Sosialurinarkiv
Sosialurin 1953-03-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mars 1953síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14. mars 1953 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 10 Úr tinginum Javnaðar- og sjálvstýrisflokkarnir hava reist mál um verkfallið við fylgjandi fyrispurningi til landsstýr- ið: Undirritaðu flokkar venda sær her- við til Landsstýrið við fyrispurningi um, hvat ætlanin er at gera viðvíkj- andi ti. verkfalli, sum hevur staðið við síðan 1. januar í ár. Spurningurin varð havdur á lofti, tá landsstýrismálini vóru fyri, men vit vóru ikki nøgdir við tað svar, sum Landsstýrið tá gav. Seinasti fundur, sum — samrådingarmenninir høvdu saman, var 18. februar, og síðani er einki gjørt til at fáa loysn á sáttmála- trætuni. Vit eru komnir út í hálvan mars mánað. og einki røkist fyri, at nakað verður gjørt fyri at fáa skil á hesum vandamáli. Vilja vit tí spyrja, um Landsstýrið heldur tað vera forsvarligt, at tingið fer heim uttan at rætta hond frá síðu til at fáa gongd aftur á samráðing- arnar. umboðsmenn halda fólksins vit tað vera óðamannaverk at látast Sum sum einki. tí landsins figgjarstovnur er við at fara fyri skeyti. Á Løgtingi, 12. mars 1953. Fyri Javnaðarflokkin: J. P. Davidsen. Fyri Sjálvstýrisflokkin: Johan Kallsoy. Soleiðis skrivaðu teir tá Í einari oddagrein í Dimmalætting 27. sept. 1950 verður sagt um Th. Petersen: »Hele hans Opstilling gaar kun ud paa ved Hjælp af en vis Fortrolighed med Tal at opstille mindre talfortro- lige Mennesker et billigt Puds.« Sambandsmenn til dømis! Vidari i somu grein verdur sagt. at um Sambandsflokkurin kemur til ræðið vil tað »betyde«: > Nedsættelse af Skatter og Ud- gijter paa Lagtingsbudgettet under særlig Hensyntagen til de lavere Ind- tægter.« Hetta varð skrivað undan valun- um. ið vóru í 1950. Ofta verður sagt, at flokkarnir lova nógv undan valinum, men halda íkki orð. tá ið teir eru sessaðir á tingi. Sambært reglurnar omanfyri er væl eingin ivi um, at tað er dekani stórur munur á vallyftum og verun- liga politikki sambandsflokksins. Aftursvar til Føroyatidindi Í Føroyatíðindi fyri leygardag 28. febr. roynir tess blaðstjóri at vísa lesarum sínum, hvussu lítið skil id er í honum. við tað at hann sigur, at álop verður gjørt á hann, tí at ikki einhvør sjúkdómur verður grøddur á Hetta hesum nýggja sjúkrahúsinum. er so ósatt og óskilaliga aftursvarað, sum tað kann vera. Tað, sum funnist varð at, var, at Føroyatíðindi skuldi bera tey tíðindi út millum fólk, at nú vit í Suðuroy hava fingið eitt modernað sjúkrahús, at vit fyri tí kundu verða før fyri at groda einhvønn sjúkdóm. Nei, eg eri avgjørt ikki einigur við Føroyatíð- indi um tað. Um blaðstjórin á Føroyatíðindi er so stuttmintur, at hann ikki minnist aftur. hvat ið hann skrivaði, so skal eg her gera so væl at taka tað eina- ferð enn uppaftur. Tygum skrivaðu soleiðis: »So Írammalaga eru vit nú komin í teimum heilsubótsskapandi — vidur- skiftunum, at vit nú her í Suðuroy kunnu fáa grøtt nærsagt einhvønn sjúkdóm.