leygardagur 9. januar 1954síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Førova Sosial-Demokratur
FRÆLSI
1, síðu, 15 oyru
Lýsingarprísur fyri mm: 20 eyru á
á 3. og 4. síðu
JAVNAÐUR
Kaigerðini í Miðvági líður væl
Miðvági.
Árið, ið fór, var einki gott ár, hvat
viðvíkur hjá fiskimonnum.
Heldur ikki var stórvegis at vinna hjá
arbeiðsfólkinum á landi. Kemur lítið
av sjónum, verður heldur ikki mun-
andi arbeiði á landi. Vegarbeiði hevur
Sostatt er ikki
rívan av peningi millum manna.
inntøku
ikki verið nevnivert.
Afturímóti hava nakrir menn sein-
asta ár havt arbeiði við kaigerdina, ið
nú er nærum liðug. Byrjað varð seint
seinasta vár. Eitt stórt framstig var
tað, at Miðvágs og Sandavágs kom-
muna samdust um at útbyggja Mið-
vág til upp- og avskipingarhavn. Okk-
ara áskoðan er tann, at hetta kemur
at hava stóran fíggjarligan týdning
fyri báðar bygdirnar. Av allra størsta
týdningi er tað, at vit nú ikki verða
noyddir at flyta fiskin til Sørvágs, tá
ið avskipast skal. Hetta hevur økt
munandi um útreiðslurnar. Vónandi
AT meðan fólkaflokksmenn og sam-
handsmenn hava stýrt landinum, er
arbeidsloysid vorðið so stort, at tað
ikki finnur sín líka í øllum heiminum.
AT teir ikki hava útvegað fiski-
monnum eitt einasta far, síðani teir
tóku við ræðinum, men
AT teir hava selt eitt hitt allrabesta
fiskifarið — Nólsoyar Páll — út av
landinum.
AT teir hava minkað um keypi-
kraftina av tí hartvunna peninginum,
soleiðis at t. d. keypikraftin í 6000 kr.
einans er 5000 kr.
AT teir hesi illu 3 árini hava sett
2 nýggjar miljóntolllógir í verk.
AT Hákunnarlógin orsakaði skip-
araverkfallið á sinni, ið kostaði land-
inum fleiri miljónir krónur.
AT teir við at avtaka bæði lønjavn-
ing og forskot orsakaðu fiskimanna-
verkfallið í 1952, ið kostaði landinum
fleiri miljónir krónur.
AT teir við teirra drápsstøðu í løn-
javningar-, forskots-, prís- og fiska.
sølumáluunum orsakaðu fiskimanna-
verkfallið í 1953, ið kostaði landinum
fleiri miljónir krónur. Eitt annað úr-
slit av hesum var, at inntøkur fiski-
manna vórðu munandi minkaðar, or-
sakað av, at Erlendur Patursson so
syrgiliga og hjálparleyst gav eftir yvir
fyri reiðarunum.
I koma teir
smærru fiskabátarni at
leggja at í Miðvági, tá ið líkindi eru
til tess.
Miðvingur.
me
Hvannasund
Vánaligt veður og eingin útróður.
Viðanes
higartil verið til veiðu. Fyrsta túrin
ert = motorbáturin hevur
bræddi hann øll leigini, síðani hevur
hann ongan veg verið, orsakað av um-
væling og óveðri.
Nýggja samkomuhúsið er liðugt at
stoypa, men nú fer peningur at tróta
til tað, ið eftir er at gera.
Í umbúna er at keypa ravmagnsverk,
men endalig avgerð er ikki tíkin enn.
Miðvágstrolarar-
nir bjargaðir
Miðvági.
Trolarafeløgini »Vågaklettur« og
>Múline eru bæði likvideradi, men
góðir menn hava tikið seg saman og
sett nýggjan pening til við K endamåli,
at fáa í lag eitt nýtt felag. Hetta hevur
gingist avbera væl. Nyteknadar eru
100.000 kr., báðir
framvegis koma at verða í bygdini.
so al trolararnir
Hetta má sigast at vera óført, aftaná
at eigararnir hava mist allan tann
partapeningin, ið teknaður varð av
fyrstu tíð. Viljin til framhald er hin
besti.
Miðvingur.
Ravmagn
í Norðdepli
Norðanfyri Múlan í Norðoyum
hevur bert Múli (við
vatnorku). Nú hava Norðdeplismenn
keypt eitt motorverk úr Kollafirði fyri
umleið 9000 kr. Uppi í hesum prís-
inum eru eisini steyrar, leidningar,
havt ravmagn
málarar 0. á. Menn eru nú farnir at
stoypa húsið til motorin og annars
at gera tað neyðuga arbeiði.
Samkomuhús er í gerð og er liðug!
at stoypa.
Útróðurin hevur verið eingin og
smáligt við øðrum arbeiði.
Suðuroyingur skrivar
Úr Suðuroynni er ikki nógv at frætta
Veðri er vánaligt, útróðurin ið gav so
stóran vinning í fjør hevur svikið nú.
Flestu menn hava sett á at velta, men
hetta ilskliga veðrið man hava drivið
mangan aftur til hús á hálvum degi.
