leygardagur 23. januar 1954síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
23. januar 1954
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Nr. 4
Føroya
SOSIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
telf. 2172
Postbox 76
Prent:
A. ØSTER
[| [— ——[———[—|—
Fólkatings-
menninir
Í samband við setan av landskúla-
konsulenti legði Rikard Long eisini
uppskot á ting um, at teir lærarar ið
gerast fólkatingsmenn skulu gjalda 1/3
av læraraløn síni til vikar. Tað, ið
vikarurin kostar útyvir hesa peninga-
hædd skal danski státurin rinda. Tað
er landsstýrið og tá fyrst og fremst
fólkaflokksmenn, ið sett hava fram
uppskotini um avtøku av ítróttaráð-
gevaranum, setan av landskúlakonsu-
lenti — og har uppi í uppskotið um, at
føroyskir fólkatingsmenn skulu hava
somu rættindi og somu lønarkor sum
danskir fólkatingsmenn. Danski stat-
urin rindar hvørt einasta oyra, ið fólka
tingsmenninir kosta.
Nú ger Dagblaðið øgilig álop á
hetta uppskot. ið partamaður teirra
Ríkard Long hevur lagt fyri tingið.
Men hin djúpa orsøkin til skriving
Dagblaðsins er sjálvandi einans tann,
at ein maðurin, ið kemur undur hesa
»ajourføringina«, ið sum sagt ikki
kostar samfelaginum eitt einasta oyra,
er P. M. Dam.
Hví drekka folk?
Hvat er alkoholisma?
,
Heimsheilsusamskipanin = kunngerð
nú frágreiðingina frá tjakinum á
Keypmannahavnar fundinum í 1951.
Hví drekka fólk? Hvussu verður ein
vanadrankari? Hvørji verða alkoholist
Er alkoholisma ein brotsgerð ella ein
sjúka? Ber tað til at vinna á alkoholis-
muni?
Hesar spurningar og nógvar aðrar
hevur S. Tar Heims-heilsusamskipan
roynt at svarað. Fundur varð hildin í
Keypmannahavn í 1951. Serfrøðingar
í alkohol- og alkoholisspurningum
allastaðni úr Europu komu saman
undir vertskapi WITO's. Tilfarið, ið
kom fram á fundinum, er eftirkannað
og sent út sum frágreiðing, id kann
kanningum.
Í dag veit ein, at drankarar ikki uttan
víðari kunnu metast sum ódygdar-
menniskjur. Ein lítur at teimum sum
sjúk menniskjur, og tað krevjast aðrar
fyribyrgingar enn tær, ið ofta verða
nýttar: ikki politi og fongsul, men
læknahjálp. sjúkrahúsupphald, medisin
psykoterapi og endursosialisering.
Neyðugast av øllum er tað fyribyrgj-
andi arbeiðið.
Eitt sindur um drykkjuskap.
Y msastadn; sigur frágreiðingin, eru
drykkjuvanar eitt takksamt tjakevni,
ið lættliga tekur upp kappingina við
þolitikk og veður og vind. Hvørji
góð ráð geva fólk hvørjum øðrum?
Jú, nøkur siga t. d.: Ver bert livligur,
so merkir tú einki. Tá ein dansar, tolir
ein rúgvuna av whisky.
Læknarnir og fysiologarnir siga, at
hetta er eitt undantak. Um hann, ið
dansar, kennir seg minni rúsaðan enn
vinirnir, ið verða sitandi, so er tað
ikki tí hann »dansar tað av sær«. So er
tað bert tí, at hann ikki hevur stundir
at drekka so nógv sum hinir. Royndir
vísa, at alkoholid ikki brennur skjótari
av øktum vøddaarbeiði. Likamid letur
bert eitt lítið sindur av alkohol frá sær
beinleiðis, t. d. við andadráttinum. At
byrja við fer alkoholbrenningin einans
fram í livrini, ikki í vøddunum. Ikki
fyrr enn livurin er liðug við sítt ar-
beidi, er ein komin útum brennivins-
ins ávirkan stutt sagt.
Bularevnini eru av avgerandi týd-
ningi fyri hvat ein tolir av alkohol:
ein stórur tjúkkur maður tolir betur
nøkur gløs enn lítil og klænur. Eitur-
virkan alkoholsins minkar sjálvandi
eisini, um ein blandar eitt sindur av
ratni uppí. Seks smáir whisky-soda
vilja ikki kunna gera so nógy um seg
sum seks småir, men sterkir whisky-
snapsir. Tá ið alkoholið virkar sterkari
niður á fastandi hjarta, enn tá ein
elur samstundis, er tað ti, at fóður
seinkar alkoholupptøkuni í líkamið.
Hví drekka fólk?
Hví drekka fólk? spyr frágreiðingin
og svarar: Ívaleyst ofta fyri at njóta
alkoholsins doyvandi ávirkan á bæði
sålarlig og likamlig brek, tess lutvísa
skerjan av nervaarbeiðinum og øðrum.
