Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-08-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 1954síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ORÐ Á AÐ > í BARNAsidan X i K 3 TKT DK DT DK DK Góðu børn! SMÅSØGUR Jóannes Dalsgaard i Hoyvík hevur eivið okkum loyvi at prenta upp nakr- ar av teim søgnum, hann hevur skriv- að upp. Vit prenta tær fyrstu í hesum bladnum og koma so við fleiri í nøkr- um av teim fylgjandi »Barnasidunum« x Báturin fyri lógloysi. Aftaná ódnina, lá teir 50 bátarnir vingu burtur í Føroyum var ein seyð- amaður av Sandi varur við ein bát útfyri Lógloysi. Í båtinum, ið var full- ur av sjogvi, sat ein maður og stydj- aði seg á árarnar. Seyðamaðurin fór niður í Lógloysi bað mannin í bálinum røra við teirri ytru árini; men maðurin rørdi við teirri innaru — hann hevur helst verið í orviti — báturin skjeytst útfrá og hvøldist, og maðurin .ið har doyði, (oO var Árbjørnssonurin, sonur Ásbjørns, ið bygdi Ásbjørnsstovu í Havn. Hesin Ásbjørn var Norðmaður. (Frásagt hevur Anthon Dals- gaard, Skálavík). Bakurin- Bakurin eitur eitt mið hjá Eiðismonnum, og her skal sigast frá, hvussu tað varð funnið g fekk navn. Strandingar vóru farnir til Eidis at rógva út, og vóru til hús hjá einari einkju. Teir høvdu ikki formann av Eiði. Fyrsta dag, ið viðraði ætlaðu teir at elta hinar bát- arnar og soleiðis koma á fiskileið; tí teir vóru ókunnugir. Teir vakna so ein góðan morgun: men einki vildi til at lýsa fyri degi. Til endans ótolnaðust teir og fóru út at vita, hvussu vorðið var. Tá teir lótu upp dyrnar, var ljósur dagur, og teir sóu, at har var svik í ferðini: tí ljóðarin var skýldur. Hetta høvdu Eiðismenn gjørt teimum til meina. Teir royndu so at fara avstad; tó tá vóru allir bátar longu úti á havi. Tá teir komu nakað frá landi, sat ein bakur á sjónum fyri stavni, Teir hildu, at teir kundu lika væl kasta her sum at rógva longur, og so varð gjørt, og væl br til; teir drógu bátin fullan og máttu avhøvda og sløga, og í hesum skili flutu teir fyri Hamrinum, tá Eiðisbátar komu aftur. Soleiðis varð ein ring gerð vend til eina góða. (Eftir frásøgn Jóhans á Brúnni, Hvítanesi). Hesturin tók seyð. Søgn er, at ein maður á Skarvanesi, ið var lamin hann hevði bert ein fot hevði vant hestin ið hann reið á „tá hann røktaði seyð, at taka seyð. Hesturin setti frambeini hvørt síni megin seydin, so hann stóð fastur, til maðurin steig av baki og bant hann. 4. DD. Bóthali. Soleiðis eitur eitt mið út úr Líðar- tanga í Nólsoy. Hetta mið fann ein Nólsoyingur, ið kallaðist Bóthali. Hann hevði miðið sum loynimid; men ein dagin fóru tveir menn suður Annars koma vit at hava krossorðagátur og samrøður við børn og mangt annað. Eisini kunnu tit siga hvørjum ødrum frá tíðindum úr heimbygd tykkara. Mangt er at triva i, so vit Í dag royna vit eina barnasíða til tykkara, og ætla so av og á at hava eitt sindur av lesnaði og øðrum tilfari, ið tit hava áhuga fyri. Fyrst og fremst verða tað smásøgur. Hava tit sjálvi hug at skriva, er bert at senda okkum tilfarið „sum so kemur í. tå ið rúm er fyri ti. aðrar gátur, yrkingar, ivast ikki i, at tit verða hugagóð bæði at lesa og skriva. — á oynna at:taka tað av honum. Ein for suður á Helluna og tók ýti har fyri út- leika. Annar Ytadi fyri suðurleika og eróv ein sorta, Hetta sá maðurin, á