leygardagur 12. mars 1955síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Í
;
i
3
NE PER
=
VA
og
Fu
NR. II
Hendur i lumma.
At Føroyingar taptu undir sam-
rådingunum vid Bretar er ein beisk-
ur veruleiki. At vit høvdu øll tey
góðu kortini og sostatt áttu at |
vunnið er líka satt. Men hví taptu
vit tá? Hví verða vit nú riknir av
egnum gruuni? Hví taka fremm-
andir fiskimenn línir okkara á náttar-
tíð á tí oki, sum skuldi verið okkara,
so okkara menn koma fongleysir
aftur til lands, og útgerðarmaðurin
nógvar túsund krónur fátækari?
Vóru teir sum sendir
vórðu til samráðingar í London,
ikki forir fyri at umboða okkum?
Spældu teir kort síni ov illa, eila
høvdu teir eingi kort við sær?
Í Gerðabók Landstýrisins standa
hesi orð — og einans hesi: „Zands-
stýrið samtykti, at Jóhan Djurhuus,
skrivstovustjóri, og Óla Jákup Jen-
sen, skipari, umboða landsstýrið
undir samráðingunum í London í
desbr. millum danskar og bretskar |
myndugleikar um foroyska sjó-
marksmálið<. Hendur í lumma fóru
|
menn,
hesir útsendingar, sum av torv-
heiðum komu teir aftur.
Skipamálið
á tingið.
Fáa vit nøkur skip?
At vit í Feroyum hava ov få
góð skip, eru allir menn samdir
um, Her má tí nakað verða gjørt.
Málið var nú um dagirnar til vid-
gerd å tingi. Summir hildu, at vit
megu læna 20 milj. kr., meðan
aðrir vildu hækka lánið tíl 50
milj. kr. — eingin dugdi at vísa á,
hvar tílíkt lán er at fáa, og eingin
veit hvat vit skulu seta í veð fyri
tílíkt lán, flest allir skilja, at pen-
ingur verður neyvan læntur okkum
uttan so at lángevarin er greiður
yvir, at hann fær lánið aftur við
rentu.
Kjartan Mohr helt, at tað fer at
bera til at fáa 50 milj. krónur og
enntá rentufríar tey fyrstu 10
árini.
Málið fór í figgjarnevndina. —
Latum okkum vóna, at eitt gott
úrslit fæst á tann hátt at menn til
aðru viðgerð kunnu vísa á, hvað-
ani lán kann fáast, og hvat vit
hava at seta í veð.
Erlendur Patursson varð spurdur,
um hann ætlaði, at danski staturin
skal garantera fyri lánið ella um
hann heldur, at vit hava nakað at
seta í veð; men Erlendur valdi at
tiga — soleiðis standa vit enn í
eini blindgotu. Hver dugur at vísa
á leiðina?
Longu í 1943 settu javnaðar-
menn uppskot um lán til skipa-
bygging soleiðis sum ávíst í bók-
linginum »Arbeid til ell á landi
og sjógv<. Tá hildu tingmenn, at
tað var Ogjørligt at reisa so stórt |
lán. Málið hevur aftur av og á
verið á tingi; men eingin hevur
viljað tikið undir við javnaðar-
FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Skipaútgerð.
Lanternur
Bátatangar
Bensintangar
Grýtur
Ketlar
Vit hava annars alt sum skipinum krevst til matgerð og borðreiðing
— eisini SHELL-gass.
P-F. MARIA POULSEN & CO.
TELF. 2000 — 2001
Tórshavn.
Tórsgeta 10
SALT
Telegr.-adr. NORTHSALT, Tvøroyri. -—
| NORTH ATLANTIC SALT CO.
Allir hesir lutir og fleiri |
eru gjørdir å verkstad |
okkara. |
Styðjið foroyskt virki! |
Telgr.-adr.: Blikk
(IBIZA)
å goymslu.
Ti, 24 á 111.
Bretska
fakfelagsrørslan heimsins elsta.
Fakfelagsrørslan hevur eina
longri søgu í Onglandi enn nakra
aðrastaðni, sigur aðalskrivarin hjá
teimum ensku fakfeløgunum Vincent
Tervson i fororðunum í einari lítl-
ari bók um bretsku fakfelagsrørsl-
una, sum Hin fríi internationali
hevur sent út. Tað er ætlan inter-
nationalans at senda út bóklingar
um friu fakfelagsrørsluna í ymisk-
um londum. Bókin um bretsku
fakfelagsrørsluna hevur blaðmaðurin
Herbert Tracey skrivað. Hann hev-
ur í fleiri ár havt virki sítt í La-
bour Party (bretska javnaðarfl.) og
í teirri fakligu høvudsleidsluni.
Tað eru meira enn 250 ár, síðan
fakfelagsrørslan í Bretlandi so
spakuliga fór at virka. Felog eru
síðan sprottin fram og í dag eru í
alt umleið 700 meginfelog við 9
milj. limum.
Fakliga meginfelagið Trade Union
Congress hevur einans 183 felog
sum limir; men fleiri av hesum
felogum eru eins og meginfelog
fyri fleiri felog.
monnum. Vit kunnu tí gleða okk-
sum at
vakna,
um yvir, at nú sær út
menn eru í ferð við at
nagga svøvnin úr eygunum og lyfta
eygnalokini upp. Betur er seint enn
| ongantíð.
