leygardagur 6. november 1954síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
FE
BR
-
FJ
F
+.
Þ
.
6. novbr. 1954
FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
VELJARAR!
Til sammetingar
1. Tá ið kríggið brast á vildu fólka-
flokksmenn sleppa at selja okkara
bestu skip.
Men javnaðarmenn søgdu nei og
vunnu meirluta fyri tí.
Ringt var við teimum fáu skipua-
um og svartalistanum, men vórðu skip-
ini seld við kríggsbyrjan, høvdu vit
haft lagað upp dyrnar og verið inni-
svøltaðir. — Tá høvdu vit eingi pund
sæð.
2. Javnaðarmannastøðan um, at
tingið skuldi skipa fyri, at landið yvir-
tók alla trygging, sigraði við stovnan
av Tryggingarsambandinum við eink-
arrætti til alla trygging — við hesum
hevur landið spart um 11 milliónir kr.,
peningur sum vildi verið farin av
landdinum. — Fólkaflokkurin barðist
sum úlvur á skóg ímóti, eisini løg-
maður Kristian Djurhuus spenti ímóti.
3. Av javnaðarmannaávum kom
Vinnulánsgrunnurin í lag.
— Hann lyfti 111 skip til landið.
69 av hesum fyritøkum, flestar fiski-
mannafyritøkur, eru farnar av krepp-
uni, TÍ sitandi landsstýri ikki vildi
seta ta av javnadarmonnum framtving-
aðu tingsamtykt av fullfiggjadum
moratorii. og kreppulógum í gildi.
Hetta lógarverk vildi havt givið teim-
um flestu av virkunum tann neyðuga
skáa, so tey kundu verið bjargað. —
Fólkaflokkurin og sambandið hava við
hesi misgerð ábyrgdina fyri millióna-
tøpini= hjá Vinnulánsgrunninum
(landskassanum) og fiskimanna fam-
iljunum, ið høvdu sett alt sítt í fyri-
tøkurnar.
4. Tað vóru javnaðarmenn, styðj-
aðir av gamla sjálvstýri, sum settu
fram uppskotið um 10 áraætlanina fyri
havnabygging í Føroyum,
— Ongatíð í Føroya søgu hevur
verið bygt so nógv av havnum, lend-
ingum, bryggjum og vegum, sum í
hesum tíðarskeiði.
Men tá ið sitandi landsstýri kom til
kom steðgur í havnagerðina, vega-
gerðina og byggingina av lendingum
og brúm.
5. Við javnaðarmanni í grønlands-
nevndini = varð grønlandsstongsilin
brotin,
6. Av javnaðarmanna ávum varð av-
giftin i Grønland; fyri føroyskan fisk
broytt frá 1,5 oyru pr. kg til 14 oyra
pr. kg.
7. Tað vóru javnaðarmenn, sum
undir krignum (byrjanini) settu upp-
skot um og fingu samtykt lógina um
minstuløn við feskfiskaveidu og flutn-
ing eins og part, prosentir av sølu-
yvirskotinum,
— Frammanundan høvdu mangir
fiskimenn ikki fingið meiri en? 100
til 200 kr. fyri túrin. Aftaná lógarsam-
tyktina komu teir upp í fleiri túsund
fyri túrin-
8. Sjúkrahúsið varð vunnið fyri
Suðuroynna — um 3 milliónur frá
ståti,
og umhugsingar,
9. Tað vóru javnadarmenn, sum
aftur og aftur komu við uppskotinum
um, at arbeiðararnir skuldu fáa somu
løn fyri almenn arbeiði sum fyri pri-
vatarbeiði, — Teir, ið feldu uppskotið
tær mongu ferðirnar vóru fólkaflokks-
menn og sambandsmenn. Men teir góv-
ust at enda.
10. Av javnaðarmanna ávum komu:
ellisrentan, avlamisrentan, heimafor-
sorgarskipanin. — Bardagin um hesi
mál hevdi verið harður og vart mong
ár nógvar tingselur.
11. Við vina. og frælsisbrævinum,
sum var grundarlagið fyri stjórnar-
skipanini loystu javnaðarmenn tað na-
tionala stríðið.