miðinum sat, og dróg hann tá bátin ovfullan. Hann varð eygleiddur norð- ur á Boga, og skuldu longustertarnir hanga út um stokkin (longumið var). Tá hann kom inn fyri Skerið, sakk båturin, og har druknaði Bóthali. (Eftir frásøgn Hans Simon- sens og Olafs Mohr, Hoyvík.) SMIÐURIN UNDIR HAGABREKKU Smiðurin hevdi verið í Húsavík og smíðað. Hann fór so aftur til Skála- víkar; men hann kom ikki fram. Leit- að varð eftir honum, og leypurin við smíðtólunum stóð á gøtuni við Líðar- garð. So vistu menn, at hann var farin oman undir Hellið at sláa kobba, sum hann var vanur, og har varð hann funnin druknaður í Kobbahylinum. Menn hildu, at hann hevði verið i takferð við ein kobba og verið áhalsin og slisaður. Hetta varð hildið at vera ein Guðs- dómur; tí eina aðru ferð, hann hevði verið á kobbaveiði á sama stað, fór ein kobbi á sjógvin við honum á bak- inum men svam aflur á land við hon- um. Tá var hann so harðhjartaður, at hann drap kobban. (Frásagt hevur Waldemar Dalsgaar, Skálavík). Fimleiki Í Dímun høvdu teir ungu til roysnis at lesa seg av sornhúsgólvinum og upp undir ljóðarin eftir einum tálti — við einari skål av vatni á knøunum uttan at stoyta niður. (Eftir frásøgn Dánjals i Skála, Skálavík.) Legg nú lokið á pottin. Einaferð varð ein grind hildin til í Gøtu, men fór útaftur og varð rikin norð í Vág, og tá hon var komin inn á Pollin, helt ein mað- ur av Biskupstøð: >Hetta skal ikki vera sum at darta við halanum á Gøtuvík; nú er hon í pottinum.“ Grindin varð hildin til, men fór útaftur. Tá rópti ein Gøtumaður: >Legg nú lokið á pottin, Stóri Kjaftur á Biskupstøð.< (Símun av Skarði, sáli, segði, at hetta skuldi vera sama grindin, sum søgan um Óla Jarnheys og Lambabéndan er knýtt til, og sum doyði í Sundunum.) (Eftir frásøgn Johans á Brúnni, Skálavík.) re er ler Peningur at vinna' Í 38 bygdum í Føroyum selja ungar gent- ur og ungir dreingir >SOSIALIN< hvønn leygardag. Lønin er 1/3 av tí, ið blaðið kost- ar, og nógv hava longu spart sær væl av peningi saman. Um so er, at eingin selur blaðið í heimbygd tykkara, kunnu tit bert skriva til okkara (adressan er: Boks 76, Tórshavn), og vit skulu senda tykkum bløð beinan vegin, Tit áttu at roynt tað. I AX A A A | i 28. aug. 1954 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 34 A útróðii jóladag. Søgn er, at ein maður fór til útróðr- ar jóladag, ti ikki hevði viðrað frammanundan, og einki átti hann inna veggja ti Imatna. Áðrenn hann loyst; frá lunni, bað hann Guð um at lata seg einki fáa, um hetta halgibrot, hann gjørdi, var. synd. Tá komið var á fiskileið, kastaði hann, kendi og dróg kalva. Tá kalvin var komin í bátin. fór maðurin til árar aftur at landi. Nú var hann hjålptur úr neyð. og at kasta niður aftur helt hann vera at freista Guð. Hetta skuldi henda í Sumba. (Fråsagt hevur J. M. Widerø Skálavík). KROSSORÐAGÁTAN. Sendið okkum loysningarnar so skjótt sum til ber. Skrivið á brævabjálvan: krossorða- gáta. Rætta loysnin kemur í eitt av teimum fyrstu bløðunum. 3 av teimum, ið rætt hava loyst, fáa hvor sína hók. Hesi ferð hina kendu og stuttligu bókina: >FEÐGAR Á FERD« eftir Heðin Brú. Hygg her - LYSINGAR Sjålvandi sleppa tit at seta lysingar i blad- ið. Tað kann altíð vera okkurt, ið tit hava hug at selja ella keypa. Sendið okkum bert lýsingar tykkara! — Prísin? — nei, hann skulu tit einki hugsa um. Lýsingar tykkara kosta einki. 