leygardagur 14. mars 1953síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10
Vegagerð
í Suðuroy
Síðan fólkaflokkssamgongan dekk
valdið á løgtingi er nærum einki oyra
játtað til Suðuroyar.
Tey arbeiði, sum nú fara fram, er
peningur áður jåttadur Lil.
Tað sær ti løgið út, at Føroyatíð-
indi fortelur, at núsitandi Landsstýri
hevur játtað pening til neyðhjálpar-
arbeið í Suðuroy.
Hevur nakar logið hetta
tað framkomið í dreymi fyri blaðstj.
— ella er
Føroyatíðindi's?
Dagblaðið ber
skeiv tíðindi
Viðv. tí ið Dagblaðið sigur frá fiski
mannafundinum í skulu vit
loyva okkum at viðmerkja, at tað er
skeivt. tá ið blaðið sigur at Danbjørg
Havn
fanst at Føroya Fiskimannafelag, tí
aðrir enn fiskimenn vóru bodnir til
fundin. Slíkt segði Danbjørg einki
um; men hann bað fiskimenn hava
ein annan fund aftur har einans fiski-
menn vóru tilstaðar, so kunnu fiski-
menn betri samráðast sínamillum um
hesa álvarsomu støðu, sum vit í løtuni
eru í.
»Høddaberg«
varð seldur við tvangssølu fyri
stuttum.
Suðuroyar Fiskimannafelag beyð
hann upp í 65 tús. krónur, so sjó-
veðrætturin nærum er bjargaður.
Sjóvinnubankin beyð yvir við kr.
65025 og fekk so trolarin.
AVGRUNDIN -
>Kostbare måneder« eitur grein í
»Dimmalætting« seinasta miðvikudag.
har blaðið harmast um, at skipinia
liggja. Jú, sanniliga er hetta harmu-
ligt; men Landsstýrið er yvir semings-
manninum og kann lata hann vita, at
hann ikki hevur rætt til at liggja í
Vestmanna vid lúna, sjålvt um fiski-
menn ikki vilja taka við øllum, sum
skulu
boyggja seg fyri. Greinin í >Dimma-
reiðarar krevja at fiskimenn
lætting« endar við hesum orðum:
»Hvis der ikke inden april skulde vise
sig nogen mulighed for forhandlings-
vilje mellem fiskere og redere, er der
vel ingen anden udvej end at parter-
nes forhandlere ærligt indser, at de
ikke har
som følge deraf stiller deres man-
været opgaven voksne. og
dater til rådighed for andre, som med
større positiv indstilling kan søge at
finde frem til en løsning.<
Nógv rættari hevði verið, um
»Dimma« vendi hesi orð til teirra.
sum stýra Føroyum í dag. og sagt við
teir, at teir tykjast ikki at vera upp-
våvuna vaksnir, tá ið teir ikki kunna
sela semingsmannin á pláss við ting:
ingarborðið, har sum hann av sonn-
hesum álvarsomu
um eigur at sila í
døgum,
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Ella kanska sami lúnin er í Tinga-
nesi og fólkaflokkssambandssamgong-
uni á tingi eisini — helst er hetta
tann verunliga orsøkin til at landið
nærkast móti avgrundini fyri hvønn
tíma, ið nú fer fyri einki, meðan fult
av fiski er við Suðurlandið — tað
sigst, at slik mongd av fiski ikki
hevur verið í mannaminni.
Kapitalistalyndið kostar Føroyum
hundraðir av túsundum krónum fyri
hvønn dag, ið nú fer fyri einki.
Er tað so galið ?
Í >14. September< lósu vit nú ein
dagin hesi orð: »Louis Zachariasen
og Hákun Djurhuus eru farnir til
Gøteborg fyri at keypa telefon«, Vit
kvukku øll leys frá, tí vanlukkan ið
hendi tá ið hesir menn keyptu ta dýru
telefon sum kom landi okkara á knø-
ini er øllum enn í huga. Skal tað sama
nú henda aftrat? Soleiðis
hugsaðu øll og øtaðust; men tá ið vit
einaferð
kannaðu gjøllari eftir hesum, sóu vit,
at hetta er ein fimm ára gomul søga,
sum >14.< nýggjar aftur. Tá lættnaði
hjartað. sjálvt um øll halda at slíkan
sorgarleik eigir »14.« at lata vera vid
at minna fólk aftur á. Men menniskjan
er ill — tak t. d. »Dagbladid«, ið sigur
at tað er ikki bara Sjóvinnubankin,
men so mangt annað. og so nevnir
blaðið vinnulånsgrunnin, sum fór á
húsagang av tí at fólkaflokkssam-
bands samgongan ikki vildi greiða
atkvøðu fyri uppskoti javnaðarmanna
um kontrol við keypi av trolarum. Jú,
sanniliga — sorgarleikirnir eru mang-
ir og nervaniðurbrótandi at hugsa um.
