Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 18. apríl 2002 29 Um vikuskiftið vóru fleiri dystir í inn- leiðandi umfarinum í steypakappingini hjá kvinnum. Einki óvæntað úrslit var at síggja, tí favorittarnir fóru allir víðari FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Á Argjum vann AB ein tryggan 5-0 sigur á kvinnu- liðnum úr Vágunum, sum nú er endurstovnað. Maria Michelsen skeyt trý tey fyrstu málini, meðan Elin Kathrina Haraldsen og Eyðbjørg Andreasen fingu hini bæði málini. Í Runavík vann NSÍ 2-0 á Sumba. Støðan var eisini 2- 0 í hálvleikinum. Sólvá Steinhólm og Anna Olsen skutu málini hjá heimaliðn- um. Kvinnuliðið hjá B68 er somuleiðis víðari til fjórð- ingsfinalurnar. Toftakvinn- ur vunnu grannauppgerðina móti GÍ við tveimum mál- um móti ongum, eftir at tað hevði staðið á jøvnum við steðgin. Linda Joensen legði B68 framaum, og Mary Ann Isaksen staðfesti sigurin við seinna málin- um. Fjórði dysturin í innleið- andi umfarinum var millum B71 og Skála. Sandoyingar vunnu 5-2 og fara sostatt víðari til fjórðingsfinalurn- ar, har tær møta VB á úti- vølli. Elin Højsted legði B71 framum 2-0, og Frí- gerð í Soylu økti til 3-0, sum var støðan í hálvleikin- um. Eftir steðgin økti Gerda Magnussen, og Elin Høj- sted fekk sítt hat-trick, so støðan var 5-0. Síðani slapp Skála framat, og Sólfríð Christiansen og Poula Olsen minkaðu um munin til 5-2. Úrslit: AB – FS Vágar 5-0 NSÍ – Sumba 2-0 B68 – GÍ 2-0 B71 – Skála 5-2 Avgjørt er, hvussu spælt verður í fjórðingsfinalun- um, sum verða spældar sunnudagin 21 apríl: KÍ – B68 HB – NSÍ B36 – AB VB – B71 Favorittarnir víðari Eyðfríð Christiansen og tær úr HB skulu í fjórðingsfinaluni møta NSÍ á heimavølli, og HB man vera favorittur til at spæla seg víðari til hálvfinaluna Savnsmynd: Álvur Haraldsen 12. MAÐUR Stefan í Skorini Áskoðarafelagið hjá føroyska landsliðnum hevði í seinastu viku aðalfund. Regin Egholm, sum var við til at stovna felagið, heldur fram sum formaður, og nevndin varð øll aftur- vald. Niels Olaf Arge Sølv- ará er næstformaður, og Suni Jacobsen er kassa- meistari. Janus Rein er skrivari og Regin Blá- hamar er nevndarlimur. Endamálið hjá felagn- um er at stuðla føroyska landsliðnum til dystirnar á heima- og útivølli, og í hesum sambandi er onk- ur sera spennandi dystur fyri framman. Talan er serliga um dystin móti Týsklandi í oktober mánað. Tá verður óivað skipað fyri ferð til dyst- in. Ein útidystur er eisini móti Litavia í heyst. Einasti heimadysturin verður ímóti Skotlandi á Svangaskarði. Regin heldur fram sum formaður Regin Egholm heldur fram sum formað- ur í felagnum 12. manni. Øll nevndin varð annars afturvald Mynd: Álvur Haraldsen 29 Nr. 73 • hósdagur • 18. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Bárður Mikkelsen og liðfelagarnir úr Holte taptu sunnudagin DM-finaluna móti HIK Ålborg. HIK vann finaluna sannførandi 3-0 FLOGBÓLTUR Stefan í Skorini Tað eydnaðist ikki havnar- manninum Bárði Mikkel- sen at gerast danmarks- meistari á hesum sinni. Lið hansara, sum eitur Holte, tapti dyggiliga fyri HIK úr Ålborg, og endaliga úrslitið av finaluna gjørdist 3-0. Settúrslitini vóru 25-22, 25-22 og 25-22. Eingin ivi var um, hvør betra liðið var, og HIK var eisini stórfavorittur undan finaluni. HIK hevur verið einaráðandi í donskum flogbólti í ár og vann somu- leiðis steypafinaluna fyrr í ár, tá Holte eisini var mót- støðuliðið í finaluni. – Vit taptu móti einum betri liði, hóast settini vóru ógvuliga jøvn. Vit vóru bara ikki nóg neyvir, tá vit skulu vinna teir avgerandi bóltarnar. HIK vísti sera gott álopsspæl, og vit fingu ongantíð tamarhald á dyst- inum, sigur Bárður. Væl nøgdur Bárður sigur tó, at teir í Holte eru væl nøgdir hetta kappingarárið. Holte hevur eitt nýtt lið, ið er ein bland- ing av ungum og eldri leik- arum. – Um vit halda fram við sama liði, so eru vónirnar til komandi kappingarár góðar, og alt bendir á, at vit fara at hava somu manning eftir summarsteðgin, sigur Bárður. Karmarnir um finaluna sunnudagin vóru annars góðir. 