Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-07-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 1951síða 2

‹ fyrra síða allar 2 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Firma S. P. JACOBSENS Eftf. EO Hedin Brit: 42 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR rf — ANSI T SO KLÆDNAVØRUR | tlf, 21 og 40 VESTMANNA Myrkablátt buksutoy: vakurt, ternut kjólatoy; vistra, allir litir: taft. blomstrut: svart, ullint kjólatoy; myrkablátt silki; vistra silki, reytt, grønt og gult; gardintoy, vakurt, blomstr- ut. ternut; einlitt, reytt gardintoy; grønt gardintoy biligt, vakurt: stores í meturmåli; stótur; fjøðurtætt; laklørift; ermaf6dur: ullgarn, allir litir; føroyskt, hvítt, fínt tógv; bummullsgarn: handklædir og iskustykkir eftir metramåli; seymitráður og øll sløg av brodergarni; áteknaði broderíir 0. m. m. mM. a. Millumverk: blondur; allir litir av silkibondum; dúkar, hvítir og kulørtir. Til damur: Undirtroyggir; buksur; undirsett, huksur og troyggja; — mjadnabaldarar; Nylon sokkar; vindjakkar; vakrar troyggj- ar: turrukløð. silki: náttkjólar; inniskógvar av leðri, pla- stikkbeltir: skógvar útringaðir; snøring; vakurt úrval av skóm til bíligastu prísir; damugummistyvlar, ymiskir, øll nummør. Til menn: Undirtroyggjur: undirbuksur av tí sera góða slagnum, und- irklædir, sum føroysk; troyggjur, enskar, mynstrutar av ti rælta slagnum: opin vest; klædningar, gráir, bláir og brún- ir. vakrir og av besta slag frá 180 kr. til 240 kr., sera bí- ligir; kollar; harrahosur, svartar, brúnar og myrkagráar; tey kendu »Baru« slipsini, knytt, klár til brúk: leðurhand- skar: sterkir arbeiðshandskar av leðri; stívar flippir; turri- | kløð; sjóbuksur, brúnar, bláar og hvítar: ketildraktr; yvir- allsbuksur, bláar og brúnar; gummistyvlar: oljufrakkar: nakað av gummiskóm nr. 8--9—10. Til born: Pyjamas: undirkjólar; fleiri sløg av buksum; undirtroyggj- ur; kjólar; gummifrakkar: flågvaradraktir: kollar; húgvur; øklasokkar: sportssokkar; gummistyvlar, reyðir og svartir; stórt úrval av flest øllum nr. av barnaskóm, sera bíligt; svartir, bláir og gulir; gummiskógvar 13-—1-—2— 3. Nógv sløg av undirtoy til børn. Alt til bíligastu prísir 30 leingi lagrið røkkur, sendi ordrar við tað sama. Vit senda vørurnar beinan vegin. Feðgar á ferð. 5. julí 1951 Kunngerð frá Vinnulánsgrunninum Skipari á skipi, sum hevur alment føroyskt lán, hevur skyldu til beinan vegin at siga Vinnulánsgrunninum frá, um skipið fær maskin- ella motorskaða og allarseinast tá skipið kem- ur inn í Føroyum at siga grunninum frá, um skipið hevur havt maskin- ella motortrupulleikar á túrinum yvirhøvur. Hetta verður hervið kunngjørt. VINNULÁNSGRUNNUR FØROYA LØGTINGS, 29. juni 1951. trygdaði hann seg upp í krókin á bonkarendanum við pottalokinum á knøunum og át, til hann sovnaði. áðrenn teir fóru oman til tann elsta sonin, bóru teir restina av seiðinum úr hovgardinum inn í roykstovuna. Tá .var eingin blett- ur av gólvinum berur. Dúgliga hildu teir seg hava kruvt, tí rúgvan, ið eftir var. var svinniligari, enn teir væntaðu. Tá ið teir komu oman, sat tann elsti sonurin uppi á køksborð- inum og roykti, reinur og hampaður. Konan stóð og vaskaði sær. tit gevast longu við kryvjingini«. Åhå«, halda teir, Ja. nú høvdu teir fingið alt til hold Undirmunnarnir duttu niðurfrá á teimum gomlu og eyguni vuksu: Longu liðug at kryvja? Men teir talaðu einki. „Nei, eg vildi tykkum einki, segði tann elsti sonurin. »Tad var til stuttleika, eg bað tykkum koma oman, hugsaði, tit hovdu gott av at fáa ein munn av brennivíni. nú út eru lidnir at kryvja«. Hann kom við einari fløsku. koyrdi upp í eitt krúss og gav teimum: »Eg byti ikki niður í tykkum, tit ætla um sjålvir«. ... Pakk. tað eru góð kor«. Teir drukku krússið úr, men tá hildu teir vera nóg mikið. So andaðu teir út í ermuna og fóru avstad. Tit eru so skjotbånir«, heldur tann elsti sonurin. »Eru tit ikki lidnir at kryvja? Nei. teir vóru ikki lidnir. So skal eg hyggja niðan til tykkara seinri«. Tá ið teir komu út fyri dyr, fekk hvørgin orðið upp. Teir gingu bara or hugsaðu um hetta, at teir heftu ikki fyri teimum yngru í kryyjingini. Tá ið teir komu fram við hjallinum hjá Klávusi, var ljós inni, og teir sóu inn ímillum rimarnar, at Klávus sat inni og kruvdi. »Væl hilnaðist. tað ið eg gav honum,« heldur Ketil. Hann hevur