Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-06-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 1954síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

» Á |; Nr. 24 Føroya SOSIAL-DEMOKRATUR Blaðstjóri VILLI SØRENSEN telf. 2172 Postbox 76 Prent: A. OSTER Minstalgnin Í seinasta blaði nevndu vit nøkur mál. ið tað hevur eydnast javnaðar- monnum at troðka ígjøgnum, hóast mikla andstøðu frá afturhadlsflokku- num. Vóru hesi mál framd fyrr og í evstu løtu framd til lítar. var hópin meira vunnið: hvørt einasta arbeiðs- og fiskimannaheim vildi í dag verið væl ríkari enn tað er, og samfelagið vildi verið miljónavís av krónum rík- ari. Dagblaðið heldur, at ikki ljóðaði henda greinin væl. Tað er lætt fatuligt. Einaferð mátti tað fara at orna undir fótunum á teimum, ið nidurgangspoli- tikkin hava rikið. Dagblaðið heftir seg serstakliga í minstulønina. Blaðið heldur. at serstak- liga javnaðarmenn í Suðuroy eru illa nøgdir við minstulønina — hesa skip- an. ið blaðið sigur at vera eitt úrslit av »javnadarmanna ábyrgdarleysa tosi«. Javnaðarmanna støða í hesum máli tolir dagsins ljós og meting allra manna, Tað er eingin, ið kann benda á. at javnadarmenn her hava farið fram eftir fummum. Tað vilja tey mongu fiskimannaheimini ásanna. — Tunnligt og berligt mundi tað verið í mongum fiskimannaheimi, um javn- aðarmenn ikki vóru - um javnaðarm., hóast sín minniluta á tingi, ikki høvdu tikið upp bardagan fyri at bøta um korini hjá fiskimonnum, og beint tað, at fólkaflokksmenn lótu seg trodka til at taka undir við javnadarmonnum, man vera høvuðsorsøkin til, at tað yv- irhøvur sita fólkaflokksmenn á tingi í dag. Fyri fiskimannin er valla nakað størri framstig gjørt, enn tå ið javn- minstulønarmáli- uw aðarmenn sigradu í num. Vit minnast øll, hvussu illa fiski- menn vóru fyrikomnir í byrjanini av krígnum. Hin gamli fiskiskapurin varð av- lagdur og feskfiskaavreiðing tikin upp ístaðin. Men til hesa vinnu kundu so fáir koma, og um hana var eingin sátt- máli. Limirnir duttu burtur úr fiski- mannafeløgunum, ið sostatt gjørdust veik og mistu takið á fiskimannafylk- ingini til at kunna makta at gera nak- að munandi gagn í leirra nýggju um- støðum. Úrslitið var, at fiskimenn heldur enn al ganga heima við ongum vinn- ingj til at føða konu og børn við fóru at:sigla við fiski uttan nakran ávísan sáttmála og teir vóru vanliga so illa fyrikomnir. at teir tóku við tí, teir FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR fingu, Og tað var í minsta lagi, kunnu vit ætla. Tað vóru veruliga menn, sum góvu seg til at sigla fyri 150 kr. túrin, sum reiðarin vann í tíggjutúsundatali fyri ikki at siga hundraðtúsundatali uppá. Hetta kund; ikki ganga, søgdu um- boðsmenn javnaðarflokksins. Teir útarbeiddu tí eitt uppskot, ið var framúrskarandi fyri sína tíð. Eftir hesum uppskoti skuldu fiskimenn fáa eina minstu løn uppí 700 kr. Hetta vildu afturhaldsflokkarnir ikki ganga við til. Teir minkadu hana niður í 500 kr. Seinri hava teir við lóg tikið hana av, men troðkaðir av javnaðarmonnum og einum verkfalli máttu teir seta skipanina aftur í gildi, men hesi ferð uppaftur meira forkrypl- aða, Fiskimenn kenna mannagongdina, og teir kenna tey mongu brekini, ið herida skipan hevur haft, men tað er ikki skuld javnadarmanna. ' Javnaðarmenn hava altíð hildið fast um 700 kr.