Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-03-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 1954síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

r | Nr. 11 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR 13. mars 1954 Þú , iP Frh. av 1. síðu. e . . r . . hevur tikið. Eink; var honum meira | Við illgitan og ósannindum rOYNnIF | (jr, em at leiða fiskimenn ut í óføri og so sleppa teimum uppá fjall. Hvor sveik ... og læt øllum vera greitt, at ikki fóru fiskimenn at roynast í longum verk- falli, uttan so fiskimenn á ein ella annan hátt kundu tryggjast peninga- liga. Eingin fiskimannaleiðari við neista av ábyrgd í sær kundi vera so samvitskuleysur at reka fiskimenn út í verkfall, uttan vissu fyri, at fiskimenn sjálvir. teirra konur og børn ikki komu at ganga svong, líða hungur og hall, meðan verkfallið helt á. Danbjørg tók tí ta støðu, at leita sær samvinnu við donsku og harvið norður lendsku starvsbrøðurnar gjøgnum Før- oya Arbeiðarafelag, ið virkaði fyri upptøku í >Det samvirkende Fagfor- bund«, meðan Erlendur Patursson um somu tid av øllum alvi og við øllum vápnum royndi at forða fyri, at fiski- menn skuldu fáa lut í tí økonomiska. fakliga, juridiska, upplýsingarliga. menningarliga, mentunnarliga og øðr- um serkønum stuðuli, ið føroyskir arbeiðarar og fiskimenn vildu fáa við organisatoriskum samarbeiði við Sam- virkende — v. ø. orðum beinleiðis felagskapi við 700.000 danskar starvs- brøður. einum felagskapi, ið fyrst og fremst vildi beint fyri øllum verkføllum Skuldi verkfall borist á, vóru føroyskir fiskimenn peningaliga tryggjaðir og hin fulli sigurin vísur. Støða Erlends Paturssonar. Hevdi Erlendur Paturssonur verið so umhyggin og viljað fiskimonnum eins væl og Danbjørg, var einki verk- fall í dag. Men hann vildi tað annar- leiðis, førdi fiskimenn út í verkfall, uttan at hava tryggjað teimum peninga ligan stuðul. Eitt vónleyst stríð, hvat hann sjálvur 19. apríl í jør mátti við- ganga, tí annars vildi hann ikki havt undirskrivað tann sáttmála. ið av hvørj um fiskimanni nærum verður mettur sum ein svikagerð. Sjálvur segði Erlendur P. á fiski- mannafundinum í Havn, at peninga- liga varð einki vunnið, men allir fiski- menn ásanna, at teir hava tapt og tapt í stórum. Annað enn svikagerð og niðungs- verk kann henda gerð hansara móti fiskimonnum ikki kallast. Men hetta var ikki einasta svika- gerðin mót; fiskimonnum i 19. apríl sáttmálanum. Hygg grein 18 í sáttmálanum. Henda #0 D greinin, henda trælagreinin, ið bindur fiskimenn í 2 ár at slíta og sleipa undir hesum sama sáttmála Hetta dáraverk Erlends P. soleiðis: ljóðar Hesin sáttmáli kemur í gildi beinan vegin. Um nýggir sáttmálar eru ikki lidnir til 1. januar 1954 verða allir sáttmálar millum feløgini galdandi til 1. januar 1955 ella til nýggir sáttmálar koma í gildi. Í dag ger Erlendur P. verkfall móti tí sáttmála. ið hann sjálvur hevur gjørt og undirritað. Kann nakað vitleysari hugsast? Kann nakar við nøkrum rætti síga, at slíkt er skilamaður? Men kort- ini er tað hin nakni verunleiki, at slíkur er maðurin. ið fiskimenn hava kjósað sær til formanns. Hvat verður úrslitið ? Hvar enda fiskimenn ? Og hvar endar hitt føroyska sam- felagið, um slíkur skilaloysingur við villeiðandi = upplýsingum verður at halda fram. sum formaður fiskimanna- felagsins? Erl. P. at verja vónleysu støðu sína Tað er ikki ókent, at Erlendur Patursson, tá ið hann einki annað eigur til verju, ikki sparir ljótastu ill- gitanir og grovastu ósannindi. Í síni øgiligi øsing ber hann fram óvan- ligar grovar lygnir móti J. H. Danbjørg formanni Suðuroyar fiskimannafelags. Í 14. sept. fyri 9. mars skrivar hann um Danbjørg í samband við verkfallið: Har við hevur hesin maður stungið allar fiskimenn norðan fjørðs í rygg in. Hesa avgerð tók Jóhan Dan- bjørg longu í hini vikuni, men fyrst í gjár lat hann tað koma alment fram. Um hetta er einki annað at siga, enn at tað eru ósannindi við lít. Víðari sigur E. P.: — Hann hevur dúgligar samráðing- ar við stórútgerðarmenninar í loynd um og bak rygg Føroya fiskimanna- felags. Hetta er ósatt úr enda og í enda. Ikki sannleiksneisti í einum orði. Dan- bjørg hevur ongar samrådingar havt. har Erlendur Patursson og sýslufor- Stevning P. M. Dams Erlendur roynir at gera seg til pínsla vatt í eygum