Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-02-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 NY rf —— LANDSHANDILIN Harri blaðstjóri! Gevið mær innivist fyri hesum regl- um: Eg eri ein keypmaður úti á bygd; havi fingist við hetta starv í mong ár. Havi saman við øðrum arbeiði slitið so frætt. at eg og mini hava livað av tí við sparsemi; men nú fer at roynast illa við tí, vegna tess at teir, ið ráða fyri hesum landi, sýnast bert at vilja lívga einstakar menn, nevniliga okkara grossistar, Fólk og land sýnist ongan tokka at fáa frá hesum monnum. Tað hevur verið flutt fram, at um Landshandilin ikki var, so vóru allar vørur bæði betri og bíligari, enn tær hava verið hjá Landshandlinum. Hetta er fullkomiliga skeivt, tí eg veit, at tá grossistar og Landshandilin hava havt somu vøru hava tær altíð verið dýr- ari hjá grossistunum, og allarbest sæst tað nú, tí skjótt gongur upp eftir við prísunum, og góðskan er ikki betri. Tað er ein sjálvfylgja. at grossistar her í Føroyum kunna ikki flyta inn so híligar vørur, sum Landshandilin kann, ti teir kunna ikki taka so stór kvantum isenn, sum Landshandilin, aftrat hesum kann Landshandilin fáa vørurnar heim fyri minni frakt enn hinir, vegna at hann tekur størri send: ingar ísenn. Tá bæði prísir og frakt eru biligari, mugu vørurnar eisini blíva bíligari. og varður sostatt nog spart fyri fólk og land, og tað skuldi verið tað. ið umræður. Ikki haldi eg, tað er so stór flóð av peningi í hesum landi. at vit kunna siga eitt einasta oyra frá okkum. bert fyri at nakrir grossist- ar kunna liva í yvirflóð. Hetta er ein álvarsamur spurningur í hesi tíð; og tí vil eg heita á okkara løgtingsmenn og hiðja teir aftur fáa tingid at taka sær av hesum og seta Landshandilin aftur á stovn, og helst taka allar neyðsynjarvørur við hesa ferð. Alt stríð skuldi verið bannað í hes- um máli. tí hetta er neyðturviligt fyri land og fólk. landi væl. tað er tað. tit eru settir til Fyri at stýra okkara á Løgtingssessarnar, og ikki til at stríð- ast um tykkara prinsippir. Tað er eing- in maður, ið erligur vil vera, ið ikki heldur. at tað var skeivt gjørt, tá tit tóku Landshandilin av. Eg havi ikki verið javnaðarmaður; men eg takki javnaðarmonnum fyri teirra støðu í Landshandilsmålinum; eg skilji ikki tjóðveldismenn, at teir ikki fylgdu javnaðarmonnum, og var tað eitt vónbrot fyri meg, tá sambands- flokkurin ikki vildi hugsa seg um, áðrenn teir stemmaðu Landshandilin av, Fólkaflokkinum hevði eg ikki vænt- að annað av, tann flokkurin varð jú íbirtur av grossistum, og teir berjast jú fyri seg. Eg vóni tó, at okkara løgtingsmenn, um teir annars hava samvitsku í sær, vilja hugsa seg um einaferð enn og leggja alla orku sína í at gera tað góða teir kunna, fyri tann minna mannin, tí tað er jú meginparturin av Føroya fólki. sum eru smámenn, og tað er alt Føroya fólk, sum hevur givið tykkum FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR sess á tingi, ikki bert nakrir fáir stór- menn, Setið Landshandilin aftur á stovn. Við tøkk fyri upptøkuna, Ein keypmaður. FIGGJAR- LOGIN Fíggjarlógin til fyrstu viðgerð. Poul Petersen var fyrsti røðari og nevndi ymisk lið i sjálvari líggjarlóg“ ini m. a. veggerðina inni í Skálafjørð- inum, vegin Gjógv—Eiði o. a. Eisini neyndi hann tær ófullfíggjaðu havn irnar á Eiði, Porkeri, Sumba og Lor- vík. Hesar havnagerðirnar vórðu steðg: aðar í 1951. Bað løgmannin greiða frá, hvussu tað var við peningajáttanunum til hesar havnimar, síðan havnagerð- irnar vóru stedgadar. Annars vísti hann á. at:skattalógin frá 12. mars 1923 ikki meira var tíðarhóskandi. Somuleiðis vísti hann á. at okkara tolllóg herði alt ov fáar deildir í mun til tolllógirnar í grannalondunum. Eisini vísti hann á, at neyðugt var at útvega pening til før: oyskt verjuskip. Jens Chr. Olsen helt, at ov litid av peningi var til skúlabygging. Í Nes sókn stóðu 3 skúlar í gerð. Á figgjar: lógini vóru einans 80.000 kr. til hetta mdamål, Harav skuldi Havnin hava 40.000 kr. árliga í 10 ár. Eftiri vóru 10.000 kr. til allar hinar kommun“ urnar. Hetta var nógv ov lítið. Nevdi, at á Toftum vóru skúlaviðurskiftini út av lagi. Bert 2 skúlastovur. 