fríggjadagur 24. desember 1954síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24. desbr. 1954
Sætt og hoyrt |
— Um tú nú fert og ikki letur meg
sleppa við fært tú bert hin hálva stutt-
leikan, geylaði hon.
— Lati eg teg koma við rýkur hin
helvtin eisini, svaraði hann.
Indianarahøvdingurin SVARTI FÓT-
UR kom til dómarans og vildi skiljast
frá konuni. Dómarin spurdi um grund:
irnar. — Høvdingurin svaraði:
— Táið eg sái korn, so fái eg korn.
Tá ið eg sái røtur, so fái eg røtur. Men
tá ið eg sái indianarar og fái kinesarar
tá vil eg verða skildur.
SKOTIN
Ein skoti kom inn í bussina slabb-
andi við einum tungum kufferti. Buss-
ustjórin sigur við hann, at tað verður
4 pence fyri kuffertid. Beinan vegin
letur hann upp kufertid og sigur:
- Sandy, tað er best at tú kemur
upp úr og betalir sjálvur.
Leti gevur bert lýs og langar negl.
— Petur, lat upp fyri radionum.
— Tað hastar radioávísin
kemur ikki fyrr enn um fimm minutt-
einki,
ir.
— Ja, men eg vil so fegin hoyra
húsmøðranna 2 minuttir. Nú ein dagin
hoyrdi eg eina nýggja uppskrift til sild,
og ein annan dag eina uppskrift til
eitt nýtt reinsievni fyri hvítar handsk-
ar.
— Hm, hvørja av teimum var tað,
eg fekk til døgurða í gjár?
Lítið gott var at siga um hin deyða.
Fólk sótu múlabundin undir minnis-
haldinum. Eingin vildi siga nakað. At
enda reisti barberurin seg upp:
— Ja, hann var í øllum førum góð-
ur at raka — —!
AÐALSKAPUR HEVUR SÍNAR
SKYLDUR
Hertogin av Edinburgh fekk nýtt
starv, meðan hann var á rundferð við
konu síni Elisabeth, Onglandsdrottn-
ing. Kirkjuliðið í Sandringham valdi
hann til forstandara fyri kirkjulið-
num. Hetta starv skydar hann til
hvønn sunnudag at samla kollektina
inn í Sandringham kirkju.
VALTID
arbeiðararnir velja ein fakfelagsálitis-
mann, Hvør arbeiðari fekk ein aftur-
latnan brævabjálva sum hann skuldi
leggja í valílátið. Ein av arbeiðarun-
um, ið var forvitin, opnaði bræva-
bjálva sín og skuldi fara at lesa, hvat
stóð á valseðlinum; men tá kom ein
yvirmaður stórleypandi :
— Ert tú vitleysur maður; hvat er
tað, tú gert?
— Eg ætlaði bert at vita, hvønn eg
stemmi uppá.
— Tú ert fullkomiliga ørur, rópti
yvirmaðurin, veitst tú ikki, at tað er
hemmiligt val?
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Føroya
S0SIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
Postbox 76
Prent:
A. ØSTER
— Eg fari at biðja harrarnar á aft
asta beink; um ikki at blaka pappirs-
lepar sín ámillum, meðni eg hadi fyri-
lestur, segði professarin,
— Tað er ikki pappírslepar, var aft-
ursvarið vit spæla kort.
— Jaso. orsaka meg, segði profess-
arin.
FRUKTAGÓÐAR SAMRØDUR
"Tað hendi fyri stuttum yviri i Ame-
ríku, at rætturin gav eini kvinnu rætt
til skilsmissu, aftaná at hava hoyrt
grundir hennara. Hon segði millum
annað, at maðurin alla ta tíðina, tey
høvdu verið gift, einans tríggjar ferd-
ir hevði talað vid seg. — Rætturin
gjørdi eisini av, at hon skuld; hava tey
try børnini, tey høvdu fingið í hjånar
lagnum.
EIN SØGA UM EIN NEGARA
Ein negari stóð og velti av grimd, tá
ið ein kenningur kom framvið.