-minstulønina og eina skip- an. ið fult út tryggjar fiskimonnum allan peningin. Nú er at siga, at umstøðurnar ikki eru tær somu í dag, sum tær vóru, lå ið hetta mál varð reist á fyrsta sinni, men at hon ikki er minni neyðug í dag enn nakrantíð áður, er hvørjum manni greitt. Javnaðarmenn hava aldri hildið fram, at hetta skal vera álit fiskimann- a. Vinnulívsð skal ikki haldast uppi við sosialhjålp, og fiskimenn vilja heldur enn gjarna sleppa undan at liva av sosialhjålp. Minstulønina skulu vit hava. Hon er neyðug fyri at tryggja fiskimonnum nóg mikið til lívsins uppihald, tá ið illa gongur, og óhapp henda. At tað møguliga finnast teir, ið gera sær til góðar av hesum, gerst ikki við. Tað er eitt brek við allari sosialhjálp, ið ikki kemst uttanum, men harfyrj skulu tey nógvu ikki ganga tilgrundar. At minstalønin undir teimum gald- and; vidurskiftunum kom at verða ein alstór byrða, hava javnaðarmenn sjál- vandi altíð havt í huga. Javnaðarmenn hava tí eisini sett fram fullfíggjað uppskot um at endurnýggja okkara skipaflota, so fiskimenn fingu tílík góð og nýmótans veiðufør, at hvør maður í kraft av teimum harav stand- andi betri veiðulíkindum skuldi kunna vinna nóg mikið til lívsins uppihald, men øll hesi uppskot vórðu kveistraði burtur av tingborði — og vanlukkan hendi. Javnaðarflokkurin kann tí eis- ini siga seg fullkomiliga ósekan í øll- um teimum vanlukkum, verkføllum og øðrum ólagi, ið givið hava landinum og fólkinum so mong bakkåstini tey seinastu árini. Dagblaðið sigur nú, at mong — og tá serliga javnaðarmenn úr Suðuroy eru illa nøgd við núgaldandi minstu- lønarskipan. Ongum dámar ófrætturnar um hægri skatt, heldur ikki men núgaldand; minstulønarskipan er javnaðarmonnum, neyðug. Fiskimenn og teirra familjur skulu liva. Við teimum gomlu og óren- tablu fiskiskipunum vinna teir ov lítið. Afturhaldsflokkarnir hava einki gjørt fyri al útvega fiskimonnum nýmótans før. Einsamallir hava javnadarmenn barst fyri einari fullkomnari og skjót- ari endurnýggjan av skipafotanum. Hetta er orsøkin til tær ovurstóru skattabyrðarnar, ið nú hvíla á fólki- num, á fiskimonnum, arbeiðarum, ell- isrentunjotarum o. s. fr. Tær eru ræð- uligar og okrandi, men eitt beinleiðis úrslit av skilaloysi. Skilaloysi millum teir ráðandi, og í hesum føri eisini einum markleysum skilaloysi frá teim- um, ið stjórna skulu fiskimannafelag- num. Tá ið bøtast skal um kor fiskimann- a, er tad fyrst og fremst såttmålarnir við útgerðarmenn, ið skulu viðgerast. Hetta hevur altíð verið gjørt stig fyri stig hava fiskimenn vunnið fram, men so kom størsti skilaloysingur, ið fiski- menn nakrantíð hava havt á odda, til ræðið í felag teirra. Hansara fyrsta bred var stutt sagt at oydileggja og forkoma ti, ið aðrir høvdu vunnið fyri fiskimenn. Hann klípti burtur av og skerdi sáttmálarnar í stórum, og eyðrændi hvønn einstak- an fiskimann fyri hundraðir av krón- um av ti hartvunnu ársinntøkuni. Sått- málin, hann gjørdi líktist ongum, skil- oo:* høvur ella hali, eitt níðingsverk av aleysur út í odd og egg. Har var hvørki ringasta slag. Hesa níðingsgerð máttu fiskimenn, teirra konur og teirra børn bløða fyri. Hin veruliga seki royndi at blaka mold í eygunj; á fiskimonnum, lovprísaði hesum ússaliga sáttmála, segði 34 av øllum fiskimonnum at hav- a vunnið øll síni krav. Men hvat hendi so? Árið eftir segði, ið hvussu er ein stórur partur av hesum 34 av øllum fiskimonnum korta nei fyri at sigla fyri henda hungurssáttmálan. Ikki minst av hes; orsøk var tað av- gerandi neyðugt, at fiskimonnum varð iryggjað ein rættvis minstaløn, tí vit mugu minnast til, at framvegis er ikki ein einasti stavur broyitur í hesun. fyri allar okkara fiskimenn og alt okk- ara fólk so ólukkuliga og samfelags- drepandi sáttmála. Tá id skaitarokningin kemur, eigu: tí hvør einasti Føroyingur at hava í huga, at tað eru