Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-01-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. januar 1954síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR 16. januar 1954 Ein russari og ein breti hittust á einum fundi. Russarin ynskti bretanum til lukku, tí hann var vorðin ærisdoktari í Oxford. Afturfyri hvat var hann vorðin tað? - Jú, tað er fyri mínar kanningar av teim ultraviolettu strálunum, segði bretin. Men eg má eisini ynskja tygum til lukku. Tygum eru jú vorðin ærisdoktari við uni- versitetið í Moskva. Afturfyri hvat eru tyg- um vorðin tað? Jú, eg tók eina tonn út, segði russarin. Eina tonn!!? spurdi bretin undrandi. Men tað er jú einki fyri, Sig ikki tað, segði russarin. Hjá okk- um, skilja tygum, torir ikki ein sál at lata munnin upp, so eg mátti taka tonnina út gjøgnum oyrað. Gjøgnum gerðir mannsins havi eg ofta undrað meg yvir klókskap kon- unar. (Otto Weiss.) — Hvat brúkar læknin sjálvur, tá ið hann er forkølaður? Fini fimtan, tjúgu snorklútar. Tað hevur ikki so nógy at siga, um tú ert hansara allra fyrsti kærleiki. Tað, ið umræður, er at verða hansara seinasti. Hvat gjørdi tú í kálteiginum hjá Janusi? Ætlaði tú tær at stjala røtur? Nei, eg bara vitaði, um eg kundi lata Veru. Hví heldur tå, at drongur mín er skræddari, lítli mín? Tí eg sá, tá ið hann tók mál um lívið á tær í gjárkvøldið. Tað er við kærleikanum sum einum skemtileiki. síðsti partur er altíð mis- eydnaður. Ein amerikask Whiskyfabrikk sigur frá, at whisky, orsakað av nýggjum uppfinning- um tey seinastu árini, ætlandi verður at fara eina sanna kring um allan heimin. Við hjálp av teim nýggju evnunum, ið latin verða uppí, fara whiskysløgini at smakka betri, gerast reiðiliga drúgvari — eins og drykkirnir verða mætasta hjálp hjá teimum, ið vilja hava góða heilsu. sigursgongd Í dag las eg eina longri grein um møði. Gud, sum tað var møðsamt. Er tað ikki ein frálíkur buddingur, eg havi gjørt tær í dag? Uppskriftina hoyrdi eg i útvarpinum. Hm, so må tad hava verid eitt verri atmosferiskt óljóð, meðan tå lurtaði. Tað ringasta við at vera útrúgvur 8 g ar at vita, um ein skal angra, við- ganga, tiga ella ljúgva. Í HEILDSØLU HAVA VIT: rosinur sviskur dadlur fikur NIELS MORTENSEN heildsøla tlf. 2366 småsøla | Høvudsskrivstova: TURSHAVN TIL. 1350 P.F. FØROYA BANKI (Stovnadur 1906) Tlf, 32 Renta av innskoti vid uppsøgn uppá 3 mánaðar 4% p. a. Renta av bankab6k 3%/2 %/o p. a. Bankin er opin 10—12 og 14—16 — Suðuroyar deild opin kl. leygardag - Leygardag 10—14 10—12 og 13—15. Suðuroyar deild.. TRONGISVAGI 10 —12 og 13—14. Grót og skervur. ØU, ið vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmann fyri kommununa. Froðbiar sóknar kommuna FÆRØSKT PRODUKT FÆROSK MARGARINE VITA N2 1 VITAMINISERET FINT PRODUKT Minnist til barnahjálparmerkið Arbeiði verður útbjóðað Arbeiði við at grava niður ca. 1700 m av telefonkaðal í Vági verður útbjóðað. Treytirnar fær ein við at venda sær til telefonverksskrivstov- una í Tórshavn ella telefonstøðina í Vági. Tilboð skulu vera telefonverksskrivstovuni í hendi seinast 10. februar 1954. Telefonverk Føroya Legtings Tilboð uppá sementstein og sand Tilboð uppá 8000 sementsteinar og eitt partí av sandi til kaðalarbeiði í Vági verður útbjóðað. Treytirnar fær ein við at venda sær til telefonverksskrivstov- una í Tórshavn ella telefonstøðina í Vági. Tilboð skulu vera telefonverksskrivstovuni í hendi seinast 28. januar 1954. Telefonverk Føroya Legtings Sjómarksmálið myrkalagt Nú tingid kom saman var at vænta, at úrslitið av teim