leygardagur 6. februar 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6
Framhald av 1. síðu.
Erlend . ..
lutvis av dagløntum arbeiði hildu teir.
Í øllum tilfelli søgdu teir við meg, tá
ið eg vegna umstøðurnar troðkaði á
teir fyri ta ferðina at hjálpa fiskimonn-
um beinleiðis. at tað ikki bar til av
principiellum = grundum vegna tey
mongu tilfelli hjá teimum sjálvum,
hvar ið Samvirkende heyði noyðst
at sýtt ymsum fríttstandandi feløgum
ella bólkum av arbeiðarum beinleiðis
hjálp uttanum samgøngu við tað
ástaðisliga bindiliðið við Samvirkende.
Fyrj at fáa hjálpina máttu hesir fyrst
samskipa seg við tað ástaðisliga bindi-
liðið. So mátti eisini verða hjá føroy-
skum fiskimonnum.
Eg varð vitandi um, at hetta svar
Samvirkende ikki bara varð sagt munn
liga. men varð hildið fram í riti til"
fiskimannafeldgini.
Ikki við einum einasta orði havi eg
rátt Samvirkende í og enn og minni
fingið tað til at taka nakra ávísa støðu
til fyrispurningin frá norðmonnum til
Samvirkende viðvíkj. verkfallshjálp
til føroysku fiskimenn. Eg hevdi heldur
ikki høvi at gera tað, tí tann av Erlendi
Patursyni umrøddi fyrispurningur frá
norðmonnum til Samvirkende kom
fyrst aftaná. at:eg var farin úr Dan-
mark til Føroyar.
Eg visti, at samvirkende vildi hjálpa.
men at teir sum sagt høvdu greitt frá,
at hjálpin mátti koma igjognum
Føroya arbeiðsmannafelag, og tå ið
eg so fekk frænir um, at svarið frá
Samvirkende til fiskimenninar varð
hildið dult og harvið helt bæði arbeiðs-
menn og fiskimenn frá at taka støðu
til tað og rudda støði eins og skipa
fyri, at hjálpin kundi koma sum allra-
skjótast, gjørdi eg ilt av mær og skorð-
að; á, at arbeiðsmenn og fiskimenn
fingu kunnleika til støðu Samvirkende.
Kundi makað metast fyri illa og
skeiva gerð í stríðnum fyri at fáa
fiskimonnum verkfallshjålp, so var tað
at forða fiskimonnum og arbeiðs-
monnum at viðgerð skrivið frá Sam-
virkende, so tað kundi fáa endiliga at
vita hvat ið arbeiðsmenn og fiskimenn
sogdu, um teir hildu seg kunna ganga
við til hesa samskipan og fáa hjálpina.
Erlendur Paturssonur sigur, at Sam-
virkende hevur logið fyri norðmonnum
og tekur sum prógv fyri tað nakað upp
aftur úr brævi frá teimum til Sam-
—— 2 —
Føroya Fólkaháskúli
Summarskeið fyri gentur byrjar
Í. mei.
Bønarbrøv um studning til skeiðið
verða at senda til Føroya Landsstýri
innan 16. mars. Nú fara vit at kunna
taka móti fleiri næmingum enn higar-
til, tí til hetta skeiðið verður nýgfi
bygningurin liðugur. Tá verða viður-
skiftini betri fyri næmingarnar í so
mangar mátar. Annars fåast allar frá-
greiðingar um skeiðið vid at skriva
til undirskrivaða.
Komið fjølmentar!
Marius Johannesen.
ni A A ——— |———s—eee
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
virkende.
Men tann sum lesur við skili, og sum
veit. hvussu fram er farið, kann ikki
skylda Samvirkende fyri naka ósann-
indisskriving til norðmenn. Men har-
afturímóti verður Erlendur Paturs-
sonar missgerð móti fiskimonnum
óhugnaliga undirstrikað.