Sjálvandi eru javnaðarmenn fús-
ir nú eins og áður at gera alt, ið
gerast kann fyri at fáa nýggj og
góð fiskifør og helst eisini onnur
for — til farmasigling. Málið er
jú eitt gamalt javnaðarmál. Latum
okkum nú vóna, at allir tingmenn
standa saman og gera sum best.
Millum límir TUC's eru 17 fel-
og, ið samanlagt hava meira enn
6 milj. limir — ella umleið 75
pst. av teimum stívliga 8 miljón-
unum, sum eru uppi í.
100 felog hava fleiri enn 10.000
limir — og tað eru ikki færri enn
400 felsg við undir 1000 limum,
mestiparturin av hesum 400 hava
minni enn 400 limir. Ein partur
av hesum smáu felogunum eins og
2 stór meginfelog eru ikki limir í
meginfelagnum. Minsta felag, sum
er uppi í meginfelagnum er ysegl-
makaranna fak- og jarðaferðskassi<
við 110 limum — men har finst
eisini eitt felag við hesum legna
navni: »Tann nationala samgongan
av metrikk- og skrúusmiðjum.<
Hetta felagið hevur 30 limir. Lima-
talið hevur staðið við í mong ár
— men samstundis finnast slíkar
smiðjur í hópatali í ødrum feløg-
um.
Til sammetingar kann vera nevnt,
at minsta felag, id er limur i De
samv. Fagforbund í Danmark er
»Forgylderforbundet«, ið hevur 97
limir í 5 deildum kring um landið,
Minsti felagsskapur innanfyri D.s.F.
er »Sukkertørrernes Fagforening«,
id hevur 49 limir.
Í Føroya Arbeiðarafelag eru t.d.
7000 limir.
Í De samv. Fagforbund eru
meira enn 700.000 limir.
Tórshavnar
lí «kistugoymsla |
hevur telefon nr. 2206.
Ymiskir prísir. |
JACOB C. JOENSEN
12. MARS 1955
Læknarnir.
Hvussu ofta Dimmalætting enn
endurprentar nøvnini á teimum 8
læknunum, síðan Stærmose doyði,
reingir hetta ikki tann veruleika, ið
R. Jacobsen gjørdi tinginum kunn-
ugan, at i Stærmosar tíð og eftir
deyða hansara hava 17 læknar
verið í Klakksvík. Vit kunnu leggja
aftrat, at einstakir hava verið meira
enn eitt skifti. Ein 18. kundu vit
eisini nevnt, navnliga ein enskan
lækna, ið staddur var á Vidareidi
um tað mundið, tá ið Stærmose lá
á deyðastrá. Eisini kunnu vit nevna,
at av hesum læknunum hava teir
17 verið í Klakksvík, síðan heims-
bardagin endaði.
silvursteyp og
steyrar.
Einaferð hevdi urgan eitt annað
ljóð — eg hugsi um 14. sept. og
tjóðveldispolitikkararnar. — Hver
minnist íkki skriving D. P. Daniel-
sen og steyramálið. Dagliga varð
Kristian Djurhuus, legmaður, skírd-
ur við brotsmannaheitinum; mer
nú, síðan tjóðveldismenn fylktust
við afturhaldinum undir leiðslu Kr.
Djurhuusar, er vent í holuni. Nú
mannar hesin sami D. P. statsins
far fyri at handa Kr. Djurhuus
mikið og dýrmett silvursteyp og
heldur mikla fagnaðarræðu fyri
manninum, ið hann undir brots-
mannaheitinum kravdi dømdan av
landsins rætti — fyri steyrarnar.
Silvursteypið — og um sama mundið
hin mikla sorgarsogan: fylking tjóð-
veldismanna við sambands- og
fólkaflokksafturhaldið — minsta-
lønin skerd við 150 kr., ótróðra-
menn heilt burturgloymdir, landsins
fólk tollokrað við 1,2 milj. kr. og
so framvegis.
— Har høvdu vit hinar reyst-
mæltu tjóðveldismenninar!
Úr Hvalba.
So mikið er útliðið, at nú verður
rikið til at vaska seyðinum. Seyðu-
rin er í heilt ringum standi (ella
rættari sagt veikur), so at nógvur
seyður verður tikin heim, men ikki
er møguligt at taka allan tann
seyð heim, sum kanska annars
kundi verið neyðugt, tí hoyggið er
einki. At seyðurin er í ringum
standi er tó ikki so legið, tí kavin
sum lá meginpartin av januar og
síðan aftur í februar, kundi seyð-
urin alt annað enn tolað, hóast
eitt slog av hoyggj varð borið
honum út í hagan.
»Karla« var her mánadagin við
hoyggj frá Richard B. Thomsen.
Tað er nú ikki vanligt hjá Hvalb-
ingum at keypa so nógv hoyggj
sum í ár; men mangt er í neyðini
nýtt.
Hin álíknaði skatturin er 166.500
kr. og ikki sum av misgáum sagt
í seinasta blað 155.500.
Tíðindamaður.