samrådingum, sum fram fóru í London, fóru at vera kunn- gjørt tinginum, men so var ikki. Tað Kristian Djurhuus kundi siga tinginum var, at einasta = løgmaður føringar kundu vera væl nøgdir við årslitid, men hvat ið vunnið var, kundi hann ikki upplýsa fyrr enn bretska stjórnin fyrst heyði haft høvi til at tosa við útgerðarmenn har og trolaraeig- arar teirra. Síðsta heyst legði javnaðarflokkurin fram á ting uppskot um at siga upp sáttmálan við Ongland, men hetta mál liggur enn í fiskivinnunevndini. Tá nú samráðingar skuldi fara fram um sjó- arøki okkara, sum sjálvandi er eitt hitt mest tydningarmikla mål, id tingið viðger. skuldi ein trú, at áðrenn menn fóru til samráðingar. var málið í allar mátar væl fyrireikað millum annað við samráðingum við teir, sum fiskivinn- una røkja, fiskimannafeløg og åt gerðarfeløg um hvørju minstu krøv okkara vóru, men so var ikki. Lands- stýrið sendi 2 menn til London, men hvørjar >innstruksir< ella hvat teimum var álagt veit eingin. Eisini kann ein spyrja, um nú hesir mean vóru teir rættu at senda. Tað sær út sum tað fyri landsstýrið hevur verið mest um- ráðandi at útsendingarnir vóru hvør úr sínum landsstýrisflokkinum — ein umboðaði sambandsflokkin og hin umboðaði fólkaflokkin — enn tiknir millum teir røkja við Føroyar. Johan Djurhuus, fulltrúi í Tinganesi, mátti neyvan menn sum fiskivinnuna verið hann, sum best kundi tala fiski- mannasak á hesum fundi, ella O. J. Jensen, sum nú í mong ár hevur siglt sum skipari í enska trolaraflotanum, og sum eftir hvat íð sagt verður er umboðsmaður fyri eitt hitt størsta trolarafelagid í Onglandi. Hví ikki heldur valt hesar samráðingarmenn úr til dømis Klakksvík og Vági. teim plåssum sum nú meira enn nøkur onnur røkja fiskivinnuna her við oyggjarnar? Fyrsta kravid til landsstýrið má vera: Fram í ljósið við málinum! kvinnan >} Mótarnir í 1953. 1. Vakurt og vælsitandi klæði til hana, id væntar sær, prinsessukjóli, einki belti, »ritar«-håls- skurðir, knappar allan vegin niður, 3. Diors chok-kjóli, ið nýggja mannequin hansara, Victora, var íklødd. Hann hevði ta nýggju, stuttu longdina, sum vakti so mikla undran, N 4, — men hevdi sera litla åvirkan, 5. tann bátsformaði hálsskurðurin, 6. og tann yrútars-formaði, 7. teir alstóru kreolar-oyrnaringarnar, 8. gylp í kjólarnar, 9. tulipanlinjur í dragtini, 10. ermarnar skuldu skerast út í eitt við fótstykkini, 11. Dior vildi hava innsetta beltið oman fyri mjadnarnar (miseydnaðist). 12. tann bátsformaði hálsskurðurin randað- ur við »pelsverki« í smærri nógdum. 13. rúgvur av rullukragum, 14. hattarnir beint á høvdinum, 15. toy mynstrað við djóramyndum (zebra), 16. sloyfur allastaðni og stuttar veitslu- kjólar, 17. typiskir hálsskurðir, herðarnir ikki berir, 18. nógv av bast og strá, 19. Faths spennitampar fyri jakkanum. 20. meira »pelsverk í smærri nogdum«, skeivir bringulummar, snævur miðja. 21. teir nýggju nylonplisseraðu náttkjól- arnir. Plissurnar tola vask. Hetta var ein »kryningarnåttkjøli«, 22. Hárið var ongatíð nóg frísut. framman á Ein av Danmarkar mest kendu kvinnan innan fyri kvinnurørsluna varð herfyri spurd, hví hon trúði á Gud hevði skapað kvinnuna. Hon svaraði: >Gloymið ikki, at tað var Eva, ið hevði tað moralska dirvið at taka eplið á kunnskaparans træi. Hevði hon ikki havt gjørt tað, høvdu vit øll gingið og malið í paradísi sum analfabetar. Tað var óivað fyri at forða hesum, at Gud skapaði kvinn- Tøkk Fyri sýndan heiður á silvurbrúð- leysdegnum 10. 1. 54 takka vit hjarta- liga. Anna Helena og Alen Viderø. Viðareiði.