leygardagur 29. januar 1955síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á
Nr. 5
bilar
'
DKK > De
Nýggj bilsløg
Mong nýggj sløg av persónbilum
koma fram á marknaðin í ár. Størsta
áhuga hevur Thunderbird frá ameri-
kanska Ford. Hnn hevur 200 hk. mo-
tor og kann koyra 200 km um tíman
— men prísurin er eisini 53.000 kr.
Ford í Europa kemur við hinum í
sniði so vakra Taunus M 15. Motorur-
in er 58 hk, og hann kann koyra 125
km um tíman. Klædningurin innan er
vorðin vakrari og minstrumentfjølin
nógv snotuligari enn áður.
Ford hevur á 1955-skránni ikki
minni enn 17 nýggj slog. Teir verða
haldbetri og vkrari, eiaatt sindur lægri
og breidari.
General Motors kemur við einum
standard slag við tí gamla navninum
Olympia, ið er ein nýggj útgáva av Re-
cord. ið var ódýrasti bilur á marknad-
inum. Olympia hevur eins og Record
51 hk motor og er 100 kr. bíligari enn
Record.
|
kvinnan |
x
Rættur kostur-
Tað er umráðandi fyri heilsuna og
harvið fyri arbeidsevnini att eta rættan
kost. — Hver er hin rætti kosturin. og
hva krevst? —
Arbejdernes Oplysningsforbund í
Danmark hevur staðið á odda fyri ar:
beidinum at avmynda hesi viðurskifti
— og vit endurprenta úr teirra tilfari
nakrar ávísingar her.
Sanna og Marin skulu hava hver
sínar 2300 kaloriur um dagin. Sanna
etur rættan kost, Marin tað, ið skeivt
er.
Sanna etur havragreyt = við mjólk
ein kopp av kaffi og 3 breydflisar við
osti og sólberum til morgunmatar.
Marin drekkur kaffi og etur eitt
rundstykki til morgunmatar og 50 gr
av bollum fyrrapartin.
Sanna etur urtamjólkasuppu, frika-
dellur. epli og hvítkálssalat og kaffi og
eina flís av roylade til dogurða.
Marin etur søtsupu, makaroni-rætt
og te og knekkbreyð við hunangi.
Til nátturða etur Sanna grønlangkál
við eggum og rugbreyði, eins og
»smørrebrød« við livurposteik, tomat,
sild og mjólk.
Marin afturímóti etur reyðspettu-
flak við remouladu, speygpylsu, feitt og
ristum bacon til pálegg.
Báðar fáa 2300 kaloriur um dagin
— men meðan Sanna fær allan tann
kostin, ið heldur heilsuni fær Sanna
einans virðisleysan kost.
x
UPPSTRAMMARI
Hetta er tíðin, tá ið várlinheitin kem-
ur; tá er frálíkt við einum uppstramm-
ara. Her er hann:
Rør ein eggjareyða útá eitt slød av
sukri og blanda so við saftini av ein-
ari hálvari sitrón ella appelsin.
Ein slíkur uppstrammari hvønn
morgun í 3 vikur ger undirverkir.
x
— Mostir, eiga tygum eingi børn?
— Nei, tað må vera so, at storkurin
ikki hevur funnid meg.
— Ná, eru tygum so tápulig. at tyg-
um trúgva upp á søguna um storkin,
tå eru tygum sjálv skuld í, at tygum
eingi børn eiga.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Bilar — bilstjórar.
Serstakliga bilstjórum til víðari um-
hugsan og umrødu:
Í Havn hava vit 3 bilstoðir: P.f
TAXA, TAXA og BIL. í Keypmannh.
eru 2 høvudsbilstødir: TAXA og LIL-
LEBIL; men munur er á. Í Stór-Keyp-
mannah, hevur TAXA 880 vognar og
2200 bilstjórar — t. e. 2,5 bilstjóra
upp á vognin; »lillebilerne« eru 750 í
tali; men hava bert 0,4 bilstjóra upp á
vognin, TAXA hevur sostatt eftir vogn-
talinum 6—7 ferðir so nógvar bilstjór-
ar sum LILLEBIL.
Få
Biligari bilar-
Bæði Ford fabrikkirnar í Tysklandi
og General Motors Opel hava kunn-
gjørt prísfall á vognum í millum:
klassanum. Hvat viðvíkir Opel gildur
hetta bert heimamarknaðinum.
Opel Kapitån er niðursettur góðar
1000 kr., Rekord 500 kr. Ford Taunus
i Køln verður 1000 kr. ódýrari. Í stað-
in fyri henda vognin kemur nú í vár
eitt nytt slag, Taunus M 15 og er mo:
tororkan okt til 55 hk.
. x
Peckard í Detroit hevur víst fram
eitt nýtt vognslag. Tað er serstakliga
motorurin — ein V 8 270 hk, ið hevur
åhuga.