afturhaldsflokkarnir á tingi og harra Erlendur Patursson, ið eru orsøkin til hvørt einasta oyra av i tunga eykaskattinum, ið lagdur er á nerðar Føroya fólks. Tað eru hesi politisku émennini, ið vit hava at gera upp við. Eingin javnaðarmaður vil nakrantíð vera við til við køldum blóði at síggja okkara fiskimenn, teirra konur og teirra børn svølta í hel, líða hungur og hall, hvørt heldur tað eru sam- bandsmenn, fólkaflokksmenn ella ør- vitisfiskurin Erlendur Patursson. ið eru orsøkin til tess. Beinleiðis styðja verkfallið í vár kundu javnaðarmenn ikki. Erlendur hevdi hundið fiskimannin til ein hung- urssáttmála og henda sáttmála hevði hann bundið seg til fyri tvey ár ella meir. Ólóglig verkføll kunnu og vilja javnaðarmenn ikki styðja. Tey kunnu verða hitt ræðuligasta óføri fyri fiski- menn og lættliga føra til. at útgerðar- 12. juni 1954 monnum verða spæld tey drápuligastu vápn í hendi. Og hvat skuldu fiskimenn liva av? Javnaðarmenn kunnu ikki við teirra ábyrgdarkenslu, teir hava fyri slit- mannsins konu og børnum | monnum út í stríð við hungur og neyð innanhýsis — uttan einum einasta oyra í stuðul. Men kortini skal bardagin fyri at bøt- a um kor fiskimannsins ikki helma í. Fiskimenn skulu liva, og hvør dagur má ti verða vigdur stríðnum fyri hes- um lívneyðsynjarmálum, ið altíð troka á, men sjálvandi má hetta verða gjørt á haldgóðum og lógligum grundarlagi. Til tess at tryggja fiskimonnum nóg mikið til lívsins uppihald, var eingin sáttmálabroyting nóg munandi. Al Erlendur Patursson ikki altíð havt hesa fullkomnu trygging fyri eyg- hevur a undir verkfallinum sæst best av tí, bjóðaði útgerðar- monnum vinnufrið, um teir vildu gang- Hetta ljóðar láturligt, men er tó alt ov sætt. At fiskimonnum ikki varð livilig kor við hesi neyðarsligu hækk- at hann einaferð a eitt einasta prosent aftrat. tryggjað ing, er øllum greitt. Tí vóru onnur ráð at taka, og her vístu vit beinan vegin á, at einasta gongda leið var, at løgtingið tók sær av málinum og gekk fiskimonnum 100 pst. á moti í teirra krøvum. Hvat vildi ikk; verið vunnið, um bæði Fiskimannafelagið og útgerðar- menn tóku undir við hesum og beinan vegin vendu sær til løgtingið. Men ti- verri, tað varð ikki gjørt tá. Ikki fyrr enn Erlr. P, så, at honum stóð tap i hendi, leitaði hann henda vegin. Sjálvandi tóku javnaðarmenn bein- an vegin undir við hesum og vóru við úl at kalla tingið saman. Úrslitið varð, at fiskimonnum varð ryggjað ein minstaløn upp á 800 kr. At ein ovurstórur eykaskattur mátti eggjast á Føroya fólk var javnaðar- monnum greitt. Men fyri tað, um sam- bandsmenn og fólkaflokksmenn við eirra niðurgongupolitikki og Erlend- ur Patursson við síni sáttmálaskerjan og harav standandi eyðræning av inn- ku fiskimannsins, hava fort okkum út i hetta skilaloysid, hetta 6lagid, kunnu javnaðarmenn við kenslu ikki tigandi hyggja at, at fiski- teirra åbyrgdar- menn, teirra konur og teirra børn svolt í hel, líða hungur og hall. Í løtuni var hetta einasta gongda leið. Lai vera at minstalønin er illa um- tóki av mongum, ikki minst nógvum fiskimonnum; men vit koma ikki und- an, at hon var neyðug, tí afturhalds- flokkarnir ikki hava viljað fylgt javn- aðarmanna miðvísa uppbyggingarpoli- tikki. Tå id skattarokningin kemur, eiga øll at minnast til, at hon er eitt bein- leiðis úrslit av oydingarpolitikki aft- urhaldsmanna og grova såttmålanid- urskurði Erlends Paturssonar. Tað er hesar menn, ið vit mugu gera upp við. Til komandi val eigur hvor samfe- lagsborgari at taka hesar spurningar til gjølla umhugsan og fella sín harða men rættvísa dóm yvir hesar menn. | | | |