leygardagur 18. desember 1954síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18. desbr. 1954
TVØROYRI.
Til sóknarstýrisvalið á Tvøroyri
sendu javnadarveljarar út hesa áheit-
an.
TIL VERJU MÓTI ANTIARBEIÐ-
ARALISTANUM B! VELJIÐ AR-
BEIÐARALISTAN C!
(Listi B er felagslisti sambandsins,
fólkaflokksins og tjóðveldisflokksins
og listi C er javnaðarlistin.)
Hjørleif Enni, N. J. Mortensn, Olivur
Enni, Eli Mortensen, Henning Thom-
sen, Georg Thomsen, Jógvan Nolsøe,
Jacob Túná, H. P. Thomasen, allir
keypmenn, og Oscar Wiberg, D. J. Jen-
sen og fleiri í sama ringi eru borgarar-
nir, ið fingu mannað B-listan.
Hesum monnum, teirra hugsjónum
og interessum hevur B-listin til upp-
gåvu at tæna.
Keypmannslistin er beinrakid navn
fyri henda lista.
Hann hevur annars fleiri kelinøvn.
Sjálvir prýða teir seg við navni-
num borgaralisti.
Tað skal vera nakað fint og fjala
listans sanna endamál.
Men annaðhvørt tað nú er b-listi,
Hjørleifs listi, keypmannslisti ella
borgaralisti kært barn hevur mong
nøvn — so eru øll nøvnini eins væl
hóskandi.
Hitt fínasta, borgaralistin, týðir í øll-
um londum snøgt og greitt antiarbeið-
aralisti.
Hervið er alt sagt um lista B.
Hjørleifs menn, keypmannsverjarar-
nir mótvegis arbeiðarunum, velja
henda listan.
LISTI C
er arbeiðaranna listi og listi teirra frí-
sinnaðu.
B-menninir leypa á arbeiðaralistan.
Tað megu teir hava loyvi til.
Men tá ið vápnin, teir nýta, eru alt
annað enn blonk hóskar tað teimum.
Tí soleiðis plagar tað at vera frá has-
ari síðuni.
Arbeiðaralistin nýtist ikki at drípa
høvur.
Tá ið arbeiðarastýrið tók við, var
so illa vorðið í kommununi, at alt var
í sakførarahondum: krøvini = uppá
kommununa eins væl og kommununar
skattakrov.
Hetta fekk arbeiðarastýrið á rætt-
kjøl.
Og tað er eingin loyna, men hvørj-
um manni kunnugt, at av teimum tok-
um frá arbeiðaranna síðu, sum arbeið-
arastýrið í kommununi hevur stuðlað
uppundir, livdi fólkið, tá ið hitt priva-
ta initiativið gav upp, fór, realiseraði
ella legði inn.
Hvat týddi A. T. ikki? Hvussu nógv-
ar millióaur legði hetta virki ikki inn
í sóknina?
Tað fekk sum so mangt virkið hótta-
fall, tá ið kreppan kom.
Men tað hevði kunnað verið bjarg-
að. um ikki B-menninir í sóknarstýr-
inum høvdu spilt virkið so út fyri
teimum høgu harrunum, ið hjálpa vild-
u. um ikki B-fólkatingsmaðurin hevði
mannað allar konservativar kreftir í
Danmark ímóti arbeiðaravirkinum og
spent bein fyri tað bara fyri á ein-
hvønn prís at fáa kollrent arbeiðara-
rørsluna her-
Og kommunan hevði i dag ikki heft
fyri nakað A.T.-lån, um landsstýrið
hevði veðhildið sum lovað og sum var
gjørt yvir fyri øllum øðrum fyritøkum
: veðhildið beinleiðis yvir fyri sjálv-
um virkinum uttan at noyða kommun-
una inn í millum. Men tað liggur eitt
skriftligt lyfti frá landsstýrinum til A.
