leygardagur 10. juli 1954síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
10. juli 1954
1.772 de
Samfelagsins . . .
Frh. av 1. síðu.
11. apríl 1953 verður sagt i Sosialinum í samband vid verkfallid:
SSamhaldid millum fiskimenn tykist ongantíð at hava
verið dyggari enn nú, og ivaleyst verða teir at vinna
sigurin at enda.<
Tað stundar móti 19. apríl.
Leygardagin 18. apríl 1953 hevur Danbjørg grein í Sosialinum.
Har sigur hann millum annað:
>Reiðararnir hava havt fund og hava samtykt at biðja
fiskimenn um at fara at fiska fyri teir somu sáttmálar,
sum vóru í gildi í 1953.«
>-... men nú er alt ørðvísi, og tað er javnliga versnað
ár undan ári, inntil 1952, ið var tað ringasta árið av
øllum.“
>Hava reiðarar einki annað at bjóða fiskimonnum
uttan tað, at fara fyri teir sáttmálar, ið vóru í gildi í
1952, so verða skipini liggjandi.
19. apríl 1953.
Suanudagin 19. apríl 1953 man til allar tíðir fara at standa sum
størsti sorgardagur í fiskimannasøgu Føroya. Fiskimenn stóðu nærum
100 pst. samdir. 3 vikur frammanundan høvdu teir sagt, at teir hildu
fast um aðalkrøv síni: bruttosáttmálar fyri allar veiðihættir. Men hvat
hendi? Móti allari demokratiskari mannagongd gav Erlendur eftir.
Slepti fiskimenn upp á fjall. Sveik øll givin lyfti og noktaði at siga
sína støðu.
Størsta og frekasta svikið í hesum sáttmála er grein 18, fest á blað
av Erlendi Paturssyni sjálvum. Henda svikagreinin sigur:
>... VERÐA ALLIR SÁTTMÁLAR MILLUM FELØG-
INI GALDANDI TIL 1. JANUAR 1955 ELLA TIL
NÝGGIR SÁTTMÁLAR KOMA Í GILDI.“
Hetta er hin størsta og ræðuligasta svikagerð, ið nakrantid er gjørd
móti Føroya fiskimonnum, Føroya fólki og Føroya landi.
Um henda sáttmála, ið Erlendur lovprísaði í 14. sept. í somu viku,
sigur hann millum annað:
3, AV ØLLUM FØROYA FISKIMONNUM VUNNU
OLL SINI VERKFALLSKRØV ....«
At hetta var lygn, visti Erlendur ivaleyst sjålvur, men hann royndi
at sleppa sær undan åbyrgdini vid at blaka mold i eyguni å fiski-
monnum.
Men hvor einasti fiskimadur og tå fyrst og fremst teir 534 av Føroya
fiskimonnum« komu skjótt at ásanna, at so ringum sáttmála høvdu
Føroya fiskimenn ongatíð siglt undir áður.
Á fiskimannafundinum í Havn í vár ásannaði Erlendur henda veru-
leika við hesum orðum:
»ØKONOMISKT VARÐ EINKI VUNNIÐ!<
Men hevði so frætt mannsevni var í Erlendi, at hann hevði fylgt
sínum egnu boðorðum frá 20. mars til fiskimenn, har sagt verður:
>AVGERÐIN LIGGUR NU Í TYKKARA HONDUM«
so vildi óivað verið annarleiðis vorðið, men tað vildi hann ikki. Nei,
MEG og MÍNI orð skulu tit »blytrælir« akta. EG eri hin lærdi maðurin,
EG eri bóndasonurin úr Kirkjubø. MÍNI avgerð verða tit at lúta fyri.
Nakað annað mátti Erlendur ásanna!.
Annar táttur í stríðnum.
Fylgjurnar av 19. apríl sáttmálanum máttu einaferð koma.
Nú galt fyri Erlend at sleppa burtur úr teimum sum best.
Erlendur var ivaleysur í, at fiskimenn, ið als ikki høvdu givið sítt
samtykki til 19. apríl sáttmálan, neyvan vildu leggja aftur til havs.
Hann segði ti við seg sjálvan:
Eitt ORÐ er ikki eitt orð, ein maður er IKKI ein maður.“
Hesin maðurin við hesi stóru og tungu ábyrgdini himpraðist tí ikki
við at bróta tann sáttmála, hann sjálvur hevdi undirritað. 19. apríl í
1953 hevði hann hátíðarliga undirskrivað, at sáttmálin skuldi vera
galdandi til 1. JANUAR 1955 ella til víðari.
Longu fyrst í februar mánaða í 1954 breyt hesin sami maður sítt
orð, setti alt rættferðarsinni til viks, legði vertin í, um hansara sgna
navn var at finna undir eini hátíðarligari váttan um, at »HESIN SÁTT-
MÁLI VERÐUR GALDANDI TIL 1. JANÚAR 1955, ELLA TIL
ANNAR SÁTTMÁLI KEMUR Í GILDI.<
Fiskimean hvørki kunnu ella vilja liva fyri hungursløn, men veruliga
hevði hesin maðurin við síni egnu undirskrift stongt allar hurðar fyri
og beinleiðis forðað fiskimonnum at krevja rættvísa løn fyri sítt arbeiði,
so ikki konur og børn svøltaðu í hel.
At hesin maður var í stórari knipu, er øllum greitt.
Hann sá fiskimannafjøldina fyri sær hevja seg sum eitt hav, sum ein
øgiligan brotasjógv, ið snøggliga vildi køva og kvala hann og hansara
politiska harkalið.
Tí breyt hann givin lyfti, undirskriftir og annað tílíkt.
Einsamallur verður hann at bera ábyrgdina fyri teimum landsólukk-
unum, ið skolað hava inn yvir landið, orsakað av, at hann ikki var
mentur og førur fyri at føra fiskimannafjøldina fram til sigur, tá ið
tað av sonnum ástóð.
Ein kundi tessvegna spurt: er maðurin ørur?
Við at kanna spurningin at botni, haldi eg, at skilaloysið og ábyrgd-
arloysið hjá hesum manni er so stórt, at hann sjálvkravdur
í samfelagsins tænastu átti at latið seg >mentalundirsøkt<, so Føroya
fólk kann verða fullvissað um, um tað eru »sålarligir veikleikar« ella
beinleiðis politiskur óreinskapur, ið býr aftanfyri hetta fantastiska
hasardspælið við Føroya fiskimonnum og føroyska samfelagnum.
Áskoðari.
Grót og skervur.
Øll, ið vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bílstjórar verða ámintir, at teir íkki kunnu heimta grót ella
skerv utten við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmanna
fyri kommununa.
Froðbiar sóknar kommunu
Foroya Bjór
ØL- og MINERALVATNSVIRKI
Citrén sodavatu
Appelsin limonada
Hindber limonada
Jerðber limonada
Vanillie limonada
Åppolinaris
EINAR WAAG, Klakksvík
Máltráð 4
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
Telefon 1225
Tórshavn
Skipafelagið Feroyar
FÆRØSK MARGARINE
VITA Ne 1
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT
FØROYAR
Føroya Sjóvátrygging.. telf. 1086
Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721
Føroya Kriggstrygging . telf. 1086
Føroya Brunatrygging . telf. 1089
Vit tryggja: ;
Bátar - skip - veru - hús - inubågv - ferðagóðs
bilar o. a.
Feroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging —
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
|