1450 áskoðarar vóru til dystin, sum varð spældur í Århus Arena. Stóra ítrótt- arrásin Viasat Sport vísti eisini dystin beinleiðis í sjónvarpinum. Svangir áskoðarar, ið vóru til dystin millum Danmark og Ísrael miku- kvøldið, høvdu ikki møguleika at keypa reyðar pylsur, tí sølumenninir boykottaðu dystin FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Sølumenn, ið selja reyð- ar pylsur kring Parkina í Keypmannahavn, vóru ikki til staðar at geva svangum gómum okkurt gott undir tonna eftir og undan dystinum millum Danmark og Ísrael í Parkini í gjárkvøldið. Nakrir pylsumenn boðaðu undan dystinum frá, at teir ikki fara at selja pylsur tann miku- dagin. Talan er um pylsubúðir, ið eru nær við leikvøllin. Orsøkin til at pylsu- menninir steingja búð- irnar eitt kvøld, tá teir annars kundu selt fleiri pylsur enn vant er, at teir boykotta hernaðarligu átøkini hjá Ísrael í Pal- estina. Hetta mugu svangir áskoðarar svíða fyri. Ístaðinfyri at arbeiða fara pylsumenninir at luttaka í mótmælisgong- uni í Keypmannahavn ímóti Ísrael. Pylsumenn boykotta Holte tapti finaluna Fótbóltsblaðið hjá Sosialinum er nú at fáa í handlunum. Blaðið viðgerð øll liðini í føroysku 1. deild, og hvørjar møguleikar tey hava undan hesum kappingarárinum. Tað er prentað í litum og kostar 30 krónur ÚTGÁVA Stefan í Skorini Fótbóltsblaðið hjá Sosialin- um, sum nevnist Fótbóltur 2002, kann nú fáast til keyps í handlunum kring landið. Tað er á stødd við vanliga blaðið, men góðskan á pappírinum er betri, og all- ar síðurnar eru prentaðar í litum. Blaðið telur 60 blað- síður, og inniheldur alt um liðini í 1. deild. Nógv er tískil at lesa hjá fótbólts- áhugaðum undan hesum kappingarárinum. Fleiri blaðmenn hava verið saman um at skriva blaðið. Í blaðnum fæst alt at vita um leikarahópar hjá liðun- um, samrøður eru gjørdar við leikarar, venjarar og onnur innan fótbóltin í Før- oyum. Eisini eru bak- grundsgreinar og hagtøl. Tú kanst tískil lesa alt um títt lið og fáa eina hilling av, hvussu støðan er. Umframt at viðgera heimligu kappingina verður hugt fram ímóti árinum hjá landsliðnum í 2002, har føroyska liðið skal spæla ímóti Týsklandi, sum er ein risi í altjóða høpi. Harum- framt eru samrøður við ungar leikarar, ið hava royndarvant við feløgum uttanlands. Tey, sum keypa blaðið, hava møguleika at luttaka í eini kapping, har vinning- urin er ein ferð til dystin millum Týskland og Føroy- ar. Blaðið er komið á gøt- urnar og kostar bara 30 krónur. Fótbóltsblaðið í handlarnar Fótbóltsblaðið hjá Sosialinum fæst nú til keyps. Blaðið hevur 60 síður og kostar 30 krónur Holte við Bárði Mikkelsen á liðnum tapti um vikuskiftið DM- finaluna í flogbólti. Bárður hevur tó góðar vónir til komandi kappingarár. Her er hann í dysti fyri føroyska landsliðið á oyggjaleikunum Savnsmynd: Álvur Haraldsen C M Y K 28 Hvar er bólturin? Gitið, hvar bólturin er, og vinnið eina ferð til stórdystin millum FCK og Brøndby 12. mai í ár verður stórdystur í Danmark. FCK tekur tá ímóti Brøndby, og longu nú er líkt til, at hetta verður dysturin, sum ger av, hvar DM-gullið skal fara í ár. Sum kunnugt skipa Atlantic Airways og Sosialurin fyri ferð til Keypmannahavnar í samband við dystin, og nú ber til hjá onkrum hepnum lesara at vinna sær pláss á hesi ferð. Tað ræður snøgt sagt um at gita, hvar bólturin eigur at vera á myndini. Skrivað á lepan, í hvørjum teigi tú heldur bólturin eigur at vera, og send síðani lepan til okkara. Allir lepar við rætta svarinum verða latnir í ein pott, og hin 27. apríl fara vit at kunngera, hvør hepni vinnarin er. Um so er, at hesin longu hevur keypt sær ferðaseðil til dystin, ber sjálvandi til at fáa hendan endurgoldnan. Kappingin verður í blaðnum til og við 23. apríl. Minnist til. Jú fleiri lepar tit senda inn, størri er møguleikin fyri at gerast hepni Navn: Bústaður: Tlf: Eg giti, at bólturin er í teigi: Seðilin skal sendast til: Sosialurin, postsmoga 76, 110 Tórshavn. Merkið brævbjálvan "FCK" tað er ikki loyvt at kopiera henda lepa 1 A 1 2 3 4 5 B C D E