ivaleyst fingið frá fleiri enn tærs. Nei. hann hevur ongum øðrum fingið frá. Restina hevur hann tolið frá okkum. Men sum tað lystir, lat hann hava tað. Hann er eitt vanlukkudýr. tað er einki at gera Við<. Tá ið teir koma niðan aftur. lýsnaði Ketilskona í andliti: >Nóg væl tit spurdust aftur. Vildu tey ikki hava tykkum at kryvja við ær Hvørgin svaraði. Teir traðkaðu garnarúgvurnar til viks og settu eg aftur at kryvja. Ketilskona fer at læa: »Hvat hevur verið tykkum fyri har nidri, úðani tit eru so múlatrútnir. Hevur tann fína sonarkonan koyrt tykkum út. tit hava kanska verið ov smuskadir fyri stásgólvini hjá 1 tt fórn ikki altarsklæddir oman. Hon skuldi hetur Fiskaútfluttningur Tær neyðturviligu maskinur kunnu fåast úr U.S.A. fyri $ 60.000 —70.000 uppá 5 ára kreditt við 114 —5 % rentu Á ferðini til U.S.A., í apríl mánaða i år, sum Kr. Djurhuus løgmaður gjørdi Føroya vegna til fiskimálasam- ráðing í Washington, kannaði hann p. a. Tað verður úr U.S.A. hildið neyð- ugt, at útflutningurin hiðani verður eisini møguleikarnar fyri sølu av fisk- afløkum hiðani til sameindu statirnar. Úrslit úr hesari kanning liggur nú frå einum útfluttningsstovni (felag) fyri, soleiðis, at møguleiki er fyri Gb |;| sølumann, sum hetta felag tekur sær í New York. fluttningi hiðani av fiskafløkum, ið hvussu er 3000 árliga, býtt soleiðis i , undur: Av ti at málið hastar, verða útflyt- arar, sum hava áhuga av at fáa part í 50 tons av toskafløkum, hesum útfluttningi, bidnir samskipa 950 tons av hýsufløkum, 950 tons av kongafiskafløkum, 150 tons av øðrum fiskafløkum. seg, og fáa teir greidligari upplýsing- ar. um teir venda sær til landsstýrið. FØROYA LANDSSTÝRI, 3. juil 1951 EN P.F. FØROYA BANKI (Slovnaður 1906) Suðuroyar deild: TRONGISVAGI Tlf. 32 Høvudsskrivstova: NURSHAVN Tif. 6, 50, 365 Renta av innskoti vid uppsøgn uppá 3 mánaðar 49/9 p. a. Renta av bankabók 3/2 %/o p. a. Bankin er opin 11—15 — Leygardag 11—14 KK hjálpt manninum at fingið seiðin til høldar. Harmiligt, at sovorðið fólk fær veiði inn í húsini, sum ikki tímir at taka hana upp. Tað er tað rætta vesalamerkið: Lata sítt egna fara á rekningi og so ganga á hini. tá ið neyðin treingir á<. Tá snarar Ketil ein seið av um helvtina í sinni og renur eyguni upp á konuna: „Hví stendur tú so og neitar inn á sonarkonuna, veit tå, um hon hevur gjørt so ella so við seiðin ?<< >Ja, segði tú ikki, at hon hevði ikki rørt hann ?« »Nei, eg havi ikki talað<. „Ikki talað, segði tú heldur ikki, at hon hevði koyrt tykkum út /< »Nei, eg segði heldur ikki tad«. „Ja, men hví situr tú og tigur, hevur tú mist málið ?< »Sonarkonan hevur kruvt við manninum<, sigur Ketil, >hon stóð og vaskaði sær, hon var fryntlig og koyrdi okkum ikki út. Tey eru liðug at kryvja«. „Nú er seint at koma við tidindunum«, deilir konan, >hví segði tú ikki hatta beinan vegin, og læt meg ikki standa her og deila í blinda? Tey longu liðug at kryvja. Hvussu hava tit so sitið og klombrad, tríggir manns og her er helvtin eftir ?< Lias Berint situr og murrar innantanna: »Nei, hevur nakað sætt so skaft sum konufólk korti? Og handa gamla tuflan hjá Ketli, hon er milt úr slagnum, síggi eg<. Tá kemur tann elsti sonurin inn. Hann hoprar afturá í durunum: »Harrans ólukka. tað er eitt hússetur hjá tykkum«. „Hússetur? Hvussu tá?< undrast konan. >Tað er at takka Gudi fyri. at okkurt kemur inn í húsini at dålka«. Hon stendur við eldin og eltir drýlar. »Takka Gudi. jax, hermir tann elsti sonurin, »sita milt í skitt- inum og takka Gudi, tað líkist tykkum. Tað var dekanin fari eingin synd at tikid og brent alla óhundskuna niður yvir tykkum<. Hann var hálvillur og fór av aftur durunum. Um eina løtu kom hann aftur við tveimum brøðrum. Allir olju- klæddir. Teir rykkja tvær baljur niður úr erva, fáa fyrst tann kruvda seiðin út og til høldar, síðani fylla teir garnarnar og beina fyri. Teir gomlu. sum sita og kryvja, verða skotraðir til viks og aka seg undan, bleikir av sinni, teir murra í skeggi, men tala ikki. Og teir ungu eru ikki vandnir í orðum. Miðlingasonurin sigur við Lias Berint. tá ið hann koyrir hann úr rúgvuni: »So, gamli, royn nú at klågva upp úr lortinum, fá ferð á skølingarnar, og lat tað helst vera hetta mannaminnið<. Við Ketil sigur hann: >Ger landgongd á fýrstaðin, påpin, og lyft doryarnar so frægt, at eg fái grivid garn- arnar burtur undan«.