaldrin: kín tí, tá ið tað er blítt. men fer tað at fisa, so fótin á dintilin beinan vegin. Tá stórlæði Lias Berint og gróv sær í høvdinum. Nótin kom innat. Menn vóðu út at venda oyrunum og síla upp. >Leggið tit gomlu ikki í at gera tykkum våtar, vit hjálpast sjålvir«, søgdu teir ungu. Men teir gomlu vóru ikki at tosa við. teir stóðu niðast í sævar- målanum og gløddu. Tá ið teir sóu, at tað spraklaði í nótini, lupu háðir útí: »Å tann vælsignadi fongur<. møsna teir. >Forbannaðir, sílið upp grundlinuna«, hvessir ein av teimum yngru. >S0, so, ongar illbønir<. hartar Lias Berint. »veidan er ikki komin upp á land, tit reita Gud«. Teir gomlu løgdust í rúgvuna at oysa upp. Teir leikaðu í sum óðir menn. Teir ungu stóðu bilsnir, tí teir høvdu ikki sæð sovorðna fongfrøi fyrr. Og so var tað bert uppi yvir nøkrum seiðum. Tað var igildis sum ein bátur í nótini. Teir seta út aftur. Meðan báturin er burtur, laða teir, sum eftir á landi eru, grót rundan um seiðin. Teir yngru vilja laða meir, so tað rúmar næsta kasti við. men teir gomlu nokta: >Tit fara ikki at laða gråt rundan um tað, sum í sjónum svimur, Várharra tolir ikki sovorðið<. Teir ungu bóðu teir halda kjaft við teirra møsni og laðaðu, sum teir vildu. Meðan teir sótu og bíðaðu eftir bátinum, kom Kálvur til pápa sin og klagaði um kulda: >Vit høvdu betur farið skjótt aftur at húsum, so eg slapp í turt«, helt hann.