leygardagur 10. apríl 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
10. apríl 1954
NOKUR ORÐ TIL HARRA ERLEND PATURSSON
Eg eri ikki vanur at skriva í bløðini.
og mær hevði eisini dámað best at
sloppi frá tí nú eisini, men eg haldi tó,
at tygum hava verið so grovur og
óndskapsfullur móti okkum Suðuroy-
ingum, at tað illa fer at bera til at
lata slík skitin runubløk, ið einans
kunnu koma frá manni, ið hevur
skúgva alt rættlæti til viks, sita á
okkum.
Osidiligur og ósannur eru tygum,
kyniskur og skamleysur móti øllum
teimum, ið ikki vilja lúta fyri tygum.
Óndskapur og illvilji lýsir úr hvørjari
reglu, tygum seta á prent móti okkum,
ið als einki hava við tygum at gera.
Fyri okkum hava tygum einans verið
hin stóri svíkjarin.
Svíkjaranavnið vilja tygum aldri fáa
tvåad av tygum. Hin 19. apríl í fjør
festi tygum svíkjaranavn tygara á
blað. Henda svíkjaragerð tygara vil
koma at standa í søgu okkara, sum
hin grimasta og mest oyðandi, ið nakr-
antíð er gjørd. Tá tóku tygum fiski-
mannafjøldina heilt av fótum, forkomu
okkum betri lønarlíkindi, forkomu
okkum tað fullgóða úrslitið av verk-
fallinum, ið allir fiskimenn høvdu
vónað. Tá noktaðu tygum fiskimonnum
rætt til atkvøðugreiðslu, um verkfallið
skuldi halda áfram ella ikki, noktaðu
fiskimonnum at siga eitt korta nei til
tygara uppgevandi og neyðarsliga sátt-
mála, ið hevur gjørt neyðina og trongd
ina í mongum fiskimannaheimi størri
enn nakrantíð áður. Flestu fiskimenn
í Føroyum kenna hesa svíkjaragerð
tygara, og hvat ið enn hendir, so sleppa
tygum ikki undan ábyrgdini av 19.
apríl svikinum í 1953. Tað finst einki
navn í nútíðarsøgu okkara sum tygara,
ið tað á einum sinni hevur eydnast at
rikið fiskimannin peningaliga so langt
eftir reyv. Í hundraðum av krónum
mistu hundraðir av føroyskum fiski-
monnum av tygara áðum í fjør. Hava
tygum gloymt hetta, harra Erl. P.?
Kann eitt grovari svik móti fiskimonn-
um hugsast? Tora tygum at mótmæla
hesum? Víst er frekleiki tygara mark-
leysur, men hesin veruleika, ið svíður
dygt í mongum fiskimannaheimi í dag,
verður í øllum førum ringur at koma
uttan um.
Fyri at øsa fiskimenn norðanfjørðs,
fyri at royna at spjaða okkum Suður-
ovingar, fyri at royna at fáa fiskimenn
at gloyma tygara egnu ovurstóru
svíkjaragerðir móti fiskimannafjøldini,
hefta tygum í hvørjum einasta 14.sept.
svíkjaranavnið á okkum Suðuroyingar
og serslakliga á Danbjørg. Lat tað vera
at óndskapur tygara onkunstaðni ber
frukt í dag, men tygum skulu vera
alvísur í. at tygara ósanna øsingar-
skriving ikki hevur minsta ávirkan á
okkum. Tygum skulu vera fullvísur i.
at vit hvørki kunnu ella vilja vísa
manni álit, ið eyðrænt hevur okkum
fiskimenn fyri upp í fleiri hundrað
krónur bert av einari ársvinnu. Tílík-
um eyðrænara og mergsúgvara av fiski
mannsins lítlu og hart vunnu inntøku
venda vit bakið einaferð fyri altíð.
Fyri okkum eru tygum svíkjarin yvir
øllum svíkjarum. Tygum kunnu skriva
hvønn einasta 14. sept. sprenfullan um
svik. tað. at 19. apríl sáttmálin er
tygara verk, sleppa tygum ikki undan.
Tað rokkast ikki, hvørki nú ella í
framtidini,
Fullvæl vita tygum, at Suduroyar
fiskimannafelag ikki er i verkfalli.
Hetta er veruleiki, sjålvt um tygum
vilja ásanna hetta ella ikki.
Tygum vita eisinj fullvæl, hví so er.