Ein heldur seg vera mentan at gera
alt, tá ein er ávirkaður av rúsdrekka,
ein fær avlop av megi, rýmir frá ger-
andisdegi sínum og sínum sorgum og
sveimar eina løtu í einum hugflogs-
heimi.
Men tað eru ikki øll, ið drekka av
hesum orsøkum, og serfrøðingar royna
í dag at fáa greitt, hvat tað er, ið skilir
tann mannin, ið eftir øllum at døma
einaferð vil gerast alkoholistur, frá
honum, ið ansar sær í sínari rúsdrekka-
nýtslu, Er tað serlig sløg av fólki, ið
gerast alkoholistar? Serfrøðingar
halda seg hava funnið tekin, ið hella
tann vegin, men eru ikki komin til
nakað endaligt úrslit í hesum spurn-
ingi. Tílík eru fólk við sjónskum
minnilutakenslum, við tørvandi máta-
haldsevnum. Onnur eru tílík. ið hjálpt
av alkohol royna at vinna á sínum
truplu = sinnisrørslum og persånligu
trongdum. Aftur ímóti hesum báðum
sløgum er verlskapsmaðurin, hvørs
»g6dalagbarometur« sum oftast er
hægri enn hjá vanligum menniskjum.
Hann byrjar at drekka av berum verts-
skapskæti og so kemur dagurin, lá
einki mark er fyri honum.
Royndir við kettum.
Samhand psykisku trongdunar við
ómátahildnan drykkjuskap'eru prógvað
við reyndum við kettum. WHO-frá-
greiðingin sigur frá, at nakrar kettur
skuldu royna at finna teirra føði á
torføran hátt. Síðani vóru tær gjørdar
bangafullar, hvat orsakaði, at tær
høvdu ilt við at greiða royndina við at
finna fram at føðini. Tað gekk tó
frægari, tá ið tær høvdu fingið eitt
sindur av alkohol. Seinni skuldu tær
velja ímillum reina mjólk og mjólk
við alkohol í. 10 av 16 >neurotiskum<
kettum vildu heldur hava mjólkina við
alkoholinum í og lærdu skjótt at finna
hana. Tá ið ketturnar aftur høvdu
vunnið á »neurosuni«, fóru tær at
drekka tað reinu mjólkina.
Tá drykkjuskapurin gerst ovurstórur
Frá alkoholismunar ymisku orsøkum
— fysisku, psykisku, sosialu o. s. fr.
kemur tydiliga fram hetta sermerki:
hvat enn kann hava leitt drankaran å
byrjunarleidina, so er tad sjålvur
drykkjuskapurin, sum so vid og vid
fær hann at økja um drykkjuskapin
åt um tad mark, hann tolir »Timbur-
menninir«, trupulleikarnir i heiminum
og á arbeidsplåssinum, glósurnar frå
vinmonnunum o. s. fr. fáa hann at
drekka enn meir, tå hevur alkohol-
trongd hansara náað ti sjúkliga. —
Teir ymisku spurningarnir í sam-
band við alkolismuna koma til við-
gerðar á alheimsfundi millum ser-
frøðingar í Hollandi í mars-apríl í ár.
—
Kommunuskúlin
í Havn.
Arbeiðið at gera nýggja kommunu-
útboðið.
skúlan lidnan verður nú
Kjallarahæddin er liðug. Hetta arbeið-
ið kostaði 280.000 kr. Lidugur kemur
skúlin at kosta 2.150.000 kr. Pening-
urin er fingin á henda hátt: í skúla-
300.000 kr.
Fíggjarætlan 1953/54 100.000 kr. Á
komandi fíggjarætlanum til 1955 verða
450.000 kr. studningur frá løgtingi-
num 400.000 kr. studningur frá státi-
num 400.000 kr. og síðan lán 500.000
kr.
Býráði vil nú fáa teknað eitt obliga-
tiónslán, 400.000 kr. stórt, renta 6 %.
Skúlin verður liðugur um heystið
1956. Í skúlanum vera 20 skúlastovur.
fimleikarhøll, skúla-
køkur o. m. o. høli.
Skúlabarnatalið við allar skúlarnar
í Havn, kommunuskúlan, realskúlan,
nonnuskúlan og privatskúlar er 950.
byggigrunninum vóru
træsmiðjuhøll,
Hesin nýggi skúlin verður at rúma
630 børnum.
—
Vísdómsorð
Fyrsta glasið: Maðurin tekur víni. Annað
glasið: vínið tekur vínið. Triðja glasið: vínið
tekur mannin.
Tann størsta av øllum gleðinum er sjálv-
gleðin, hon ger allar hinar til einkis.
