leygardagur 29. januar 1955síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroya Sosial-Demokratur
FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR
| Lýsingarprísur fyri mm: 20 oyru á í åsi ”
Nr. 5 | I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu | Leygardagin 29. januar 1955 | sida hag ng á fg | 28. årg
1 FØROYINGUR OG 4 ÍSLENDINGAR
FORUST TÅ ID XISLANDSTROLARIN
«EGIL RAUÐI> FOR Á LAND
2 enskir trolarar burturgingnir
Hósmorgunin hoyrdist í útvarpinum
at Íslandstrolarin »Egil Raudi« var far-
in á land í ódnarveðri og kavaroki. —
Seinni eru so nærri og ålitandi tíðindi
komin um henda sorgarleik.
Tað var millum kl. 18 og 19 miku-
kveldið, at trolarin bar við Grænulid
norðantil á fsafjørdinum, = Farið var
undir at bjarga manningini — 19 For-
oyingum og 15 Íslendingum - so skjótt
sum til bar. Roynt var bæði frá landi
og frá sjónum.
29 menn vórðu bjargaðir, 13 um-
borð á skip. Hinir 5 — 1 Føroyingur
og 4 Íslendingar fórust.
Føroyingurin var SOFUS M. DAL-
BERG SKORALID úr Dali, Hann var
umleið 30 ár. giftur og átti eina dótt-
ur.
Egil Raudi« var her um jóltíðir
eftir fólki. Hann hoyrdi heima á Norð-
fjørðinum.
Í gjár fekk Fiskimannafelagid fjar-
frá reiðarínum, har tað ber ram
Bk
0 = hlóð
Bretin W. B. Lockwood hevur givið
út føroyska mállæru á enskum máli:
>An introduction to modern Faroese.«
Bókin er í 3 pørtum: mållæra, føroysk
lesistykki og orðabók. Munksgaards
forlagið í Keypmannahavn stendur fyri
útgávuni. Prísur: 16 kr. heft og 20 kr.
innbundin.
rit
5, hefti av tingbókini 1615—54 er
komið. Hetta er ógviliga áhugaverdur
lestur, ið Einar Joensen her hevur á-
tikið sær att gera almannakunnugan.
Ortopædisk.
Vanlukkutryggingarráð Feroya hev-
ur sent rundskriv til allar læknar, har
sagt verður frá, at Johannes Jacobsen,
skómakari í Fuglafirði hevur verið á
skeiði á ortopediska hospitalinum í
Keypmannahavn, har hann hevur lært
at taka mál eins og at gera ortopedisk
skómakaraarbeiði.
Heitt verður tí á allar sjúklingar, ið
vilja hava ortopedisk skótoy at venda
sær til hansara, tá hetta vil spara hitt
almenna fyri tann ferðapening, ið tað
kostar at senda sjúklingamar til Keyp-
mannahavnar.
Kostnaðin ber avlamistryggingin.
Annars er Jacobsen til reiðar at
ferðast til Havnar 2 reisur um mánað-
in, og kunnu tá fólk venda sær til hans
ara.
Læraraembætini í Skopun, á Eiði og
Mikinesi eru lýst leys av nýggjum. —
Umsóknirnar til Eiðisembætið skulu
vera skúladirektiónini í hendi innan 7.
mars og til Skopunar og Mikines- em:
bætið innan 10, mars:
Hósdagin 3. februar kl. 15 verður at
hoyra serskilt kyndilsmessuútvarp frå
Keypmannahavn. Vagn Thordal syng-
ur og Erik Starup spælir.
samkensluheilsan til hina eftirsitandi
einkjuna í Dali.
Fiskimannafelagið hevur sent reiða-
rinum fjarrit, har reiðaríið verður bid-
id um at bera fram felagsins samkensl-
uheilsan til teirra, ið eftir sita aftaná
henda stóra sorgarleikin.