Hanus við Høgadalsá hevði fiski-
mannafelaganna vegna samráðst við
Samvirkende og fingið bæði munnligt
og skriftligt at vita støðuna. Og Sam-
virkende bíðaði jú eftir svarið frá bæði
fiskimannafeløgunum og Føroya
arbeiðsmannafelagi. Tá ið hin norski
fyrispurningurin kom til Samvirkende,
heyði tað einki svar fingið. Hvat kundi
tað tá svara norðmonnum annað. enn
fa: vidurskiftini millum donsku og før- |
oysku feløgini ikki vóru orðnað ella
endiliga avklárað. Og hvat kundi norð-
menn svara Erlendi Paturssyni annað.
enn at teir máttu bíða vid at taka
støðu. til viðurskiftini ella samráðingar
nar við Samvirkende vóru komin til
fullan klárleika.
Tað er so eydsæd, so fullkomuliga
greitt fyri hvørjum skilamanni, at
Erlendur Paturssonur við at halda
svarið frá Samvirkende, ið var greitt í
síni støðu og treytum fyri verkfalls-
hjálp dult fyri fiskimonnum og urbeiðs-
monnum. hevur alla skuldina fyri, at
Samvirkende svaraði norðmonnum
soleiðis sum gjørt var, og sum Var
samsvarandi sannleikan.
Erlend Paturssonar skuld i at fiski-
menn ikki fingu hjálpina, teir hóðu
um frá dønum, norðmonnum og svium,
mátti verið so tung at borið, at tað er
ófatiligt, at hann hættir sær al hjóða
monnum, ið vita skil á allari verkfalls-
mannagongdini, a! greina málið og
harundir avdúka hansara veruligu
støðu.
Við at:tarna Gi endiligari avklåran
av spurninginum um samgongu millum
Samvirkende og Føroya arbeiðsmanna-
felag, og vid hond og fóti at vera ímóti
eini samgøngu millum Føroya fiski-
mannafelag og Føroya arbeiðsmanna-
felag, forkom Erlendur Paturssonur
allari danskari. norskari og svenskari
verkfallshjålp til fiskimenninar.
Soleiðis er sannleikin vorðin — tað
sleppur Erlendur Paturssonur ikki
undan hvat fyri ósannind hann dýkir
á meg í blaði sínum.
Tað var harður leikur at fáa svar
Samvirkendes fram til arbeiðsmenn
og fiskimenn. Men hann leyk við, at
ein meirluti av arbeidsmonnum sam-
tykti at gerast limir í Samvirkende
og harvið varð støðið fyri hjálp frá
Danmark til fiskimenninar ruddað.
Men tá kvetti Erlendur Paturssonur
av, gekk undir galdandi sáttmála
heldur enn at vera við til eina fakliga
samskipan við kammiratarnar í Dan
mark og fáa hjálpina frá norðlendsku
arbeiðsmannafeløgunum.
Mín lutur í stríðnum fyri al veita
fiskimonnum verkfallshjálp tolir dag-
sins ljós. Vil einki fegnari enn at hann
skal koma undir fiskimanna- og ar-
beiðsmanna dóm.
Tað kann av sonnum sigast, al eg
hjålpti Erlendi Paturssyni til
óavmarkaða hjálp til fiskimenninar.
Men hann tók ikki við.
Niðungsgerð! Heyndargerð fyri at
hann varð valdur til formann fiski-
mannafelags, kastar Erlendur Paturs-
sonur eftir mær.
Um hann og hansara menn veitti
mær slíka >niðungsgerð<, slíka hevnd-
argerð í førum, har fiskimenn og
arbeiðsmenn hava givið mær álitis-
starv fyri teir at røkja, vildi eg verið
honum meiri enn takksamur.
Í Havn. tann 5. februar 1954.
P, M. Dam
Endurnýggjan av
skipaflotanum
Málið um endurnyggjan av skipa-
flotanum er tað ið størskan tydning
hevur í løtuni.
Øll sum lesa »Dagbladid« vilja
minnast hvussu illa tað varð upptikið
at Dam og J. Poulsen talaðu um hetta
mál á ríkisdegi.
»Dagbladid« rósar av at Landsstýrið
skal greiða hetta mál og at okkara
fólkatingsmenn tessvegna skulu halda
teirra nasar burtur haðani frá. Vit
høvdu tí vóna at Landsstýrið fór at
koma fram við einum plåni um skipa-
bygging við peningastuðuli og laga-
ligum láni; men ein vikan fer og
onnur kemur og einki er at hóma sum
yoðar frá at:tað lýsir í fyri nøkrum
eningi — alt er i ti Óvissa.