T.. at um tað kundi vísa á peningin,
FØROYASOSIAL-DEMOKRATUR
skuldi landsstýrið veðhalda. Og uppá
hetta skriftliga lyfti hevur kommunan
juridiskan rætt til at krevja landsstýr-
ið at rinda tapið uppá A.T--lánið á
sama hátt sum tað hevur rindað og
rindar milliónatapini uppá onnur virk-
i. Hetta kravið kann verða sett fram
við so mikið sterkari kraft sum tað jú
eru B-menninir her hjá okkum og utt-
an fyri, ið við grimastu atgerðum, ein
kann hugsa sær, forðaðu hjálpini al
koma til stórfingna og grundleggjandi
endurreising av hesum stóra virki.
Tann gerð, ið B-menninir gjørdu
móti arbeiðarunum, teirra virkis- og
lívsinteressum, við hesum sniðlopi
verður aldri at kunna strikast út í søgu
arbeidaraklassans á hesum klettum.
Nei, arbeiðarastýrið nýtist ikki at
drípa høvur, um tað í hesum føri tapti
móti B-monunum.
Hvør bjargaði trolaranum Rank-
anum og hvør var við at fáa hann —
og hvussu nógv hevur hann ikki givið ?
Kommunan eigur hálvan Ramkan.
Hvat gjordu B-menninir i hesi
roynd?
Teier spentu ímóti av øllum alvi!
Hvor bjargaði flakavirkinum ?
Hvor hevði gjørt tað, at havnin
kundi seta kr. 650.000 í hetta virki?
Heyði hetta takið kunnað verið tik-
ið. um B-menninir høvdu råbt?
Hvør hevur fingið havnar- og lend-
ingarvidurskiftini í sóknin her til tey
yestu í Foroyum?
Hvor hevur gjørt tað, at A.S N. J.
Mortensen í dag arbeiðir so høgliga og
siliga, at hetta verður at týða hundr-
aðir av túsindum fyri hetta virki?
Hvør hevur fingið bunkarstøðina í
ag og fingið útbygt Drelnes til hitt
mest modernaða »annlegg« í Føroy-
um?
Hvor fekk kommuuni og harvið ar-
beiðarunum kolarættindini i Føroyum
til ævintyrliga góðar treytir?
Hvor fekk Rangabotns vegin i lag
tross harðastu mótstøðu frå sambands-
monnum å tingi?
Hvor kommuna hevur í dag so nú-
tímans arbeiðsgreiðir: sandskip, bul-
dosara, kompressara, skervknúsara,
sum Froðbiar sóknar kommuna ?
Hvør bjargaði el-málinum í sóknini
og førdi el-sakina til stórbaraa sigur,
hóast landsstýrið legði allar knútir í
vegin ?
B-menninir høvdu leikað í um at el-
verkið skuldi vera óðamannaverk og
koyra kommununa á húsagang.
Og so er sannleikin tann, at 1.1.55
verður kommunan ikki at skylda eitt
einasta oyra uppá elverkið.
Til nýggja leikfimishúsið, ið man
vera eitt mest nymotans í Norðanlond-
um hevur kommunan goldið sín part.
Eftir at gjalda er bert partur lands-
stýrisins.
Skuldsetanin ella brikslid at for-
maður kommununnar skal hava úttal-
að — so sigur trúboðarin — at kom-
munan er insolvent, er uttan fyri allan
veruleika.
Av ti at havnainntøkurnar vordu
skerdar av skrallinum å Drelnesi og
minkingini av fiskivinnudriftini, hvila
havnalånini í løtuni i sær sjálvum.
(Havnarlån 400.000 kr.)
A.T.-lånid hvílir órættvíst á komm-
ununi, Hesi órættur má sum sagt verða
gjørdur góður aftur av landsstýrinum,
um tað hevur dropa av æru og orð-
hildni í sær.
Buldosarin rindar seg sjálvan aftur-
Carla hevur gjørt tað við undantak av
tveimum seinastu árunum.
Høvuðsstólurin í allari skuld kom-
mununnar er fyri alt hetta ca. 180.000
kr.
Til seinasta sóknarstýrisval kom
skemdarskriv út, ið illgitti, at komm-
ununnar roknskaparviðurskifti ikki
vóru í lagi.
Har skuld; vera nakað >rotið<.