Tað finnast tey menniskju ið einans kenna
tær gleðirnar, sum tey eru ørg um aftaná, tí
Hjartans tøkk
tit oll, sum mintust meg við
gåvum og telegrammum á 70-
ára f6dingardegnum hin 14.-1.-
1954.
.
Margretha Kjærbech,
Sumbøur
kvinnan
>
Hvussu við hárinum?
Hetta er sjálvandi ein átrokandi spurn-
ingur hjá kvinnum.
Vit loyva okkum her at endurprenta ein
stubba úr >Kvinden< í »Social-Demokraten«,
ið umrøðar hetta evni:
Ikke opad længere
Det kan jo ikke nytte at sige, at frisure-
moden kun er noget, der angár mannequiner,
frisører og skuespillerinder, Man behøver
bare at se på en københavnsk gade i myldre-
tiden: 7 af 10 københavnerinder har håret
redt væk fra ørene og — så godt som det
nu lader sig gore — opad bagtil. Det er
kort, men strøget opad, som Britta Jærndal
viser det på det lille billede.
Men nu er det ikke moderne længere. Í
stedet for at børste opad og ærgre sig over
nakketjavser, som prinsipieit ikke vil opad,
skal håret nu tværtimod nedad i nakken.
De 15 danske frisører, der er tilsluttet Syndi-
cat de la Haute Coiffure, er lige kommet
hjem fra Paris og viste i går de nye frisurer.
»La Fronde«, på nogle af de københavnske
mannequiner.
Háret skal stadig være kort >fortonende
sig í en længde fra otte til to centimeter ned
mod nakken, yderligere udarbejdes de i
krøller og i effilerede spidser«, hedder det
i frisorsproget.
Sagt på er sprog for ikke-fagfolk er det
ivjnefaldende ved de nye frisurer, at ørene
"9UI9AÅ) I WOS 9UISPIS I BO UINYNBU
I »I9B[oq«Ja JOp 18 30 "FUISpow að BIPPIS
»IBYIOUJSUNY — SYSUSI[PIIK 19p 18 —'peWuidI
30 pepou 1pal 19 1918{ 18 9NYÆP 194 9
Reytt hår.
Tað tekur til, at reytt hår verður at hava
valdið í 1954. Bæði Rita Hayworth og Eva
Bartok hava — eftir at hava vrrið bæði
blondin og dimmhærd — avgjørt at bera
reytt hár. Tann kenda mannequinin í París,
Luzy Parker, er reyðhærd, og tann leiðandi
mannequinin í London, Fiona Cambell-
Walter, er eisini vorðin reyðhærd — í hár-
fríðkanarhøllini.
Januar
18. jan. Útlendskur postur til Klakksvíkar
við Polo. — Oyrnafjall á veg úr Hamburg
til Dunkerque.
19. jan. Fulla mánamyrkingin sást ikki so
heilt væl. At byrja við var toluliga klárt,
men meðan almyrkt var, kom mánin bert
hendinga ferð undan. — Drottningin farin
úr Keypmannahavn kl. 18. — Tinganes
farin til Noregs við tunnu- og kassafiski, tók
post við. — a
20. jan. Bildeild Havnar arbeiðsmanna-
felags hevur fund um bilkoyringina. — B 36
byrjar innanduravenjingar í Fimleikarhøllini
— Skonnartin Frida komin við stykkjagóðsi
0. ø. til Mouritzen. — Jóannes Paturson út
aftur at veiða eftir at hava verið inni á
Siglifjørðinum. Hevdi fingið trolið um skrúv-
una. — Reiðarapartafelagið Tórshavn hildið
uppat. —
21. jan. Seyrvingar sigast at hava í um-
búna at keypa trolaran Guttaberg frá Sjó-
vinnubankanum fyri 100.000 kr. — Norski
båturin >Tejo< komin eftir fiskafarmi av
Klakksvík. Oyrnafjall komin til Caen á veg
til Rouen. —
25 ár umlidin síðan Klakksvíkarpresturin
N. J. Rasmussen tók vid prestastarvi á fyrsta
sinni.
23. jan. Asbjørg Samuelsen úr Havn og
Erik Rasch verða vígd í Herlev.
24. jan. N. J. Rasmussen, prestur verður
48 ára gamalur. — Hjúnini Sigrid og Jógvan
Simonsen, keypm. Saltangará halda silvur-
brúðleyp.
26, jan. Missionsvika á Tvorøyri í døg-
unum frá 26—31 jan.
30. jan. G. H. M. hevur gamla manna dans
31. jan. Klakksvíkar Fiskivinnufelag
(Barmur) hevur aðalfund í Samkomuhúsi-
num.
———— rer
»Nordstjørnan«, ið roynir undir
Føroyum. var á Havnini í gjár. Hevdi
fingið umleið 600 ks. Ferð útaftur at
veiða.
Drottningin kom ígjár.
Tjaldur fór úr Keypmannahavn
ígjárkvøldið.