Hví ikki tiga um tilikar yvirklassa
missgerðir ?
Framh. av 1. síðu.
Læknastríðið ...
Stríðsspurningurin
Sum kunnugt er Vágalæknin
Eivind Rubæk Nielsen settur sum
sjúkrahúslækni í Klakksvík frá 1.
apríl. Í løtuni røkir dr. Halvorsen
hetta starv. Eisini hann hevði søkt
embætið, men tá ið hann m. a. ikki
er limur í »Almindelig dansk Læ-
geforening«, orsakað av at hann
nektar at gjalda 601,50 kr., ið
hann varð dømdur at gjalda í sak-
arumkostningum, tá ið nationala
støða hansara undir krígnum var
til kanningar, kundi hann ikki fáa
embætið.
Hetta tykist at hava verið av-
gerandi fyri støðuna hjá sjúkra-
hússtjórnini, tå ið teir hava sett
nýggjan lækna.
Í sjúkrahússtjórnini eru 5 limir,
2 valdir av danska innanríkismá-
laráðnum: Ríkisumboðsmaðurin
Vagn-Hansen og landslæknin H.
D. Joensen og 3 valdir av løgtingi
num: løgtingsmenninir P. M. Dam
og Trygvi Samuelsen og Robert
,
Joensen, kommunuskrivari i
Klakksvík. P. M. Dam og Robert
Joensen vóru ikki á fundi, tá ið
nýggi læknin varð settur.
NORÐOYINGAR SAMDIR
Beinan vegin sum tað frættist,
at Halvorsen ikki hevði fingið
starvið, varð ein adressa sett í
gongd, og úrslitið varð, at 96 pst.
av íbúgvarunum í læknadøminum
kravdu, at Halvorsen skuldi vera
verandi. Síðani hava samråding-
ar farið fram við myndugleikarn-
ar um at broyta avgerðina hjá
sjúkrahússtjórnini sambært fólka-
viljan, men hetta hevur ikki eydn-
ast. ;
96 og 100 pst.
Tað man tykjast mongum løg-
ið, at so nógv strid er uppkomið
um henda spurning. Sum áður
sagt eru 96 pst av íbúgvunum í
Klakksvíkar læknadømi fyri at
hava Halvorsen. Lesararnir vilja
hava verið varir við, at bæði her
í blaðnum og Dimmalætting hava
Vágamenn sagt frá, at teirra
lækni Rubek Nielsen er so nógv
avhildin har vesturi, at um teir
fóru við einari líknandi adressu,
vildi 100 pst. av fólkinum í Vág-
um verið fyri at havt hann.
Fólksins støða kann væl íkki
sigast greiðari.
SJÁLVIR YVIRTAKA SJÚKR-
AHÚSIÐ
Norðoyingarnir siga, at teir
ikki vilja gevast, sjálvt um teir
ongar sømdir vinna fyri krøvum
sínum. Gerst tað neyðugt, vilja
teir sjálvir yvirtaka sjúkrahúsið,
14. mars 1953
a
A ——"—— —
TORSHAVNAR” LIKKISTUGOYMSLA
hevur telefon nr. 706
ymiskir prisir
JACOB C. JOENSEN
snikkari |
og sjálvir bera rakstrarútreiðslur-
nar.
Hetta prógvar best tað álvar-
semi, ið liggur aftanfyri ófrávíkj-
uligu krøvum teirra.
HÁKUN TAGDI ÓLA Í SKÚLA
BURTUR
Tað, sum Klakksvíkingar vístu seg at
vera serliga misnøgdar við, var, at løgtings-
maður teirra, landsstýrismaður Håkun
Djurhuus ikki kleiv í tvey á hesum fundi,
og samfelt ljóðaði tað allastaðni: at Hák-
un skuldi friðaligur, tað høvdu
teir ikki væntað. Hvat fer hann at siga,
tá ið hann nú kemur norðuraftur?