Eingin fakfelagsleiðari við neista av
ábyrgd í sær, vil nakrantíð finna uppá,
at reka limir sínar út í verkfall, tá ið
tað er ivasamt um verkfallið er lógligt
ella ikki. Tygum minnast væl enn, at
tað vóru tygum, ið undirritaðu tann
sáttmálan, ið bant fiskimenn til ikki at
gera verkfall í tvey ár ella til ævigar
tíðir, sum tað annars eisini stendur í
sáttmálanum. Vónandi eru tygum ikki
so fullur av ósannindum, at tygum fara
at avnokta hesa svíkjaragerð tygara.
Kann ein við nøkrum rætti siga,
at tað er forsvarligt at reka fiskimanna
fjøldina út í verkfall, uttan at teir, ið
ábyrgdina hava, vita sær eitt einasta
oyra at veita teimum treingjandi fiski-
mannaheimum, konum og børnum?
Hvat um hungur og hall gongur á?
Skulu tey so svølta í hel?
Ásannandi hesar álvarsomu
leikar tók harra Danbjørg seg burtur
úr verkfallinum, og vit Suðuroyingar
siga: rætt gøjrdi hann.
Nú royndu tygum vissuliga at
ljúgva fyri fólki nordanfjords, at Sud-
uroyar fiskimenn seta seg upp í móti
Danbjørg. vilja revsa hann, vilja blaka
hann úr starvinum o. s. fr. Tygum
royna v. 0. orðum at samla tygum
heiður sum hin frelsandi eingilin,
royna at seta ilt millum Suðuroyar
fiskimenn, royna at fáa øsingina so
stóra sum gjørligt, royna at fáa alt
veru-
tað hatur, allan tann illvilja, alla tað
spjaðing, ja, alt tað eiturkenda, ið
kann fáa fólk at gloyma, at tygara og
einans tygara er skuldin fyri allar; ti
oyðing, ið fer fram í okkara landi í
dag.
Eg havi hitt fleiri fiskimenn norðan-
fjørðs undir verkfallinum -— álilis-
menn og av bestu skilamonnum. Vit
hava tosað um verkfallið. Allir samlir
miskenna teir tygum fyri svikagerdina
í fjør. Tá ið eg havi spurt teir. hvussu
teir aftaná eina slíka svikagerð, tora
at leggja út í verkfall við sama manni á
odda, siga teir, at teir fyrst og fremst
ikki vistu av nøkrum, fyrr enn verk-
fallslýsingin stóð í bløðunum. Sátt-
málin var jú undirritaður at galda
fyri tvey ár, og hartil høvdu tygum
róst honum í blaði tygara sum eitt
stórfingið dygdarverk. Men eitt var
øllum monnum greitt, at hesin sátt-
máli ikki fór at halda í longdini, ti
teir stóru peningaligi missirnir, ið
hann førdi við sær, vildi noyða fiski-
menn sjålvar at spreingja hånn. men
allir vóru samdir um, at hetta skuldi
gerast á lógligum grundarlag og við
tílíkum tryggleika aftanfyri, at eingin
ivi skuldi vera um. at fiskimenn vunnu
fullan sigur. Hetta hava tygum óivað
fingið frænir um, og fyri at bjarga
skinni tygara, royndu tygum sjálv-
andi at gera nakað, áðrenn fiski-
menn sjálvir tóku avgerðina í sínar
hendur. Hesi ferð tóku tygum beinan
vegin tað fyrivarni, at leggja ábyrgd-
ina í hendur fiskimanna. 18 hvussu
so er, lygum komu tå at standa púra
fríur. hvat so enn hendir. Eg skal ikki
leggja meg útí tær atkvøðugreiðslur-
nar, ið fram eru farnar, men hesir
menn, ið eg havi tosað við. siga, al
tær hava verið ógvuliga ógreiðar og
luttøkan sera lítil, ið hvussu er tað
fyrru ferðina. Men komnir út í verk-
fall eru menn sjálvandi samdir um at
halda áfram. At so er, þrógvar sein-
asta atkvøðugreiðsla, men har vil eg
halda, at fiskimenn ikki høvdu annað
at gera enn al siga nei til so lítið aftaná
at hava verið í verkfalli í 3 mánaðir.
Ein annar spurningur er, at manna
AAA [[|—|—|—|——— |———m 0 —[[——|[|—|—]|———"—ri——————— —-———S——— 2 ff ff ff ff ff [Af ff Af Af [ff Af ff ff
—i——————ð i EA ———
millum hevur verid talad um, at tygum
gjordi verkfallið, ti at tygum ikki
tordu at fara til val komandi heyst vid
19, april såttmålanum å baki. Hetta er
satt at siga Ogvuliga trúðligt. Álitið
var jú farið. Tá ið eg havi lagt henda
spurning fyri teir menn, eg havj tosað
við, so siga teir bart út, at ivaleyst
hava tygara politisku ætlanir aftanfyri.