114 børn. harav ein partur mátti standa uppi í tímanum. Løgmaður svaraði Poul Petersen, at síðani løgtingið steðgaði havnagerðini, vóru eingir pengar játtaðir til um- røddu havnagerðir. Viðv. skattalóg- gávuni hevur landsstýrið serkønar menn at gera kanningararbeiði. Eisini tolllógin var ómótans, men dýrt var at hava manning at røkja tolllóggávuna í ti sniði. sum hon er skipað í granna: løndunum. Í løtuni hava vit einans tveir manns við tollprógvi. J. Fr. Øregaard helt, at minkast kundi munandi um ymiskar útreiðslur, ikki minst umsitingarútreiðslurnar- Nevndar vóru tvær lågir, skattalógin og tolllógin. Serstakliga hvat tolllógini viðvíkti, vóru javnaðarmenn ikki samdir við meiralutanum; men hvat var at gera: tolllógirnar vórðu tveittar fram á tingborð seint fríggjakvøld til at kunngerast i Dimmalætting leygar- morgun, Tingmenn høvdu als ikki høvi til at gera seg kunnugar við hesar lógir. Tolllógin rakar sum best ber til. Teir mest neyðugu nýtslulutirnir vórðu líka hart tolladir sum luksu:vørurnar. 5 ár síðan eitt uppskot um nýggja skattalóg kom á ting, men enn var einki hent, hóast besta prógv um, hvussu úrlagið ring henda lóg var, var at skatturin als ikki kom inn. Eingin er glaður at gjalda skatt og toll, men tingið skal hava peningin, tí má verða soleiðis skipað fyri, at byrðirnar verða javn- aðar, soleiðis at tær stóru inntøkurnar koma at bera mesta skattin. Men hin brennndi spurningurin í løtuni er at | vinna pening til landið. Inntøkurnar røkka ikki til. Føroyingar mugu veiða meira fyri at kunnu gjalda meira, men ti] muns verður ikki vunnið stórvegis meira, fyrr enn okkara mest brennandi spurningur er loystur, navnliga sjó: markið, Hetta mál er farið í nevnd, men einki hoyrist aftur frá tí. Vit kunnu tala um toll- og skattalógir, men alt verður einans stubbaverk, so leingi sjómark-málið ikki er leyst. — Takk- aði løgmanni fyri upplýsningarnar vid- víkjandi havnunum. Nakrar av teimum unum sum skuldu fáa pening eftir 10- ára ætlanini vórðu nevndar, Men hví neyndu teir ikki Sand ella ta 1 milj. til Sandoynna. Veruleikin er tann, at hesin peningur als ikki verður játtaður á hvørjum ári. Heitti á tingið um at fáa havnirnar aftur á fíggjarætlanina. Kjartan Mohr meinti, at spart átti at —————iii 7" Máltráð 4 FØROYA PILSNAR EKTA MALTØL | Foroya Bjór ØL- og MINERALVATNSVIRKI EIN AR WAAG, Klakksvík 26. februar 1955 É[[———— [[[|——>—————”—|—— £——o>—e verda, har sparast kundi; ikki minst i umsitingini, Allar tær skrivstovur, ið nú liggja ymsastaðni í býnum, mugu samskipast, og vit mugu skipa so fyri, „at hvør skrivstova kemur at flóta í sær sjálvum. Vit mugu royna at koma nið- ur aftur á jørðina, og har má lands- stýrið leggja fyri. Áttu at latið einar 2—3 skrivstovur aftur og latið pening in farið í skipagrunn'n. Umsitingin verður lættari, um vit lata málini ferð- ast frá kamari til kamar heldur enn at bera tey runt í býnum. Djóni í Geil mæki til longu nú at fara undir at broyta skattalóggávuna og tolllógávuna. Mælti til, at bygd vórðu hús til umsitingina og løgtingið. Húsaleigu = útreiðslurnar vóru nú 100.000 árliga. Hetta vildi verið nóg mikið til rentur og avdrag av einum láni uppá 1 milj. kr. Citrón sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jerðber limonada Vanillie limonada Áppolinaris GRÓT OG SKERVUR ØL, ið vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmanni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA. FÆRØSK MARGARINE Skipafelagið Feroyar Telefon 1225 Tórshavn VITA Nol VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FRYGGI Forova Kriggstrygging. telf. 1086 Farova Brunatrygging . telf. 1089 NGARSAMBANDIÐ FØROYAR Vit tryggja: Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - fe: ðagóðs bilar o. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — FINT PRODUKT Førova Sjóvátrygging.. telf. 1086 Føroya Vanlukk: tævguing tel!. 1721 ' Á a——w————————I—————— —————&”&$—%-»>»—o|>»&w—8=…—8cI55…-—»»——————u—————