fiskimanna, samstundis sum hann við øllum hugsand; ósann- indum og villeiðingum roynir at blinda fiskimenn, soleiðis at teir skulu gloyma hvør orsøkin er til verkfallið. Svik síni móti Føroya fiskimonnum hin 19. apríl í fjør roynir hann at dylja fyri at hon- um skal eydnast at fullfiggja sítt øra politiska spæl, men meðan hann kann nýta formannsæti sítt í fiskimannafel- agnum til hetta endamál. Nú veitrar Erlendur við, at P. M. Dam ikki tordi at stevna seg fyri tær grovu lygnirnar hann hevði í blaði sínum um at P. M. Dam hevði fingið danir at logið fyri norðmonnum. Hetta verður Erlendi stokkut gleði. Seinasta mikudag var stevning P. M. Dams móti Erlendi avhend dómaranum. Det lyder op- timistisk — men er let- opnåeligt for enhver. De nye ovntyper fra HESS gi- ver økonomisk arme, samtidig med Åt ovnene skaber et eget præg over hjem- met. ommer De forbi vor forretning, så se ind og lad os demonstrere ovnener egenskaber for Dem. Valdemar Liitzen Teif 1020 Um verkfallið Fiskimenn hjá Trygva Samuelsen sak- førara F. F.s Fiskimenn úr Klakksvík hava spurt Trygva Samuelsen sum F. F.s sak- førara, um teir kunnu við at fara í Suðuroyar fiskimannafelag mynstra undir galdandi sáttmálum. Trygvi Samuelsen svaraði, at Føroya Fiskimannafelag ikki, áðrenn felagið fór í streiku, høvdu ráðført við seg. >Men um teir høvdu haft spurt meg,< segði hann >vildi eg haft rátt teimum frá, tí eg haldi, at streikan er ólóglig, og at fiskimenn um teir tapa sakina kunna koma undir gjaldsskyldu. Men nú aftaná at streikan er lýst vil eg ongum ráða hvørki til ella frá. menninir í Føroya Fiskimannafelag ikki hava verið hjástaddir. Triðja lygnin: — Ein dag ella tveir dagar aftaná sat Johan Danbjørg við borð útgerð- armanna og tók við kostum teirra. Helst hevur alt verið avtalað spæl frammanundan. So grovt og ósatt kann tað sigast, men hesi dømi prógva, at Erlendur Patursson er so meistarligur sannleiks- reingjari og ikki sparir nøkur våpn, tå ið tað ræður um at fella menn, ið ikki hava gjørt seg sekan í nøkrum øðrum, uttan at hava vent sær frá villa leiki og drápsgerðum Erlends Paturssonar móti føroyskum fiskimonnum, men Danbjørg afturímóti hevur leingi og væl umhugsað tær avgerðir, ið hann ——iiikew Verkfallið heldur fra LÝSING FRÁ FØROYA FISKIMANNAFELAG Verkfallið heldur fram. Øl tilrigging, mynstring og sigling er bannað. Limir, sum gera móti hesum boðum felagsins, verða koyrdir burtur úr felagsskapinum og sleppa ikki í framtíðini at sigla saman við limum Føroya fiskimannafelags. Formaður Suðuroyar fiskimannafelags hevur brotið avtalu sína við Føroya fiskimannafelag. Har afturat roynir hann nú at bjóða teim- um, sum siga seg burtur úr Føroya fiskimannafelag, innivist í Suður- oyr fiskimannafelagi. Teir limir, sum nú fara úr Føroya fiskimannafelagi og inn í Suðuroyar fiskimannafelag, fremja tvífalt brot móti felagi sínum, og fáa í hvussu er ikki mildari revsing enn aðrir sum fremja brot móti felaginum. Teir skiparar, sum sigla við slíkum monnum, skulu ikki rokna við, at teir í framtíðini fáa fólk frå Føroya fiskimannafelagi um borð í skip síni. Tórshavn 10. mars 1954. Stjórn Føroya Fiskimannafelags Bann móti útróðri Føroya fiskimannafelag bannar hervið øllum limum sínum ein og hvønn fiskiskap, har ímillum eisini útróður, við førum, sum limir í Føroya reiðarafelag og Felagi føroyskra trolaraeigara eiga ella eiga lut í. Hetta bann móti útróðri kemur í gildi beinan vegin og stendur við hagar til verkfallið á fiskiflotanum er loyst. Samstundis biðja vit útróðrarmenn á plássum, har einki útróðrar- felag er, at seta seg í samband við stjórn Føroya fiskimannafelags til at samráðast um at gera útróðrarsáttmálar við tryggari avrokningar- og prístreytum fyri útróðrarmenn. Tórshavn 12. mars 1954. Føroya fiskimannafelag me Bann móti sigling vid isfiski Føroya fiskimannafelag bannar hervið øllum limum sínum al sigla við skipum, ið flyta ísfisk til útlandið. Hetta bann kemur í gildi beinan vegin. Tórshavn 12. mars 1954 Føroya fiskimannafelag Til limir Havnar Arbeiðsmannafelags Tað verður við hesum sagt frá, at viðtøkur Bildeildarinnar verða settar í gildi frá og við mánadegi 15. mars 1954. Teir bilstjórar, sum ikki hava fingið viðtøkurnar, kunnu fáa tær á skrivstovu felagsins. Vevnd Havnar Arbeiðsmannafelags Nevnd Bildeildarinnar