Vágbingar sleppa ikki at velta, tí
útskiftingin er ikki liðug enn, vænta
Leygardagin 9. januar 1954.
Blaðið verður bílagt á posthåsinum, og
kostar kr. 2,20 + porto um fjórðingsárið
teir at hetta arbeidi verdur lidugt til
fyrst i februar.
Menn hava roynt eftir seidi bædi vid
nót og dyrging, men tað er påra sort.
Menn hva tad åskodan, at ædurnar,
id liggja framm vid landinum og kava
hvønn morgun, nå síðani menn løgdu
av at skjóta tær, styggja seiðatorvur-
nar frá landi.
Skiparir ganga nú millum bygdir
og biðja fólk. Hetta er nóg so tíðliga
at biðja teir menn aftur, ið ikki hava
fingið avrokning fyri árið, ið farið er.
Okkurt hevur ikki landað fyrr enn um
árskiftið, so óhugnaligt er at fara av-
stað aftur undir tílíkum treytum.
Falkur hevur fingið 200 kassar í
trimum setum.
Mánadagin lógu skipini millum 60
—80 sent.
Saksaberg tekur fisk nú.
Eisenhower
heldur røðu
Aftaná árskiftið
forseti, hildið stóra røðu til amerikan-
ska fólkið. Hann segði. at 1953 var
eitt gott ár fyri U. S. A. — Stríðið í
landsins synir
hevur Eisenhover
endað, og
meira á
Korea var
bløddu ikki
Hann legði fram eina verjuskipan, har
stríðsvøllum.
m. a.
skuldi minkast, flogvápnið økjast, sam-
verður sagt, at hermanningin
vinna við vestureuropeisku londini um
atomorkuna. U. S. A. gjørdi munandi
sterkari fyri hvønn dag. Heitt var á
Sovjetsamveldið um samrådingar um
eftirlit við atomvápnunum. Handils-
og gjaldoyrisviðurskiftini skuldi bøtast
hjálpin til nationalistarnar á Formosa
halda fram. Utreidslurnar å komandi
figgjaratlan verdur at minka vid 7.
milliardum dollars. Ein munandi ábót
á sosialu trygdini verður at fremjast.
Skatturin
eitur bóklingur, ið Norrøna felagið
hevur givið út. Har fær ein at vita,
hvat loyvt er at draga frá, tá ið skatta-
uppgávan skal gerast. Kostnaður 2.50
kr.
Løgtingid
kemur eftir avgerð frå seinastu ting-
setu saman aftur týsdagin 12. januar.
Hetta verður so triðja samkoman í hesi
setuni. Hinar ferðirnar hava teir lítið
og einki gjørt. Hesi ferð fær ein at
frætta frá teimum 7 milj., ið teir hava
verið og biðið danir um.
Tingið plagar vanliga at vera samaa
til 1. apríl tá ið nýggja fíggjarlógin
tekur við.
BRÓÐURSKAPUR
| 27. árg
Skipini
Tjaldur kemur higar í dag. Fer
niður aftur 15. jan.
Drottningin fer úr Keypmannahavn
týsdagin 19 jan. Av Havnini til Tvør-
oyri og haðani til Reykjavíkar.
Smiril hevur havt ketilreinsan. Siglir
aftur í dag. Thorshavn hevur siglt fyri
hann.
Russurin undir
Føroyum
Tað er framvegis hópur av russisk-
um sildaveiðuskipum undir Føroyum.
Eisini móðurskipini eru at síggja undir
landi. Serliga er tað Hvannasund, ið
teir hava valt sær at liggja á. Vanliga
koma teir heim á streymin, og so kønir
eru teir, at einstakir hava silgt gjøgn-
um sundi, hóast hetta kann vera nóg
vandamikið hjá kønum monnum. So
eru teir so hendinga blidir. Verður
farið umborð bjóða teir í rúgvuvís av
allskyns góðgæti, líka frá sildatunnum
til fløtakaramellir. Umborð á onkrum
á bátunum varð ókunnugfólkið bjóðað
í biograf.
Verjuskipið »Lundin« vitjar tíðum
út millum russarnar og tosar við teir.
Heilar dagar kann hann hava ligið
uppá. síðuna av teim stóru móðurskip-
unum norðan fyri.
Ísfiskurin
Hesa vikuna hava selt:
Tindhólmur = 1842 kit. 1607 stp.
(126 vrakaði)
Grunningur 338 1704
Gullfinnur 1937 4884 -
Beinisvør 1006 3656 -
Høgifossur 668 2262 -
Gullsøki 703 - 2270, -
Gulldrangur 338 1441 -
Utflutningurin
seinasta år
tons — 1000 kr.
Klippfiskur 6.653 22.063
Saltfiskur 11.750 16.422
Ísfiskur 1,831 1.146
Saltsild 13.796 17.134
Aðrar fiskavorur 564
Hvalaúrdráttur 1.273
Lýsi 876 1.197
Ull og ullvørur 314
Skin og vil 298
Ymist 238
63.670
69,961
Í alt
1952