—————————————e
Langar og vinglutar kvinnur eiga
at brúka stórmynstrut klæði og puff-
ermar
Stuttar kvinnur: høgan hatt. høgar
hælar og svartar kjólar. ið sita fast
at kroppinum.
| radio '
bom pbodbodi
RADIO — ANTENNAN
Amtennan er ein ógviliga týðandi
táttur, tá ið lurtað verður í radio. Hon
ger vanliga ta streymrennuna, ið van:
liga letur frá sær allan signalspenn-
ingin til móttakaran (t. v. s. sending:
ina frá teirri stødini, ið lurtað verður
eftir.) Er eingin antenna ella jørdleid-
ing vil radiolurtið fáa ein part av sig:
nalspenningini frá ljósnetinum, sum
kundi verið brúktur „um ikki óljóðið
frá motorum ljóstilfari, avbrótarum o.
s. fr. komu uppí.
Skal ein hoyra væl, má signalið kom-
a frå antennunj og verið so ljóðmikið,
at það loyvir óljóðið frá ljósnetinum.-
Til tess krevst long antenna. Ein an-
tenna, id er nóg góð til lurting á stutt-
bylgjum, er vanliga ov stutt til lurting
á longbylgjum, Best er at mála antennu
longdina í brotspartin av bylgjulongd-
ini, Er óljóðið frá ljósnetinum ikki alt
ov mikið, er hóskandi at hava eina an-
tennu, ið er ein tíggjundapart av
bylgjulongdini. Tað vil siga, at ein
skal hava eina antennu, ið er góðar
100 m long fyri at fáa sum mest burt:
ur úr at lurta á longbylgjum.
*
Amerikanska handilsmálaráðið hev-
ur gjørt almannakunnugt, at teir í A-
meriku nú kunnu útvega radio móttak-
arar, ið eru so smáir, at teir kunnu
havast uppi á skøvninginum eins og
eitt armbandsur, Tað er battarímóttak-
ari, og antennan er løgd innan í skøvn-
ingsreimini. Annars verður sagt, at teir
kunnu gera móttakarar, ið eru helvtina
minni enn hesir.
rese
DREKKING
Sviar eru teir ringastu drankararnir
i Norðanlondum. Teir drekka árliga
3,55 Í av brennivíni upp á fólkið, Dan-
ir 3,48, Norðmenn 2,5 og Finnar 1,75.
Í 1946 drukku Danir bert 2,2 | upp á
fólkið.
MILLUM UNGFÓLK
>
t
d
ytann rætta« — »tann rætti«
tað er hattta vid att fáa »ta røttu«
— »tann rætta« — ja — ja skal eg
siga tær, hvat eg haldi? eg haldi, at
alt hatta við at fáa »ta røttu« — »tann
rætta« er nakað tvætl! ja, tað haldi eg!
tey 99 av 100 av teimum, ið giftta seg
hava ikki gift seg við »ti røttu« — ví
rætta« — tað hava tey ei! »tann rætta«
— '»tann rætti« er ikki nakað livandi
kykt av kjøti og blóði. »tann rætta« —
ytann rætti« er eitt úrslit av einum
tráaðum skaldsøgufostri, ein ond, ein-
um spøkilsi — uttanfyri veruleikaheim.
in. ytann rætta« — ytann rætti« er eitt
ideal, ið lýsir ímóti okkum í líki hins
elskaða, gylt av trelldómsljósi elskhug-
sins. hann og hon er »tann rætta« —
»tann rætti«, snøggl so leingi sum elsk-
hugurin varar og ikki eitt sekund
longri. tá ið trelldómsins gyltu sólar-
geislar eru burturi, hvar er alt hitt &
missiliga tá farið? og so kemur tað, so
hanga tær og teir á húkinum allir hesir
romanslúkararnir — so hanga teir á
við hjúnarbandi og ellum fylgjunum,
so kemur hitt slóra ólegið — og so
klovnar alt hjá nógvum. nei, »tann
rættu« — »tann rætti«, tað er ikki ein
man smíðar sjálvur. Við viti og kær-
leika ger ein hvørtannad til >ta røttu«
ytann rætta<. sjálvandi má eitt vist
grundarlag vera at byggja á, men út:
haldni. tolmóð, umbersla vit og eitt
sindur av kærleika má til, annars fær
ein aldri »ta røttu« — »tann rætta«.
ein skal dyrka urtagarð sín — ella eis-
ini: fær ein ikki tann, ein elskar, má
ein elska tann ein fær — vit hava upp í
leypar av dómum um, at tað ber til at
uppelska >ta røttu« — »tann rætta« —
ÉÉÉÉÉ
a (0555 fr senere (I
FYRI MENN |
SFPTPATURN
Se
SIGURHARRI SKEGGSINS
Allir menn kenna GILETTE raki-
blød — tey bera orð fyri at vera stak
góð. — Fyrst í hesum mánaðinum vór-
u 100 år umliðin, síðan King C: Gilette
varð borin í heim i Ameriku, Í 1895,
tá ið hann var 40 ára gamal, gjørdi
hann hina fyrstu rakimaskinuna. Hon
var úr messing; og barberblaðið varð
gjørt úr einari urfjødur, Ila gekst at
byrja við; menn flentu at honum. At
enda fekk hann pening til láns, og í
1901 varð Gillette Safety Razor Com-
pany við 5000 dollars í partapeningi
stovnað í Boston. Í 1903 vórðu seldar
51 rakimaskinur og 168 rakiblød, i
1905 276.577 maskinur og 1 milj.
blød, Í dag hevur Gilette 9 fabrikkir.