Tveir B.-menn komu inn. Men teir
hava í hesi 4 árini ikki verið førir at
peika á eitt tal ella stav.
Og vit tora at siga, at tað neyvan
finst kommuna við betri roknskapar-
skili. Nevnast kann, at kassaeftirlitið
verður tikið av bankamanni í hvørjari
deild: havnini, Ísvirkinum, el-verki-
num, Carlu og kommunun; sjálvari
eina ferð hvønn mánaða.
Men hetta skil var ikki tá ið ar-
beiðarastýrið tók við.
Kolamálið, fullfiggjan av vegamál-
inum og mál, ið brenna á, vil eitt vak-
ið arbeiðarastýri kenna sær liggja á
hjarta samstundis sum ein varnispoli-
tikkur verður at føra, so allar kreftir
í soknini, ið vilja samarbeiði kunnu
telva plássið fram wil liviligastu tíðir.
C-veljarar-
ÚR HVALBA
Hesa seinastu tíðina hevur nógv
illveður verið, og hevur tað tarnað
þæði postflutningi og somuleiðis burt-
urflytanini av koli. |
Postflutningurin millum Tvøroyri
og Hvalba hevur tí verið av tí vánalig-
asta.
Seinast í november var postbáturin
ikki her í 114 viku.
Eisini eru kolarågvurnar vaksnar
heilt nógv, soleiðis at ein av teimum
nýggju minunum, ið hava smáan
dunga (goymslupláss) er byrjað at
koyra kolið frá minuni og burt á ann-
að goymslupláss.
Nú kundi tað tó verið ógviliga gott,
um veðrið kundi blíðka so mikið, at
líkindi blivu til at flutt nakað nógv av
koli burt. Vetrartíð er, so at tað er ikki
at ivast i, at trongligt kemur at blíva
hjá teimum flestu minunum — og tá
serliga hjá teimum nýggjastu min-
unum.
Sóknarstýrisval var her 7. novembr.
og 5 listar innflýggjaðir.
Tíðindamaður.
Í kvøld hava læraraskúlanæmingar-
nir jólaveitslu.
Nr. 50
Sætt og hoyrt
Afturvið grønlendskum
seydarhøvdum
Loynliga politiið i Ungarn hevdi tik.
ið tveir manns. Annar varð sleptur út-
aftur beinan vegin. Á vegnum út eydn-
aðist honum at teska til hin:
Hvat hevur tú nú sagt?
— At eg havi keypt sokkar í svørtu
børsini.
— Hví í Harrans navni segði tú
tað ?
{práoyar wns *uum 1) Mew 34 —
meg, seldi sokkarnar.
Ýr
Tað hendi í Svøríki.
Kona Jonson hevði ikki altíð latið
hinar fjálgandi sólgeislarnar lýst á leið
mannsins. Men so doyði hon, og Jon-
son vildi halda eitt lítið ervi eftir hana.
Hann skrivaði til brennivínshandilin
og bað um 2 lítrar út yvir skamting-
ina. Skriftin var ótýðulig, men teir, ið
lósu brævið hildu, at har mundi standa
20 litrar.
Jonson betalti fyri løgin, men dugdi
ikki at skilja, hví hann mundi hava
fingið so nógv. Tá ið hann fór út vendi
hann sær á í hurðini og mutlaði fyri
seg sjálvan:
— Mundi teir kenna hana?
på
Vil ein hava okkurt gjørt, skal ein
venda sær til ein, ið hevur ovmikið at
gera. Hini hava ikki tíð.
Tjaldrið, ið henda túrin kom seinri
enn ætlan, fer til Keypmannahavnar
fyrrapartin í dag:
———iHV———iøÞVWNVHV—
Við sóknarstýrisvalið í Nólsoy fingu
teir tveir innkomnu listarnir ávikavist
3 og 2 menn.
Drottningin, ið kemur úr Íslandi,
fer til Keypmannahavnar í dag.
GRÓT OG SKERVUR
Øll, ið vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmanni
fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA.
Skipafelagið Feroyar
Telefon 1225
Tórshavn
FÆRØSK MARGARINE
Ar ————i |"
VITA Nol
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
FINT PRODUKT