Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 1954síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4. desbr. 1954 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Hjartasjúkdómur og fjáltur. Hjartasjúkdómur er ein av mannaætlarinnar verstu figgind- um. Tað doyggja líka nógv av hjartasjúku sum av kreft. Í Noreg eru deyðsfallini orsakað av hjart- asjúku farin upp frá 2414 í 1932 til 6340 í 1952, og læknarnir bera ótta fyri, at henda økingin ler at hala áfram. Hjartað er ikki stórt. Vigar ein tveyhundraðpart av allari likams- vektini ella í miðal umleið 250 g. Men henda lítla pumpan skal við hvørjum pumpuslagi senda 115 g av blóði út í likamid, Tað vil siga: næstan 20 tons um samdøgrið — men tá verður líkamið roknað í hvílstøðu. Hjá manni í arbeiðir skal hjartað pumpa frá 50 til 100 tons av blóði út í líkamið hvørt samdøgur. Eitt miðalhjarta hevur gjørt 3 miljardir pumpusløg, tá ið ellið tekur at boyggja mannin. — Aftrat hesum koma 1 miljard pum pusløg fyri serliga hart arbeiði. Kenna fólk sær hjartapínu ella tílíkt, kemur fjáltur á tey, men bert eitt av fýra, ið koma til lækn- ans, hava brekað hjartað. Ótelj- andi og ofta lítið týðandi eru or- søkirnar til henda hjartafjálturin. Hjartasjúkurnar = eru ymiskar. Summar eru viðføddar, aðrar koma seinri. Eru t. d. orsakaðar av giktfepur, syfilis, infektións- sjúkum ella æðrakálking. Lækn- arnir kunnu viðgera allar, men í longdini er tann besta hjálpin tann at sjúklingurin dugir at bera sjúku sína, Kann ein ikki tað, eru flestu viðgerðir nyttuleysar. ONGANTÍÐ í søguni hevur hin sosialistiska heildarorkan verið so sterk sum nú. — Bert í Europu eru vit 44 miljónir organiseraðir sosialistar. Aftrat hesum koma tær mongu miljónirnar í Asiu. Lagna heimsins stendur og fell- ur við okkum. HAPPADRÁTTURIN Seinasti dráttur í hesum umfari verður komandi hósdag. Hesi ferð eru m. a. teir stóru vinningarnir 20.000, 15.000 og 10.000 kr. UTVARPID Sunnudagin 5. des.: Vikuyvirlit og veðurtíðindi. Plátuynski. Andrias Højgard. Christoffur Thomasen, stud. jur. heldur fyrilestur um samfe- lag: frøði. Í morgin kunnu hjúnini Elsuba og Dánjal Samuelsen í Havn halda króndiamantbrúdleyp. >Tindhólmur< komin eftir við 180 tonsum. eystan- »ARGUS« Vitaskipid »Argus« kom til Føroyar fyri meira enn viku sid- ani. Teir høvdu ørindi i Mikinesi og Nólsoy; men alla tíðina hava teir ligið inni á Skálafjørðinum og krokað. Fremstu ørindi teirra er at flyta | vitapassaran Djurhuus, Borðan, til Danmarkar, har hann hevur fingið starvið sum vitapassari á oynni Anholt. Komandi summar skal Argus til Grønlands, skulu byggja nakrar nýggjar og vala um fleiri gamlar vitar. Við Argus eru 23 manns, teirra millum ungur Sandingur, ið er kavari. LANDSFUNDUR FØROYA FISKIMANNA- FELAGS. M., Tórshavn, har teir verður í leygardagin 11. desbr. og sunnu- dagin 12. desbr. Til viðgerðar: 1. Frágreiðing frá felagsstjórn- ini. 2. Ráðagerð um framtíðarstarv- ið. 3. Uppskot frá limunum. Fundurin verður settur leygar- kvøldið kl. 8 og heldur áfram sunnudagin. Bert limir eiga atgongd. FØROYA FISKIMANNAFELAG LØNJAVNINGARGRUNNUR SKIPSFISKIMANNA Viðbót fyri 1954. Bløð til umsóknir um