12. Við javnaðarmanna høvuðsávirk-
an fingu vit ta bestu valutaskipan, eitt
so lítið fólk, sum vit, yvirhøvur kunna
fáa — kunna nýta alla ta valuta, vit
sjálvi vinna, og kunnu fáa úr national-
bankanum aðra valuta, ið vit hava
brúk fyri.
13. Javnaðarflokksins umboðsmaður á
| danatingi fekk tað skipað soleiðis, at
vit Føroyingar eiga sama rætt til lán
av danska marshallpeninginum til
idnadarlån sum Danir sjålvir, hóast vit
høvdu fingið býtt okkara ríkiliga part
av marshallpeninginum frá.
14. Minstulønaruppskotinum fyri
fiskimenn fyri alla veiðu komu javn-
aðarmenn við.
— Tað harmiliga hendi, at fólka-
flokksmenn og sambandsmenn gjørdu
herverk á minstulønina eins og teir
gjørdu á
15. forskotsrindanina, sum javnad-
armenn komu við uppskotinum um.
— Hesi herverk afturhaldsins hava
sum kunnugt elvt orrustuna miklu.
Høvdu sambandsmenn og fólkaflokks-
menn haft samtykt javnadarmanna
uppskotið um eina minstuløn uppá
700 kr. um mánaðin, og høvdu teir
ikki gjørt hesi herverkini eins og so
skilaleyst dýkt fólkið undir í skatti,
vildi landið verið spart fyri verkføllini
og ikki haft liðið tapið uppá minst 50
milliónur í reinari landsinntøku.
16. Javnaðarmanna uppskotið um
fólkatrygging feldu sambandið og
fólkaflokkurin.
17. Javnaðarmanna uppskotið >Ar-
eiði til øll á sjógvi og landi«, har ið
stóðu í lógaruppskotum fullfíggjaður
ylánur fyri endurnyggjan av skipa-
flota okkara í eitt tíðarskeið uppá 5 ár
og fyri umskipan og modernisering av
andbúnaðinum, skúlaskapinum, rav-
magnan av oyggjunum og skapan av
ídnaði í samband við fiskivinnuna og
andbúnaðin o.s.fr., hetta hitt fram-
skygdasta megnaruppskot, sum nakr-
an! hevur verið frammi á tingborði
feldu sambandsflokkurin og fólka-
flokkurin. Harvið tarnaðu hesir flokk-
ar tí framburði og menning, ið okkara
land og fólk so harðliga tørvaðu og
fa;
tørva.
18. Fólkaflokkurin og sambandið
hava felt ørgrynni av øðrum javnaðar-
manna uppskotum av størsta týdningi
fyri okkara fólk. Vit kunnu nevna
nøkur sum: Fiskimenn líka nógvar
| menn í stýrið fyri FISKASØLUNA,
sum reiðararnir. Landsins yvirtåu
av oljuhandlinum — (innflytingini).
Landsins innflytan av øllum útgerðar“ |
vørum fyri at fáa útgerðina bíligari og
eins bíliga fyri fiskimannin sum fyri
reiðarin. Setan á stovn av einum hýr-
ingakantóri, tá ið — SVARTILISTIN
ráddi. Ein serligan stórmannaskatt.
Nr. 44
Ein serligan virðisøkingarskatt. Ein
serligan heilsølumannaskatt uttan vøru-
dýrkandi fylgir. Eina dýrtíðarviðgerð
av skattainntøkuni upp til húshalds-
budgettið til skattalætta fyrih in minna
mannin. Einkarinnflytan av radiotål-
um, elektriskum lutum, bilum, ið vil
gera innkeypið minst 14 bíligari. Eink.
arinnflytan av tubbakki. Tubbakksbon
til fiskimenn. Fiskimanninum lógfest-
an frábýtisrætt.
Státstilskotið , til sjúkrahús.