Heldur ikki Óli í Skúla var á
inum. Onkur vil halda, at hann
havt ein fingur við í spælinum, tá ið lækn-
in varð settur. bidid hann
koma við, men sum onkur tók til: >hann
var í staðin fyri farin til Fuglafirðar at
sita so
fund-
hevði
Teir hovdu
krógva seg.«
»TERNAN« OG »THORSHAVN«
Klakksvikingar bóðu
>Ternuna«, ið liggur norðuri í Klakksvík,
at fara suður við, men hetta noktaði Hák-
un Djurhuus teimum. »Ternan« hevur i
fyrst um at fåa
løtuni einki siglingarloyvi og kann sostatt
ikki nýtast til ferðafólkafluttning.
Síðani bóðu teir ríkisumboðsmannin um
at fáa »Thorshavn«, men eisini hann nokt-
aði. Hann vildi ikki leiga »Thorshavn« til
»balladu«, sum hann tók til.
Stríðið tykist at harðna í hvørjum. Nú
verður brátt tíð hjá T. E.
Ewaldi) at fara undir eina nýggja >Fi-
schers drapa< í Dimmalætting.
(Tummasi og
Ikki neisti av sannleika í skriving Fjúrtanda
Fjúrtandi er nú komin so
langt burtur frá sannleikanum
og verunleikanum í samband við
innliman í D.s.F., at hann, sum
eina seinastu roynd, roynir at
fáa føroyskar arbeidarar at trúgva,
at limagjaldið, ið føroysk verka-
fólk kom at gjalda til D.s.F.,
verður latið aftur sum stuðul til
Føroya javnaðarflokk.
Bláskeiv ósannindi, sjálvandi.
Sagt verður, at donsku fak-
feløgini árliga lata ein vissan
stuðul til blaðið Social-Demokrat-
en, og at tað sama vil gera seg
galdandi í Føroyum.
Tað er rætt, at donsku fak-
feløgini styðja Social-Demokrat-
en, ið teir sjálvir geva út; og
hvat er náttúrligari enn at fak-
feløgini -arbeiðararnir- styðja sítt
egna blað, ið av sonnum eigur
stóran lut í teimum stórsigrun-
um, ið danskir arbeiðarar hava
vunnið gjøgnum tíðina, — sjálv-
andi leggja teir allan dent á at
halda fremsta stríðsvápn sítt í
slíkum skili, at tað av sonnum
kann rekja sítt ábyrgdar og
týdningarmikla starv.
Tær 8000 kr., ið føroysk verka-
fólk koma at gjalda til D.s.F.,
koma sjálvandi ongum øðrum
til góðar enn føroyskum verka-
feløgunum.
Tá ið Fjúrtandi vil gera tað
til nakað heilt annað, so er tað
ikki annað enn ein ósonn reingjan
av verunleikanum.
Sum aðrastaðni frásagt, er
skriving Fjúrtanda um danskan
peningaligan stuðul til Føroya
javnaðarflokk sannleiksreingjan
av sama slag — ella rættari sagt:
illgitan og lygn.
Við at illgita javnaðarflokkin
at hava politiskar ætlanir í
samband við innlimingar-
spurningin, vónar Fjúrtandi, at
tað skal eydnast honum, at fáa
føroyskar arbeiðarar at siga nei
til samvinnu við donsku starvs-
brøður sínar. At teir harvið
forkoma virðismiklum menning-
arlíkindum hjá arbeidarafjøldini,
leggja teir vertin í.
Føroyskir læknar, løgfrøðingar,
lærarar, sjúkrasystrar, jarðamøð-
ur, ja, stutt sagt allir stættir uttan
arbeiðarar og fiskimenn eru í
felag við starvssystrum og starvs-
brøðum sínum í Danmark. Tað
er væl eingin — heldur ikki
Fjúrtandi — ið vil finna uppá
at siga at hesi hava havt nakað
tap, nakran miss ella afturstig
av hesum felagskapi.
Nei, alt annað.
Kannið bert teirra arbeiðskor
og lønarlikindi. Tað er ikki små-
vegis, ið hesi hava vunnið, men
hóast alt vil Fjúrtandi forða
arbeidarum og fiskimonnum at
fáa lut í líknandi vinningi.