leygardagur 13. juni 1953síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA LANDSBOKASAVN
Foroya Sosíal-Demokratur
FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR
- | Lýsingarprísur fyri min: 20 eyru á Á a : i ” me | Blaðið verður bílagt á esthúsínum, og Í
Nr. 25 | I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu Leygardagin 13. juni 1953 | kostar kr. 3,20 + to em fjórðingsárið | 26. árg
——— —— — — 0 — — ————— —3—ú—úugððð a
RÆTTARGONGDIN
Í
BANKAMÁLINUM
Høvudsmenninir, id skuldsettir
eru fyri lågarbrot f samband
vid Sjóvinnubankan, Sperm,
Trygd, Uvak o. a., hava nú allir
verið til avhoyringar í rættinum.
Fyrstur var Niels Mortensen,
síðani Th. Petersen, Kristian Holm
Jacohsen og Leif Waagstein.
Niels Mortensen hevur greitt
frá, at tað eru hansara yvirmenn
Holm Jacobsen, Th. Petersen og
Leit Waagstein, ið hava ábyrgdina
av meginpartinum av tí, ið hent
er. Sjálvur vil hann taka fulla
ábyrgd av gerðum sínum.
Hinir vilja aftur ímóti leggja
mestuskuldina á Niels Mortensen,
siga seg ikki hava verið vitandi
um någv av tí, ið fram er farið,
eins og teir tykjast at hava ógvu-
ÚR KLAKKSVÍK
Dragaberg kom hósdagin við
200 tonsum. Fann grind 1 fjórð-
ing norðanfyri Viðoynna. 99 hval-
ir komu til skiftis.
Danska fótbóltliðið gjørdi út-
ferð norður um Viðoynna hós-
dagin og komu í grindaraksturin.
Vóru ógvuliga hugtiknir av Enn-
ibergi.
Tað sigst, at Rubek-Nielsen er
róðursmaður á øðrum Havnar-
båtinum, ið skal rógva á Norð-
oyastevnuni,
Próvtøkan vid Klakksvíkar
skúla endar 27. í h.
liga torført við at minnast til
nógvar av teim hendingunum,
ið orsakað hava hetta ógvuliga
vittfevnandi rættarmálið.
Th. Petersen var fermur í
verjurøðum sínum, helt brand-
politiskar røður við hvørt, men
oftani gekk próvførslan honum
dekani dygt ímóti.
Holm Jacobsen aftur ímóti
var veikur, ja so veikur, at dansk
verjari hansara mátti tala at
honum: >Nej, Holm Jacobsen,
de er alt for medgørlig.<
Rættargongan heldur
við fleiri avhoyringum.
Hósdagin møtti Rasmus Olsen,
bókhaldari, sum vitni.
áfram
Tvøroyrar bóltfelag
Í hesum døgum verða Íuta-
seðlar seldir kring um landið til
frama fyri ítróttini á Tvørovri í
síni heild. Tað er Tvøroyrar
bóltfelag, ið skipar fyri.
Á seðlunum eru nógvir lutir
— hentir bæði til matna, útgerð
og lesnað — so at tey, sum
happadrúgv eru fáa góð virði fyri
peningin. Ja, góð føroysk virði,
sum til dømis føroyskt flagg,
foroyska bókagávu (fimm bind),
grindareiðskap, føroyskt kol, —
og Ólavsøkuhugaður kann vinna
sær frítt upphald í 3 dagar á
Hotel Hafnia (matur íroknaður),
eitt árs haldargjald á føroyskari
ávís (egið val.) Drigið verður 15.
juli og kunngjørt í ávísinum.
Fiskivinnan og viðurskifti
okkara við Noreg
Tann frágreiðingin, sum her í | lagi ella ikki. Ordini »sum eru
blaðnum stóð um sølu av veið- |
fyri fiskimenn« eiga tessvegna at
uni hjå trolaranum »Dråttur«, | verda strokin og har eigur einans
gevur fólki nógv at hugsa um.
Hetta er einki minni enn ein land-
asak.