lønarvið- bót verða flýggjað út hjá sýslu- monnunum (í Skúvoy og Mykinesi hjá sóknarstýrinum) og á skriv- stovu grunnsins í Tórshavn (tlf. 2143). Tað verður mint á, at umsóknir- nar eiga at vera innkomnar innan I. mars 1955 saman við avrokn- ingunum fyri 1954, N.B. I. Umsóknir, ið koma aft- anå 1. mars verda ikki vidgjørdar. N.B. II. Halda menn seg eiga viðbót og hava ikki fingið avrokn- ingar, eiga teir kortini at senda umsóknina inn áðrenn 1. mars og skila til, avrokningarnar kunnu væntast og senda tær tå. Eru avrokningarnar ikki komn- ar innan 1. jan. 1956 fella um- , sóknirnar burtur, sbrt. 4, grein í nær reglugerðini. NEYNDIN LOKAL JULEPOST Nr. 48 | POSTVÆSENET | JULEPERIODEN. Såfremt der ikke indtræffer forsinkelser i postgangen, kan post, der indleveres på postkontoret i Thorshavn senest lørdag den 18, de- cember, påregnes at nå frem til de, fleste pladser på derne til jule- | aften, Vejrforholdene kan imidlertid vanskeliggøre postgangen og pu- blikum anmodes derfor om i egen interesse at afsende juleposten i god tid. Post, som indgår til postkontoret senest torsdag den 23. december, på omdeles i Thorshavn juleaftensdag. POST TIL DANMARK Det henstilles til publikum at indlevere julepakkerne til Danmark i god tid, så der ikke den sidste dag opstår unødvendig stærk trængsel ved pakkeindleveringen. Sidste frist for indlevering af pakker i Thorshavn til ms. »Tjaldur« må påregnes at blive torsdag den 16. december kl. 18 og til ms. >Dronning Alexandrine« fredag den 17. december kl. 18. Opmærksomheden henledes pá, at hver pakke til Danmark skal led- sages af en af afsenderen nøjagtigt udfyldt >Statistisk frásøgn<. KONTORTID I tiden 16.—26. og 31. december samt 1,—2. januar er postkon- torets kontortid således: 1612 — 17/12: 20/12 — 23/12: Lørdag 18/12: Søndag 19/12: Fredag > 24/12: Lørdag 25/12: Søndag 26/12: Fredag — 31/12: Lørdag 1/1: Søndag 2/ 1: 9—12.30 og 14.30—18. 9—12.30 og 14.30—18. 9—13.30 og 14.30—18. — 15. —18 9—14 Lukket. 9—11. 9—12,30 og 14.30 — 17.30. 9—1I. Lukket. INDSKRÆNKNINGER I POSTGANGEN Postindkasseringer og massevis forekommende postopkrævningsfor- sendelser modtages ikke til postbesørgelse i dagene 19.—24. decem- ber. THORSHAVN POSTKONTOR, den 30. november 1954. — ÁRSAÐALFUNDUR Føroya Motorpassarafelag hevur ársaðalfund í Havn fríggjadagin tann 10. desember 1954. Fundurin verður í seinna partin. Dagskrá eftir lógini. z i Tórshøll og byrjar kl. 6 FØROYA MOTORPASSARAFELAG NEVNDIN telf. 1086 telf. 1089 Føroya Kriggstrygging. Foroya Brunatrygging . TRYGGINGARSAMBANDID FØROYAR Vit tryggja: Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs bilar o.a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — Føroya Sjóvátrygging.. telf. 1086 Foroya Vanlukkutrygging telft. 1721 Orðatok. Svart er har, sum súlan situr. Eingin kann fylgja vini sínum longur enn á gravarbakkan. Har er ikki tøgn heldur enn í Káni í Dímun. Meiri hevur mamman mist enn eitt gamalt krúss (nýtt orðatak). Ofta er tað satt, ið fornir hava mælt. Eitt er at taka Eirik bróður, annað at bera hann út (nýtt orða- tak, Skálavík). Hann vil hava nev fyri sítt nev. Tað lívir ikki meir enn Ísland lívir Føroyum.