“ Hesi tíðindi — fata tygum ógvuliga væl — eru heilt óhóskandi at bera út millum fólk, og eg vil biðja tyg- um um at vara tygum fyri slíkum »famlarii« í framtíðini. X. Hægri ellis- og avlamisrentu Á danska fólkatinginum hevur ver- ið til viðgerðar at hækka toll- og avlamisrentuna i Føroyum 25 pst. — Hetta er ein kærkomin stuðul til tey gomlu og tey avlamnu. ið fáa alt ov lítið sum nú er. Framman undan hava hjún kunnað fingið uppí 1800 kr. og einsamøll fólk 1200 kr. árliga. Hesi tøl verða nú ávikavist 2250 kr. og 1500 kr. Úr Fuglafirði Hósdagin. Gjáarmenn vóru her í dag og av- reiddu 7000 pund, ið teir høvdu fingið á 90 stk. Nordheim hevdi 3000 pund i gjår og 100 i dag; hann setti bert nakrar fáar stampar. Gulldrangur tek- ur fisk at fara niður við. Arbeiðsmannafelagið hevði fund í gjár um innlimingina í D.s.F. Summir vildu halda, at betur var um ein streikukassi varð gjørdur i Føroyum, tá ið tað ikki var rætt at peningurin fór av landinum. Hetta var ein fólka- flokksmaður, og honum varð víst á, hvussu gangast kundi. sjálvt um pen- ingurin var í landinum. Sjóvinnun- bankin t. d. Hesin sami fólkaflokks- maðurin hevur tó áður fingið góða hjálp frá danum. Ein fiskadampari hevur lastað 1560 pk. av saltfiski frá S. P. Petersen og 1500 frá J. Haraldsen. Fiskurin fór til Koreu. Ternusker er uppi á beding. Hann fær nýggjan strákjøl. Hevdi slitið við kajuna í Lorvík og var rikin á land. | E —"———— "a FØROYA FÓLKAHÁSKÚLI Summarskeið fyri gentur verður frá 1. mei til ólavsoku. Tær, ið ætla sær á skúlan, kunnu søkja um peningastudning hjá Landsstýrin- um innan 1. apríl. Nærri frágreiðing fæst við at venda sær til skúlan, tlf. 243. FÓLKAFLOKKSSKRÆLLIÐ STORRI Thorstein Petersen ikki boðin við til foðingadagsveitslu kongs Tað er vorðið øllum greitt, at Fólk- aflokkurin seinnu tíðina er rivnaður meir og meir. Skrællið er vorðið so stórt nú, at Fólkaflokkurin má rokn- ast fyri at vera í tvíningum, serliga aftaná at Th. Petersen varð frásettur sum formaður og Hákun Djurhuus tók við í hansara stað. Mikudagin var hin vanliga føðing- ardagsveitslan fyri kongi hildin hjá ríkisumboðsmanninum. Bodnir við vóru løgtingsmenn, landsstýrið og onnur. Bert ein av løgtingsmonnunum varð settur eftir: Thorstein Petersen — id als ikki var boðin vid! Nakrir av fólkaflokksmonnunum valdu, at fylgja fallna førara teirra og fóru ikki á veitsluna. Hesir vóru Pól Petersen. Blåhamar, Antonis Sørensen og S. El- lefsen, ið var ílatin og klárur at fara. tá ið hann fekk at vita, hvussu vorð- Hvussu við K. Djur- huus løgmanni? Í >Reyðubók< verður gjølla greitt frá teimum brotsgerðum, ið nevnd. stjóri og aðrir, ið á ein ella annan hátt hava havt samband við Sjóvinnu- bankan, hava gjørt. Kanningarneynd- in hevur víst á, hvat hesir hava gjørt seg sekar í og væntuliga verða straff- aðir fyri. Teirra millum restar tó eitt navn, neynliga Kristian Djurhuus, løgmað- ur. — Hann er tó ikki beinleiðis sekur í nøkrum av teimum móti bankalógini og øðrum lógum sum hinir. ið nevndir eru í Reyðubók. Meðan hann sat í Landsstýrinum saman við bankamonnunum Th. Pe- lógarbrotunum tersen og Rikard Long, legði hann í