Sølutølini eru astronomisk. Bert í Ong-
landi verða gjørdar 50.000 rakimaskin-
num og 7 milj. blød um dagin. Gilette,
ið gjørdi heimin slættrakaðan. doyði
9. juli 1932 77 ára gamalur-
x
RAKISÁPA
Tá ið rakisápan fer at styttasttt reið-
iliga, verður hon tveitt burtur, men iv-
aleystt kundi hon verið nýtt einar 20
ferðir aftrat, Hetta er peningaspilla. -
Líma heldur ein tundurtøpp undir rak-
isåpuna, Lat standa ein nátt. Tú
kanst nú nýta sápuna hagar til hon er
tynri enn eitt 5-oyra.
—————————————— J————————
— At hugsa sær, hvussu nógv tíð
fer fyri einki av at spæla kort.
— Ja, og serliga við at blanda.
29. januar 195
* 10 spurningar.
1. Hvat er ein ØSKUHIRDIL?
2. Nær er VEÐURLAMBSMESSA ?
3. Hverjir sótu í fyrsta landsstýri-
num?
4. Hvussu nógvir mánaðir hava 31
dagar?
5. Hvat er ÆGI?
6. Hvat er ein VONGVBRIGÐA ?
7. Hvat er midalfjarstøda jarðarinn-
ar frá sólini?
8. Hvussu nógvir eru teir grønlend
sku statsborgararnir í tali ?
9. Hvat er ein STYKKJA ?
10. Hvussu høgur er størsti fossur í
Europu?
(Svar aðrastaðni i blaðnum).
* Matprát.
SS D
boer
Hvíttkálssuppa-
Góð og sterk og glóðheit suppa er
frá lík í kuldavedri:
14 kálhøvd — 2-3 purrur — 2:3
gularøtur — 200 g av einum litid sind-
ur saltaðum fleski — 2 Í av vatni -
3 epli og 4 piparkorn.
Fleskid. ið ikki má vera ov salt,
verður skorið í terningar. Kálhøvdið
verður skorið upp sum súrkál, purrur-
nar í heldur tjúkkar ringar og eplini
og gularøturnar í tenningar. Kål purr-
ur og flesk verður sett útyvir, og tá ið
hálvkókað er, verður gularøturnar lat-
nar útá. seinni eplini, so alt verður lið-
ugt á einum sinni. Set smakk á við
kryddarí og borðreið suppuna í kulda-
veðri.
* Góð ráð
At persa toy tekur langa tíð og er
keðiligt, tí vilja øll hava persingina at
halda sum longst. Ráðini eru hesi, pers:
ið fyrst sum vanligt við vátum klúti.
Síðan verður eitt smørpappir lagt om-
anyvir toyið og strokið varliga vid
jarninum. Persið á harrabrókum t. d.
heldur seg eina helvt longri á henda
hátt. Avispappir kann nýtast; men
vandi er fyri, at prentsverta setur seg
á klæðini.
x
Boraks er frálíkt móti fótasveitta. —
Sáa eitt slød av boraks niður í sokkar
(hosur) og skógvar 6 dagar upp í røk-
ur, og tú vilt verða varur við, at tað
hjálpir. Men minst til at vaska bæði
føtur og sokkar hvort kveld.
4
Soda skal mýtast til blæuvask. Fyri
at blæurnar ikki skulu gerast gulgráar,
má vatnið »bloytast« við sodu.
STÓRI KLAUS og LÍTLI KLAUS
L K: Nei, eg veit ikki akkurat,
hvussu gamal eg eri!
S K: Hvussu gamal er Julius, tvill
ingabeiggi tin?
L K: Hann er try år yngri enn eg!
S K: Ogjørligt! So eru tit ikki tvill-
ingar!
L K: Tað mugu vit vera! Eg skal
prógva tað! Hvat er tað, sum liggur í
einari hattadós?
SK: Ein hattur!
L K: Og hvat er tað, sum stendur
í einari bókhyll?
S K: Bøkur!
L K: Nettup! Julius og eg lågu i
tvillingaseingjum — sjålvandi eru vit
tvillingar!
Tann, sum er forelskaður i sær sjálv
um kann ið hvussu er rokna við onga!
rivalar at hava.