Eisini hevur Fiskimannafelagið sent |
íslendska Slysavarnafelagnum takkar“ |
heilsu.
få
Um sama mundið eisini tveir
enskir trolarar farnir Roderigo og
Lorella. Hesir eru burturgingnir til
havs og við teimum eru farnir 12
manns — 21 við hverjum,
ÍSFISKURIN
eru
24. Grunningur 944 ks. 3715stp.
25. Dragasund 899 ks. 3565 stp.
26. City 1094 ks. 14291 stp.
27. Jóannes Pat. 3083 kit 15181 stp.
2. Von 731 kit 2845 stp.
28. Havfrúgvin 837 kit 1112stp.
Sjurdarberg 3006 kit 12139 stp.
Á veg til marknaðin er Sjófarið av
Strondum við 400 ks. Fiskað sjálvir.
Husmoder paa Færøerne.
Friggjadagin 4. februar kl, 5 min.
yvir eitt er å skrånni i »Kvindernes
eftermiddagsprogram« i Danmarks ra-
dio: Húsmóður i Føroyum« v. frú Bir-
the Nielsen og Nan Henningsen.
17 milj. til
Gronlands.
Á donsku fíggjarlógini eru 17 milj.
kr., ið nýtast skulu til útbyggingar í
Gronlandi. M. a. skulu 2 milj. nýtast til
bróstsjúkrahús í Godthaab. 12.760.000
kr fara til nýbygging og framhaldsarb-
beiði, 1150.000 kr. til at fullfíggja ikki
liðug arbeiði, 1.090.000 kr. til at forða
príshæking o. a. Av teim 12.760.000
skúlabygging, 1,4 til ravmagnan, 1,6
til bilar, maskinur og onnur teknisk
amboð, 1,4 til húsabygging, 900.000
til havnagerð og 550.000 til vatnleið-
ingar.
Somu len.
250.000 arbeidarar og arbeiðskvinn-
ur í Vesturtýsklandi hava nyliga fing:
ið nýggjar lønarsåttmålar, Hetta eru
toyveruarbeiðsfólk. Menn fingu eina
viðbót uppá 5 pfennig um tíman. Tað
mest áhugaverda er, at kvinnurnar eft-
ir hesum sáttmála fáa somu len sum
menn, Hetta er ein lenarviðbót uppá
50 pst.
Sum kunnugt er tað eitt av aðalmál-
um javnaðarmanna, at kvinnur og
menn í sama arbeiði skulu fáa somu
lån. Mesta lån hjá arbeiðskvinnu
Føroyum er bert 70 pst. av ti ein mað:
ur fær. }
Frystar 49 dagar -
tó livandi.
Ein fiskivinnuhjålparmadur i Es
bjerg hevur í longri tíð tykist við fryst
ing av livandi fiski, sum. áðrenn teir
koma í kuldan, fáa eina innsproyting
og síðan snarfrysttir. Tað hevur eydn
ast honum at goyma reydsprøkur í 49
Tær vóru tå líka kvikar
døgn, og
bragdligar at svimja sum framman
undan snarfrystingini. — Við at nýta
henda frystingarháttin kunnu Dani:
lættliga selja livandi fisk yviri í A-
meriku.
Vildi hetta ikki havt stóran
ing fyri okkum?
Her goyma seg møguleikar — einki
at ivast í.
tydn-
Russisku sildaskipini
mannað við hermonnum?
Norska »Arbejderbladet« veit at sig:
a frå, at russisku sildaveiduskipini nå
eru komin eystur moti Noreg;
ur eitt móðurskip undir Foroyum —
3 rannsóknarskip sigast at fylgja sild-
ini, Sildaveiða Russa lønar seg illa.
men heldur er hon eitt lið í storri kann-
ingum. og hildið verður. at Russar vit-
a meira um sildagongdina millum Før-
ovyar og Noreg enn nøkur onnur tjóð.
Ætlandi er veiðan eitt lið í venjingini
av herflotamannskapi. Veiðimenninir
innkallaðir til hertænastu; hetta
Steyramálið.
Sum kunnugt vann Havnar kommun:
a Í ravmagnssteyramálinum ið endaði
hjá hægstarætti. Steyrar vórðu settir
í 55 tradir, 40 traðarmenn gingu við
til 50 kr. i endurgjaldi fyri hvønn
steyran (tað sama sum í Danmark).
15 kravdu meir. Gerðarrættur dømdi
teimum 52.746 kr. ella umleið 1600 kr.
fyri hvønn steyran í endurgjaldi.