Ólavsøkutingsetuni 1951 fram eitt upp- skot, har sagt varð, at neyðugt var hjá tinginum at útvega fiskivinnuni I milj. kr. 2. august 1951 samtyktu tingmenn, id ikki vistu betur mannsins — at hesar skuldu til fiskivinnuna, hetta uppskot. — sambart orð løg- miljónurnar Verunleikin var tann, at allar 4 milj. endaðu í Sjóvinnubankanum. — Fór bankin tá, vildu hesar miljónur- nar eisini farið. Var hetta hent í einum hvørjum øðrum landi, vildi Kristian Djurhuus beinan vegin verið liðugur sum pol- itikkari, men kortini situr hann fram- vegis í løgmannssessinum. Lesið í Reyðubók um svik«, brot móti bankalógini. parta- »mandat- felagslógini o. s. fr. Millum Reyðubók finna vit tey somu nøvnini, sum hava sitið úti í Tinganesi í lands- nøvnini á monnunum í ins hægsta sessi, t. d. Th. Petersen, Ríkard Long. Kristian Djurhuus. Av sonnum kann sigast. at i Føroy- um ber alt til, ið var. Tí nýggja føraranum Hákun Djurhuus fylgdu einans Martin Holm og Rikard Long. Teir sótu væl inni hjá ríkisumboðsmanninum og skálaðu fyri kongi, meðan hin parturin av tí »gomlu garduni« sat heima og mót- mælti — ella rættari niðri í tinginum og spældi kort. ; Ognarrætturin til fiskiførini hjá fiski- monnunum sjålvum Eyðkent fyri øll lond vid kapitalist- iskum stýrislagi er: verkføll, vinnu- loysi og ótrygg livilíkindi. Soleiðis er eisini her á landi. Nú hava vit verk- føll nærum á hvørjum ári, bæði á sjógv og landi. Arbeiðarafjøldin verð- ur ferð eftir ferð rikin út í vinnuloysi og inntøkuloysi. Bæði land og fólk pínist sváran undir hesum árliga aft- urvendandi samfelagspestsjúkunum. Hví skulu vit líða drepandi okinum? Hví skulu hesum fiski- menn noyðast av stað fullvitandi at undir inntøkan verður eingin? Hví skulu fiskimannakonur og børn verða undir- givin svongdaróttan og lúka fylgjur- nar av, at bert ein fimtipartur av teim- um inntøkunum, ið fólkinum við mikl- um stríði og lívinum í til landið. kemur fiskimannaheimu- váða føra heim num til góðar? At samfelagsskipanin, ið loyvir tí- líkum, er rotin — kavrotin — dugir hvørt vaksið menniskja at síggja. Eingin kann krevja av okkara fiski- monnum, at teir í framtíðini skulu noyðast út á havið fyri lítla og onga løn, men í somu løtu sum fiskimenn leggjast upp er deyðin í durunum hjá okkum øllum. Vit mugu finna eina nýskipan, ið tryggjar okkum móti vinnuloysi og beinleiðis veiðuloysi. Sum nú er, sær tað ikki mætari út, enn vit eru á avgrundarmarkinum. Fiskimenn hava ikki ráð at sigla fyri undirløn, og reiðararn'r siga, at teir hava ikki ráð at gera skipini út uttan minkað verður munandi um inn- tøku fiskimanna. So langt eru vit komnir. Kann støð- verða meira vónleys. Einasta bjarging er, at fiskimenn sjálvir eiga fiskiførini, útgera tey sjálvir og ognast alla inntøkuna sjálv- ir, Men ikki eigur at verða gloymt, at hetta einans kann gerast í tí stættar- leysa samfelagnum — ti sostalistiska. Fyrr enn hetta er gjørt verður eing- in arbeidsfridur, eingin tryggleiki móti verkføllum og eingin tryggleiki móti inntøkuloysi fiskimanna og tess ræðu- ligu fyri alt samfelagið so oyðandi fylgjum. | | |