Tað vil so vera hjá einum politikkara,
og tygum eru jú kyniskur og samvitsku
leysur nokk fyri at gera tað; men hesir
menn siga, at hjá fiskimonnum er eitt-
ans mið og mál fyri verkfallinum: at
tryggja teimum betri úrtøku og betri
livilíkindi. Síðani kunnu tygum hava
ætlanir, ið tygum sjálvur eri hugaður
at hava. Sum sitandi formaður eru
tygum sjálvskrivaður leiðari av verk-
fallinum. Fiskimenn vita, at tygum
ikki tora at svíkja aftur, sjålvt um
tygum tó vissuliga hava verið so nasa-
djarvur at hava bjóðað útgerðarmonn-
um vinnufrið í tvey ár ímóti at fiski-
menn fingu eina einastu lítlu sáttmála-
ábót. navnliga: eitt einasta prosent
aftrat í línusáttmálanum.
Politiskt, siga menn, hava tygum
einki at vinna. Fyri tað kundu tygum
gjørt fleiri 19. apríl sáttmálar aftrat.
Endamál tygara er jú loysing. Tað, ið
tygum ikki fáa forkomið á annan hátt,
vilja tygum jú forkoma vid loysingini,
ið av sær sjálvum vil leggja so stórar
okurbyrðar á fiskimenn, at teir aldri
vilja fáa so góðar sáttmálar og so góða
inntøku, at ikki hvørt oyra verður at
gjalda í skatti og tolli, tolli og skatta
0. s. fr. Eisini hetta er lætt skiljandi,
men hvussu fáa tygum loysingarpolitik
tygara at ríma saman við inntøkulík-
indi fiskimanna ?
Ógvuliga ofta eru tygum úti eftir
arbeiðara- og fiskimannafyritøkunj A.
T. á Tvøroyri, samstundis sum tygum
skíra Tvørámenn fyri letingar, ið rópa
eftir breyði. At hetta skal tæna sum ein
ræðumynd norðanfjørðs er sjálvandi
lætt at skilja .
A T. er í stórum peningaligum
trupuleikum; tað er eingin loyna, men
tíbetur eiga vit menn, ið av sonnum
vilja leggja rygg til fyri at bjarga
hesum arbeiðsvirkinum og vónandi
fer tað at eydnast, sjålvt um bæði
tygum og onnur bløð av øllum alvi
royna at drepa hetta virki, ið arbeið-
arar, fiskimenn og arbeiðskvinnur við
miklum sliti fingu á føtur aftaná at
stóru handilshúsini á Tvøroyri vóru
farin um koll.
Hetta er eitt av tygara politisku
vápnum, skitið, men tað er jú tað, ið
hóskar best í hondum tygara. Fullvæl
vila tygum, at bæði á Tvøroyri og
aðrastaðir í Suðuroy er hópur av javn-
aðarmonnum. Tygum vóna „at fer A. T.
ja so rúka sosialistarnir eisini. Har
fara tygum skeivur. Um A. T. rýkur
10 ferðir, so er ikki ein stavur av
alheimssosialismuni broyttur fyri tað,
— sosialisman verður í øllum førum
hin sama. Eingin fær rivið tann yvir-
bevísning úr okkum, at einasta bjarg-
ing fyri arbeiðs- og fiskimannafjøldina
er, at arbeiðarar og fiskimenn sjálvir
eiga síni arbeiðsamboð, og at teir á
tann hátt kunnu ogna sær allan ágóðan
av arbeiði sínum.
Harra Erl. P., vit Suðuroyingar
hava altíð gingið á odda fyr; at berj-
ast fyri betri korum og frígerðing
fiskimanna. Í 1940 stóðu vit einsa-
mallir í fiskimannaverkfalli og vunnu.
Vit vilja framvegis berjast fyri heilagu
stevnu okkara. Tað harmar okkum,
ikki at kunna standa lið um lið við
brøðurnar norðanfjørðs, men tygara
svíkjaragerðir, tygara ábyrgdarleysa
framferð og tygara lítla fakliga skyn-
semi forðaði okkum.
Eg hugsi ikki, tygum fara at vinna
stórvegis við at dálka okkum Suður-
oyingar við tygara ljótu, skilaleysu
og 6sonnu skriving um einstakar menn,
virki og fjøldina av fólkinum her í
Suðuroy.
Suðuroyingur.
