Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-06-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 1954síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ER Nr. 25 JUNI 1954 SM Tr MH FL 12 3 4 5 6 7 8 510 il 12 18 19 25 26 í 13 14 15 16 17 20 21 22 23 24 27 28 29 30 At minnast til. 21. Longsti dagur. 24. Jóansøkudagur. 29. Pæturssøka. 30. Full sólmyrking. Byrjar kl. 11,06. Stend- við til kl. 13,32. Almyrking. frá kl. 12,17. Mánastøðurnar. 23. Seinna kv. 27. Næstur jørðini. 30. Tendring. Skipini: Tjaldur. 22. úr Keypmh. 26. úr Føroyum 26.Jóansøkuhaldið byrjar í Vági. 27.Jóansøkuhald. Drottningin: 30. Keypmh. p Mannamat. - Tað er vetur, Himinin er bjart- ur,i mánalýsinum og blankar blanktra stjørnurnar í hesum bláa lofti. Jørð- in er rein og skær. Eitt kavafølv hev- ur lagt seg sum eitt línklæði yvir han- a. — Alt lýsir av reinleika. Men tann kryplaða og doyggjandi menniskja kennir ikki í sær friskleik- an ella nakra lívsvón. Hon dugir ikki at liva seg inn í reinleikan — burtur frá hesi lítisverdu verøld, hvar alt er fáfongd og fåfongdanna fåfongd, hvar hvørt fótafet er sermerkt av deyða og undirgangi. - Frá móðurlívi byrjar grálur og sremjan. Og í deyðaangist er eingin munur — har er ræðsla „ein rædulig ræðsla, stynjan og bøn. Tá ið so blóð- ið kólnar í æðrum, er tøgn — ein æ- vig tigandi tøgn. Nú er bert at síggja eitt dapurt eygnabrá. Roðin hvørvur so líðandi á teim tunnu, køldu kjálk- um. — Uttan fyri hoyrist grátur og sorgarljóð. Nú syrgja menniskju fe- laga sín, tann, ið livdi sítt egna ein- bylisliv. Nú fyrstani hoyrast heiðurs- tekini. Nú er hetta rekavættið vorðið mætasta menniskja — ein sonn fyri- mynd fyri øllum góðum og dýrabær- um. Hetta mødda likam verður sidan fjalt í jørðina. Ein krossur = verður settur við grøvina. Leiðið verður fjalt av blómum og kransum. Skrivað verð- ur við gyltum støvum nógvar kærar heilsur til hetta fånada likam. — Ein fjøld av fólki leitar heim til húsa. — Eitt kavafølv fjalir blómur og kransar, eftir er einans ein túgva og ein krans- ur. Henda menniskja hevur válað lívs- leið sína á enda. Lívslagna hennara var eingin hásummarmynd: — Hon royndi at knýta felagsskap. Roynd hennara eydnaðist. og tá spretti rósa í oyðimørk. Men ein heystardag troðkaði seg í eystri upp eitt stórt, kolsvart sorgar- skyggj, sum brátt breidd; seg í veldi yvir allan vesturhimin. — Rósan føln- aði, og sandstormar súsaðu í oyði- mørk. Í hesum hóttandi feigdarveðri sást ein mynd av eini spyrjandi menn- FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR iskju. Av eini menniskju, ið fegin vildi síggja rósuskot í oyðimørk. Men hesi ynski vóru eins máttleys sum mansins megi í deyðaangist. Hetta øgiliga veður mentist í orku síni. — Bert eitt mentist ikki — lívs- vónin — trúgvin til lívið. — — Ein menniskja hevur í máttloysi sínum krøkt seg saman um bulin á ein- um træi. Tár vættu kjálkarnar, tá ið skotini boraðu bringuna; men hetta vóru gleðistár — gleðin yvir at hava funnið aftur ein trúfastan vin — ein vin hæði í lívi og deyða. Men MINNISVARÐI er reistur yvir kappan.“hlómur og kransar fjala leiðið. Álvur á Bø. Demokrati. Í »Dagbladnum« nr. 45 fyri 4. í hesum mánaða lesa vit grein við yvir- skriftini: >Lata vit okkum taka av bóli?