Í Dagblaðnum — hevur eisini verið
frammi í Dimmalætting — heldur
maður, gita tað vera Hákun Djurhuus,
eltir socialdemokratiska ministaranum
Kjærbøl fyri, at hann skal økonomisk
vilja trýsta Norðoyingar í sjúkrahús-
málinum. Og so sigur blaðið frá, at
landsstýrið skal hava lagt uppí fyri at
verja studningin tað skuldi verið
rímiligt. at tað gjørdi so. men Vit iv-
ast eftir teimum ringu royndum, vit
hava. Tað man vera tvørturímóti.
Vit havas purt P. M. Dam hvat ið
hann veit um hetta. Hann svarar so-
leiðis:
Á seinasta sjúkrahússtýris fundi
segði ríkisumboðsmaðurin, at uppskol-
ið um ístátsins sjúkrahústilskot var
skorið niður í hitt gamla 2 kr. ístaðin
fyr; seinasta 9 kr. um dagin fyri sjúkl-
ingin.
Ætlandi tí misskiljing mund; vera i.
skuldi fyribils verða bíðað vid at hava
málið alment á lofti.
Men nú er málið komið fram í
stjórnarflokkanna pressu, og komið
fram sum eitt týðiligt álop á social-
demokratar niðri — óivað fyri harí-
gjøgnum at seta socialdemokratarnar
her í rangt ljós.
Eg kenni meg tí ikki bara frían at
hava málið alment á lofti, men skyldi
at siga mína støðu í sjúkrahússtýrinum
javnaðarflokksins vegna.
Landslæknin, = ríkisumboðsmaðurin
og allir sum vóru á fundi, harímillum
landsstyrismadurin Long, kunnu vátta,
at eg í eini Ogviliga harmari og
hvassari talu mælti ímóti studnings-
broytingini, og strikadj undir,
at hon ikk; moralskt, læknaliga ella
å nakran hått kundi forsvarast, um
hon var eitt trýst i læknatrætuni,
at eg ynskti at síga hetta annað-
hvørt tað var ein vinstri, høgri ella
socialdemokratisk stjórn, ið hevdi and.
svarið,
at hvørki landsstýrismaður Long
ella nakar annar á fund; mótmæltu;
men sýntust at taka tað »til efterret-
ning<.
Tað er hugsan mín, at ríkisumboðs-
maðurin samb. skyldu sína hevur borið
mótmæli og talu mína víðari til rætta
viðkomandi.
Annars tykir mær Dagblaðsins og
Dimmalættingar álop á Kjærbøl min-
istara at vera burturvið, tí sum radio-
tíðindini ganga, so hevur hann júst
sett fram upskot um fulla, altso ó-
broytta, studningsveitan, men at tað
er »finansudvalget vid vinstramanni-
num Jensen-Broby sum formanni, ið
hevur ynskt at viðgjørt uppskotið í
yrelatión< til læknatrætuna í Klakks-
vík.
Sum kunnugt eru Johan Poulsen
fólkatingsmaður, Kristjan Djurhuus
løgmaður á sama trådi sum »finansud-
valgsformanden<. Og teirra støðu í
læknatrætuni kenna menn. Hon hevur
verið fyri harðskapi, og tað við lít.
Kunngerð
Valstýrið í Tórshavn lýsir løgtingsval mánadagin 8. no-
vember 1954 í Tórshavnar valdømi at vera í løgtings-
húsinum i Tórshavn. Atkvøtt verður í tidini frá kl. 10
fyrra partin til kl. I seinna partin og frá kl. 3 til kl. 8 seinna
partin, og verður tá givið uppat, so skjótt støðgur kemur í.
Uttan fyri 2 km frá valstaðnum (løgtingshúsinum) verða
hesi pláss roknað: Hvítanes, Hoyvík, Sund sunnan fyri ánna,
Hoydalur vestan fyri Hoydalsá, Argir og einstøk hús í Havn-
ardali og innan fyri Svartafoss.
Tórshavn, tann 19. oktober 1954.
CARTER R ICLASEN,
m.
Foroya Bjór
OL- og MINERALVATNSVIRKI
Máltráð 4
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTOL
| Citrén sodavatn
Appelsin limonada
| Hindber limonada
Jørdber limonada
Vanillie limonada
Åppolinaris
EINAR WAAG, Klarksvík