Hesar síðstu 2 vikurnar hava einans
4 fundir verið. Síðan tingid kom saman
evur tingarbeidid verið fjas og smá-
put] ein hálvan tíma um dagin hevur
fundur verið við einum ella hægst
tveimum smámálum.
Einstakir tingmenn hava spurt, hvar
Marshall miljónirnar eru; men svar
fæst einki. Ein dagin reistist tingsins
formaður og gréddi frå at Danir
hava so lítið álit á okkum, at vit fáa
ikki rætt til at býta Marshallpeningin.
Hetta ljóðar øtiligt. Tað er ófatuligt,
at tingsins formaður, sum samstundis
er formaður fyri sambandsflokkinum,
skal siga tílíkt við einum tóna, sum
boðar frá, at hetta er alt í lagi.
Eru vit Føroyingar komnir í- ta
støðu at eingin uttan fyri Føroyar
hevur álit á okkara Landsstýri. so má
nakað vera galið í okkara samfelag,
og so má fólkið fáa loyvi at velja sær
aðrar menn at stýra — menn sum fólk
uttanfyri Føroyar kann hava álit á.
Fuglfirðingar søktu um lán og stuðul
til keyp av stórum tíðarhóskandi trolar
Øl Fuglafjarðabygd stendur saman
sum ein maður og nærum øll hava set!
6. februar 1954
——————————IN———I8V—E——€—Bi}KVWHII A —i
z
pening í fyritøkuna,
Tað sigst, at aðrar bygdir eru farnar
at stovna líknandi samtøkur; men
hvussu mikið fáa hesar samtøkur í láni
og stuðuli frá tí almenna? Enn veit
eingin nakað og teir menn, sum standa
á odda fyri samtøkunum vita heldur
einki. Man Landsstýrið sjálvt vita
nakað?
Teir vita helst púra einki sjálvir.
Teir veva tómar vevar — til keisarans
nýggju klæði.
At flenna orkar ein ikki — og at
gráta myttar heldur einki.
Vónleyst — tað heila.
J.H. Danbjørg.
Tokulúður
á Akrabergi
Sum øllum kunnugt, er havið við
Suðuroy av bestu útróðraleiðum —
kanska besta útróðraleið — við Før-
oyar.
Serliga sunnanfyri Suðuroy, á
Munkagrynnuni, og á miðunum vestan
fyri Suðuroy er nógvur fiskur at fáa.
Hesar leiðir søkja ikki einans bátar úr
Suðuroy, men eisini fiskifør úr øðrum
oyggjum royna fiskiskap her.
Men havið um hesar leiðir er vanda-
fult — Sunnbiarendin og Røstin eru
tiltíkin.
Tað ræður tí ikki einans um at
vera væl útgjørdur við fiskiførum —
væl útgjørdur á sjónum — men tað
ræður eisini um, at tað verður gjørt á
landi, sum gerast kann, fyri at gera
vandan fyri missi av mannalívi so
lítlan sum møguligt og líkindi fyri, at
útróðramenn og aðrir, sum ferðast um
hesar havleiðir, kunnu røkja sítt starv
á so tryggan hátt sum gjørligt.
So statt loyvir Vágs Útróðrafelag
sær virðiliga at koma til heiðraða
Føroya Løgtings við umsókn um at
fáa tokulúður settan á Akraberg.
Tað er óneyðugt her at siga, hvat
nyttu ein slíkur tokulúður vil gera,
tað er sjálvsagt allir Føroya løgtings-
menn greiðir yvir, men tað skal nevn-
ast sum dømi, at í februar mánaði
1940 fórst Porkerisbáturin >Búgvin<
í ódnarveðri og náttarmyrkri á Sunn-
biarhólmi. Hevð; tokulúður tá verið á
Akrabergi, er tað óvist, at hesin sorgar-
leikur hevði farið fram.
Tað er okkara vón, at Føroya Løg-
ting ger, hvat gerast kann fyri at
útvega, at tokulúður verður settur á
Akraberg.
Við hávirðing
fyri Vágs Útróðrafelag,
Hans Jac. Hjelm.
Framlagt á Føroya løgting við við-
mæli av P. M. Dam og J. H. Danbjørg
Grót og skervur.
ØU, id vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmann
fyri kommununa.
Froðbiar sóknar kommuna