< Við hesari grein vil >Dagblað- ið< vísa á hin kommunistiska vandan og mæla øllum, ið av sonnum vilja verja demokratiid, til at fylkjast øksl móti øksl — serliga nú, tá ið løglings- val stendur fyri durinum. Hetta ljóðar væl og vakurt og er vert at hugsa um, og tíverri vísir tað seg, at diktaturini ofta hava lætt spæl nettupp av tí, at demokratiið er spjatt. Taka vit dømir frá útheiminum og tí stórpolitikki, sum har verður førdur í løtuni, kunnu vit nevna tann so nógv umtalaða europaherin, sum er ætlaður til verju fyri vesteuropeisk demokrati. Klandur og stríð hevur forðað og forðar fram- vegis fyri einum so neyðturviligum til- taki, sum ein tílíkur herur má metast at vera, Meðan demokratiini klandrast og tingast um ditt og datt, meðan ar- beiða kommunistar. Soleiðis sum tað er í tí stóra, er tað eisini í tí smáa. Her í okkara lítla sam- felag er klovningurin so stórur millum fólkaflokks-sambandið og hinar flokk- arnar, at eg dugi ongan møguligan veg at síggja, sum førir ímillum hesar báð- ar partar av føroyskum politikki. Hvørvítt tjóðveldisflokkurin er kom- munistiskur ella ikki, vil eg einki siga um, men viðvíkjandi arbeiðara- og og fiskimannavidurskiftum og mong- um øðrum er tað soleiðis á tingi, at javnaðarflokkurin og sjálvstýrisflokk- urin kunnu rokna við stuðuli frá tjóð- veldinum, men altíð við harðari mót- støðu frá fólkaflokks-sambandinum. Hetta er verunleikin. Hevði fólkaflokkssambandið styðjað javnaðarmenn og sett minstuløn fiski- manna til kr. 700 um mánaðin, so kanska einki verkfall hevði verið í ár, og ið hvussu var, so hevði øðrvísi sæð út í dag, enn tað ger, og tá hevði Dag- hlaðið heldur ikki noydst at verið so ørkimlað og bangið fyri, at kommun- isman fær vind í seglini her í Føroy- um. Men tað er ovseint at leggja lokið á brunnin, tá ið barnið er druknað. Hvussu leingi hevur fólkaflokkssam- bandið ikki barst ímóti forskoti og lønarviðbót, inntil nú teirra egnu velj- arar komu inn á teir á náttartíð og hóttu teir bæði við einum illum og øðrum, tá noyddust teir at krúpa til krossin og stemma fyrj ti uppskoti, sum teir ferð aftaná ferð hava felt. Tað er ikki so langt síðan, at ein av tingmonnunum fyri fólkaflokkssam- bandið stóð á tingsins talarapall; og segði, at øll minstaløn er av ti illa, ti hon venjir fiskimenninar til dovinskap og til at standa við sigarett í munn- inum og venda reyvina móti vaðkall- inum og líta á at liva av vaðskíta- grunninum. Men stutt aftaná hetta fór hesin sam; maður aftur á ting og greiddi atkvøðu fyri at seta minstu- lønina til kr. 800 um mánaðin. Um tilikur atburður ikki skapar kommun- ismu, so dugi eg ikki at fata, hvaðani kommunisman kemur frá. — Minnast vit. hvussu hin føkoyski yvirklassin bardist móti ellisretu, avlamisrentu og øllum tílíkum, so megu vit siga tað sama um hetta, at eisini tá hjálptu teir kommunismunj at festa røtur í før- oyskum fátækramannasálum. Eisini noktar fólkaflokkssambandið at fiskimenn skulu fáa gjøgnum teirra egna fiskimannafelag avrokning — uttan so, at hvor einstakur biður um tað, og trupult gongst eisini tá. Alt tílíkt skapar hat og kommunismu. Javnaðarmenn vilja, at fyribilsav- rokning verður givin við landing og sidan ein eftirbetaling, tá ið fiskurin fer av landinum — eisini hetta er felt, HVØNN KALLAR HON …. Frh. av 1. síðu. málinum p»straffede«, Um tað so er hann ella onkur annar, ið hevur fingið sjálvan høvdingin fyri danska vinstra- flokkin, Erik Eriksen, at