4 10 spurningar. 1. Hvør segði: Frítt er EYSTFELLI frá at fara? 2. Hvat er eitt gluggatjald? 3. Hvor hevur skrivað Jóhannesar opin- bering. 4. Hvar í Føroyum var fyrsti nátin fingin? 5. Hvussu nógvir mánaðir hava 30 dagar? 6. Nær er LÍRADAGUR? 7. Hvussu eitur Hvalvikarpresturin ? 8. Hvussu eitur høgguslokkur á donskum máli? 9, Hvussu 10. Hvussu sitandi, og inir? Skúlablað. Fyri stuttum vóru vit ein túr norðuri við Gjógv. Lærarin, Hans Kristiansen, vísti okk- um skúlan:; nú er hann vorðin gamal, heldur lítil, eins og skúlar flestir í smábygdunum. M. a. vísti lærarin okkum eisini eitt blað — — ið børnini skriv- aðu sjálvi. Blaðið kemur út umleið 19'anda nógvar sýslur eru í Føroyum? nógvir eru teir, hvar eru teir bú- hvussu eita teir, løgiingsmenn- Úr skúlanum. Roknilærarin: Nú, Jógvan, um keypmað- urin sker eitt stykki av kjøti, ið vigar 1 kg í tveir líka stórar partar, hvussu nógv vigar so hvør? — Eitt hálvt kilo. — — Um hann nú sker tey tvey stykkini aft- ur í tveir partar? — 250 g hvørt. — — Um hann so sker hesi fýra stykkini í fýra líka stórar partar, hvat hevur hann so? — Kjøtfars. —— Tað var aftaná frítíðina. Lærarin hevdi ilt við at fáa børnini at sita still. At enda helt hann fyri: — Lat okkum nú royna at sita so friðar- lig: hoyr hvussu still tey sita í hinari stov- uni. Har hoyrist ikki eitt orð. — Ein drongur legði oyra móti brosttinum, lurtaði og helt síðan fyri; — Ná, tað er tí, at onkur verður yvir- hoyrdur. Lærarin: Hanus, kanst tú geva mær eitt dømi, ið prógvar, at hønurnar eru rættiliga vitugar? Hanus: Jú, tær verpa egg, sum akkurát passa niður í eggjabikarini. Gátur. Hvat er tað, sum gongur inn í stovuna hvønn dag, men ongantíð út, og hvat er tað sum gongur út úr stovuni hvønn dag, men ongatíð inn? -—-0— Hvat er tað, ið fólk neyðugt vilja hava, men sum tey, i hava tað, ikki vilja missa? —0— Svart segði við reytt: mín, so ert tú deyður? Skrædnar rumpa IRVHHEKNETAT Set hesar stavirnar rætt saman; tå fært tå navnið á einum kendum Føroyingi. —— ATERESBOI NLAGGOLNI Set stavir fyri prikkarnar. Nidureftir fært tå vanlig orð og tvørturum navnið á einari bygd. hvønn dag. Eitt av børnunum er blaðstjóri hvørja ferð og syrgir fyri, at blaðið verður skrivað og kemur út til ásetta tíð. Tað er fittliga stórt og fýra síður. Lærarin plagar so at lesa tað fyri børnunum. Har var hópur av frálíkum søgum og yrkingum og tekning- ar eisini. Tað eru mong ár síðan tað kom út fyrstu ferð. Við hvørt er tað sovnað burtur; men nú er gongd komin á aftur, og børnini eru hugagóð at skriva og gera tað til eitt gott blað. Tvørturum: 1. manaði 5. Matligur — 9. Skræða 10. blóma — 11, likams- partur — 12. er lýðin — 14. tveir eins 15. stytting 16. skipastavir — 18. heiður — 20. amboð — 22. fuglur 24. ivast — 25. hrim — 27. drypp- aði — 28. kærleiki — 33. skipastavir 38. tvørtræ 39. líkamspartur H. kappin — 42. ófínt. 39, líkamspartur — 41. kappin — 42. ofint, Niðureftir: 1, í kirkjuni — 2. segl — 3. goymsla 4. seingjarklædi — 5. liva — 6. brenni — 7. máltíð — 8. land í Asiu — 13. tjøra — 15. stytting — 17. á løtuni — 19, skreiddu — 20. óveður — 21 mál - 23. smádjór — 25. fuglur — 26. stytting — 28. á báti — 29. ok — 3 smakkur — 32. veksur — 35. sløv — 36. Íkki gomul — 38. reykur — 40, Í pottinum.