— Hví veltir tú so av grimd, spurdi
kenningurin. ;
— Fyri at vinna mær pening, svar-
aði negarin.
— Hvat skalt tú gera við peningin ?
— Keypa ein stóran oksa.
— Hvat skalt tú gera vid oksan?
— Eta hann, so eg fái sterkar vødd-
ar.
— Hvat skalt tú so gera við teim-
um sterku vøddunum ?
— Velta.
Drongurin hevði sitið leingi við
próvtøkuborðið. Bæði lærari og dóm-
ari høvdu sett honum eitt ótal av
spurningum. Ila hevdi gingist honum
og at enda reiðiliga illskaðist hann inn
á hesar lærdu harrar. Tá ið liðugt var
helt hann við teir: Nú hava tit spurt
meg so nógv, kann eg fáa loyvi at seta
tykkum ein spurnin.
— Jú, tað var gaman í. — Drong:
urin tók fýra eittoyru burtur úr lumm-
anum og legði tey á borðið. Síðani
spurdi hann teir: Kunnu tit lærdu
mena siga mær, hvat er líkheitin mill-
um hesi eittoyruni og tykkum báðar.
— Nei tað vistu teir ikki, hóast teir
grundaðu dúgliga. Tá streyk drong-
urin øll eittoyruni út av borðinum og
segði teimum líkheitina: Eingin av
tykkum hevur eitt fimmoyra virði.
Í einum skúlatíma hevði lærarin
greitt børnunum frá sálmanum >Det er
saa yndigt at følges ad.< Hann spurdi
so ein drong, hvat ein brúðgómur var.
Drongurin ivaðist eina løtu, men so
kom tað:
»Tad ...
fólkini skulu hava við sær í kirkjuna,
tað er nakað sum konu-
tå ið tey skulu giftast.« '
Tað kom einki annað frá læraranum
uttan »Je, je.«
Nr. 51
FÆROSK MARGARINE
VITA No 1
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT
Skipafelagið Føroyar
Telefon 1225
Térshavn
GROT OG SKERVUR
Øl, ið vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til kom»
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmanni
fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA.
Foroya keypmenn!
Skjót søla — umsettningur — gevur øktan vinning. Hví tá
brenna tygum við hillavarmarum? (á enskum >SHELFHEAT-
ERS«) ið verða liggjandi á hillunum kannska í åravis??
GERÍÐ TETLEY-ROYNDINA !
Leggið á diskin eins nógvar pakkar TETLEY, sum øll onnur
sløg tilsamans, verið ikki bilsin tå TETLEY«eid er útselt
fyrst. Hettar hava keypmenn roynt í túsundatal jørðina runt
áður enn tygum. HVÍ selist TETLEY pakka- og posate nógv
best? — Jú, tað er einki dulsmál, TETLEY-te verður útvalt
av Tetleyekspertum á vakstrarplássunum i Ceylon — Jndiu
— Java, Kina o, a. verður viðgjørt og pakkað av ekspertum
í London o. a. hesir borga fyri te av hægstu góðsku til rættan
prís.
Fæst nú í LANDSHANDLINUM, Tórshavn,
í Thermo Plastic-posum á 2 gr (1 posi til 1—2 koppar),
i pakkum: 3 góðskur bláir, grønir og reyðir. Hvor góðska
aftur í 3 pakkastøddum: 50 100 og 200 gr.
í luksus blikkdósum: Mandarin og Benares te.
í køssum: fjórðings, hålvir og heilir kassar.
JOSEPH TETLEY & CO. LTD.
LONDON — CALCUTTA — CEYLON — NEW YORK
FRYGGINGARSAMBANDIÐ
FÓROYAR
telf. 1086
Førova Brunatrygging . telf. 1089
telf. 1086
Føroya Vanlukk: trygging tel!. 1721
Førova Kriggstrygging. Føroya Sjóvátrygging..
Vit tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar 0. a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging -
BARNAHJALPIN!