trína fram á ríkisdegi og trútta inn á statsminist- aran at leggja uppí og fáa Halvorsen beindan burtur hiðani, ja, tað veit eg so ikki; men sum hann hevur tíggjað sær har niðri í hesum máli, er tað væl hugsandi. Og so kemur Dimmalætting dartandi við síni frágreiðing og síni skuldsetan og eykanøvnum sum »Op- rørere< og »Rebeller«. — Ja, sanniliga, nú tykjast sam- bandsoddarnir einaferð at sampakka væl." ). Tað hevur adressumonnum fyri, at okkara í læknamálinum hevur verið ódemokratisk. Eg veit ikk; reiðiliga, hvat eg skal siga, eg eri so lítið kunn- verið kastað okkum framferð ugur við hesi fremmandu orðini; men merkir orðið demokrati fólkastýri, so skuldi tað verið rímiligt, um fólka- viljin ráddi. Tað kann vera, at vit ikki hava fylgt tí, sum vanliga verður roknað fyri demokratiskt princip — eg eri ikki førur fyri at døma um tað; men tað er aldeilis avgjørt, at so at siga alt fólkið í Klakksvík. ja í hesum læknadøminum sum heild, vil hava Halvorsen til sjúkrahúslækna, og tá so er, so er hetta ein fólkavilji, sum *) Eisini í einum øðrum máli hevur sam- bandið fi seinastum staðið sera væl sam- an bæði her í Føroyum og í Danmark, og tað var, tá tað galt um at drepa arbeiðarafyritøkuna á Tvøroyri. Blaðstjórin. 19. juni 1954 — og endin verður tann, at kommun- isman tekur alt við hørðum, um ikki fólkaflokkssambandið nú kennir sína vitjunartíð og greiðir atkvøðu saman við javnaðarmonnum. At verja demokratiið er lætt at siga, men tóm orð verja einki demokrati. Nú gelda einki orð, nú má leggjast á annan bógv. Nú megu gerðirnar prógva, at menn standa aftanfyri orð- ini — tí annars enda vit í óføri, áðr- enn vit sjálvir vita av. Tað fyrsta, ið sambandsfólkaflokks- landsstýrið setti fram, tá teir tóku ræð- ið í landinum, var at steðga allari havnagerð. Harnæst settu teir studn- ingin til vegagerð so langt miður, at alt vegarbeið steðgaði. Arbeiðsloysið breiddi seg, og samstundis dýrkaðu allar neyðsynjarvørur av tí stóra tolli, sum fólkaflokkur og sambandsmenn løgdu á. Við øllum hesum sáðaðu teir kom- munismu í fátækar sálir her á landi, og nå rópa teir neyðarróp undan hesi kommunismu, sum teir sjálvir sáddu og tøðaðu. Sami kapitalistadólgskapur aðrastaðni spælt sigurin upp í hendur kommunistanna. Harfyri ræður um at leggja yvir á sosialdemokratiska leið — áðrenn tað eisini í Føroyum verður hevur ovseint. J. H. Danbjørg. — — land; ikki máttu torað at gingið uttan um, Hava vit demokrati her á landi, so latið fólkaviljan ráða, tit góðu landsstýrismenn ! Ein av landsstyrismonnunum er hið- an; úr valdøminum. Og tað er at harm. ast yvir, sum hann hevur borið seg at móti okkum í hesum máli, Men gongur landsstýrið so vítt, at tað krevur av ríkisstýrinum, at tað skal senda danskt politi (kanska eisini militer) at køva fólkavilja Norðoyinga, tá haldi eg, teir hava merkt seg við einum skammar- bletti, sum aldri verður tváaður av aftur teim flokkum, sum ráða í Før- oyum í dag. Og fyri at koma aftur har, sum eg byrjaði: Hvønn kallar Dimmalætting fyri »Rebeller«? Tað er ein spumning- ur, eg fegin vil hava svar uppá. Adressumaður. — Tórshavnar líkkistugoymsla hevur telefon nr. 2206 ymiskir prísir JACOB C. JOENSEN snikkarí ——— MICLE vaskievni er gamalkent her í Feroyum Hver kann útvega ungum manni stovu og sovikamar (helst møðlerað og við hita) til leigu. Prentsm. vísir á.