Landsrætturin staðfesti dóm gerðar-
rættsins; men nú hevur so hægstirætt
ur endað leikin kommunan
vann.
tó ligg-
eru
og
Norska
sildaveiðan.
Minstiprísurin fyri tosk var í fjør
settur til 61 oyru kg í Lofoten, Ein-
stakir keyparar góvu heilt upp í 80
oyru fyri kg. Meðalprísurin varð 74
oyru. Til umrødu er nú ein møgulig
hækkan av minstaprisinum.
Í 1945 varð stovnaður ein prísregu-
leringsgrunnur. Hesin peningur skuldi
vera tøkur, um prísfall rakti fiskivinn-
una, Hetta er ikki hent; eigur tí grunn-
urin í dag 100 milj. kr.
Av ti at tað er torført hjá Nord-
monnum att fáa selt vetrarsild til Russ-
lands er avgjørt einans at salta 700.000
tunnur ella ein triðing minni enn í
fjør.
f norsku sildaveidini luttaka i år
500 snerparar og 1700 garnabåtar og
25.000 manns.
Stytt.i arbeiðstíð.
Sosialistisku flokkarnir og fakfeløg:
ini i Danmark, Noreg og Svøriki eru
samd um, at arbeidstidin skal vera
stytt áðrenn 10 år eru umliðin, soleid
is at arbeiðsvikan, ið nú er 48 tímar
verður gjørd stytri við minst einum
tíma um dagin.
Sjálvandi skulu arbeiðararnir aftan
á hesa stytting í minsta lagi hava somu
løn, sum tå ið arbeiðsvikan var 48 tím:
ar. Tað er prógvað av sakkønum monn-
um at henda arbeidstidsstyttingin ikki
vil minka um framleidsluna — heldur
tvørturim6ti,
segði ein av veidimonnunum, ið leyp
fyri bord av einum snurpara, frå. —
Hann varð bjargaður av einum Hauge
runleiki
A
TAÐ ER VERULEIKI
IT var innliming Foroya arbeiðarafe-
lags í De samvirkende Fagforbund
framd í rottum tíma, vildi EINGIN
VERKFALLSÓTTI verið í dag.
EINKI VERKFALL verið í 1954.
4T verkfallið í 1953 ikki vildi havt
verið urslitaleyst, men heldur ein
stórsigur fyri fiskimenn,
AT hvor EINASTI FISKIMAÐUR
vildi havt fingið útgoldnar 100 kr.
um vikuna undir verkfallinum 1953.
Har trongd var til meira, vildi meira
verið utgoldid,
AT tey fakligu viðurskitini í arbeiðara-
rørsluni í dag vildi verið sterkari.
tryggari = og arbeiðararorslan vildi
verið í ferð við at fingið hitt rætta
nýmótans sniðið til gagns og frama
fyri arbeiðarar á sjógv og landi,
4T hvor neisti av mótstoðu móti sam-
vinnuni við norðurlendsku kammi-
rátarnar er grovt svik móti arbeiða-
afjøldini og eitt stig á leiðini at
minka um lønar- og livilikindi teirra
arbeiðandi.
sundbåti,
Sannleikin
keðiligt
blaðtilfar.
— Stersta og álvarsamasta syndin
hjá bloðunum er, at tey tiga burtur
sannleikan, tí sannleikin er keðiligur
og torførur at ogna sær, og ti blad
menn halda hann ongan áhuga hava
millum lesararnar, segði Borge Outze,
blaðstjóri á Keypmannahavnar-blað-
num Information í eini rødu í Studen-
tersamfundet í Oslo. Tað er sjáldan
galið, tað sum stendur í bløðunum —
og næstan ongatíð galið við vitandi og
vilja, men tað gevur sjáldan allan sann:
leikan, í mongum forum eru blødini
eintáttaði — og tað er ikki altíð av ó-
vitsku.
Bóltfelag 50 ár.
Miðvágs bóltfelag verður 50 ár 2.
februar. Síðst í februar verða 40 ár
síðani felagið vann til ognar steypið,
ið givið varð av enska konsulinum.
*
S.s Lisbeth, o.u, 4000 tons, fermir
salt í Ibisa til saltbingið á Tvøroyri