Nøkur orð til Kjartan Liitzen
Ársakað av grein tygara i Dimmalætting
20 mars, loyvi eg mær at koma fram við
nøkrum viðmerkingum.
Mær var heldur dátt við, tá eg las grein
tygara. Eg havi kent tygum í eini 20 ár
fyri at vera ein hampuligan og sakligan
mann. Álop tygara á okkum adressufólk,
sum tygum halda bert eru fá og fækkast
meira og meira, prógvar tað mótsatta.
Tygum vilja vera við, at eg skal hava
skrivað, at eg einki havi ímóti lækna Ejvind
R Nielsen, tað kann eg ikki minnast meg at
hava gjørt, og eg trúgvi, tygum fara skeivur.
Víðari skriva tygum: »hvi tit seta hesa
grein í blaðið og broyta taktik er eyvita fyri
at dekka útyvir Halvorsen, ið er lopin fram-
av (hevur hann nú tað?) og nú er stevndir,
og royna at draga skuldina yvir á øll
adressufólkini, men er hann nú hetta verd-
ur? Meira ósympatisk menniskja skal ein
leita leingi eftir, og hansara stjørna norðan-
fyri er als ikki so klár, sum hon hevur verið
(Sær man tað, tygum ásanna, at hon hevur
verið klár) tað skulu tit gera tykkum klárt,
jú longur hann er her, fleiri og fleiri stoytur
hann frá sær við síni framferð, og sjúkra-
húspersonale viðfer hann sum skittin undir
fótinum á sær.
Eg havi havt við nógvar læknar at gera,
men Halvorsen hevur gjørt mær meiri gott
enn allir hinir, og hevur hann verið meira
sympatiskur móti mær, enn nakar annar,
so tað er einki at undrast yvir, at eg haldi
nógv av honum og ikki vil hava hann um-
byttan við E. R. Nielsen, sum eg ongantíð
havi havt nakað við at gjørt. Eg kann illa fáa
meg til at trúgva, at E, R. Nielsen kann vera
betri sjúkrahúslækni enn Halvorsen; hann
hevur jú verið kommunulækni vesturi í
Vágum og hevur mær vitandi einki havt við
sjúkrahús at gera øll hesi árini, meðan
Halvorsen hevur verið sjúkrahúslækni alt
síðani hann kom til Føroyar fyri nógvum
árum síðani.
| siga
Hevur tann praktiska erfaringin einki at
í læknafakinum? ein skuldi trú tað
mótsatta.
Tá tygum siga, at hann ikki virðir sjúkra-
húspersonalið meira enn skittin undir fót-
inum á sær, so havi eg í teir 3—4 mánaðir,
ið eg havi ligið á sjúkrahúsinum ongan av
sjúkrahúspersonalinum hoyrt sagt annað enn
alt gott um lækna Halvorsen.
Tygum og aðrir mótstøðumenn okkara,
dáma so væl at halda fram, at adressufólkið
bert er ein klika av monnum, sum royna at
útnytta adressuna til egið gagn at fremja,
men her trúgvi eg, at tygum taka feil. Eg
trúgvi, at tann stóra fjøld av adressufólki,
kvinnur so væl sum menn, forsvara lækna
Halvorsen, tí at tey hava lært hann at kenna
sum ein avbera góðan og sympatiskan lækna.
Eg og fleiri adressufólk við mær halda, at
tygum og tygara fylgisneytar bert er ein
lítil klika. Tit skriva við gráturødd, at vit
dálka sakleysan mann. Er lækni E. R.
Nielsen nú so einglareinur, sum tygum vilja
gera hann?
Tað var ikki eiti av runubløkum, ið á
sinni vóru send í hvørt hús í Norðoyum og
eystari síðu av Eysturoy við frá tí føroyska
læknafelagnum, sum E, R. Nielsen er limur
av, og ivaleyst góðkendi. Eg havi ið hvussu
so er ikki sæð nakra staðni, at hann hevur
mótmælt hesum skrivi.
Tað, sum nú er skrivað um E. R. Nielsen,
hevur hann sjálvur verið úti eftir. Adressu-
menn ætlaðu at spara E. R. Nielsen, men
nú mólu tit so groft at ikki bar til at tiga
longur, tygum, Kjartan Liitzen, mugu minn-
ast til, at i okkara eygum er lækni Halvorsen
tann sdkleysi maðuring sum órættur er
gjørdur ímóti.
Og heldur ikki halda vit, at E. R, N. er
lógliga settur, tå ið tað >sjúkrahússtýri<,
sum skal hava sett hann, ikki er lógliga valt.
H. C. Jacobsen