Men í greinini stóð nakað, ið
kann misskiljast, og lat meg nerta
við tað áðrenn vit fara víðari við
sjálvum málinum. Har standa
hesi orð: >Hetta er teim stjórn-
monnunum, sum fyri
mikla mannmink
andi eru
fiskimenn, til
an,«
Ordini: >sum eru fyri fiski-
kunnu skiljæst soleiðis,
sum formenn fyri fiskimannatel-
øgunum kunnu nakuð við
tað hvørsítt vidurskiftini millum
Foroyingar og aðrar tjóðir eru í
menn.
gera
at standa: >Føroyallands stjórn-
andi monnum<. Um tað er teim
til mikla mannminkan ella
ikki veit eg ikki, tí eg veit ikki,
um teir hava gjørt nakað ella
einki fyri at fáa broytt viður-
skiftini millum Føroyar og Nor-
egi fiskivinnuni viðvíkjandi, tó
má ein halda, at:tað er heilt ófat-
uligt, at teir stymandi menninir í
Noregi ikki skulu vilja broyta
teirra støðu til Føroyingar, ser-
liga tá id vit vita, at Norðmenn
fegin vilja fáa friar ræsur í Før-
oyum enn teir í løtuni hava.
Fleiri føroyskir fiskimenn eru
Framhald á 4 síðu
Danska sjónleikaravitjanin
Mikla tøkk eigur Havnar sjón-
leikarfelag aftur fyri, at tað í
samband við Dansk-Færøsk Kul-
turfond fekk í lag ta donsku sjón-
leikarvitjanina, ið nú er vorðin
verunleiki. Almikið arbeiði hev-
ur staðist av at fingið vitjanina í
lag, men sum leiðarin, kgl. sjón-
leikarin Elith Foss sigur frá:
>Mong hava víst donsku sjón-
leikaravitjanini áhuga.
Nevnast kunnu: Dansk Musik-
forbund og Orkesterforeningen,
ið hava givið loyvi til, at frálíki
tónleikurin Riisager kann
verða nýttur við framførslurnar
av »De usynlige« her eins og á
Det kgl. Teater. Málarin Sv. Jo-
hansen, ið hevur skipað fyri, at
risa-leiktjøld frá kgl. teatrinum
kundu minkast og nýtast her. Ko-
da (komponisternes
Danske Dramatikeres Forbund,
Dansk-Færøsk Komite, Kultur-
fonden v/ harra Andreas Møller,
departementssjefi (fyrrv. stjóri á
Det kgl. Teater), Rikard Long,
landsstýrismanni, Jacob Olsen,
formanni Havnar sjónleikarfelags
og stjórn hansara. Ja, mong onn-
ur, ið hava hjálpt til at fremja
sjónleikarvitjanina — ikki minst
starvsfeløgum og vinum mínum á
kgl. teatrinum og Folketeatrinum,
hjá
forening),
BN
———
ið nýta summarferiu sína til Før-
oyaferðina og sum frammanund-
an hava nýtt nógva tíð til venj-
ingar.“
At hetta vóru vandir sjónleik-
arar var eyðsæð. Leikandi lætt
gekk øll framberingin á tí snøgga
og livandi leikpallinum. Tey
håvdu hitt fullkomna valdið á
orði og leiki, soleiðis sum bert
listarfólk kunnu hava tað. Fyri
øllum teimum, ið áhuga hava fyri
sjónleiki og øllum tí stórbæra í
hesi dygdargóðu listini, vóru
hetta hugnaligar og framúr áhug-
averdar løtur, ið seint verða
gloymdar.
Framførdir vórðu tveir sjón-
leikir. Fyrst >Hjertets Renhed«,
ið er nútíðar sjónleikur í 1. parti
eftir Knud Sønderby. Tey leik-
andi her vóru Kirsten Rolffes og
Poul Kern. Hin var >De usyn-
lige« eftir Ludvig Holberg. Tey
leikandi Jørgen Reenberg, Bir-
gitte Federspiel, Elith Foss, Kir-
sten Rolffes, Maria Garland og
Poul Kern. Hesi eru øll sjónleik-
arar frá kgl. teatrinum, uttan Bir-
gitte Federspiel, ið er frá Folke-
teatret.
Seinastu fyrivísaninar í Havn
vera í morgin. Síðani verður far-
ið út á bygdirnar.